Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juli 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 21. juli 2001 17 Eftir næsta umfar í Statoil Kring Føroyar kappingini í Eysturoynni hósdagin sást, at tríggir teir fremstu súkklararnir í kappingini saman við Rógva Johansen súkkla í liðið. Hetta hóast Tórshavnar Súkklufelag frammanundan hevur boðað frá, at liðkapping ikki er loyvd STATOIL KRING FØROYAR Heini í Skorini Statoil Kring Føroyar kapp- ingin í fjør gjørdist ong- antíð eins spennandi og vónað, við tað at nakrir súkklarar funnu saman og súkklaðu í liðið. Aðrir súkklaðu sum einstakling- ar, og tískil var eingin møguleiki hjá einstakling- unum at klára seg móti liðsúkklarunum. Vinnarin frá í fjør, føroy- ingurin Rógvi Johansen, súkklaði saman við Gunnar Dahl Olsen og øðrum dønum á einum Shell liðið, og tá hesir hjálptu hvørjum øðrum og súkklaðu fyri hvønn annan, var tað eingin møguleiki hjá einstakling- unum at fylgja við. Tískil gjørdi Tórshavnar Súkklufelag í ár reglurnar á tann hátt, at tað ikki varð møguligt at súkkla í liðið, fyri at fáa meiri spenning í kappingina. Tórshavnar Súkklufelag segði á tíðindafundi í HB- húsinum mánadagin, at hóast súkklað verður í liðum í stóru kappingunum uttanlanda, er Statoil Kring Føroyar kappingin ikki búgvin til liðsúkkling, og at teir hava gjørt øllum súkkl- arunum greitt, at likapping er bannað. Hava gjørt lið allíkavæl Men tað ein beinanvegin varnaðist, tá súkklað varð í Eysturoynni hósdagin, var, at Rógvi Johansen saman við trimum teimum fremstu dønum í kappingi hóast alt hava gjørt eitt lið. Teir súkklaðu allir í Shell klæðum, og samstundis varð greitt, at teir súkklaðu saman í liði fyri hvønn annan. Óalment er sostatt aftur í ár eitt lið, og er hetta sera óheppið fyri kapping- ina. Allir á óalmenna Shell liðnum eru súkklarar úr A bólkinum, so tað eru bestu súkklarar í kappingini, sum hava funnið saman í lið. Teir tríggir fremstu, Jann- ick Pedersen, Janus Jørgen- sen og Rene Jochumsen komu eisini allir á mál minuttir frammanfyri aðrar, og er liðið hjá teimum høvuðsorsøkin til góða úrslitið fyri teir tríggir. Rógvi Johansen fekk ikki nógv burturúr persónliga, men tað gerst ómøguligt hjá hinum súkklarunum at súkkla ímóti ólógliga Shell liðnum, við tað at teir stuðla hvønn annan. Avleiðingar? Sostatt kann staðfestast, at Rógvi Johansen saman við øðrum eru farnir aftur um ryggin á Tórshavnar Súkklufelag. Eingin kann halda skil á, hvat súkkl- ararnir avtala sínámillum, men tá Jannick Pedersen, Rene Jokumsen, Janus Jørgensen, Rógvi Johansen og ein annar dani longri aftur í røðini súkkla í somu klæðum, møguliga hava fingið sponsorpening frá Shell, skuldi hetta fingið avleiðingar. Hvat í komandi døgum hendir hesum viðvíkjandi, er ikki greitt enn, men í øllum førum er hetta ein trupulleiki fyri tí annars vælskipaðu Statoil Kring Føroyar kappingini. Fremsti føroyingurin Bogi Christiansen er nøgdur við kapping- ina higartil STATOIL KRING FØROYAR Heini í Skorini Bogi Christiansen, sum gjørdist besti føroyingurin í eysturoyarteininum, er nøgdur við kappingina higartil. - Tá hugsa verður um hørðu kappingina og høga støðið, eri eg nøgdur at enda á fimta plássi. Eg havi ikki vónir um at fáa heið- ursmerki, men eg eg satsi uppá at vinna etapur. Bogi Christiansen er nr. 4 í samlaðu støðuni, men tað er umleið fýra minuttir upp til tríggar teir fremstu. Spurdur, um tað ikki er torført at súkkla móti súkklarum í liðum, sum lesast kann um aðrastaðni í blaðnum, sigur Bogi, at tað harmast hann um. - Tað er ógjørligt hjá mær sum einstaklingi at súkkla ímóti fýra súkklarum í A bólkinum. Tískil eri eg nøgdur við eitt fimta pláss. Bogi Christiansen harm- ast um, at reglurnar undan kappingini ikki vera hildnar, men at hann hóast tað hevur góðar vónir fyri einum góðum persónligum avriki. Súkklararnir hava verið í Leirvík, og eru nú á veg til Runavíkar. Brennistøðin í Leirvík sæst í aftanfyri Mynd: Jens Kr. Vang Rógvi Johansen í Shell búna millum Jóhann Brend vinstrumegin og Jákup Johansen høgrumegin Mynd: Jens Kr. Vang Danin Janus Jørgensen kemur her um málstrikuna sum nummar eitt. Hann er eisini við á óalmenna Shell liðnum Mynd: Jens Kr. Vang Liðsúkkling oyði- leggur kappingina - Eg eri nøgdur 17 16 Nr. 138 - 21. juli 2001 Hósdagin varð næsti teinurin í súkklu- kappingini Statoil Kring Føroyar súkklaður. Eftir prologin í Klaksvík á tríggjar kilometrar var 88 kilometra langi teinurin kring Eysturoynna fyrsta ferðin, at súkkl- ararnir skuldu standa sína roynd. Fremsti føroyingurin var Bogi Christiansen, sum endaði á fimta plássi STATOIL KRING FØROYAR Heini í Skorini Danir vóru við yvirlutan í næsta teininum í Statoil Kring Føroyar kappingini, tá Eysturoyggin var á skránni hósdagin. Nú eru tríggir danir á odda í saml- aðu støðuni, og torført verður hjá øðrum súkkl- arum enn teimum trimum at vinna sær gullmerki. Talan er um teir tríggjar Jannick Pedersen, Rene Jochumsen og Janus Jørg- ensen, sum allir komu á mál í senn í Runavík hós- dagin. Hesir tríggir eru nú á odda í samlaðu støðuni, og verður tað væntandi ein teirra, sum kemur at standa á ovasta skammli í Tórs- havn sunnudagin, tá síðsti teinurin er súkklaður. Fyrireikingarnar til kappingin í Eysturoynni hósdagin vóru sera góður, og alt gekk sum tað skuldi. Ikki kann sigast annað enn, at Tórshavnar Súkklufelag hevur gjørt eitt sera gott arbeiði higartil. Teinurin Súkklararnir hósdagin í Eysturoynni byrjaðu í Norðskála, síðani varð súkklað um Eiðisskarð, har súkklararnir eru á heili 400 metra hædd, via Funn- ingsfjørð og Gøtueiði, til Leirvíkar og eftir gamla- vegi. Síðani varð koyrt aftur um Gøtueiði runt Agnið ímóti urinum og til Runavíkar, har koyrt varð í tveimum umførum kring Runavíkina, áðrenn komið varð á mál. Hetta er saman- lagt 88 kilometrar. Bogi Christiansen fremsti føroyingurin Hóast sterku donsku súkkl- ararnir kanska ikki eru eins vanir við føroysku teinar- nar sum føroyingarnir, vístu teir í gjár sína styrki, og tríggir teirra komu á mál fýra minuttir áðrenn nr. 4 og 5. Teir tríggir vóru Janus Jørgensen úr Cycling Aarhus, Jannick Pedersen úr Hammel Cykel Club og Rene Jochumsen úr Cycling Aarhus. Teir høvdu allir tíðina 2 tímar, 33 minuttir og 3 sekund. Sostatt komu teir tríggir um málstrikuna samstundis, meðan nr. fýra og fimm komu fýra minuttir seinni um málstrikuna. Annar av hesum báðum var føroying- urin Bogi Christiansen, og má tað metast sum eitt gott úrslit fyri hann. Saman við Boga um málstrikuna kom Anders Klinkby, sum súkklar fyri Vejen BC, og nýttu Bogi og Anders 2 tímar, 38 minuttir og 5 sekund. Bogi hevði ein sera góðan endaspurt, tá um- førini kring Runavíkina til seinast skuldu súkklast, og hann lá til at enda á fjórða plássi. Men Anders Klinkby megnaði at koma innaftur á Boga, so teir vóru fullkomiliga javnir. Føroyski favoritturin dragnaði Bert sjey sekund eftir Boga Christiansen og Anders Klinkby kom føroyingurin og vinnarin av Statoil Kring Føroyar í fjør, Rógvi Jo- hansen, á mál. Rógvi Johansen gjørdist sostatt nr. 6, og havandi í huga, at hann vann kappingina í fjør, og at hann avgjørt hevur verið millum favo- rittarnar at vinna aftur í ár, er hetta ikki eins gott úrslit og væntað varð framman- undan. Men eftir teinin í Eyst- uroynni eru tríggir teinar afturat á skránni á til- samans 175 kilometrar, so Rógvi Johansen hevur enn møguleikan at gera seg galdandi. Um hann megnar at súkkla innaftur teir fimm minuttirnar, sum eru upp til oddamannin Jannick Peder- sen, er ivasamt. Í øllum før- um verður tað sera torført. Gunnar og Jóhann væl við Hinir báðir føroyingarnir, sum eisini gera seg gald- andi ovarlaga á listanum, eru Gunnar Dahl Olsen og Jóhann Brend, sum báðir súkkla fyri Tórshavnar Súkklufelag. Áðurnevndu Bogi Christiansen og Rógvi Johansen súkkla fyri ávikavist Cycling Gladsaxe og Cycling Aarhus, so Jóhann og Gunnar eru teir einastu súkklararnir ovar- laga á listanum, sum súkkla fyri Tórshavnar Súkklu- felag. Gunnar kom á mál á einum áttanda plássi við tíðini 2 tímar, 38 minuttir og 18 sekund, og má tað metast at vera eitt sera gott úrslit fyri Gunnar. Jóhann Brend gjørdist nr. 11 við tíðini 2 tímar, 38 minuttir og 45 sekund, og hóast teir báðir ikki eru í absolutta toppinum, er hetta sambært Tórshavnar Súkklufelag góð úrslit fyri teir báðar. Bogi fremsti føroyingur í samlaðu støðuni Í samlaðu støðuni, tá allar tíðirnar eru saman- lagdar, er Bogi Christian- sen føroyingurin, sum hevur klárað seg best. Hann er á einum heiðurligum fjórða plássi, meðan Rógvi Johansen er í hølinum á honum. Munurin millum teir báðar er nøkur heilt fá sekund, og tá ikki minni enn umleið 175 kilometrar eru eftir at súkkla, kann nógv henda. Frá Boga á fjórða plássi og Rógva og fimta er hampiliga fitt upp til teir tríggar ovastu. Jannick Pedersen er á odda, síðani kemur Rene Jochumsen á øðrum plássi, meðan Janus Jørgensen er á triðja plássi. Jannick Pedersen sær út til at vera ringur at syfta, og tað eru umleið fimm minuttir, sum eru ímillum hann og føroyingarnar á fjórða og fimta plássi. Gunnar Dahl Olsen er á sjeynda plássi í samlaðu støðuni, meðan Jóhann Brend er á einum tólvta plássi. Eftir evstamark í gjár, fríggjadagin, varð farið undir teinin á Sandoynni á 20 kilometrar, meðan Suð- uroyggin í dag, leygar- dagin, er á skránni. Hesin teinurin er á 55 kilometrar, og m.a. skulu súkklararnir uppum Hestin í Sumba, sum er í yvir 500 metra hædd. Sunnudagin verður seinasti teinur súkklaður á Streymoynni, har súkklar- arnir koma á mál við Statoil støðina í Gundadali í Havn. Bogi Kristiansen, fremstur á myndini, hevur Rógva Johansen í hølunum. Her eru súkklararnir staddir millum fjarða Mynd: Jens Kr. Vang Gunnar Dahl-Olsen á reyða hjólhestinum hevur klárað seg væl higartil Mynd: Jens Kr. Vang Jannik Petersen lagt seg á odda C M Y K 16