leygardagur 21. juli 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 21. juli 2001
9
VIÐMERKINGAR
Sigurd Poulsen
Jørn Astrup Hansen hevur
grein í Sosialinum fríggja-
dagin 13. juli 2001 sum
uppfylging av kanning,
sum Grannskoðaravirkið
INPACT hevur gjørt av
rentutilskriving landsbank-
ans eftir umbøn frá Fíggj-
armálastýrinum. Greinin
endurtekur nakrar skeiv-
leikar, sum landsbankin við
hesum fer at fáa aftur á
beint.
Avkastið hjá landsbank-
anum betur enn hjá
peningastovnunum.
Føroya Banki hevur nú
fleiri ferðir ført fram, at
landsbankin bert gevur 3 %
í rentu, meðan Føroya
Banki kundi givið lands-
kassanum 5 % í rentu.
Kanningin hjá Grann-
skoðaravirkinum INPACT
vísir hinvegin, at samlaða
avkastið av landskassans
innistandandi í landsbank-
anum seinastu 5 árini hevur
verið 4,93 % í meðal.
Kanningin vísir eisini, at:
“ burtursæð frá 1999 hevur
landsbankin betri meðal-
avkast enn føroysku pen-
ingastovnarnir undir ein-
um.”
Grannskoðaravirkið
kemur tí til ta niðurstøðu,
at: ”tað er tí ikki grundarlag
fyri at staðfesta, at peninga-
stovnarnir
við
einari
peningarøktaravtalu høvdu
givið landskassanum størri
avkast
í
tíðarskeiðnum
1996-2000, enn tað avkast
landsbankin
samanlagt
hevur givið landskassanum
í tíðarskeiðnum.”
Landsstýrið hevur ikki
inngoldið eginkapitalin.
Ein og hvør fíggjarstovnur
hevur fyri neyðini ein
ávísan eginpening fyri at
vera førur fyri at taka váða
av sínum íløgum. Av tí, at
landsstýrið valdi ikki at
inngjalda eginpeningin frá
byrjan av virksemi lands-
bankans, so hevur lands-
stýrið goldið eginpeningin
við at lata ein part av
avkastinum verða stand-
andi í landsbankanum.
Landsbankalógin er frá
1978. Hon ásetur, at stovns-
fæið er 50 mió kr, sum
landskassin útvegar við
ábyrgdarskylduskjali. Tað
vil siga eingin inngoldin
eginogn, men lógin fyri-
skrivar, hvussu konsolider-
ing av bankanum skal fara
fram. Landsbankin fór at
virka í 1988 og tað nú-
verandi fíggjarvirksemið
byrjaði í 1993. Í 1993 var
rentuberandi eginognin lítil
og eingin og enn er hon í
minna lagi. Rentuberandi
ella inntøkuskapandi egin-
ognin, er so at siga høvuðs-
framleiðslutólið hjá einum
fíggjarstovni, tí at tað er
henda eginognin, sum ger
stovnin føran fyri at taka
fíggjarligan váða og sam-
stundis viðlíkahalda virðið
á eginognini.
Hevði
rentuberandi
eginogn landsbankans í dag
verið nútíðarvirðið av 50
mió 1978-krónum, so hevði
landsbankin betri kunna
tikið íløguváðan og sam-
stundis optimerað avkast
og gjaldføri. Samstundis
hevði landsstýrið fingið
høvuðspartin av lands-
bankans avkasti útgoldið
sum renta ella sum yvir-
skot. Rentuberandi eginogn
landsbankans er tí ein íløga
hjá landskassanum, sum
skapar meirvirði, og ikki
ein kostnaður, sum Føroya
Banki ger tað til. Annað er,
at tað hevði verið skilabetri
av landsstýrinum, at kon-
solidera landsbankan við
einum kapitalinnskoti enn
at konsolidera hann yvir
raksturin, tí at tað tekur ov
langa tíð.
Var eginkapitalurin
inngoldin, hevði lands-
bankin goldið landskass-
anum útvið 5 % í avkasti.
Landsbankin hevur ongan-
tíð fingið gjaldføran egin-
kapital inngoldnan. Egin-
peningur landsbankans er
komin uppá 120 mió. kr.,
við at ein partur av avkasti
landskassans er vorðið
standandi í landsbankan-
um. Til samanberingar skal
nevnast, at landskassin
gjøgnum Fíggingargrunnin
hevur goldið 2700 mió. kr.
til eginpening í Føroya
Banka.
Hevði rentuberandi egin-
ogn landsbankans verið t.d.
200 mió. kr. árini 1996-
2000, hevði landsbankin
goldið
landskassanum
útvið 4,93 % p.a. í meðal
sum rentu og yvirskotsbýti.
Føroya Banka dámar ikki niðurstøðu
í Grannskoðarakanning
Tummas Eli Høj
Joensen
Landstýrið ætlar at yvirtaka
flogvøllin og síðan skal
hetta verða ein varði fyri
hesa samgonguna, viðvíkj-
andi yvirtøkum. Teir skulu
kunna siga, at vit hava set
skjøtil á loysingina frá
Dannmark, ella at nú kunnu
vit bretta okkum á og siga
at vit eru Føroyingar (Eitt
FULLVELDI ).
Allir
tjóðveldismenn
ganga nú so latnaðir og
rankir, tí teir eru undan-
slopnir undirbráttligheits-
okinum (leysir frá Dan-
mark), at teir detta næstan
afturav so fattir eru teir.
Men hvat nú? Er tað ikki
Tjóðveldisflokkurin
ið
krevur, at danskarar skulu
brúka pening til nútímans-
gerðan av flogvøllinum
áðrenn vit yvirtaka vøllin ?
Hvat vil hettar siga ? Jú,
danskarar
skulu
enn
einaferð gjalda fyri okkum
føroyingar ! Ein skuldi
trúð, at teir vóru samríkja-
menn !
Eldraøkið
Hoyr nú her, hvat hesir
loysingarmenn
gera
í
einum øðrum máli.
Eldrarøktina í Føroyum
hevur landstýrið lagt út til
kommununar at taka sær av.
Um tað er so gott, veit eg
ikki; men eitt veit eg,
landstýrið hevur í hvussu
so er óbeinleiðis veitt
pensionistunum í Føroyum
ta trygd, at tað helst verður
ein seinur dagur, áðrenn tey
gomlu fáa øll tey heimini,
ið eru neyðug á eldra-
økinum.
Kommununar
makta ikki hesa uppgávuna
við einum so stuttum
skotbráði. Landstýrið hevur
jú eisini kravt eitt íløguloft
fyri kommununar.
Alt hetta, er ein foring
fyri, at tey gomlu fáa tað ið
teimum er so hjartaliga væl
unt innanfyri eina stutta tíð.
Vit vita øll hvussu stórur
tørvurin er. Allar kommun-
unar vilja gjarna gera hesar
bygningar, men hetta kem-
ur tíverri fyri tey ið vara av,
at taka alt ov langa tíð.
Eg haldi sjálvur, at
landstyrið heldur skuldi
syrgt fyri, at brúkt 1/6 av
sínum stóra yvirskoti, til at
hjálpt kommununum til
hesa uppgávuna. Á sama
hátt sum teir vilja hava at
danskara skulu nútímans-
gera flogvøllin áðrenn vit
yvirtaka hann, skuldu teir
eisini áðrenn kommununar
yvirtóku eldraøkið, syrgt
fyri at eldraøkið var útbygt
forsvarliga. Um hetta var
útgangstøði fyri eldrarøkt-
ina, so var alt jú nógv
lættari at yvirtaka hjá
kommununum, ikki so,
Tjóðveldisflokkurin?
Loyisingarmiliardirnar kundu komið
pensionistum okkara tilgóðar !
Massage
1-årig uddannelse
(ca. en weekend om måneden)
Starter: den 25. til 26. august 2001
Sted: Tórshavn
Pris: 1.200 kr./weekend
Jens Melgaard
(lærer, massør og afspændingspædagog, DAP
ring efter program tlf. 0045 38 71 72 93
9
8
Nr. 138 - 21. juli 2001
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Nú eru umberingarnar hjá donsku stjórnini fyri at
sýta føroyingum at yvirtaka løgregluna so langt
burturi frá vanligari politiskari siðvenju millum
ríkið og heimastýrið, at tað kann ikki vera annað enn
drál og mótvilji, at føroyingar sjálvir umsita løg-
reglu og rættarmál.
Tað er løgið, at tann danska stjórnin ikki áður hevur
ført tað fram, at fyri at føroyingar kunnu yvirtaka
løgreglu og rættarmál, skal heimastýrislógin
broytast fyrst.
Løgregla er at finna á listanum yvir B-mál, og eftir
heimastýrislógini kunnu tey yvirtakast eftir sam-
ráðingar. Og tær samráðingarnar mugu sjálvandi
enda í semju millum stjórnarmyndugleikarnar og
heimastyrið.
Brævið hjá Frank Jensen, løgmálaráðharra, hevur
ikki nakrar serligar grundgevingar, um nakrar
veruligar grundgevingar eru fyri, at føroyingar ikki
kunnu yvirtaka løgregluna. Á hesum staði er áður
ført fram, at tað eru kanska altjóða reglur og avtalur
millum sjálvstøðug lond um løgreglu og rættar-
viðurskifti, sum kunnu skapa trupulleikar. Men eru
slíkar forðingar, átti løgmálaráðharrin at kunna víst
á tær.
Tað kemur alt meiri og meiri til sjóndar, at danska
stjórnin bæði er ímóti, at føroyingar yvirtaka fleiri
málsøki, lækka blokkin, ella í evsta føri skipa
Føroyar sum fullveldi. Tað behagar óivað tí
partinum av Føroya fólki, sum annaðhvørt ikki
ynskir størri sjálvræði, tíansheldur fullveldi. Men
illviljin frá donsku stjórnini hevur júst ta avleiðing,
at fleiri siga, at nú kann vera well við hasum danska
kolonipolitikkinum.
Viðmerkingar ta seinastu tíðina frá landsstýris-
mannninum í sjálvstýrismálum benda á, at onkur vil
hava konfrontatión, meðan løgmaður, sum rætt er, er
meiri sinniligur. Rætt er eisini, sum hann hevur gjørt
vart við, at løgreglumál er mál, sum kann yvirtakast
eftir samráðingar. Men hvar er andstøðan í hesum
máli?
Danska stjórnin hevur áður umhugsað at brúka
løgreglu og marinu í samband við sjálvstýris-
stremban føroyinga fyri stívliga 50 árum síðani.
Føroyingar fáa seg neyvan at trúgva, at slíkt kann
endurtaka seg, hóast evsta stjórnarvaldið, sum
liggur á Slotsholminum í Keypmannahavn, óivað
eisini vil hava løgregluvaldið í síni hond. Er hetta
veruliga orsøkin til, at stjórnin setir seg ímóti, at
føroyingar yvirtaka løgverju og rættarmál?
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Løgin umbering hjá
dønum
VIÐMERKINGAR
Hanna Lisberg
Jóannes Eidesgaard segði
við Svf, at hann hevði valt
sær til lívsstarv at verða
politikkari!
Tú baðst ikki okkum
veljarar at velja teg, tí tú
ætlaði tær at verða breyð-
ella búkpolitikkari, nei, tú
skuldi veita gomlum og
veikum og teim lægst løntu
betri kor. Á denn skomm!
Sama
skoðsmál
skal
Vilhelm Johannesen fáa
(limur í fíggjarnevndini).
Hvat
samgongan
ger
undrar ikki meg; teir hækka
fyrst sínar egnu lønir og
pensiónir, tí tá er lættari at
sita sum »loysari«, tá ein
hevur tryggjað sín egna búk
– teir vóru kortini væl
hjálptir av tykkum!
Nú er tíð uppá at skifta út
–
setið
unglingar
og
oldingar við rórið, tá væl
verður í vár. Verri enn hesi
verða tey ikki!
Hann náði tú meg! Nú
skal fólkafloksmaður royna
at fáa broytt støðuna; eg
meini tað! Slíkir rópa seg
javnaðarmenn!! Skammið
tykkum.
Helena Dam á
Neystabø,
Sjálvstýrisflokkurin
Málið um eftirlønir til
landsstýrismenn bæði nú-
verandi
og
fyrrverandi
kemur aftur á tingborð. Og
tá ið tað er liðugt viðgjørt í
tinginum, átti tað ikki at
komið fyri aftur har, men í
framtíðini verið viðgjørt av
uttanveltaðum fólki, sum
hava innlit í slíkar spurn-
ingar.
Landsstýrismaðurin
í
lógarmálum, Høgna Hoy-
dal, hevur ført somu sjónar-
mið fram. Eg havi tí vent
mær til hansara við fyri-
spurningi, um landsstýrið
skal leggja málið fram, ella
um eg sjálv – vónandi sam-
an við øðrum tingmonnum,
skal leggja tað fyri tingið.
Undir øllum umstøðum
skal málið aftur í tingið.
Tað er at fegnast um, at
fleiri og fleiri nú eru samd í
hesum sjónarmiði, at tað
sjálvandi eiga at vera
uttanveltað fólk, ið viðgera
og gera av, hvat politikarar
skulu fáa í løn og eftirløn.
Fólk, sum hava innlit í
hesar spurningar.
Slíka skipan áttu vit at
havt fingið fyri langari tíð
síðani – og nú eiga vit at
nýta tað høvi sum er, at
kanna eftir, um Løgtingið
hevur samtykt eina lóg um
eftirlønir til landsstýris-
menn, sum ikki er nóg væl
viðgjørd. Einki er at ivast í,
at ov skjótt er atborið, at vit
møguliga hava gjørt broyt-
ingar í lógini, sum eru í
andsøgn við endamálið við
lógaruppskotinum, sum var
at javnseta løgtingsmenn
og landsstýrismenn, og
gjørt lógina afturvirkandi á
ein hátt, sum ikki kann
forsvarast.
Verður nevndin sett sum
skjótast, ber til at broyta
lógina. Tí hon fær ikki gildi
fyrr enn 1. januar 2002. Og
sjálvandi skulu vit gera
broytingar, sum fyribyrgja,
at nakar fær rætt til ov høga
eftirløn.
Uppgávan
hjá
hesari
nevndini skal vera at gera
eina neyva lýsing av, hvat
er rætt og rímiligt, tá vit
tosa um løn og eftirløn til
landsstýrismenn og løg-
tingsmenn. At vísa á, at
eftirløn hjá politikarum
eisini er ein uppsparings-
skipan sum hjá øðrum
borgarum, og at nevndin
t.d. eftir hvørt løgtingsval
ger tilmæli til, hvussu løn-
irnar og eftirlønirnar skulu
vera í næsta valskeiði.
Henda skipan skal vera
galdandi til vit hava broytt
stýrisskipanina og orðað
grundlógina soleiðis, at tað
er lógarfest, at tað verða
uttanveltað fólk, sum taka
støðu til lønarviðurskiftini
hjá politikarum. Soleiðis
hava tey gjørt í Íslandi, og
tað virkar eftir øllum at
døma væl.
Ein vanærulig skomm!
Lønir og eftirlønir til politikarar út um tinggátt
Sjúrður Olsen
Býráðslimur í Havn
Sum samgongulimur í bý-
ráðnum í Havn og for-
maður í teknisku nevnd
havi eg part av ábyrgdini av
tí hurlivasa og rokan, sum
er á ferðsluviðurskiftunum
í býnum nú á hásumri.
Men av tí at slík arbeiði
mugu gerast hesa ársins tíð,
og at tað er so nógv sum
liggur á láni hesum við-
víkjandi, fingu vit einki as-
falt, sum bara verður
leverað ein lítlan part av
árinum.
Og bæði politikarar og
embætisfólk gera alt, sum
gerast kann, fyri at fáa
arbeiðini avgreidd, so lítið
ørkyumlandi sum tað nú
einaferð letur seg gera,
soleiðis at ferðsla og fólk
kunna hóra undan.
Beata, sum er partur av
samgonguni og sostatt hev-
ur
ein
áttandapart
av
ábyrgdini av hesi støðu, átti
heldur at komið við góðum
ráðum á samgongufundum
okkara, sum eru einaferð
um vikuna, heldur enn at
farið út alment at vaska
hendur í borgarans eygum.
Hetta er eftir mínum
tykki óseriøst, og fari eg tí
grundað á hendan atburð,
alment at heita á Beatu um
at koma við ítøkiligum og
positivum hugsanum, sum
kundu hjálpt upp á slíkar
støður, og sum sagt at gera
hetta fyrst á okkara sam-
gongufundum.
Umráðandi er, at vit, sum
mynda meirilutan í Tórs-
havnar býráð, rógva á sama
báti, annars kann hurlivasin
skjótt gerast størri, og tað
var ikki tað, ið vit lovaðu
okkara borgarum.
Vaskar Beata hendur?
C
M
Y
K
8
Sig okkum frá
Hendir okkurt, sum
er hugvert hj ¿Ýrum at vita,
eru vit til reiÝar at bera tÝindini vÝari.
Sosialurin leggur seg eftir at bera
tÝindi r ¿llum landinum.
Vit koyra runt t kenda, gra Toyota
bilinum viÝ eyÝkendu frmerkjunum.
FerÝandi blaÝstjrnin er dagliga ti kring landiÝ.
Vit eru at hitta telefon nr. 31 18 20.
Telefax nr. 31 47 20.
Edvard Joensen mannar l¿tuni ferÝandi
blaÝstjrnina. Hann er at hitta telefon nr.
42 36 17 ella fartelefon nr. 22 05 07.
Eisini ber til at senda teldupost til:
edvard@sosialurin.fo
ella post@sosialurin.fo
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið