leygardagur 21. juli 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 138 - 21. juli 2001
Nr. 138 - 21. juli 2001
21
Tann 27. juni helt
føroyskt ferðalag av
tónleikarum avstað til
Íslands við Norrønu.
Málið var Ólafsvík,
har tað seinnu árini
árliga hava verið
hildnir føroyskir
dagar. Í besta veðrið
varð hildið avstað. Og
veðrið var gott, sum
vanligt er føroysku
dagarnar. So gott
hevur veðrið verið
hesar dagar seinnu
árini, at íslendingar
nú eru fullvísir í, at
Guð er føroyingur
ÍSLENDSFERÐ
Orð/myndir:
Dagfinn Olsen
Seinnu árini er vorðið
siðvenja í Ólafsvík, at
halda føroyskar dagar. Fýra
ár á rað hevur hetta fyri-
brigdi nú verið og í ár var
tað 29. og 30. juni, at há-
tíðin var hildin.
Tað eru føroyingar, vág-
bingar, á staðnum, við Finn
Gærdbo á odda, ið hava
tikið stig til føroysku dag-
arnar.
Føroyski bólkurin Tvi-
light er gamal í garði, eisini
tá um føroysku dagarnar í
Ólafsvík ræður. Teir hava
verið við síðani byrjan. Og
tað var júst væl útgjørdi og
snotuligi
bussurin
hjá
Tvilight, ið var karmur um
ferðina, ið hesaferð, um-
framt Tvilight, taldi góðar
føroyskar einstaklingar og
bólkin Hans Jacob og Vin-
menn.
Alt dansivinarligir tón-
leikarar, ið røkka út um
palleggina og lættliga fylla
eitt hvørt dansigólv. Um-
framt nevndu bólkar, lut-
tóku Nicolina av Kamarin-
um, Regin Jacobsen og
Erling Berg.
Umframt tónleikararnar,
var ótal av føroyingum við
Norrønu, ið skuldu somu
leið, nevniliga til Ólafs-
víkar til føroyskar dagar.
Koyr á
Ferðast ein við Norrønu, so
skal meira enn ein vika
setast av til íslandsferð og
einki forgjørt er í tí, tí Ís-
land er stórt og vakurt land.
Føroysku dagarnir eru tó
bert eitt vikuskifti, so nógv
tíð er til avlops til at hyggja
seg í kring. Her skal tó ikki
nøkur long ferðafrásøgn
skrivast, men mest sigast
um dagarnar í Ólafsvík. Vit
lata myndirnar standa sum
ferðafrásøgn, tí myndir
kunnu sum kunnugt siga
meira, enn túsund orð.
Stórur partur av íslands-
ferð, er at koyra. Liðið av
føroyskum
tónleikarum
legði leiðina eftir norður-
landinum, fyri síðani at
halda heimferðina eftir
suðurlandinum.
Soleiðis
vórðu dagarnir nýttir til
eina ferð kring Ísland, við
øllum teim kendu ferða-
málunum í huga.
Guð er føroyingur
Tvilight hava roynt ferðina
áður, sum sagt, og tá
bussurin sást rulla inn í
Ólafsvík hóskvøld, var tað,
sum kom lív í og føroysku
dagarnir vóru nærri.
Sum áður, so var eisini
hesaferð dýrdarveður júst
hesar dagarnar, føroysku
dagarnir vóru. Í fjør settu
bløðini spurningin, hvørt
Guð var føroyingur, tí
veðrið vísti seg at vera so
gott, hvørja ferð føroyskir
dagar vóru.
Í ár kundu íslendingar
ikki annað enn staðfesta, at
Guð er føroyingur. Veðrið
var av tí allar besta. Ikki
fyrr enn sunnudag seinna-
part, komu fyrstu droparnir
av himni. Men tá var
veitsluhaldið av og kanska
vóru hetta tár, ið nú vættu
íslendska vøllin.
Í fýra ár hava føroyskir
dagar verið árliga í Ólafs-
vík. Tað eru føroyingar á
staðnum, við Finni Gærdbo
og Tórgrími á odda, ið
hava tikið stig til tiltakið.
Eitt tiltak, ið hevur vundið
uppá seg, má sigast.
Ólafsvík er lítil og vøkur
bygd. Á stødd sum Gøta
ella Porkeri, verður mett.
Meta vit so, at eini 500 til
1000 fólk búgva á staðnum,
so er lætt at hugsa sær
økingina í veitsluhaldium,
ið byrjaði í smáum, tá tað í
ár komu eini 7000 – 9000
vitjandi í góðveðrinum. Úr
øllum ættum komu jeepar –
nógvir við hjólum, sum
sjálvt Regin Vágadal hevði
ógvast við - við vognum
aftanfyri. Jú, íslendingar
ferðast eftir ølum at døma í
egnum landi.
Og lætt er at skilja, at slík
lítil bygd verður vend á
høvdið, við slíkari øking í
fólkatalinum nakrar fáar
dagar.
Flott
Hóast tað er sum at koyra
um Hestin til Sumbiar,
faldað við fimm, eftir eyr-
og grúsvegi, at koma til
Ólafsvíkar, so heldur hetta
ongum aftur hesar dagar,
Føroyskir dagar í Ólafsvík
Ein kann ganga undir Seljalandsfossi og er tað vakurt og stórfingið upplivilsi
føroyskir dagar eru. Og
ikki bert íslendingar koma.
Hópur av føroyingum býr
jú í Íslandi, og mangir
teirra nýta høvið at hitta
vinir og kenningar og fáa
sær ein bita av føroyskum,
tí tað er eisini partur av til-
boðunum føroysku dagar-
nar, umframt ein ella tveir
swing-om eftir føroyskum
tónum.
Fríggjakvøldið
leiktu
Hans Jacob og Vinmenn á
fullsettari bryggju. Klokk-
an 24 var fýrverk og er tað
fyrstuferð, at so ljóst hevur
verið undir skjótan av
fýrverki, at ein hevur sæð
rekettrestir koma niðuraftur
av himni, var semja um í
føroyska hópinum.
Leygardagin undirhildu
Nicolina og Regin, á har-
moniku, undir setanini av
døgunum.
Leygarkvøldið
leiktu
Tvilight í sera stásiliga
bygdarhúsinum í Ólafsvík.
Húsini eru fyri stóran part
eru reist við sjálvbodnari
arbeiðsmegi og tað er
skilligt, tí so stásilig hús
høvdu verið annars verið ov
kostnaðarmikil fyri slíkt
smápláss, má væntast. Eini
hús, ið eru minni enn
Norðurlandahúsið,
men
sum annars eru í sama stíli
og
ikki
standa
nógv
aftanfyri. Slíkan bygning
kunnu føroyskir býir og
bygdir enn ikki bjóða.
Væl
eydnaðir
vóru
dagarnir aftur í ár. Og
tiltakið
størri
enn
nakrantíð. Óivað eitt tiltak,
ið er komið fyri at verða.
Eitt tiltak, ið er voksið so
nógv, at fyrireikararnir
neyvan vistu hvat teir
gjørdu, tá teir byrjaðu. Men
tað er bert at fegnast um.
Eitt tiltak, ið minnir um
eina føroyska stevnu, tá
hon er best. Men hóast
hetta, er innihaldið serstakt,
og nakað, ið fólk koma
langa leið eftir.
Tá sunnudagurin leið,
hvurvu
eisini
tjøldini,
vognarnir og jeeparnir., Og
eisini føroyska ferðalagið í
bussinum hjá Tvilight setti
kós. Í regninum sunnu-
kvøld
gekk
leiðin
til
Reykjavíkar. Har gingu
nakrir dagar og síðani helt
bussurin á heimleið eftir
suðurlandinum.
Dagar, har kendu ferða-
málini í Íslandi fingu
vitjan. Sum sagt skal her
ikki skrivast long ferðafrá-
søgn, men í stuttum kann
nevnast Perlan, Kringlan,
Fjørðukráin, har nøkur
vórðu kosin víkingar og
fingu pappír upp á tað,
Gullfossur,
Bláa
Lóni,
Geysir, Tingvøllir, Selja-
landsfossur, har ein kann
ganga inn undir, Vatnajøkul
og so framvegis. Njótilsi og
stórfingin náttúra.
Éftir koyring í tímavís á
degi og nátt, lá Seyðis-
fjørður og Norrøna fyri
framman í dýrdarveðri. Á
heimleið, eftir strævnan,
men góðan túr.
Næsta ár eru aftur før-
oyskir dagar í Ólafsvík, so
longu nú er tíð at hugsa seg
um, tí talið av fólki, ið
leggur leiðina til Ólafsvíkar
føroysku dagarnar, er vaks-
andi.
Tann 29. og 30. juni vitjaðu føroyskir tónleikarar Ólafsvík í vælútgjørda
bussinum hjá Twilight. Høvuðsfyrireikarin av føroysku døgunum fekk
gávu handaða, ið var frá familjuni í Føroyum
C
M
Y
K
21
20