leygardagur 21. juli 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 • leygardagur • 20. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyski landsliðs-
málverjin verður
ímillum stólparnar í
mest spennandi
dystinum í Noregi
hetta vikuskiftið
Tað hevur verið nógv lív í í
Molde hesa vikuna. Jazz-
festivalur er í býnum.
Íbúgvaratalið er 23 túsund,
men í hesi vikuni hava tað
verið 60 túsund fólk í
Molde.
Endin á summarstevnuni,
um vit kunnu kalla tað
soleiðis, verður í annað-
kvøld, tá Rosenborg og
Molde skulu spæla lands-
kappingardyst.
Áhugin fyri dystinum er
sera stórur. Øll atgongu-
merkini – og tað vil siga
11.167 – eru seld, og tað
koma eini tíggju bussar við
áskoðarum úr Tróndheimi.
Jákup á liðnum
Í gjár varð tað greitt, at før-
oyski landsliðsmálverjin,
Jákup Mikkelsen, verður í
málinum hjá Molde.
– Longu týsdagin var
venjingin løgd til rættis út
frá liðnum, sum skal spæla
sunnukvøldið, og tá var eg í
málinum. Soleiðis var tað
eisini nú í morgun, tá vit
vanda, segði Jákup Mikkel-
sen, tá vit stutt fyri døgurða
í gjár høvdu hann í tele-
fonini úr Molde.
Veðrið í Molde hevur í
hesi vikuni verið sum gott
føroyskt summarveður.
Hava tit vant nógv?
– Í hesi vikuni hava vit
vant eina ferð um dagin. Í
Danmark vandu vit onkrar
dagar tvær ferðir, men tað
hava vit ikki gjørt her, sigur
Jákup Mikkelsen, sum hev-
ur kent seg sera væl mót-
tiknan í Molde.
Rosenborg kroystir
Gestirnir í Molde í annað-
kvøld eru kroystir. Norsku
meistararnir tey seinastu
níggju árini eru ikki fremst-
ir í tippuliguni, og teir hava
ikki vunnið fimm teir sein-
astu dystirnar í lands-
kappingini. Fýra ferðir
hava teir spælt javnt, og
eina ferð hava teir tapt.
Í norskum fjølmiðlum
verður venjarin hjá Rosen-
borg endurgivin fyri at siga,
at spælararnir hjá honum
eru merktir av, at viðhalds-
fólkini og pressan leggja so
stórt trýst á teir. Teir eru
bangnir fyri at gera mistøk,
og tað sæst aftur í avrik-
unum.
Í hesi vikuni hevur
Rosenborg venjarin brúkt
nógva tíð til at tosa við
spælararnar. Í annaðkvøld
fæst at síggja, um Rosen-
borg fer at venda gongdini,
ella um tað verður Molde –
við Jákupi Mikkelsen í
málinum – sum fer at toga
seg nærri toppinum. Í løt-
uni eru teirá sjeynda plássi.
jh
Talan er um leiguav-
talu inntil í heyst
ímillum B68 og
danska 1. deildar-
felagið, sum hevur
ein venjara, ið áður
hevur vant føroyskar
spælarar
Toftamenn
skulu
eftir
summarsteðgin
stríðast
uttan liðformannin undan
summarfrítíðini.
Øssur
Hansen fór í gjár til Dan-
markar. Hann skal til Keyp-
mannahavnar, har hann
skal spæla við 1. deildar-
felagnum B93. Ein leigu-
sáttmáli er gjørdur ímillum
danska felagið og Tofta
Ítróttarfelag. Sáttmálin er
galdandi fram til endan á
danska kappingarárinum,
tað vil siga inntil um mán-
aðarskiftið ímillum oktober
og november.
Niclas Davidsen, for-
maður í B68, váttar, at
Øssur skal spæla við B93
og ikki B68 eftir summar-
frítíðina:
– Vit høvdu sjálvandi
viljað havt Øssur á liðnum
hjá okkum. Hann er ein
tann royndasti og týdning-
armiklasti spælarin hjá
okkum. Men B93 vildi
hava Øssur, og hann hevði
hug at royna seg í Dan-
mark.
Toftamenn hava ongar
ætlanir um at styrkja liðið
við fremmandum spæl-
arum:
– Tað verður fólkið, sum
vit
hava
havt
undan
summarfrítíðini, sum skal
royna seg. Vit hava onkrar
ungar spælarar, sum hava
roynst væl. At Øssur ikki er
á miðvøllinum fer sjálsagt
at bera við sær, at aðrir fáa
størri uppgávur at røkja.
Hvussu sum mest kann
fáast burturúr er upp til
venjaran at gera av, stað-
festir B68 formaðurin.
Hetta er triðja ferðin, at
Øssur Hansen, sum er 30
ára gamal og hevur spælt
46 landsdystir, fer til Dan-
markar at royna seg í fót-
bólti. Í 1994 var hann eitt
skifti í Vejle og eitt sindur
seinni royndi hann seg
saman við systkinabarnin-
um, Jens Kristiani Hansen
úr B36, í Horsens.
Gamalt felag
B93 er, sum navnið sigur
tað, 108 ára gamalt og har-
við eitt av elstu fótbólts-
feløgunum
í
Danmark.
Felagið er ikki heilt ókent í
Føroyum. Teir vitjaðu her
eina ferð miðskeiðis í seksti
árunum.
Í mong ár var B93 í bestu
deildini, men nógvu tey
seinnu árini hevur tað verið
torførari hjá størsta felag-
num á Eysturbrúgv. Kapp-
ingin frá nógvu feløgunum
í Keypmannahavn hevur
verið stór, og B93, sum
spælir heimadystirnar á
Østerbro stadion, sum er
ikki so langt frá Parkini,
hevur staðið í skugganum
av fyrst og fremst FCK,
Brøndby, AB og Lyngby.
Eisini í summar eru fleiri
spælarar farnir frá B93. Eitt
nú eru fleiri farnir til Far-
um, sum eisini er í næst-
bestu deildini. Borgarstjór-
in í Farum, Peter Brixtofte,
er formaður í ítróttarfelag-
num, og hann hevur stórar
ætlanir um, at býurin hjá
honum skal spæla fótbólt í
bestu deildini. Christian
Andersen er venjari í
Farum. Hann var framman-
undan í B93, og nú hevur
hann verið á veiðuferð á
Eysturbrúgv.
Venjarin kennir
føroyingar
Venjarin hjá B93 eitur
Jesper Petersen. Hann er
ikki ókendur við føroyskar
spælarar. Tá Ole Mørch var
venjari í Herfølge, var
hesin maðurin hjálparvenj-
ari, og tá Ole Mørch so
knappliga fór til AB, tók
Jesper Petersen við sum
venjari og hevði ábyrgdina
inntil John Faxe Jensen
gjørdist venjari í Herfølge.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at Jesper Petersen
hevur verið venjari hjá
Jákupi Mikkelsen og hjá
Jan C. Dam. Áðrenn tað
varð
greitt,
at
Jákup
Mikkelsen skuldi spæla við
Molde,
vóru
Jesper
Petersen og B93 áhugað í at
knýta føroyska landsliðs-
málverjan afturat sær. Men
tað spurdist einki burturúr,
tí Jákup fekk eitt betri
tilboð úr Noregi.
Undan summarsteðgin-
um var Sunnvard Joensen,
sum inntil síðsta summar
vardi GÍ málið, í B93. Teir
roknaðu hann sum triði
besta málverjan. Hvussu
tað verður nú, hava vit ikki
greiðu á, tí Sunnvard hevur
verið í Føroyum í fleiri
vikur.
Men nú hava B93 og
Jesper Petersen fingið ein
føroyskan spælara afturat.
Vit hava skilt á lagnum, at
venjarin hevur sæð onkrar
landsdystir hjá Føroyum,
og tá hevur hann mett, at
Øssur Hansen var ein
møguleiki at styrkja um
liðið hjá honum. So fæst at
síggja, hvussu tað fer at
hilnast hjá teimum og
Øssuri Hansen. Fyrsti dyst-
urin hjá B93 í nýggja
kappingarárinum verður á
heimavølli ímóti Hvidovre,
sum hevur Óla Johannesen
á liðnum. Næstbesta deild-
in í Danmark fer undir
nýggja kappingarárið fyrsta
vikuskiftið í august.
jh
Øssur Hansen
fer til B93
Øssur Hansen fer enn einaferð at royna seg í donskum fótbólti
Jákup ímóti Rosenborg í annaðkvøld
Jákup skal spæla sín fyrsta
dyst fyri Molde sunnudagin.
15
14
Nr. 138 - 21. juli 2001
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag
Hugleiðingar:
Drúgva
verkfallið
hjá
Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag
er
farið. Øll tann føroyska
arbeiðarafjøldin
fekk
ágóðan av stríðnum, ið
limir í nevndu feløgum
førdu, hóast ágang frá
myndugleikum og løgreglu,
ið manniliga tóku part
arbeiðsgevarans í orði og
verki. Men hvussu fór
leikur
veruliga
fram,
hvussu reiðiligur var mót-
parturin (Føroya Arbeiðs-
gevarafelag), rakti ILA-
sjúkan meint, hóast einki
var gjørt við sjúka laksin
heilar14 dagar eftir lokið
verkfall? Spurningarnir eru
nógvir.
Gevur ein sær stundir at
hugsa, minnast, rógva aftur
á, so eru ósvaraðü spurn-
ingarnir nógvir á stríðs-
leiðini – sæð í bakspegl-
inum. Óivað stendur al-
menningurin enn meira
spyrjandi um mong viður-
skifti, enn tey, ið upplivdu
leikin handan leiktjøldini.
Hví bleiv verkfall?
Tað er týdningarmikið at
minnast til, at hóast FAG
royndi at fjala, at teirra
leiðsla hevði ábyrgd av
verkfallinum, so var hetta
veruleikin.
Hetta
varð
eisini gjørt vart við í
lesarabrævi undir verkfall -
inum.
Undan
verkfallinum,
undir samráðingum, fekk
FAG semingsmenninar at
ganga ørindi teirra og
leggja fram uppskot, sum
bæði Føroya Arbeiðsgev-
arafelag og og semings-
menn vistu, at okkara feløg
ikki kundu góðtaka.
Semingsmenn og FAG
nýttu tíðina illa. Teir fóru
av Hotel Føroyum oman á
Hotel Hafnia at samráðast
við Karl Johansen og hans-
ara felag og klaksvíkingar.
Hetta,
hóast
sáttmála-
freistin ikki var farin. Hesi
feløg kundu ikki lýsa
arbeiðssteðg fyrr enn 24
tímar seinni. Fyri okkara
viðkomandi var sáttmálin
hinvegin útgingin.
Semjan við Havnar Ar-
beiðsmannafelag og fe-
løgini í Klaksvík var gjørd
við tí fyritreyt, at okkara
feløg skuldu ikki hava
somu lønarhækking sum
Havnar Arbeiðsmannafelag
og feløgini í Klaksvík.
Hetta fingu vit at vita
beinleiðis frá semings-
monnunum.
Òskiljandi er, at semings-
menninir ikki nýttu tíðina
at loysa tann avgerandi
knútin, nevniliga kravið frá
Føroya Arbeiðsgevarafelag
um, at feløg okkara skuldu
hava umleið 2,5% minni
lønarhækking, enn hini
feløgini. Serliga, tá hugsað
verður um, at um hetta
gjørdist
samráðingarúr-
slitið, kundu Føroya Ar-
beiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag lýsa
arbeiðssteðg beinanvegin.
Vikufreistin, ið semings-
menninir
høvdu
útsett
møguliga verkfall okkara,
var farin, meðan umleið 24
tímar vóru eftir av viku-
freistini, ið møguligt verk-
fall hjá Havnar Arbeiðs-
mannafelag og feløgunum í
Klaksvík var útsett.
Skal í stuttum takast
samanum, so er fyri okkum
eingin ivi um, at semjan við
Havnar Arbeiðsmannafelag
og feløgini í Klaksvík var
gjørd fyri at trýsta Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag at góð-
taka eina lægri lønar-
hækking.
Onnur sannlík frágreið-
ing er ikki at hóma, hví
semingsmenn lata okkum
sita og bíða á Hotel Føroy-
um, meðan samráðst varð á
Hotel Hafnia við feløg, har
24 tímar vóru eftir at
samráðast
um
semju,
meðan okkara feløg kundu
lýsa arbeiðssteðg beinan-
vegin, ið samráðingar slitn-
aðu.
Broyttu taktikk
Eftir semjuna á Hafnia,
søgdu semingsmenninir, at
arbeiðsgevararnir
høvdu
skift taktikk, tí nú vildu teir
bert tosa um, at feløg okk-
ara skuldu gera somu
semju, sum hini feløgini, tó
so, at vit skuldu hava lægri
lønarhækking.
Afturkomnir av Hafnia
niðan til okkara á Hotel
Føroyum, var avtalað, at
partarnir og semingsmenn
skuldu fáa sær ein bita.
Fakfelagsumboð løgdu tó
skjótt til merkis, at ar-
beiðsgevaraumboð veruliga
tóku sær av løttum við víni
afturvið
matinum,
og
skilliga sást, at ongar
ætlanir vóru um at halda
fram við samráðingunum.
Rætt var, tí stutt eftir fóru
flestu
umboðini
hjá
arbeiðsgevarunum heim.
Undrandi sótu vit eftir, tí
ætlan okkara var at halda
fram við veruligum samáð-
ingum.
Okkara feløg søgdu alla
tíðina, at vit kundu undir
ongum umstøðum góðtaka
semju eftir tí leisti, sum
hini feløgini høvdu gjørt, tí
vit fingu at vita, at so fingu
vit 2,5% minni lønarhækk-
ing.
Tá greitt var, at arbeiðs-
gevararnir
ikki
høvdu
áhuga í at halda fram at
samráðast, tyktust semings-
menn altráðir at leggja fram
semingsuppskot. Vit vænt-
aðu, at bert einstøk av okk-
ara krøvum vóru tikin við.
Men einki var tikið við av
okkara krøvum! Uppskotið
var avskrift av uppskot-
inum, hini feløgini høvdu
góðtikið – tó so, at vit
skuldu hava lægri lønar-
hækking.
Nærliggjandi hugsan er,
at her hevur verið hugsað
um, at politiski myndug-
leikin møguliga fór at hava
tørv á semingsuppskoti at
lóggeva eftir, um Løgtingið
skuldi leggja uppí.
Gongdin vísir, at tað eru
ikki fakfeløgini, ið hava
ábyrgdina av verkfallinum,
ið var, men umboð fyri
arbeiðsgevarar,
ið
við
taktiskum snildum hava
trýst fakfeløgini út í stríð
fyri sínum rættindum.
Myndugleikar og
løgregla við
Áhugavert er eisini at
skriva sær aftan fyri oyrað,
at sitandi samgonga og
myndugleikarnir annars, so
dyggiliga stuðlaðu arbeiðs-
gevarunum, tá harðast leik-
aði á.
Føroyska arbeiðarafjøld-
in var fyri ágangi. Al-
vápnað løgregla við hund-
um kom á staðið, tá
blokaduvaktir royndu at
verja síni øki. Tíbetur dugdi
stríðandi arbeiðarafjøldin
at handfara støðuna, so væl
útgjørda løgregluliðið kom
til friðarlig fólk, ið ikki
høvdu nakrar ætlanir um
ófrið.
At forkvinnurnar í FA og
HAK so vóru fylgdar av
løgreglubili í eina viku, er
ein onnur søga, men okkurt
annað og betri átti at verið
at tikið sær til hjá løgregl-
uni og teirra myndugleik-
um.
Hjá stríðandi fakfeløg-
unum var politiski stuðulin
lítil og eingin at heinta.
Bert ein flokkur sýndi
stuðul í verki.
Sjúki laksurin hent
amboð
Fakfeløgini royndu undir
stríðnum alla tíðina at gera
vart við, at verkfallið var
ikki orsøk til nógv um-
røddu ILA-sjúkuna. Sjúkan
var frammanundan!
Men sjúkan gjørdist hent
amboð hjá arbeiðsgevarum
og myndugleikum, ið rætti-
liga tóku lógvatak saman.
Fjølmiðlarnir vórðu fóðr-
aðir fleiri ferðir dagliga um
tær ræðuligu avleiðingar, ið
tað fekk, slapp fólk ikki til
arbeiðis,
so
tamarhald
kundi fáast á sjúkuni. Sjálvt
serkunnleikin, landsdjóra-
læknin, var fleiri ferðir
frammi í somu ørindum.
Fekk verkfallið ikki einda
sum
skjótast,
so
stóð
framtíð Føroya neyvan at
bjarga.
Vorðið sum vápn. Og
trýstið var stórt á fakfeløg
og undrandi almenningin,
ið dagliga hoyrdi útvarps-
fólk við undrandi rødd hava
viðtal við serkunnleikan.
Her stóðu arbeiðsgevarar,
myndugleikar og serkunn-
leikin sum ein maður
mótvegis arbeiðarafjøldini.
Seinni er komið fram, at
ILA-sjúkan als ikki breiddi
seg í sjúku økjunum við
slíkari ferð, sum almenn-
ingurin fekk hóming av.
Seinni er eisini staðfest,
at 14 dagar eftir lokið
verkfall, var einki gjørt við
ILA-sjúka laksin!!!
So kann hin einstaki
sjálvur hyggja í bakspeglið,
minnast, og gera sær sínar
metingar um teir myrku
verkfallsdagar, tá framtíð
Føroya var tímar frá at fara
fyri bakka.
Orsøkin
Vert er eisini at gera sær
metingar um, hví krøv um
hægri løn eru komin fram.
Hví vil verkafólkið hava
hægri løn?
Ikki er so langt síðani, at
landsins
kosnu
menn
hækkaðu sína egnu løn
munandi, umframt viðbøtur
og frádráttir.
Í hesum døgum er so nýtt
uppskot lagt fyri landsins
kosnu menn og teir hava
samtykt. Risa stórar pen-
sjónir til landsstýrismenn,
galdandi aftur í fimmti-
árini. Pensjónir, ið mán-
aðarliga svara til nærum
tvífalt tað, ið verkafólk
vinna sær við hørðum
stríði.
Eru ráðini til hetta, sam-
stundis sum sjálvbjargni
skal økjast, so er ei at
undrast á, at verkamaðurin
krevur sín rætt, fyri at halda
samfelagshjólini gangandi.
Betsa dømi um, hvat
hendir, um verkamaðurin
leggur árarnar inn eina løtu,
er støðan undir verkfall-
inum. Prógvað varð, at
verkafólkið
kann
ikki
verast fyri uttan, og so er
ikki meira enn rætt og
rímuligt, og slík arbeiðs-
megi verður virðismett og
fær rímuliga løn.
Stríð fyri alt landið
Limirnir í Føroya Arbeið-
arafelag og Havnar Ar-
beiðskvinnufelag
stóðu
saman. Samanhaldið var
fantastiskt. Um 1000 fólk
møttu á fundi í Kollafirði
og gingu tiltiknu gonguna
til rundkoyringina í Kolla-
firði.
Tað, ið FA og HAK
vunnu við verkfallinum,
fáa hini fakfeløgini eisini
ágóðan av. FA og HAK
hava stríðst fyri alt Føroya
land.
Endin gjørdist ein sátt-
máli, ið kanska ikki øll
fegnast um. Men vert er at
minnast til, at talan var um
ein prinsippiellan sigur.
Aldursviðbót
kom
fyri
fyrstu ferð við í sáttmálan.
Og staðfest er, at tað er ikki
FAG og semingsmenn, ið
gera av, hvat vit skulu
samráðast um og soleiðis
skúgva okkara krøv til viks,
men hinvegin snýr tað seg
um samráðingaruppleggini,
sum FA - HAK koma við.
Í bakspeglinum er lætt at
avdúka ljótu síðurnar í
stríðnum. Lætt er eisini at
kenna vin frá mótstøðu-
manni. Slíkt er vert at
skriva sær aftanvert oyrað.
Arbeiðsgevarar,
sitandi
myndugleikar,
løgregla
hava lítið at vera stolt av,
um hugt verður í bakspegl-
ið. Politikarar, ið raskastir
eru at skava til sín sjálvs,
eru ringir og fámentir at
hóma, um hugt verður at
verkfallsdøgunum í bak-
speglinum. ILA-sjúki laks-
urin svam líka sjúkur 14
dagar eftir lokið verkfall,
men fjølmiðlar og ser-
kunnleikin tagdu.
Stríðið var hart, men
samanhaldið
gjørdi,
at
Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar Arbeiðskvinnufelag
vunnu
stríðið.
Millum
annað við starvsaldri og
samráðingarrættinum sum
vinningi.
Ein sigur, ið kemur øllum
limum í feløgunum til
góða, umframt limum í
øðrum feløgum. Sostatt
vístu limir í FA og HAK
fantastiskt
samanhald,
allari føroysku arbeiðara-
fjøldini at frama og tøkk fái
limirnir fyri tað. Limirnir í
FA og HAK kunnu hyggja í
bakspeglið og framvegis
ganga lendafattir og við
góðari samvitsku.
Verkfallið – sæð í bakspeglinum
VIÐMERKINGAR
Savnsmynd
C
M
Y
K
14