Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 125 - 2. juli 2008 Hetta er fjóðra útgáv­an hjá Anfinni Nielsen, helst betur kendur sum Anfinn & Co FLØGUÚTGÁVA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað gongur sum »róta­ súpan« í Nólsoyar geilum, at ein nýggj fløga við Anfinn & Co er á veg. Og sjálvur váttar Anfinn Nielsen, at so er. ­ Vit eru í studio í løtuni, og tað gongur væl, sigur klaksvíkingurin, sum gjørd­ ist nólsoyingur. Talan er um tíggju spild­ urnýggjar sangir, sum An­ finn sjálvur hevur skrivað allar tekstirnar til. Hann hevur eisini gjørt lagið til tríggjar av sangunum. Hini sjey løgini eigur Kim Hansen, sum eisini er við í framleiðsluni. ­ Kim Hansen er ótrúliga professionellur og ein sonn frøi at arbeiða saman við, rósar Anfinn Nielsen »bygdamanni« sínum. Fløgan verður tikin upp í Studio Oyravox av einum øðrum »nýggjum« nóls­ oyingi, nevniliga Terja Ras­ mussen. So ikki kann sigast annað, enn at mangar góðar og kendar tónleikakreftir eru gingnar saman um hesa verkætlanina – ikki minst tá hugt verður at restini av companínum. Har eru James Olsen, Ólavur Øster, Pauli Magnussen, Ólavur Olsen á horn og Angelica Nielsen á violin. ­ Hetta verður ein sera spennandi útgáva, sum spenn­ ir sera víða. Heilt frá stillum country til villasta rock, sigur Anfinnur Nielsen. 4. útgávan Anfinn Nielsen er eingin ársungi innan tónleik. Hann hevur áður latið tríggjar útgávur úr hondum. Hin fyrsta kom í 1985, og hon nevndist »Hví«. Næsta kom í 1992 og nevndist »Tí«. ­ Hesar báðar fyrstu útgáv­ urnar vóru á kasettubandi, men tær blivu seinni givnar út samlaðar á einari fløgu, sigur Anfinn Nielsen. Triðja útgávan var »Betri seint enn álvara« og kom út í 1998. ­ Tað hevur verið á sama hátt við øllum útgávunum. Tað hevur ligið stilt eina tíð, og so havi er arbeitt nokk so konsentrerað fram móti einari útgávu. Hendan, sum nú kemur, byrjaði eg upp á fyri lítlum ári síðani, sigur Anfinn Nielsen. Tað er ikki heilt av tilvild, at tað gongur sum rótasúpan um geilarnar, at nýggj fløga er á veg. Heitið er nevniliga »Rótasúpan«. Og Anfinn Nielsen vónar, at um alt gongur eftir vild, so kunnu føroyingar njóta rótasúpan til Ólavsøku. ­ Men tá skal alt ganga sum eftir ánni, sigur Anfinn Nielsen, sum kortini ætlar, at fløgan skal koma út áðrenn summarið er farið. Anfinn við nýggjari fløgu Anfinn Nielsen hevur skift companíið út til hesa fjóðru fløguútgávuna, sum hann vónar kemur út til Ólavsøku Kredittkreppan drúgv Kreppan í fíggjarliga sektorinum er langt frá endað, og tað kann lættliga ganga heilt upp til eitt ár aftrat við fíggjarligum trupulleikum. Bankarnir ganga móti trongum tíðum, tí altjóða fíggjarkreppan ongan enda sær enn. Tvørturímóti rokna ein røð av leiðandi búskap­ arfrøðingunum við, at kreppan kann vara langt inn í næsta ár. RB­Børsen og Ritzau hava spurt 49 av fremstu donsku búskaparfrøðingunum um, hvussu leingi teir meta, at kreppan hjá bankunum fer at vara. Triðingurin metir, at kreppan fer at vara í meiri enn eitt ár aftrat, meðan nakað fleiri meta hálvt til eitt ár. Undir fjórðingurin heldur, at kreppa verður av innan eitt hálvt ár. Smá 60% meta, at kreditkreppan fer at fáa samfelagsfíggjarligan týdning fyri Danmark, skrivar politiken.dk Ein nev­nd, sum hev­ur arbeitt v­ið pensjóns­ spurninginum, er nú komin v­ið sínum áliti. Og tað sigur greitt, at neyðugt v­erður at seta tiltøk í v­erk, skal skipanin ikki kollapsa PENSJÓNIR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ein av størstu trupulleikun­ um, sum komandi samgong­ ur mugu loysa, er pensjóns­ spurningurin. Hagtøl vísa greitt, at meðan fólk gerast eldri, verða tað færri lummar at rinda fyri pensjónirnar. ­ Og tað er ikki einans tað, at fólk gerast eldri. Tey hava eisini eitt nógv betri lív enn tey høvdu fyrr, sigur Kári Petersen, sum hevur verið limur í nevndini, ið hevur viðgjørt pensjóns­ spurningin. Framrokningar vísa, at meðan tað í dag arbeiða 4,1 fólk fyri hvønn pensjónist (65+), so verða tað bert 3,1 fólk, sum arbeiða fyri hvønn pensjónist í 2020, og í 2030 verða bert 2,4 fólk, sum arbeiða fyri hvønn pensjónist. Nevndin sigur í sínari niðurstøðu, at um eingi til­ tøk verða sett í verk, vaksa eldraútreiðslurnar úr 10 upp í 21% av BTÚ. Verður BTÚ sett til 12 milliardir krónir, svarar hetta til eitt hall á fíggjarlógini upp á 400 milliónir árliga í 2020, og er komið upp á 1,3 milliardir krónur í 2050. ­ Hagtølini vísa, at helm­ ingurin av teimum gentu­ børnum, sum verða fødd í dag, gerast yvir hundrað ára gomul. Og tað er bara gleðiligt, men merkir sam­ stundis, at vit mugu innrætta samfelagið til hesu viður­ skifti, sigur Kári Petersen. Stigvís hækking Ítøkiliga mælir nevndin til, at almannapensjónirnar verða bruttofiseraðar, at persónliga uppsparingin verður økt, at pensjónsaldurin verður hækkaður og at almannapen­ sjónin verður prístalsjavnað. Nevndin sigur, at verða eingi tiltøk sett í verk, verður neyðugt at hækka skattin so mikið, at hetta fer at føra til fráflyting. Tí mælir nevndin millum annað til, at pensjónsaldurin verður hækkaður. Men hetta skal gerast stigvíst. ­ Mælt verður til, at pen­ sjónsaldurin verður hækk­ aður við 0,1 ári um árið. Hetta merkir, at pensjóns­ aldurin verður komin upp á 68 ár í 2019, upp í 69 ár í 2028 og upp í 70 ár í 2039. Talan verður sostatt um eina stigvísa hækking, sigur Kári Petersen. Broytingarnar mugu fremjast nú. Seinni inntriv­ ini verða gjørd, størri mugu verða, og knappligar skatta­ hækkingar – tað er minking í tøku inntøkunum hjá fólki – fara at gera stóran skaða, eitt nú við fráflyting, sigur nevndin. Tað er tí neyðugt, at lands­ stýrið førir ein politikk, sum stuðlar upp undir langsiktaðan framleiðsluvøkstur, sigur nevndin í tilmæli sínum. Neyðugt við pensjónsreformum Kári Petersen hevur sitið í nevndini alla tíðina, meðan nakað av útskifting hevur verið av hinum nevndarlimunum