leygardagur 21. juli 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 138 - 21. juli 2001
Nr. 138 - 21. juli 2001
11
Høgni Hoydal heldur
tað vera skeivt, at
politikarar fáa aðrar
teytir, enn onnur í
samfelagnum. Tí
heldur hann, at
landsstýrið sum
skjótast skal taka stig
til at broyta
landsstýris-
pensjónirnar
LANDSSTÝRISPENSJÓN
John Johannessen
Landsstýrið
eigur
sum
skjótast at seta eina óhefta
nevd at endurskoða lands-
stýrispensjónirnar.
Og harafturat mugu vit
fáa staðfest í eina føroyska
grundlóg, at ein óheft
nevnd skal taka sær av
lønarviðurskiftunum
hjá
politikarum.
Hetta heldur Høgni Hoy-
dal, landsstýrismaður, sum
tá valskeiðið er av, hevur
vunnið sær rætt til eina
landsstýrispensjón
á
13.230 krónur um mán-
aðin.
– Eftirlønin má broytast,
áðrenn skipanin fær gildi.
Vit mugu fáa eina óhefta
nevnd at endurskoða hana.
Tí tað kann jú ikki bera til,
at politikarar fáa aðrar
treytir enn aðrir lønmót-
takarar í samfelagnum.
Sum tit vísa í blaðnum,
skulu politikarar jú vinna
sær eftirlønina á vanligan
hátt ár eftir ár, sigur Høgni
Hoydal.
Kendi ikki uppskotið
Høgni Hoydal legði sjálvur
uppskotið um landsstýris-
pensjónirnar fyri tingið
vegna løgmann, tí løg-
maður var burturstaddur.
Men kortini visti Høgni
Hoydal tá ikki, at uppskotið
var háttað, júst sum tað
seinni hevur víst seg.
– Einasta grundgevingin,
ið varð førd fram, tá løg-
maður kom við hesum var,
at landsstýrismenn og løg-
tingsmenn skuldu javn-
stillast, soleiðis at ansini-
teturin eisini taldi við, með-
an tú vart í landsstýrinum.
Og harafturat skuldu bíði-
pengarnir
detta
burtur,
greiðir Høgni Hoydal frá.
Høgni Hoydal:
Pensjónin má broytast
Jóannes Eidesgaard
heldur tað vera rími-
ligt, at politikarar fáa
góða pensjón. Tí
politikarar eru ein
fakbólkur fyri seg. Tó
er hann fyri tank-
anum um at seta eina
nevnd at endurskoða
landsstýrispensjónina
LANDSSTÝRISPENSJÓN
John Johannessen
Tað er ein fak at vera polit-
ikari, og hesin fakbólkur
skal hava rætt til góða eftir-
løn.
Hetta heldur Jóannes
Eidesgaard,
fyrrverandi
landsstýrismaður, sum eftir
nýggju eftirlønarskipanini
fyri landsstýrismenn higar-
til hevur vunnið sær rætt til
eina landsstýrispensjón á
15.435 krónur, tá hann
verður 67.
– Eg bleiv politikari tá eg
var 39 ár, og tá slepti eg
endanum at vera lærari. Og
tann møguleikan, eg hevði
at vinna mær fram í lærara-
starvinum, hann slepti eg
eisini.
– Í staðin tók eg fatur í
ein annan enda, sum er at
vera politikari. Men hetta
er ein ógvuliga leysur endi.
Tí fjóðra hvørt ár skalt tú út
at vurderast, um tú ert góð-
ur nokk ella ikki, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Men Jóannes Eidesgaard
hevur kortini einki ímóti, at
ein óheft nevnd kemur inn
at meta um, hvørt lutfallið í
landsstýrispensjónini
er
rætt ella ikki.
Sáttmáli fyri øll
Seinastu vikuna hevur fleiri
ferðir verið víst á, at Jógv-
an Durhuus, Rúna Sivert-
sen, Helena Dam á Neysta-
bø og Jóannes Eidesgaard í
seinast løtu fingu broytt
uppskotið um landsstýris-
pensjónir soleiðis, at fyrr-
verandi
landsstýrisfólk
heilt aftur til 1951 fáa
pensjón.
Men Jóannes Eidesgaard
heldur ikki, at tey gjørdu
nakað skeivt, sum annars
fleiri halda.
– Vit eru hongd út sum
teir stóru syndararnir í hes-
um her. Men tað, sum vit
gjørdu, var at bjarga málið
innan fyri moralsku lingj-
urnar. Tí vit søgdu, at hevur
tú verið landsstýrismaður
ella ert tú landsstýrismaður,
so ert tú í sama fakbólki, og
eitt fakfelag hevði aldri
gjørt ein sáttmála fyri nakr-
ar limir og ikki fyri aðrar,
ger Jóannes Eidesgaard
greitt.
Eftirlønir hjá
landsstýrismonnum.
Løgmenn:
Starvstíð:
Eftirløn
um mð.:
Anfinn Kallsberg
8 ár
25.916 kr.
Atli Dam
16 ár
25.916 kr.
Edmund Joensen
3 ár 6m
11.662 kr.
Marita Petersen
3 ár 8m
11.662 kr.
Jógvan Sundstein
4 ár 3m
15.550 kr.
Pauli Ellefsen
4 ár
15.550 kr.
Landsstýrismenn:
Starvstíð:
Eftirløn
um mð.:
Tórbjørn Jacobsen
?? m
0 kr
Óli Holm
?? m
0 kr
Helena Dam á Neystabø
3 ár
9.923 kr.
Høgni Hoydal
4 ár
13.230 kr.
Karsten Hansen
4 ár
13.230 kr.
John Petersen
4 ár 9m
13.230 kr.
Jørgen Niclasen
3 ár 5m
9.923 kr.
Finnbogi Arge
2 ár 3m
6.615 kr.
Eyðun Elttør
4 ár
13.230 kr.
Sámal P. í Grund
4 ár 4m
13.230 kr.
Bjarni Djurholm
1 ár 8m
3.308 kr.
Tórbjørn Jacobsen
8 m
0 kr
Eilif Samuelsen
7 ár 6m
19.846 kr.
Ivan Johannesen
5 ár 3m
15.435 kr.
Jóannes Eidesgaard
5 ár 5m
15.435 kr.
Andreas Petersen
1 ár 9m
3.308 kr.
Axel H. Nolsøe
10m
0 kr.
Kristian Magnussen
1 ár 6m
3.308 kr.
Óli Jacobsen
1 ár 3m
3.308 kr.
Finnbogi Ísakson
5 ár 10m
15.435 kr.
Signar Hansen
5 ár 4m
15.435 kr.
Bergur Jacobsen
1 ár 6m
3.308 kr.
Thomas Arabo
3 ár 8m
9.923 kr.
Olaf Olsen
3 ár 7m
9.923 kr.
Jógvan I. Olsen
1 ár 7m
3.308 kr.
Jóngerð Purkhús
5 ár 7m
15.435 kr.
Tordur Niclasen
5m
0 kr.
Karl Heri Joensen
5m
0 kr.
Jógvan Durhuus
4 ár
13.230 kr.
Vilhelm Johannesen
4 ár
13.230 kr.
Lasse Klein
4 ár
13.230 kr.
Karolina Petersen
10m
0 kr.
Niels Pauli Danielsen
3 ár
9.923 kr.
Páll Vang
4 ár
13.230 kr.
Torbjørn Poulsen
4 ár
13.230 kr.
Jákup Lindenskov
11 ár
22.051 kr.
Heðin M. Klein
2 ár
6.615 kr.
Hergeir Nielsen
2 ár
6.615 kr.
Demmus Hentze
6 ár
17.640 kr.
Dánjal Pauli Danielsen
6 ár
17.640 kr.
Peter F. Christiansen
4 ár
13.230 kr.
Eli Nolsøe
4 ár (deyður)
Sámal Petersen
2 ár (deyður)
Ásbjørn Joensen
2 ár (deyður)
Bert heil ár telja við í útrokningini av eftirløn.
Aftaná 8 ára starvstíð er landsstýrismaður komin uppá
fulla eftirløn.
Starvstíð aftaná 8. árið gevur onga hækking í
eftirlønini.
Høgni Hoydal vil hava landsstýrispensjónina endurskoðaða
sum skjótast
Jóannes Eidesgaard:
Politikarar skulu hava
góða pensjón
Jóannes Eidesgaard heldur, at politikarar eru fakbólkur, ið
hevur rætt til góða pensjón
122 milliónir ella
nærum kostnaðin av
at byggja Brimil.
Hetta er tað, ið tað
eftir nýggju eftir-
lønarskipanini kostar
at rinda núlivandi
landsstýrismonnum
og einkjum eftir
landsstýrismenn
pensjón restina av
æviskeiðinum. Koma
tingfólk eisini uppí,
kostar skipanin 513
milliónir
LANDSSTÝRIS-
PENSJÓN
John Johannessen
Nýggja eftirlønarskipanin
til landsstýrisfólk er als ikki
so bílig, sum tey, ið hava
samtykt hana vilja vera við.
Tvørturímóti er hon so
dýr, at hon kostar tað sama,
sum tað kostar at byggja
ein nýggjan Brimil.
Hetta sýnir eitt rokni-
stykki,
sum
Sosialurin
hevur gjørt, og sum síðani
er eftirkannað og góðkent
av serkønum.
Sosialurin hevur roknað
seg fram til, at hvørt av
teimum 48 livandi lands-
stýrisfólkunum, sum hava
sitið í landsstýrinum frá
1970 til nú, í miðal skal
hava 1,6 millión í pensjón.
Kostnaðurin hjá tær og
øðrum skattgjaldarum fyri
hetta verður sostatt 76,2
milliónir krónur.
Men afturat hesum koma
45,7 milliónir til einkjur
eftir landsstýrismenn og
løgmenn.
Tískil gerst samanlagdi
kostnaðurin fyri skattgjald-
aran 122 milliónir krónur,
sum er á leið tað sama, sum
tað
kostaði
at
byggja
Brimil.
Pensjón í 10 ár
Sum støðan er í dag, er ein
vanligur landsstýrismaður
mannfólk um fimmti ára
aldur. Hagfrøðin sigur, at
restlivitíðin
hjá
einum
fimmti
ára
gomlum
mannfólki er 27 ár. Tað vil
siga, at 50 ára gomul
mannfólk í miðal liva til
tey eru 77 ár.
Ein landsstýrismaður fær
pensjón frá degnum, hann
fyllir 67. Tískil fær hann í
miðal pensjón í tíggju ár, til
hann doyr sum 77 ára
gamal.
Nógvir landsstýrismenn
sita tvey og fleiri skeið í
landsstýrinum, men vit
hava í okkara roknistykki
valt at ganga út frá, at
landsstýrismenninir bert
sita eitt skeið, tað vil siga
fýra ár í landsstýrinum.
Hevur tú verið lands-
stýrismaður í fýra ár, hevur
tú rætt til 36 prosent av
fullu landsstýrismannaløn-
ini, sum í løtuni er 36.750
krónur um mánaðin. Tískil
fært tú 13.230 krónur í
landsstýrispensjón
um
mánaðin, 158.760 krónur
um árið og 1.6 millión fyri
allan aldurdómin.
Vilt tú hava fulla lands-
stýrispensjón,
mást
tú
stremba eftir at fáa lands-
stýrissess tvær ferðir, so tú
tilsamans situr átta ár í
landsstýrinum. Tá fært tú
22.050 krónur um mánaðin
í landsstýrispensjón restina
av lívinum. Og livir tú í
tíggju ár, fært tú tilsamans
2,7 milliónir krónur.
Konan tekur við
Hóast ein landsstýrismaður
eftir hagtølunum doyr, tá
hann er vorðin 77 ár,
steðgar pensjónin kortini
ikki tá. Hjúnarfelagar eftir
deyðar
landsstýrismenn
hava nevniliga rætt til 75
prosent av eftirlønini.
Av tí, at flestu lands-
stýrisfólkini í Føroyum eru
menn, eru hjúnarfelagarnir
sum oftast kvinnur. Og í
hagtølum er prógvað, at
kvinnur liva longri enn
menn.
Í roknistykki okkara hava
vit valt at ganga út frá, at
konurnar hjá landsstýris-
monnunum eru tvey og eitt
hálvt ár yngri enn menninir,
og vit halda okkum til
hagfrøðiliga setningin um,
at tær liva til tær eru 82 og
eitt hálvt ár, tá tær fyrst eru
vorðnar miðaldrandi.
Út frá hesum koma vit til
tað úrslit, at føroyski
skattgjaldarin skal rinda
9.923 krónur um mánaðin
til landsstýrismannaeinkjur
í átta ár, frá tær eru gott 74
ár til tær doyggja sum gott
82
ára
gamlar.
Hetta
merkir, at vit rinda góðar
119 túsund krónur um árið
og slaka millión tilsamans í
pensjón til hvørja lands-
stýrismannaeinkju.
Verður talið av einkjum
efir landsstýrismenn mett
at vera 48, eins og talið er
av
landsstýrismonnum,
skulu vit tilsamans rinda
45,7 milliónir krónur í
pensjón til landsstýris-
mannaeinkjur.
513 milliónir
Leggja vit samlaðu upp-
hæddina fyri pensjónir til
landsstýrismenn saman við
samlaðu upphæddini fyri
pensjónir til landsstýris-
mannaeinkjur, koma vit
fram til, at kostnaðurin av
nýggju landsstýrismanna-
pensjónunum er heilar 122
milliónir krónur, ella nøku-
lunda tað sama, sum tað
kostaði at byggja Brimil.
Oman á tað heila hevur
verið upp á tal at gera somu
eftilønarskipan fyri ting-
fólk. Hetta merkir, at
skattgjaldarin skal gjalda
teimum 128 tingfólkunum,
sum eru á lívi, 1,9 milliónir
í eftirløn í part. Tilsamans
er hetta 244 milliónir
krónur.
Skulu hjúnafelagar hjá
deyðum
løgtingslimum
eisini hava pensjón, er
samlaða upphæddin fyri
hjúnarfelagar 147 milliónir.
Sostatt kostar sama eftir-
lønarskipanin til løgtings-
limir tilsamans 391 milli-
ónir.
Og verður kostnaðurin
av
pensjónunum
til
løgtingslimir lagdur saman
við
kostnaðinum
av
pensjónum
til
landsstýrisfólk, skal før-
oyski skattgjaldarin rinda
513 millónir krónur í
eftirlønum til politikarar.
Hetta er ein upphædd, sum
svarar til kostnaðin av trim-
um undirsjóvartunlum ella
nýggja Smyrli og Brimli
tilsamans.
Fyri at tað skal vera heilt
víst, at roknistykkið kann
brúkast, hevur Sosialurin
lagt allar upplýsingarnar í
roknistykkinum fyri fólk
við serkunnleika á økinum.
Hesi hava síðani eftirkann-
að roknistykkið og góðkent
úrslitið.
Leggjast skal tó til
merkis, at roknistykki okk-
ara ikki vísir á árliga
kostnaðin av landsstýris-
mannapensjónunum, men
heldur hvat tað tilsamans
kostar at rinda teimum
landsstýrisfólkunum pen-
sjón, sum nú eru á lívi.
Stórur munur er á
lutfallinum millum
nýggju landsstýris-
pensjónina og aðrar
eftirlønir. Ein lærari
skal starvast í 39 ár
fyri at fáa fulla
pensjón á 17 túsund
krónur. Ein lands-
stýrismaður skal
starvast í átta ár fyri
at fáa fulla pensjón á
22 túsund krónur.
Harafturat ger nýggja
skipanin mismun á
landsstýrismonnum
LANDSSTÝRIS-
PENSJÓN
John Johannessen
Nýggja eftirlønarskipanin
til landsstýrismenn er greitt
besta eftirlønarskipanin í
landinum.
Eftir bert átta ár í starvi
sum landsstýrismaður, ert
tú komin upp á hægsta
eftirlønarstig, meðan fólk í
øðrum góðum størvum
mugu arbeiða upp í 40 ár,
áðrenn tey koma upp á
hægsta eftirlønarstig, ið tá
kortini er lægri enn tað hjá
landsstýrismonnum.
Lærari í 39 ár
Sosialurin hevur hugt at
eftirlønarskipanini
hjá
lærarum, sum er ein av
teimum heilt frægu eftir-
lønarskipanunum, og sama-
nborið hana við nýggju
eftirlønarskipanina
fyri
landsstýrisfólk.
Fyrsti stóri munurin er, at
lærarin ikki hevur rætt til
fulla eftirløn, fyrr enn hann
hevur starvast sum lærari í
39 ár. Og av tí, at skipanin er
soleiðis, at ein lærari ikki
byrjar at vinna sær pensjón,
fyrr enn hann er 25 ára
gamal, hevur hann ikki
vunnið sær rætt til fulla
pensjón fyrr enn hann 64 ár.
Harafturímóti hava til
dømis Høgni Hoydal og
Jørgen
Niclassen,
sum
ávikavist eru 35 og 31 ára
gamlir, longu vunnið sær
hálva
landsstýrismanna-
pensjón á góðar 13 túsund
krónur um mánaðin, tá
valskeiðið er av um eitt lítið
ár. Og eru teir so hepnir, at
teir
sleppa
at
sita
í
landsstýrinum eitt skeið
afturat, hava teir longu
vunnið sær fulla eftirløn á 22
túsund krónur um mánaðin,
áðrenn teir eru fyltir 40 ár.
Lærarin, sum vit nevndu
oman fyri, fær 17 túsund
krónur í eftirløn um mán-
aðin, um hann væl at merkja
hevur starvast meginpartin
av ævi síni sum læarari. Og
tá verður eftirlønarskipanin
hjá lærarum mett sum ein av
teimum heilt góðu eftir-
lønarskipanunum.
Mismunur á
landsstýrismonnum
Tað finnast nøkur dømi um
landsstýrismenn, ið hava
sitið í landsstýrinum í átta
ár, og tí fara at fáa fulla
landsstýrismannapensjón
eftir nýggju landsstýris-
pensjónini.
Men samstundis finnast
eisini dømi um landsstýris-
menn, ið hava sitið í lands-
stýrinum enn fleiri ár, men
sum kortini fáa somu
pensjón, sum teir, ið hava
sitið í áttað ár.
Eitt gott dømið um hetta,
eru teir báðir politikararnir,
ið standa til at fáa landsins
hægstu pensjónir. Teir eru
Atli Dam og Anfinn Kalls-
berg.
Tá valskeiðið er av hevur
Anfinn Kallsberg sitið í
átta ár í landsstýrinum,
harav fýra sum løgmaður.
Tí hevur hann vunnið sær
rætt til at fáa hægstu
løgmanspensjónina, sum er
25.916 krónur um mán-
aðin.
Somuleiðis stendur Atli
Dam til at fáa 25.916
krónur um mánaðin. Men
munurin er, at Atli Dam,
fyrrverandi løgmaður, hev-
ur sitið 16 ár í landsstýr-
inum.
Sostatt loysir tað seg ikki
at sita ov leingi í lands-
stýrinum. Tí
pensjónin
veksur upp á toppin beinan
vegin.
Eftirlønin kostar ein Brimil
Pensión fyri 531 milliónir
Pensjónir til landsstýrismenn:
76.204.800
Pensjónir til landsstýriseinkjur:
45.722.880
Tilsamans:
122.000.000
Pensjónir til løgtingsmenn:
244.224.000
Pesnjónir til løgtingseinkjur:
146.534.400
Tilsamans:
391.000.000
Samlaður kostnaður:
531.000.000
Lutfallið er skeivt
C
M
Y
K
11
10