mikudagur 2. juli 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 125 - 2. juli 2008
Kantatan JØRÐ
fyri kór og orkestur
verður framførd í
Christianskirkjuni
fríggjakvøldið
Konsert
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Í sambandi við 100 ára hald
ið hjá Klaksvíkar kommunu
verður kantatan, sum varð
skrivað til 25 ára hátíðar
haldið hjá Norðurlandahús
inum at hoyra í Christians
kirkjuni 4. juli klokkan 20.
Kantatan, sum Kári Bæk
hevur skrivað til yrking hjá
Róa Paturssyni, er fyri
blandað kór og orkestur og
verða tað ensemblið Aldu
báran og kórið Tarira, sum
framføra verkið undir leið
slu av Bernhardi Wilkinson.
Kantatan varð umbiðin
av Norðurlandahúsini til
25. ára hátíðarhaldið.
Á skránni í Christians
kirkjuni hin 4. juli fer Aldu
báran eisini at spæla eitt
verk og kórið Tarira fer at
syngja sangir, sum eru við á
nýggju fløguni, kórið gevur
út leygardagin 5. juli.
Christianskirkjan
er vælegnað til
framførslur.
Fríggjakvøldið verður
serstøk kantata at
hoyra
Kári, kór og kantata í Klaksvík
Hóast nógva tosið
um, hvør vegaføring
er tann besta fyri
leirvíkingar, er
eisini tíð at tosa
um vegaforðingar
og ferðslutrygd í
bygdini. Nú skal
okkurt gerast við
vegin á Toftanesi
Ferðsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Leirvík: Týsdagin skulu
leirvíkingar taka støðu til,
hvørja
vegaføring
tey
ynskja í bygdini.
Fyri tey er hetta eitt
stórmál, men tey smærru
málini innan ferðslutrygd
verða kortini ikki gloymd
av hesi orsøk.
Framvið hesum vegnum
á Toftanesi inni í bygdini
eru fleiri familjur við børn
um. Fyri hesi hevur tað
sjálvandi sín stóra týdning
at vegurin er tryggur at ferð
ast eftir, bæði hjá vaksnum
og børnum.
Tey hava verið vitni til,
og eisini havt ampa av
skjótu og skilaleysu ferðsl
uni sum mangan er eftir
vegnum, og ynsktu tí at
venda sær til bygdarráðið
at finna eina loysn.
Tá so fólk fóru til verka
at savna inn undirskriftir,
gekk ikki long tíð til flestu
av
íbúgvunum
høvdu
skrivað undir eina áheitan
um tryggari ferðslu.
Skjót avgerð
Í eina tíð hava tey savnað
inn hesar undirskriftir við
eini áheitan á bygdarráðið
um at gera sítt til at ferðslan
eftir hesum vegastrekkinum
kann gerast tryggari.
Áheitan til bygdarráðið
hevði hesa stuttu lýsingina:
»Áheitan um vegaforðingar
á vegin við Toftanes«.
Ikki kann sigast annað,
enn at bygdarráðið tók hetta
málið í størsta álvara og
fekk skjótt tikið málið til
viðgerð: Áheitanin varð
handað bygdarráðnum 2.
juni í ár, og longu fýra vikur
seinni varð avgerð tikin í
málinum.
Hetta hendi á fundi mána
kvøldið í hesi vikuni. Tekn
iska nevndin tók fyrst undir
við áheitanini frá borgar
unum um vegaforðingar, og
síðani avgjørdi bygdarráðið
at fylgja hesi avgerðini.
Frammanundan
hevur
umsitingin havt fundir við
millum annað sýslumannin
og ferðslunevndina, har tey
hava hugt eftir økinum fyri
at vita, hvør er besta loysnin
fyri tryggari ferðslu.
Í næstum verður so farið
undir at fremja hesa avgerð
ina í verki.
Tosa ikki bert um
vegaføringar í Leirvík
Við vegin á Toftanesi
er nógv ferðsla og fleiri
barnafamiljiur, og skal
hann nú gerast tryggari
Mynd: leirvik.fo
Skráin:
Aldubáran:
Sunleif RASMUSSEN: Surrounded
Tarira:
Thomas TALLIS:
Lamentation of Jeremia
Sunleif RASMUSSEN:
Døgg (Karsten Hoydal)
Pauli í SANDAGERÐI:
Náttúra (Christian Matras)
Karin REHNQVIST:
Bara du går över markerna (Bo
Bergman)
Toru TAKEMITSU:
SAKURA (Cherry Blossom),
(folk song/Japanese trad.)
Tarira og Aldubáran:
Kári BÆK:
Jørð – kantata til Norðurlandahúsið
25 ár
(Rói Patursson)
Eysturbúgvin farin
nýggjan túr
Tað gongur væl hjá. Eysturbúgvanum (myndin)
úr Húsavík. Trolarin er á gulllaksaveiðu, har
hann samtrolar við Vesturbúgvan úr Vest
manna. Eysturbúgvin var inni í Runavík og
landaði til Tavuna mánadagin. Skipið var fult.
200 á fundi um
vegaføring í Leirvík
Mánakvøldið varð fundur í bygdarhúsinum í Leirvík, har eitt av
stóru samrøðuevnunum í bygdini varð tikið fram – vegaføring
arnar. Á fundinum luttóku umboð fyri Landsverk, verkfrøðingin
Selmar Nielsen og bygdarráðið og sum greiddu frá teirri ovaru
og teirri niðaru loysnini. Hóast talan er um eitt mál, sum at
kalla hevur býtt bygdina í tvey, var talan um ein góðan og
siðiligan fund. Enn dugir eingin at siga, hvørja støðu leirvík
ingar fara at taka við fólkaatkvøðuna týsdagin. Men fólk hava
nú helst fingið størri vitan um hetta málið.