leygardagur 21. juli 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 138 - 21. juli 2001
Nr. 138 - 21. juli 2001
13
Fyrsta dagin í au-
gust verður stór
konsert við Trølla
Pætur, Trølla
Ommuni, Trølla
Ossa, Trølla Ung-
anum, Nósa og
Árnfríð og Rannvu
Lútzen í Klaksvík
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Mikukvøldið 1. august
verður stór trøllakonsert
í Skálanum í Klaksvík.
Við á konsertini verða
Rannvá og Árnfríð Lút-
zen, og fara tær at syngja
kendar sangir hjá Kulum
Rótum.
Fyrireikararnir siga í
tíðindaskrivi, at sjálvt
um Trølla Pætur býr uppi
á Háfjalli, so hevur man
ikki sæð so nógv til hann
í Klaksvík. Hann og
omma
hansara
hava
framført fleiri ferðir í
Suðuroy, Havn, Vágun-
um og í Eysturoy, men í
Klaksvík hevur hann ikki
haft nakra rættuliga kon-
sert.
Mikukvøldið 1. august
er so ætlanin at savna øll
trøllini saman og hava
eina lívliga konsert í
Skálanum. Trølla Pætur
fer at syngja nakrar fittar
sangir, meðan omma
hansara fer at syngja
nakrar heilt villar sangir.
Italskt trøll
Av tí at tað eru nógv
børn í Klaksvík sum enn
ikki hava sæð Trølla
Ungan, verður hann eis-
ini við á konsertuni.
Hann fer at syngja ein
sang sum eitur Da Da Da.
Eitt heilt nýtt trøll er
komi upp í trøllafamilj-
una - tað er Trølla-Ossi.
Trølla Ossi er eitt trøll
sum hevur búð megin
partin av tíðini í Italia,
men á konsertuni fer
hann at vísa sínar dygdir.
Umframt Rannvu, Árn-
fríð og øll trølluni, verð-
ur eisini Nósi at síggja á
konsertuni.
Eftir konsertina fáa øll
børnini eina stóra plakat
av Trølla Pætur í part. Til
ber eisini at heilsa uppá
trøllini og Nósa, og tey
foreldur,
sum
hava
myndatól við, kunnu eis-
ini fáa eina mynd av
trøllinum
saman
við
teirra barni.
Konsertin verður í
Skálanum í Klaksvík
mikukvøldið 1. august
kl. 19.00.
Á ólavsøku verður
stórt DJ show í Bad-
mintonhøllini. Ársins
DJ fer at halda til har,
og eisini verður
skipað fyri ymiskum
dansikappingum.
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Òlavsøkuaftan og ólav-
søkudag verður stórt DJ
show í Badmintonhøllini,
og nógv verður gjørt burt-
urúr.
Umframt stóra ljóðan-
leggið og nú eisini full-
fíggjaða ljósshowið, verða
ymsar dansikappingar á
dansipallunum
við
Dr.
FeelgooD sum showmaster.
Ársins DJ, Kári Annand
Berg, eisini kendur sum
DJ-Estevez, verður plátu-
vendari bæði kvøldini. Sum
prikkurin yvir i´ið verður
vitjan av einum gesti, sum
fyrireikararnir ikki vilja av-
dúka frammanundan.
Barnatiløk
Ólavsøkuaftan
kl.18:00
ólavsøkudag kl. 14:00,
verður eisini stórt barna-
show við klovnum, ganda-
kallum, sangi og dansi í
Badmintonhøllini í Havn.
Klovnurin »Bukke« fer at
undirhalda við nógvum
stuttligum, har høvið verð-
ur at hjálpa Bukke úr
ymiskum neyðstøðum.
Arnfríð Lutzen og Rann-
vá Lutzen fara saman við
trimum dansigentum at
framføra vælkendu løgini
hjá Kulum Rótum, sum øll
børn í Føroyum helst
kenna, og eisini fara ganda-
kallarnir Bobo og Fjotti á
pallin. Umframt alskyns
gandakynstur fara teir báðir
eisini at gera ymisk balón-
djór, sum verða givin burt-
ur.
Angela,
sum
børnini
helst kenna úr sjóvarp-
sendingini Fres verður frá-
søgukvinna til hesi rimmar
tiltøk.
Trøllini hava
konsert í Klaksvík
Stórt diskotek í
Badmintonhøllini
Fyriskipararnir av
ólavsøkukonsertini
og rockbólkurin
Clickhaze eru ósamd
um treytirnar, sum
Clikchaze skal spæla
undir, og tí fer Click-
haze ikki at spæla á
stóru konsertini
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Størsta árliga rockkonsertin
í landinum verður hildin
uttan ein av fremstu og
mest aktivu bólkunum í
landinum í løtuni.
Ætlanin var, at Clickhaze
skuldi verða ein av teimum
9 bólkunum, sum spæla á
ólavsøkukonsertini,
og
bólkurin úr Eysturoynni er
eisini á plakatini fyri kon-
sertina.
Men hevur ein ósemja
millum FUT, sum skipar
fyri konsertini, og Click-
haze við sær, at Clickhaze
æltar sær ikki á pallin undir
ólavsøkukonsertini.
Partarnir eru ósamdir um
treytirnar, sum Clickhaze
skal spæla undir, og ein
partur av trupulleikanum er
fíggjarliga
samsýningin
fyri framførsluna.
Eingin annar bólkur
Bæði FUT og og umboð
fyri Clickhaze váttað, at ó-
semjan hevur við sær, at
Prix Føroyar vinnararnir
ikki verða við á ólavsøku-
konsertini í ár.
FUT ætlar ikki at senda
boð eftir nøkrum øðrum
bólki, tí átta aðrir bólkar
fara at spæla á konsertini.
Høvuðsnavnið á konsert-
ini verður Frændur, men
afturat teimum eru nógvir
kendir
bólkar.
Millum
annað MC Hár, All that
Rain og Týr.
Ólavsøkukonsertin verður í
Kommunuskúlagarðinum
fríggjakvøldið 27. juli, og
atgongumerki fáast nú í
forsølu kring landið.
Clickhaze noktar at spæla á
ólavsøkukonsertini
Clickhaze verður ikki við á ólavsøkukonsertini, hóast bólkurin stendur á plakatini.
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað verða nakrir av
fremstu tónleikar-
unum í landinum,
sum fara at spæla í
nýggja Eurovision
Hit Band
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Tá Brøðurnir Olsen hava
konsert í Havn leygar-
dagin 4. august, fer ein
ein føroyskur bólkur
samstundis at spæla fyri
fyrstu ferð.
Talan er um ein bólk,
sum er serliga settur
saman til hesa konsert-
ina. Bólkurin verður
róptur Eurovision Hit
Band, og hann fer at
spæla nakrar av kend-
astu og best dámdu
Grand Prix sangunum
gjøgnum árini. Millum
hesar kunnu nevnast
Waterloo, Hold me Now
og Ein bischen frieden.
Sangarar í bólkinum
verða Kim Hansen og
Arnfríð Lutzen. Afturat
teimum fara Magnus
Johannessen,
Kaj
Johannesen, Johannus á
Rógvu Joensen og Ólav-
ur Øster at spæla. Har-
afturat verður eisini eitt
kór í bólkinum.
Eurovision Hit Band
fer at hita upp til Brøð-
urnar Olsen, sum verða
høvuðsnavn á konsert-
ini, sum verður hildin í
ítróttarhøllini á Hálsi.
Vestmenn vóru herfyri í
Íslandi og spældi, og
teir hava eisini spælt
nakrar av sínum best
kendu sangum inn á
íslendskum.
Hetta hevur givið
teimum blóð á tonna, og
sangarin í bólkinum
kundi hugsa sær, at
Vestmenn gjørdu enn
meira við íslendska
marknaðin.
- Vit hava nakrar
sangir á íslendskum,
men eitt hugskot hevði
verið at gjørt eina ser-
liga fløgu til íslendska
marknaðin, segði Ólav-
ur Højgaard við send-
ingina Rák í Rás 2 týs-
dagin.
- Men tað er umráð-
andi, at vit hugsa okk-
um væl um, áðrenn vit
fara undir eina útgávu í
Íslandi,
legði
hann
afturat.
Vestmenn vóru sera
væl nøgdir við ferðina,
sum teir gjørdu til Ís-
lands fyri kortum.
Eurovision-bólk-
urin er mannaður
Vestmenn hava
hug á íslendska
marknaðinum
Føroyski countrybólkurin, Vestmenn,
kundi hugsa sær at gjørt meira við
íslendska marknaðin. Ein serlig
fløguútgáva er ein møguleiki, heldur
sangarin í bólkinum
Vestmenn kundu hugsa sær at gjørt eina serliga
fløg0uútgávu til íslendingar
Hans Olaf á Oyri farin
Mikumorgunin 11. juli
andaðist Hans Olaf á Oyri
76 ára gamal.
Hans
Olaf
var
bóndasonur á Oyri og var
borin til garðin, men
hugurin var ikki so stórur
fyri bóndayrkinum, so
hann læt beiggjan Pól
festa garðin.
Bert 16 ára gamal, fór
Hans Olaf til Íslands í
vinnu, sum so mangir
aðrir føroyingar tá gjørdu.
Hann var við at byggja
flogvøllin í Reykjavík.
Heimafturkomin úr Ís-
landi royndi hann at fáa
kjans
við
føroyskum
fiskiskipi.
Hetta
eydnaðist, og í mong ár
baldist hann á sjónum.
Hann sigldi við Austerlits
í mong ár, ið Bartal á
Strondum
førdi.
Av
øðrum skipum, hann var
við,
skulu
nevnast
Westvard
Ho,
Fame,
Sundabúgvin,
Norð-
stjørnan,
Búgvin
og
trolarin Rádni.
Eftir mong ár á sjónum
fór Hans Olaf at arbeiða á
landi, mest í byggivinn-
uni. Hjá byggifelagnum
Waagstein arbeiddi hann í
mong ár. Hann var, á
sjógvi og landi, ein
álitismaður, raskur, gjørdi
lítið burtur úr sær, og var
avhildin av teimum, hann
samstarvaðist við.
Hans Olaf var giftur við
Pallu, ið var ættað úr Kví-
vík, dóttir Jóhan og Mari-
annu. Tey eiga sonin
Sámal.
Fyri
nøkrum
árum
síðani gavst Hans Olaf at
arbeiða, hann hevði aldur
til tað, men helst var tað
heilsan, ið far farin at
bila, ið gjørdi, at hann
helt uppat. Hóast nógv
nívdur
av
sjúku,
so
hoyrdu tú hann ikki
gremja seg, hann var eitt
sjáldsama tolið fólk, og
heldur ikki vildi hann
vera øðrum til byrðu.
Seinnu árini versnaði
sjúkan – lungnasjúka – og
hóast tol, treiskni og mót,
mátti Hans Olaf til seinast
lúta.
Hans Olaf og Palla vóru
altíð blíð og týð at koma
inn á gátt hjá. Mangar
vóru ferðirnar, vit gjørdu
til Oyrar, meðan børn
okkara vóru smá. Børnini
føldu seg altíð væl í
heiminum hjá Hans Olafi
og Pallu. Tey dugdu so
fram úr væl at fara við
børnum – av sonnum
barngóð fólk.
Hans Olaf var ein hóv-
ligur maður, gekk altíð
stillisliga
um,
altíð
hugnaligur at vera saman
við, men hevði sínar
meiningar, ið hann bar
sáttliga og siðiliga fram.
Hann hevði eitt gott
minni, dugdi væl at siga
frá og var altíð áhuga-
verdur at lurta eftir. Á sín
stillføra hátt kundi hann
eisini
vera
sera
skemtingarsamur.
Tað er altíð svart at
missa ein av sínum kæru,
men soleiðis er lívið
einaferð, flest øll verða
vit rakt av sorg – fyrr ella
seinni. Hesaferð rakti
sorgin serliga meint Pallu,
Sámal og Danvør og børn
teirra, ið stóðu honum
næst, umframt onnur, ið
stóðu honum nær. Ikki
minst verða abbabørnini
rakt, tí tey høvdu so nært
tilknýti til abban og
ommuna – Hans Olaf og
Pallu. Hvønn einasta dag
vóru tey hjá teimum, og
hildu ómetaliga nógv av
teimum, og vit kunnu
siga, at hetta var teirra
næsta heim.
Stutt áðrenn Hans Olaf
andaðist, føldi hann á sær,
at hann hevði ikki langt
eftir. Meðan sjúkan nívdi
harðast, tók hann í hond-
ina á konuni og segði:
Góða Palla, nú fari eg
skjótt hið ani, tað merki
eg, Jesus verður eftir hjá
tær og tykkum.
Soleiðis var Hans Olaf,
hevði
altíð
so
stóra
umsorgan
fyri
sínum
næstu, sjálvt ta síðstu
løtuna
hann
lá
og
stríddist.
Hans Olaf er farin.
Saknurin kennist svárur.
Orð í slíkum løtum hjálpa
so lítið, tó fara vit at
minna tykkum á, at tit
eiga minnini um ein
góðan mann, góðan pápa
og ikki minst ein góðan
abba – tey koma tit altíð
at eiga. Gott er at kenna
hitan frá hondum, ið
sleptu.
Friður verður lýstur
yvir minnið um Hans
Olaf Debes.
Gunnvør og Signar
Í dag lækkar Føroya
Banki rentustigina á
innlánum við 0,25%.
Flestu útlánsrentu-
stigini lækka við
p 0,25-0,5%
BANKAVIRKSEMI
Tíðindaskriv
Frá í dag at rokna lækkar
Føroya Banki rentustigini.
Øll rentustigini á innlánum
verða lækkað við 0,25%.
Hetta sigur Føroya Banki í
tíðindasrkivi fríggjamorg-
unin.
Eisini eftir rentulækking-
ina er rentan á samanspar-
ing í Føroya Banka á sama
stigi sum – og í nøkrum
førum hægri enn – rentan á
peningamarknaðinum.
Bara íløgur í langfreistað
lánsbrøv geva hægri rentu
enn bankans innlánsrentu.
Men hesin munur verður
útlíknaður fyr tey privatu
við eini hægri skatting – og
við einum størri váða.
Flestu útlánsrentustigini
lækka við 0,25-0,5%.
1. veðrættaðar bústaðar-
lán við serligari góðari
trygd lækka við 0,5%, so-
leiðis at besta rentan á veð-
lánum banbkans nú er 6%
p.a. Fyri hini bústaðarlánini
verður eingin rentubroyt-
ing.
Meginparturin
av
bankans
bústaðarlánum
verður ávirkað av rentu-
lækkingin.
Fyri øll onnur útlán og
kredittir lækka rentustigini
við 0,25-0,5%. Bestu rentu-
stigini á billánum hjá Føroy
Banka er eftir rentubroyt-
ingina 7% p.a.
Tað er bankans fatan, at
rentustigini so líðandi vóru
farin eitt sindur út av lagi í
mun til galdandi markn-
aðarrentu. Við seinastu
rentubroytingini
hjá
Nationalbankanum fyrr í
mánaðinum eru diskontoin
og tey leiðandi rentustigini
í
peningamarkanðinum
fallin við 0,25% – í nøkrum
førum nakað meiri – síðani
bankin seinast broytti rent-
una í oktober í 2000.
Rentumunurin – tað er
munurin millum útlánsrent-
una og innlánsrentuna – í
føroysku peningastovnun-
um er so smátt komin á eitt
lutfalsliga lágt stig. Grund-
að á hetta væntar Føroya
Banki, at gongdin við at
lætta um rentumunin, sam-
stundis sum nýggj tænastu-
gjøld verða løgd á tænastu-
veiting hjá peningastovn-
um, fer at halda fram.
Føroya Banki lækkar rentuna
C
M
Y
K
13
12