Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juli 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 138 - 21. juli 2001 Nr. 138 - 21. juli 2001 7 Í miðhæddini á gamla turkihúsinum í Leirvík letur í dag upp nýtt bátasavn. Á savninum eru fimm gamlir útróðrarbátar úr Leirvík umframt annað, sum hevur við sjógvin, serliga útróður í Leirvík, at gera VEIðIMENTAN Edvard Joensen Leirvík: Klokkan 16 seinnapartin letur nýtt bátasavn upp í Leirvík. Tað er Osmund Justinussen, sum stendur aftanfyri savn- ið, sum heldur til í mið- hæddini á gamla turkihús- inum. Tá savnið letur upp, verður frágreiðing um før- oyskar bátar, eins og gentu- kór úr Leirvík fer at syngja Spakuliga dregur tað um steinin. Tarin bleiktrar í súðinum, og smáseiðirnir smoyggja sær eitt sindur útfrá, tá maðurin kemur framvið. Hann hevur leyp á baki og er á veg inn í bátin, sum ein annar maður stendur og heldur. Klárir at fara til útróðrar. Tað eru aðrir bátar flotaðir, og ein motorbátur liggur fyri teym fyri landi. Tað lýsir norðuri í Djúp- unum, meðan teir gera klárt. Stilt er og lítið rák á Leirvíksfirði. Tað er summ- ar og gott útróðrarvegur. Soleiðis lýsir stóri máln- ingurin hjá Sámali Tofte- næs leirvíkingar á veg til útróðrar ein summarmorg- un fyrst í tjúgundu øld. Ein stórur málningur á veggin- um í sera hugnaligu høl- unum, har nýggja báta- savnið í Leirvík er inn- rættað. Ivaleyst er onkur, sum enn minnist Leirvík so- leiðis vorðna, hóast megin- parturin av dagsins leirvík- ingum einki vita um tað. Í dag eru tað trolarar, og størri útróðrarbátar, stórir virkisbygningar, truckar og nógvur maskinlarmur, sum eyðkenna tað livandi havn- arlagið í Leirvík. Fjøran er burtur, og betong er komið ístaðin. Og hóast onkur heldur, at tað kanska er ikki so gott alt, sum komið er, so verður helst at ásanna, at eisini synirnir hjá Ketli høvdu rætt í sínum. Hin gamli kundi síni ting og kendi sína ábyrgd, men tíðin var farin frá honum, og tað mátti hann so at enda bara liva við. Eiga søguna enn Enn hava vit eitt sindur eftir av søgu okkara, sum vit av- gjørt eiga at varðveita, sigur Osmund Justinussen, sum við hesum nýggja, prýðiliga savninum í Turki- húsinum í Leirvík hevur varðveitt ein týðandi part av føroyskari fiskivinnu- søgu. Gamlar bátar, sum annars høvdu verið koyrdir burtur. Reiðskap av ymsum slagi so sum línu, kíkar, skrín og tað, sum brúkt varð. Tó saknar tú eitt vanligt snøri kortini. Men tað man fara at koma, tí sum Osmund Justinussen sigur, so er ymiskt á veg enn. Osmund Justinussen sigur,at broytingin, sum Føroyum var fyri í seks- tiárunum, í grundini var ræðulig. Tá varð bara fyrilitaleyst blakað burtur alt, sum nýggja tíðin ikki helt seg hava brúk fyri. Og tað var ikki bara gott, at so var, sigur hann. Tað fór rættiliga nógv av søgu okkara fyri einki. Og tað er óbótaligur skaði, at so hevur verið. Tó er okkurt, sum bjarg- að er. Millum annað hesir fimm bátarnir, sum standa á savninum í Leirvík. Fýra teirra eru smíðaðir í Leirvík, meðan ein er úr Oyndarfirði, greiðir Os- mund frá. Skilti stendur í, sum sigur eitt sindur frá søguni hjá tí einstaka bátinum. Osmund Justinussen greiðir frá einum fýra- mannafari, sum her er. Ein syrgilig søga um tveir brøður, sum í felag smíð- aðu sær bát. Teir høvdu júst fingið hann, tá teir skuldu til skips. Skipið kom eftir teimum, og ein triðji beiggi førdi teir umborð. Tað gjørdist einasti túrur teirra við nýggja bátinum. Teir komu ikki aftur. Savnið Bátasavnið í Turkihúsinum er í grundini partur av størri savni. Í ovastu hæddini er listasavn við málningum og fotomyndum, sum eisini hoyra Leirvíkini til. Hetta savnið lat upp í fjør, og hevur nú fingið samband við bátasavnið við trappum millum báðar hæddirnar. Savnið er opið, og fólk kunnu koma inn á gólvið. Enn eru upplatingartíðirnar ikki heilt fastlagdar, men kunningarstovur og tílík støð vita um savnið. Væntandi verður tað so, sigur Osmund Justinussen, at savnið verður opið seinnapartar, og at fólk verður á staðnum at greiða vitjandi frá tí, sum er at síggja. Lutirnir, sum eru á savn- inum eru teir flestu úr Leirvík, hóast okkurt er, sum komið er aðrastaðni frá. Teir fýra bátarnir, sum smíðaðir eru í Leirvík, eru allir slíkir, sum kendi báta- smiðurin í bygdini, Óli Bóndi, hevur veri uppií, greiðir Osmund Justinus- sen frá. Hesin Óli Bóndi smíðaði eina rúgvu av bátum, og fleiri teirra endaðu í Íslandi. Tað var soleiðis, at tá menn fóru til Íslands at rógva út, høvdu teir bát- arnar við. Men verri enn so allir komu aftur. Teir vórðu seldir har yviri. Tó er onkur av bátunum á nýggja savninum slíkur, sum hevur verið í Íslandi og róð út, men er afturkomin. Tað er av reinari ideal- ismu, at hann er farin undir hetta savnið, sigur Osmund Justinussen, Hann leggur ikki í at siga, hvat tað kostar. Men sum skilst, er tað ikki heilt bíligt. Og alt, sum inni er, er privatogn. Hølini eru sera hugnalig og hegnisliga úr hondum greidd. Tað er Josleiv Joensen úr Leirvík, sum smíðað hevur. So sig honum takk Teir fimm bátarnir eru høvuðslutirnir, sum eru at síggja á nýggja bátasavninum í Leirvík, sum letur upp í dag Mynd: Edvard Joensen Ossi hevur lagt seg fram á stokk og skoðar verkið Mynd: Edvard Joensen 26 ára gamli vest- menningurin Gundur Mikkelsen hevur lisið til arkitekt-inrættara í Róm í eitt hálvt ár. Umframt tað eru seks tey seinastu árini farin til ymsan lesna innan list, design, merkonon, marknaðarføring og reklamusálarfrøði. Nú fer Gundur at stovna egið virki í Føroyum og Danmark Heini í Skorini - Design hevur altíð hug- tikið meg, og eg havi altíð tikist við tað kreativa, sigur 26 ára gamli Gundur Mikk- elsen, sum umframt at hava lisið í seks ár í Keypmanna- havn til merkonom, ymiskt innan list, design, markn- aðarføring og reklamu- sálarfrøði, nú hevur lisið til arkitekt-inrættara í Róm í eitt hálvt ár. Gundur hevur altíð vita, at hann er listarmaður, og hann hevur altíð havt stóran áhuga í list, skapan og tilevning. Hann sigur, at tað er ikki nakað ein lærir til, men nakað ein hevur í blóðinum. Tískil er hann farin undir hesa útbúgving í Róm. Gundur Mikkelsen sigur, at Róm er staðið fyri arki- tektar, og at hann stórtrívist í Italia, tí hansara áhugamál eru væl umboðað í list- og mentunarháborgini Róm. - Italia og USA eru so langt frammanfyri m.a. føroyingar og danir innan arkitektur av ymsum slag, og Italia er júst staðið fyri meg, sigur Gundur. Hann sigur, at Italia er sum eitt heim fyri hann, og hann leggur afturat við einum smíli, at storkurin hevur verið púra vilstur, tá hann sjálvur skuldi vera føddur í Føroyum. Byrjar egna fyritøku Gundur hevur í nærmastu framtíð ætlanir um eitt byrja egna møblafyritøku bæði í Danmark og í Føroyum. - Eg havi ætlanir um at byrja spakuliga í nærmastu framtíð, har eg byrji við egnum virki í Føroyum og í Danmark. Vøran, eg fari at selja, verður møblar, sum eg sjálvur havi teknað, men sum vera framleiddir í Danmark. Gundur sigur, at hann hevur lagt ætlanir í tvey ár, og at alt er til reiðar. Spurdur, um tað ikki verður stór kapping í Føroyum, og um tað yvir- høvur er grundarlag at byrja uppá slíkt, sigur Gundur, at tað óttast hann ikki. - Eg havi lagt ætlanir og kannað hetta í tvey ár nú, og so havi eg eisini teknað sera nógv. Mín vøra er eisini øðrvísi enn tað, vit vanliga síggja her. Gundur fer aftur til Róm í oktober, men hóast tað kann hann hava fyritøkur koyrandi bæði í Føroyum og í Dan- mark. Um tey røttu fólkini verða sett at arbeiða, skuldi tað ikki verið nakar trupul- leiki, sigur hann. Eins og Versace og Armani Gundur byrjar at selja møblar av ymsum slag, og hann sigur, at tað vera ela- gantir, einfaldir og tíðar- leysir møblar. Men seinni er ætlanin eisini at byrja uppá klædnasølu. Síðani verður kanska farið til aðrar vørur sum brillur, skógvar, luktilsi o.s.fr. - Hyggja vit at teimum stóru merkjunum, so sum Armani og Versace, eru tey serliga kend fyri klæðir. Men hesi stóru merkir framleiða eisini alskyns vørur, sum yvirhøvur ikki hava nakað við hvørt annað at gera. Og fyri stuttum byrjaðu bæði merkini eisini at framleiða og selja møblar. Gundur hevur á munni, at á sama hátt ætlar hann at fara til verka. Fyrst við møblum, men síðani at víðka søluna til aðrar vørur eisini. Fyritøkan hjá Gunduri Mikkelsen hevur verið skrásett eina tíð, og Gundur er so smátt farin undir at keypa maskinur og tilfar til teknistovu. Ringt at koma í gongd Tá ein ikki hevur stóra byrjunarupphædd, er torført at fara í gongd við egnari fyritøku. Júst á hesum økinum er lesnaður hansara til merkonom sera hentur, og hetta var júst orsøkin til, at hann las til merkonom. - Um eg seti røttu fólkini í starv, fái røttu leiðarar og røttu handilsfólkini, sam- stundis sum samarbeiði er ein týdningarmikil partur, haldi eg, at møguleikarnir eru góðir, sigur Gundur Mikkelsen. Merkið, sum eftir ætlan skal vera selt, eitur Follend, og er tað millumnavnið hjá Gunduri Mikkelsen og eitt gamalt familjunavn. Hetta slagið av møblum, sum Gundur fer at selja, er sera øðrvísi og kanska eisini sjáldsamt í Føroyum. - Føroyingar eru kanska ov konservativir, tá tað kemur til møbladesign. Teir eru 10 ár aftanfyri t.d. Danmark, sum aftur er 10 ár aftanfyri Italia og USA. Føroyingar eru ov smædnir, og tað er ov lítil virðing fyri listini. Um ein ikki dámar okkurt, sum verður sýnt fram, kundi ein í hvussu so er farið og vita hvat tað er, sigur Gundur Mikkelsen. Gundur fer ikki at satsa uppá at vinna nakað inn í Føroyum, og hann ætlar bert at royna fyri fyrst. Danmark er eitt størri land, har er lættari at fáa høli, og sostatt er møguleikin betri at vinna nakað í Danmark. Har er lættari at fáa slíka fyritøku upp at standa. - Eg satsi uppá at kunnað opnað okkurt næsta summ- ar í Danmark, og einaferð í framtíðini hevði eisini verið stuttligt at kunna selt í sjálvum Róm, sigur Gund- ur Mikkelsen. Slíkt hoyrir stórbýnum til, og tað er har, lættast er at byrja. Møblar vísa persónligheit Eins og klæðir hava møblar eisini eina ávísa ávirkan á, hvat tú heldur um ein persón. Tað er ein ávís persónligheit við heiminum hjá einum persóni ella einum húski, og eins og við klæðum, vísa møblar ofta á persónin. - Møblar kunnu vera avslappandi, humoristiskir, symbol uppá okkurt, o.s.fr. Tískil peika møblar ofta á persónin, sum eigur teir, sigur Gundur. - Ikki tað at møblar eru statussymbol, men teir siga nógv um fólkini, sum búgva har, tí fólk vitja hvønn annan meiri nú enn fyrr. Kemur á marknaðin skjótt Gundur hevur ætlanir um, at onkur vøra hjá honum vónandi kemur á markn- aðin longu um fjúrtan dagar. Hann sigur, at um hann kanska fær eitt høli í t.d. SMS, kundi hann sýnt fram og selt okkurt. Alt er komið uppá pláss viðvíkjandi fyritøkuni, men allíkavæl tekur tað tíð at koma í gongd við hesum. Spurdur um, hvussu hann nú av álvara fer til verka, svarar Gundur: - Ikki í dag, heldur ikki í morgin, men eitt sindur í dag, og eitt sindur meiri í morgin. Hetta er politikk- urin hjá honum, at arbeiða seg spakuliga uppeftir. Vit ynskja Gunduri góða eydnu við fyritøku og framtíðarætlanum hansara, og vónandi verður merki hansara Follend einaferð eitt vælumtókt, nógv um- biðið og kent merki. Um 26 ára gamli vestmenningurin Gundur Mikkelsen nakran- tíð kemur á hædd við merkir sum t.d. Armani og Versace, má tíðin vísa. Gundur Mikkelsen: Byrjar egið møblavirki 26 ára gamli Gundur Mikkelsen nýtir mest telduna at tekna møblarnar. Hann fer í næstum undir at selja møblar, hann sjálvur hevur teknað Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6