Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 125 - 2. juli 2008 Hósdagin í farnu viku var seinastu skúladagur hjá næmingunum við skúlan á Trøðni Skúli Orð&myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hetta er vanliga ein dagur, har nógv verður gjørt burtur úr og har næmingarnir sjálvir sleppa at vera í mið­ deplinum eina góða løtu. Hesin hósdagurin var einki undantak. Í høllini varð borðreitt til ein góðan drekkamunn, men áðrenn fólk komu so langt var ymiskt til undirhalds á skránni. Her vístu nakrir av næmingunum av sonnum, at teir eisini hava tónlistarligar gávur. Saman við lærara teirra, Anniku Højgaard høvdu tey vant nøkur løg, og sum vórðu framførd til stóra fragd fyri foreldrum, systkj­ um, lærarum og onnur. Til hesa løtuna høvdu aðrir næmingar sett fram nøkur av handaligu verkum sínum, og her kundu so foreldrini síggja, hvat tey hava fingið burtur úr á hesum økinum. Skúlin á Trøðni er sjálv­ støðugur, almennur serskúli. Hann skal veita undirvísing til næmingar, sum ikki kunnu fáa nøktandi undir­ vísing í nærumhvørvinum. Serskúlin undirvísir næmingum í fólkaskúlaldri, tó kunnu næmingar halda fram við skúlagongdini til endan á tí skúlaári, tá teir fylla 18 ár. Seinasti skúladagur á Trøðni Hesar báðar hava fingið væl burtur úr handaligu lærugreinunum. Glaskrukkuna, fremst á myndini hevur Estrid sjálv gjørt Tað er helst ikki so ofta, at ein sær fólk spæla á blokkfloytu – við einari hond Tey hava vant nøkur løg saman, og sluppu at framføra tey fyri almenninginum á seinasta skúladegnum Dýrt í Føroyum ­ Tað er blivið dýrari at liva í Føroyum, og prísirnir lækka ikki í bræði, sigur stjórin á Hagstovuni, Herman Oskarson sambært uf.fo. Serliga matur, klæðir og orka kosta meira, og sambært Hagstovuna er brúkaraprístalið hækkað seks prosent seinasta árið. Hanus avloysir Magnus í Klaksvík Hanus Simonsen, sum í løtuni avloysir sum prestur í Suðurstreymoyar vestara presta­ gjaldi, fer 1. august til Klaksvíkar at vera prestur í fimm mánaðir. Trúboðin skrivar, at tað er Jógvan Fríðriksson, bispur, sum metir, at tørvurin er stórur í Klaksvík, og tí hevur hann sett Hanus Simonsen (myndin) at vera prest har árið út. Hanus hevur í umleið eitt ár verið avloysaraprestur fyri Berg Debes Joensen, sum er í farloyvi. Bergur kemur aftur í starvið 1. august, og tá fer Hanus til Klaksvíkar at vera prestur. – At seta Hanus sum prest í Klaksvík í fimm mánaðir, er eitt stig, sum eg og Stiftstjórnin hava tikið, og vit hava eisini tosað við kirkjuráðini á staðnum um hetta, og tey eru samd við okkum um hesa loysnina, sigur bispur. Magnus Brahé Jørgensen, prestur, er sjúkrameldaður í løt­ uni, og hin presturin í Klaksvík, Niels Pauli Danielsen, verður 70 ár seinni í árinum. Báðir prestarnir skulu eisini hava feriu í hesum tíðarskeiðinum.