Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juli 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 138 - 21. juli 2001 Nr. 138 - 21. juli 2001 19 Eivind Jacobsen hev- ur verið fastur gestur í føroysku bløðunum seinastu tíðina. Hans- ara lesarabrøv eru kend víða hvar í Før- oyum, og skrivingar- lagið er rættiliga sermerkt. Sosialurin var ein túr á Strond- um fyri at finna útav meira um høvundan og borgarstjóran SAMRØÐA Heri á Rógvi Tað gekk rættiliga illa við at finna, hvar Sjóvar Kommuna helt til. Eftir at nøkur av teimum lokalu høvdu verið beinasom, varð húsið funnið. Sjóvar Kommuna heldur til í ein- um húsum, sum liggja rættiliga ovaliga í bygdini. Tað er kanska heldur ikki heilt lætt at finna fram á Strondum hjá einum fremmandamanni. Tá tú komst inn, so var tað mestir sum um, at tú vart komin skeivt, tí beint sum tú komst inn var ein ansingarstovnur. Eg var tó beindir uppá aðru hædd, har Sjóvar Kommuna skuldi vísa seg at halda til. Kommunuskrivstovan hjá Sjóvar Kommunu húsast á aðru hædd í húsunum, sum Kommunan í sínari tíð lat byggja. Á skrivstovuni sita til dagligt tvær skrivstovu- konur hálva tíð, men hesa tíð av degnum er bara Ei- vind at hitta. Skrivstovan er ikki serliga stór. Har er eitt rúm til skrivstovufólkið, og so er eisini tann týdningar- mikla borgarastjóraskriv- stovan. Eivind er fryntligur og biður útsenda at vera vælkomnan, og vit sessast við eitt skrivaraborð. Á landi og á sjógvi Nýggja kommunulóggávan ásetur kommunum á stødd við Sjóvar Kommunu at hava borgarstjóran í hálv- tíðarstarvi. Hetta starv røk- ir Eivind í løtuni. Hetta er tó bert tað seinasta starvið av fleiri á einari higartil fjøllbroyttari yrkisleið. Eivind varð borin í heim hin 13. november 1968 á Strondum, og lat tað verða sagt beinanvegin, at Eivind alla sína tíð hevur búleikast á Strondum. Foreldur hans- ara eita Sune og Lena Jacobsen. Eftir at hann var liðugur við 10. flokk, so stevndi hann út á hav. Eivind var sjómaður í tíðarskeiðinum 1985 til 89. Eftir øllum at døma fekk hann brell av hesum, tí hann fór á skip- araskúla í 1989. Eftir lokna útbúgving í 1990, sigldi Eivind úti í tvey ár. Eftir at havið hevði verið hansara arbeiðspláss síðani fólkaskúlan, vendist hugur- in hjá Eivind munandi. Hann legðist upp á land og fór á handilsskúla. Eivind sigur um hesa avgerð, at hann heilt einfalt ikki tímdi nakað serligt at vera á sjón- um longur, og hann sá held- ur ikki nakra framtíð í at vera sjómaður. Eivind tók HH-prógv í 1995. -Tá man er so gamal, sum eg var tá, so kann man gott hava eina ætlan, og eg ætlaði mær at vera løg- gildur grannskoðari, sigur Eivind. Eivind fór eisini í starv hjá grannskoðaravirkinum Rasmussen&Weihe, men hetta gjørdist ikki ein trúgv tíð, tí hann starvaðist ein- ans nakrar mánaðir hjá grannskoðaravirkinum. Or- søkin til at Eivind so skjótt uppgav at gerast grann- skoðari var tann, at hann gjørdist partaeigari í P/F Máling (nú Stranda Mál- ing). Tá tú ert grannskoð- ari, so eru rættiliga skrapp- ar reglur um, at tú ikki mást eiga part í vinnulívinum sjálvur, sigur Eivind Jacob- sen. Tað var tann 1. mars 1996, at Eivind gjørdist partaeigari í málingavirk- inum, og her hevur hann verið síðan. Politiska lívsleiðin hjá Eivind hevur ikki verið so drúgv. Hetta er seinna skeið hansara sum borgarstjóri, og enn resta trý ár eftir av hesum valskeiðinum. Ei- vind hevur gingið eina skjóta leið í politikki, tí hann hevur alla sína tíð sum politikkari sitið sum borgarstjóri. Listin hjá Evindi fekk tríggjar av teimum táverandi fimm bygdaráðslimunum. Úrslit- ið var síðani, at Eivind gjørdist borgarstjóri, og hetta starv røkir hann fram- vegis. Málingin Ein partur av Eivind Jacob- sen er vinnulívsmaðurin Eivind Jacobsen. Eivind keypti, sjálvur annar, stóran part av P/F Máling. Tað var saman við Jógvan Óla á Fríðriksmørk, at Eivind fór undir at vera málingafram- leiðari. Tað var Jógvan Óli, sum vendi sær til Eivind við hugskotinum. - Vit keyptu okkum inn í eitt væl rikið felag, og vit hava ongantíð havt trupul- leikar við eitt nú gjaldfør- inum, sigur Eivind. Tað var í 1996, at Eivind gjørdist ein av partaeigar- unum í Stranda Máling ella Máling, sum flestu fólk á Strondum vilja kalla virkið. Síðani tá er nógv farið fram, og fyritøkan er í dag munandi størri. Eivind eig- ur ikki longur líka stóran part av fyritøkuni, men hetta nervar ikki hann, tí hann sigur, at tað snýr seg jú um at gera eina góða »forrætning«. Eivind eigur eisini eini hús, sum hann leigar út, og hann verður eisini av nøkr- um skýrdur at vera kapita- list. Politikkurin og lesarabrøvini Tað sum Eivind Jacobsen hesa seinastu tíðina hevur verið mest kendur fyri er óivað hansara mongu les- arabrøv. Tað má sigast at vera oftani, at Eivind setur seg aftanfyri knappaborðið og gevur føroya fólki eitt sindur at tyggja uppá. Eivind sigur, at tá hann legðist upp á land, so vaks hansara áhugi fyri poltikki, og hann hevur síðani verið á at kalla hvørjum einasta fundi hjá Samhald, ið er lokalfelagið hjá Sambands- flokkinum í Eysturoynni. - Eg havi altíð hildið, at vit skulu hava samband, og vit skulu vera eitt sindur liberalir. Eg kundi í fram- tíðini eisini hugsað mær at sæð ríkisveitingarnar horv- ið, sigur Eivind. Til kommunuvalið á Strondum verður ikki still- að upp í politiskum flokk- um, so tað eru fólk kring landið, ið fyrst og fremst kenna Eivind sum ein sambandsmann. Heldur ikki verður nakað serligt valstríð gjørt - í øllum før- um hjá Eivind. - Tá tað kemur so vítt, at sannleikin verður køvdur, so má eg tala at, sigur Ei- vind Jacobsen, tá spurt verður um orsøkirnar til alla hesa nógvu skriving- ina. - Eg sigi tingini soleiðis sum tey eru, og eg eri ikki bangin fyri kritikki, og eg eri mangan vorðin spiltur út. Tað ber sagtans til at tiga fyri friðin skyld, men tað hevur týdning fyri demo- kratiið, at tú sleppur at siga Eivind Jacobsen, lesarabrævahøvundur ætlar sær á ting: -Eg sigi altíð sum er Eg eri bæði treiskur og kanska eisini eitt sindur ráðaríkur, sigur Eivind Jacobsen. Mynd: Heri á Rógvi Tað sum eykennir Eivind er at hann er sera álítandi, erligur, tvørur og hjálp- samur. Hetta seinasta hava helst fleiri sanna, sum eru komin illa fyri ella hava havt brúk fyri ráðgeving og hjálp, og hann gerð tað uttan armsveiggj. Hann er eisini óvanliga gløggur, og kann helst bólkast millum teir orgi- nalu útvaldu heilar í land- inum, sum snæra skjótast, um enn onkuntið rættiliga alternativt. Maðurin tolir eisini nógv trýst. Hetta er eisini neyðugt, tá hann við jøvnum millumbilum setir eldfim tabu evnir á dagsskránna. Í einum seyðafylgi vildi Eivind verið svarta ærin, sum aldrin fæst í rætt. Honum dámar væl ganga ímóti rákinum. Hetta ger sjálvsagt, at tey hann er upp ímóti ella saman við ongantíð fáa lætt spæl, men altíð mugu gera sítt ítarsta. Eg rokni við, at tá Eivind biður Faðir Vár, hevur hann ynski til Várharra um at fáa hann at taka størri økonomiska ábyrgd, so ikki alt druknar í berari trúgv. Eivind er piparsveinur enn, og verður tað helst eisini, um rokniørkini framhaldandi vinna á fólksligu uppdriftini í hugaheiminum hjá borg- meistaranum, vinnulívs- manninum og chef-ideo- loginum í Sambands- flokkinum. Rokniarkið hjá Eivind, costbenifit analysan, vísir heilt greitt, at tað er alt ov kostnaðarmikið at fongl- ast við konufólk og líkn- andi útreiðslukrevjandi element. Politiskt eru vit báðir Eivind vornir púra avklár- aðir við tíðini. Hann ein svartur sambandsmaður, og eg ein hvítur fullveldis- maður. Eg eri komin at kenna Eivind gjøgnum Sam- bandsflokkin. Við tíðini eri eg komin nærr inn á hansara persón, m.a. gjøgnum politiks kjak heima hjá hvørjum øðrum. Eisini hava vit verið kring oyggjarnar vegna sam- bandsflokkin. Tað eru nógv orð, ið ein kann seta á Eivind. Hann er ein observatør, ana- lytikari, skil fyri peningi og ein maður við einari meining. Eivind hevur, um nakar, dokumentatiónina í lagi. Hann er eisini initia- tivríkur, áhaldandi og upp- fylgjandi. Tað góða við at arbeiða saman við Eivind er at hann altíð klárur til at taka ímóti og geva kritik. Hann er tann snædni fíggjamálaráðharrin. Jógvan Óli á Fríðriksmørk, starvsfelagi og tjóðveldismaður: Svarta ærin Olav Enomoto, sambandsmaður: Tann smædni fíggjarmálaráðharrin Hini um Eivind tína meining, sigur Eivind. Eivind sigur eisini, at nógva skrivingin hjá hon- um í seinastuni eisini skyldast teirri orsøk, at hann hevur verið rættiliga virkin í Sambandsflokkin- um, og har kemur ymiskt fram fyri hann, sum hann metir vera neyðugt at koma fram við ella gera viðmerk- ingar til. Eivind gevur sær sjálvum tey skoðsmál, at hann dugir at siga tingini soleiðis sum tey eru, og at hann dugir at grundgeva fyri sínum meiningum. Hann kann taka undir við, at hann er treiskur, og hann er kanska enntá eisini eitt sindur ráðaríkur. - Eg eri eisini realiskt, sigur Eivind Hampafólk á ting Eivind hevur eisini greiðar hugsjónir og ambitiónir tá tað kemur til politikkin. Sum áður nevnt, hellir hann til tað høgru síðuna, men hann hevur eisini onnur sjónarmið, ið kanska ikki so lætt kunnu spennast yvir vatnrætta ásan í politikki. - Eg haldi, at tað áttu at vera fleiri kvinnur í tingin- um, tí hetta er ikki meira enn rættvíst, men tær, sum eru, eru ikki allar ov góðar, sigur Eivind Jacobsen. - Tað eiga at sita hampafólk í løtinginum, men hesi eiga ikki at sita ov leingi. Vit eiga eisini at vera liberal, men vit mugu samstundis hava umsorgan fyri øllum, sigur Eivind. Viðvíkjandi vinnulívin- um, sigur Eivind, at tað snýr seg um at gera tað so gott sum man kann og royna at gera eina góða for- rætning. Ætlar at stilla upp til Løgtingið Tá prátið fer at snúgva seg um framtíðina, so er óneyð- ugt at spyrja, hvussu verður við skrivingini, tí tað verð- ur óivað trupult hjá Eivind at steðga á nú. Hansara framtíð innan tann politiska heimin er kanska meira spennandi. - Eg kundi hugsað mær at stillað upp til Løgtingið, og eg ætli mær ikki at halda fram eitt valskeið afturat sum borgarstjóri, sigur Eivind. Eivind sigur seg vilja gera tað, sum hann kann, og hetta kann m.a. vera gjørt við at stilla upp til løgtingið, sigur Eivind Jacobsen. - Eg haldi ikki tað er rætt, at eg verði sitandi sum borgarstjóri longri enn hetta valskeiðið, tí tá havi eg havt ríkiligt av tíð. Tað mugu ver nógvir frægir menn í Sjóvar Kommunu, sum høvdu riggað væl til uppgávuna, sigur Eivind Jacobsen. Hvussu verður og ikki hjá manninum av Strond- um, so er tað nógv sum týð- ir upp á, at hann verður nógv at síggja og hoyra til í framtíðini. - Eg haldi, at tað áttu at verið fleiri kvinnur í tinginum, sigur Eivind Jacobsen. Mynd: Heri á Rógvi - Eg kundi hugsað mær at stillað upp til Løgtingið, og eg ætli mær ikki at halda fram eitt valskeið afturat sum borgarstjóri, sigur Eivind. Mynd: Heri á Rógvi C M Y K 19 18