Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juli 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 138 - 21. juli 2001 Nr. 138 - 21. juli 2001 5 Internetadressan faroeseafood.com er ikki ogn hjá Faroe Seafood, men hjá tveimum ungum monnum í Fuglafirði, sum eisini eiga nøvn sum foroyabanki.com, sparikassin.com og eina rúgvu av øðrum. Fyritøkurnar hava sovið í tímanum og skulu prísa seg lukku- ligar fyri, at vit hava keypt hasar internet- adressurnar, áðrenn nakar annar keypti tær, siga eigararnir av adressunum FYRITØKUNØVN Rúnar Reistrup – Vit hava ikki annað enn hjálpt hesum neyðars før- oysku fyritøkunum, sum hóast tær føra seg fram uttanlands, ikki so mikið sum hava hugsað um at tryggja sær altjóða internet- adressur, sum svara til navn teirra. Og nú kalla hesar fyritøkur okkum piratar og hótta við saksøkja okkum áðrenn tær so mikið sum hava tosað við okkum. Tær áttu ístaðin at prísa seg lukkuligar fyri at nøvn sum foroyabanki.com ikki eru endað sum pornosíður á internetinum, sigur Leif Andersen, sum saman við vinmanninum Johan Joen- sen hevur keypt eina rúgvu av sokallaðum domæne- nøvnum. Domænenøvn eru adressur á internetinum sum til dømis adressan sosialurin.fo, ið hýsir inter- netsíðuni hjá Sosialinum. Amerikansk lóg galdandi Í gjár skrivaði tíðindatæn- astan hjá portal.fo um at Skipafelag Føroya, sum í útlendskum høpi kallar seg Faroe Ship, hevur sett sak- førara at kanna, hvussu fyritøkan kann ogna sær navnið faroeship.com, sum teir báðir menninir í Fugla- firði høvdu keypt. Í greinini á portal.fo kall- ar Skipafelagið tað fyri »bedragarí« og Føroya Banki tað fyri »uanstænd- igt og uantageligt« at onnur hava keypt domænenøvnini faroeship.com og foroya- banki.com og nú bjóða fyri- tøkunum at keypa tey. Hvørgin av fyritøkunum ivast í at tey eiga rættin til hesi domænenøvnini, tí nøvnini Føroya Banki og Faroe Ship eru skrásett nøvn, sum fyrtøkurnar eiga rættin til. Men sambært teimum báðum, sum hava keypt domænenøvnini, kunnu fyritøkurnar ikki kenna seg vísar í at ognarrætturin til navnið Føroya Banki eisini gevur ognarrætt yvir navni- num foroyabanki.com. Øll domænenøvn, sum enda við ».com« eru nevniliga skrásett í USA, og eru so- leiðis umfatað av ameri- kanskari lóggávu, so tað kann lætt gerast ein longri søga at draga málið um til dømis foroyabanki.com í rættin. Áttu heldur at sagt takk – Men tað átti ikki at verið neyðugt at drigið okkum í rættin. Vit hava ikki keypt hasi nøvnini við vinningi fyri eygað. Sjálvandi vilja vit gjarna hava okkara út- reiðslur av keypinum aftur, og eitt rímiligt ómaksgjald hevði heldur ikki verið vegnum, men vit selja tey ikki fyri órímíligar prísir, sigur Leif Andersen, sum saman við Johan Joensen eigur eina rúgvu av dom- ænenøvnum, sum líkjast nøvnum hjá bæði føroysk- um og útlendskum stórfyri- tøkum. – Vit hava keypt nøvnini so hvørt sum vit eru komnir fram á tey. Onkuntíð havi eg ikki trúð mínum egnu eygum, tá eg havi sæð okk- urt domænenavn, sum onk- ur stór fyritøka átti at havt tikið fyri langari tíð síðan, og so havi eg sjálvsagt keypt tað. Tí eg veit, at um eg ikki keypi tað, so keypir onkur annar tað, og tá kundi søgan blivið ein heilt onnur hjá fyritøkunum, sigur Leif Andersen. Pornosíður Hann nevnir sum dømi at um onkur útlendingur, sum hevur verið í Føroyum ella sum onkursvegna, til dømis við at hava keypt førosykar fiskafingrar í Russlandi, kennir til Faroe Seafood og uppdagar, at faroeseafood.- com er leyst at keypa, so kundi tað verið ein dýr og strævin søga hjá føroysku fyritøkuni at fingið dom- ænenavnið. – So høvdu teir verið noyddir at saksøkt ein russa, sum eingin visti navnið á og sum búi á onkr- ari ókendari adressu mitt í Moskva. Tí skulu fyritøkur- nar prísa seg lukkuligar fyri at tveir fuglfirðingar hava keypt domænenøvnini, tí vit gera hetta ikki fyri at gerast ríkir av tí. Vit eru ikki domæne-piratar, og vit hava ikki í huganum at av- pressa nakran fyri pengar, sigur Leif Andersen. At sokallaðir domæne- piratar keypa domænir, ið minna um nøvn hjá stórum fyritøkum ella stovnum, er ikki óvanligt. Ofta enda slíkar síður sum pornosíð- ur. Til dømis keypti onkur domænenavnið white- house.com áðrenn Hvítu Húsini fóru undir at keypa sær domæni, og hendan síðan er tann dag í dag ein pornosíða. Pínligt hjá fyritøkunum Leif Andersen heldur tað vera pínligt fyri stórar før- oyskar fyritøkur, at tær ikki hava keypt tey domæne- nøvnini, sum minna um virkisnavnið við ».com« ending. – .com endingin er tann altjóða endingin fyri inter- netadressur hjá fyritøkum. Føroyskar fyritøkur keypa fyritøkunavnið.fo og halda at alt stendur væl til. Men føroyingar mugu venja seg av við at halda at Føroyar eru heimsins nalvi. Føroya Banki hevur keypt foroya- banki.fo, men aðrastaðni kenna tey ikki .fo og tí skriva tey .com. Um Føroya Banki var óheppin lá ein russisk pornosíða á hesari adressuni beint nú, og tí haldi eg at vit hava eina tøkk uppiborna fyri at hava keypt hatta navnið, sigur Leif Andersen og leggur afturat, at teir hava átt foroyabanki.com í eitt ár nú, men ikki fyrr enn portal.fo gjørdi Føroya Banka varugan við hetta í fyrra- dagin, fann bankin útav at nakar hevði keypt navnið. – Hetta eru fyritøkur, ið bæði hava telduserfrøðing- ar og marknaðarfólk í starvi. Tey hava sovið øgi- liga fast í tímanum, og tey skulu bara takka okkum – ikki hótta við at draga okk- um í rættin, sigur Leif And- ersen. Einasta navnið, sum ikki er bíliga til keyps frá Leif Andresen og Johan Joensen er faroeship.com. Hetta do- mænið ælta teir at brúka til ein føroyskan skipaportal. Keyp og søla av domæn- enøvnum er ikki nakað smápengaputl. Fyri ikki so langari tíð síðan varð navn- ið business.com selt fyri 52 milliónir krónur, og year2000.com varð selt fyri 74 milliónir. Vit eru ikki piratar Leif Andersen og Johan Joensen halda seg hava eina tøkk uppiborna frá fyritøkunum, sum nú hótta við at draga teir í rættin fyri at hava keypt domæne-nøvn, ið líkjast nøvnunum hjá fyritøkunum Her á www.faroeship.com vildi Skipafelag Føroya helst havt sína egnu heimasíðu. Men fyritøkan hevur sovið í tímanum og bert keypt www.faroeship.fo. Hina adressuna eiga tveir fuglfirðingar Millum øll tiltøkini á ólavsøku verður eisini barnasjónleikur á skránni. Sjónleikurin eitur gátuføra gívurin, og hann verður sýndur fyrstu ferð ólavsøkuaftan SJÓNLEIKUR Stefan í Skorini Sjónleikurin er eitt ævintýr um eina sera vakra bónda- dóttir. Ein dagin verður hon boðin niðan á kongsins slott, og kongur gevur henni eina uppgávu, ið er ómøgulig at loysa. Um hon megnar at loysa uppgávuna verður ikki avdúkað her, men sjón- leikurin verður at síggja á meiarínum á ólavsøku. Súsanna Tórgarð hevur skrivað leikritið, og hon leikstjórnar eisini sjálv. Leikararnir eru Gunnvá Zachariasen, sum er vakra bóndadóttirin, og Birita Mohr, ið er gívurin. Leikurin verður frum- sýndur ólavsøkuaftan klokkan 18. Ólavsøkudag verður leikurin spældur tvær ferðir. Klokkan 16 er tann fyrra sýningin, og tann seinna er klokkan 18. Sparikassin hjá norðoyingum hevur havt eitt sera gott hálvár, ið júst er farið afturum bak, og fíggjarstøðan er omanfyri 1 milliard krónur. Tó væntar stjórin, at komandi hálvár verður heldur lakari enn tað fyrra ROKNSKAPUR Stefan í Skorini Roknskapir, ið vísa eitt metstórt úrslit, eru nærum hvønndagskostur í Føroy- um. Norðoya Sparikassi hevur nú kunngjørt hálv- ársroknskapin, og hetta er ógvuliga góður lesnaður hjá stjóra og ábyrgdarum. Norðoya Sparikassi hevði eitt úrslit uppá 11,2 milliónir krónur, áðrenn skattur varð latin, fyrra hálvár 2001. Hetta úrslitið er nærum tríggjar ferðir so stórt sum fyrra hálvár í fjør. Tá var úrslitið 3,9 milliónir krónur. Hálvársúrslitið er sostatt 7,3 milliónir betri enn fyrra hálvár í fjør. Eyfinn Reyðberg er stjóri í Norðoya Sparikassa, og hann er sera væl nøgdur við hetta úrslitið, sum gjørdist munandi betri enn væntað. Tó heldur hann, at spari- kassin ikki fær eins gott úrslit komandi hálvár. Rentuinntøkur hækkaðar Tað eru serliga rentuinn- tøkurnar og kostnaðarinn- tøkurnar, ið eru hækkaðar munandi samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Netto rentuinntøkurnar fyrra hálvár vóru 24,6 milliónir krónur móti 21,3 milliónum fyrra hálvár 2000. Hetta er ein vøkstur uppá 3,3 milliónir krónur ella 16%. Netto kostnaðarinntøk- urnar eru eisini hækkaðar munandi, og tær vóru 25,6 milliónir krónur. Hetta er ein vøkstur uppá 3,7 milli- ónir krónur ella 17%. Orsøkin til henda vøkst- urin er serliga, at rentuinn- tøkurnar av lánsbrøvum eru øktar við 3 milliónum krón- um. Lánsbrævagoymslan er nú 112 milliónir krónur størri enn fyrra hálvár í fjør. Annars hækkaði rentu- støðið í mai 2000, og hetta ger, at bæði rentuinntøkur av lánum og rentuútreiðslur til innlán eru øktar. Umframt at inntøkurnar eru hækkaðar, eru út- reiðslur lækkaðar nakað. Útreiðslur til starvsfólk og umsiting eru lækkaðar við 800.000 krónum niður í 11,7 milliónir krónur. Hetta er ein lækking uppá 6,5%. Annars eru útreiðslurnar á leið tær somu sum tær vóru í 1999, tá tær vóru 11,5 milliónir krónur. Fíggjarstøðan Fíggjarstøða sparikassans fer á fyrsta sinni uppum 1 milliard krónur, og fíggj- arstøðan er vaksin við 14 prosentum seinasta árið. Hetta kemst av, at inn- lánið hetta tíðarskeiðið er økt við 15 prosentum ella 102 milliónum krónum. Útlánið er sama tíðarskeið vaksið við 16 milliónum ella trimum prosentum. Eginpeningur sparikass- ans er nú 192 milliónir krónur. Hann er øktur 21,7 milliónir krónur ella 12,8% seinasta árið. Gjaldføri er eisini gott. Kassapeningur, ogn hjá peningastovnunum og lánsbrøv eru 354 milliónir krónur móti 247 milliónum somu tíð í fjør. Sparikassin hevur ongantíð áður havt so stórt gjaldføri. NÁTTBUSSURIN Stefan í Skorini Í kvøld, leygarkvøldið, fer Øssur Christiansen at koyra ungdómar av Strondum og Skála til Havnar í býin, so sum koyrt hevur verið millum Vestmanna og Tórs- havn nú í nøkur ár. Farið verður úr høvuðs- staðnum klokkan 21.45 leygarkvøldið, og bussurin fer av Strondum til Havnar klokkan 11. Tey, sum skulu innaftur á Strendur, sleppa við bussinum klokkan 5. Fráferð úr Havn er frá grillbarrini City í miðbý- num. Bussurin fer at steðga á vanligu steðgiplássunum hjá bygdaleiðum á vegnum til og frá. Ætlanin er, at hetta skal vera fastur táttur, um undirtøka er fyri tiltakinum millum tey ungu. Náttbussurin koyrir frá Strondum Norðoya Sparikassi metstórt avlop Eyfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, hevur eitt sera gott úrslit at vísa á, nú hálvársroknskapurin er gjørdur Barnasjónleikur um gátuføru gívrina Birita Mohr er gátuføra gívirin aftanfyri, og Gunnvá Zachariasen er vakra bóndadóttirin C M Y K 5 4