mikudagur 2. juli 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 125 - 2. juli 2008
Fólkið á nýggja
ellisheiminum,
Tjarnargarður, fær
stress av sera ringum
ljóðviðurskiftum
Hølisviðurskifti
Bjørk Olsen
Bjork@sosialurin.fo
Sterk afturljóð er í hølunum
á nýggja ellisheiminum,
Tjarnargarður, og fólkið, ið
býr har, fær ikki verið har
fyri larminum. Avvarandi
fýlast á og siga, at tað er
sum at ganga í SMS, greiðir
Hensia Einarsson, leiðari á
Tjarnargarð, frá.
- Tey, ið búgva á staðnum,
hava ongar møguleikar at
fara aðrastaðni, sigur hon.
Hensia Einarsson hevur
fingið
ljóðserføring
at
kanna hølini, men hon veit
ikki, nær meir verður sett í
verk.
- Tá ið matur verður gjørd-
ur í køkinum, hoyrist tað
um allan bygningin, sigur
Harald Bjørgvin, leiðari á
húsaumsitingini hjá Tórs-
havnar kommunu, ið sjálvur
hevur verið á staðnum.
Feilurin lá partvís í tekn-
ingunum
Arkitektavirkið
Selmar
Nielsur P/F hevur teknað
bygningin. Jóhan Syderbø,
arkitektur á arkitektavirki-
num, greiðir frá, at ljóð-
viðurskiftini hava sjálvandi
nakað við byggingina at
gera, men eisini við nýtsl-
una at gera; til dømis
hvussu tey skipa seg, tá tey
eta, sigur Jóhan Syderbø.
Burdi tað verið neyðugt
at hugsa um, hvussu tú skip-
ar teg, tá tú etur?
- Larmur kemur av virkni.
Yvirflaturnar, ið eru brúkt-
ar, taka ikki nóg væl ímóti
larminum. Vit hava undir-
mett ljóðstøðið í rúmunum.
Liggur feilurin í tekn-
ingini?
- Tað ber ikki til at siga
tað so einfalt, men ein
trupulleiki er, at vit hava
undirmett ljóðið, men tað
er ikki ein feilur sum so.
Jóhan Syderbø greiðir
eisini frá, at tað ber ikki til
at finna ein slíkan feil, fyrr
enn bygningurin er liðugur,
og mann hevur verið inni í
rúmunum. Harald Bjørgvin,
leiðari á húsaumsitingini,
sigur hinvegin, at tað ber til
at máta ljóðið framman-
undan við serligum tólum.
- Vit fara ikki at renna
undan tí, at vit høvdu kunn-
að hugsað meir um ljóðið í
samband við tekningunum.
Vit eru minst líka keddir
um trupulleikan, sum tey
avvarandi.
Arkitektavirkið
skal
møguliga gjalda endurgjald
- Vit hava tikið hølið í
brúk og hoyra nú, at tað er
ov nógv óljóð í gerandis-
degnum hjá teimum, ið
búgva har, men bygningurin
er enn so mikið nýggjur, at
garanti enn er á honum,
sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri. Hann greiðir
frá, at plátur verða settar
upp skjótast gjørligt, ið
skulu bøta um ringa ljóðið.
- Vit samskifta í løtuni
við arkitektar og ráðgevarar
og fara í hált við umbygg-
inga beint eftir summar-
feriuni, sigur hann.
Hvør gjaldar í síðsta
enda?
- Tað verður millum okk-
um og arkitektarnar. Tað er
garanti á bygninginum, og
vit taka tað hareftir, sigur
Heðin Mortensen. Harald
Bjørgvin sigur hinvegin, at
búskaparliga liggur alt hjá
Tórshavnar kommunu.
Fólk fáa ikki verið á
Tjarnargarði fyri larmi
Lítið álit
á B&O
Jyske Bank niður
justerar metingina
fyri umsetninginum
fyri Bang & Olufsen
(B&O) fyri rokn
skaparárini 2007/08
og 08/09 við ávikavist
0,7% og 2,4%
uMsEtNiNGur
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Partabrøvini verða tó
mett at vera ógvuliga
bílig, og tí verður hildið
fast um viðmælið »akku-
mulerið«.
Grundin til niðurjuster-
ingina av metingini er
millum annað hon, at
størstu marknaðirnir hjá
fyritøkuni, Danmark og
Stórabretland, eru plágað
av fallandi brúkaraáliti.
Tað er metingin hjá
Rune Møller, partabræva-
analytikara hjá Jyske
Bank í eini viðmerking.
Vit meta, at B&O fara
at realisera eitt úrslit upp
á 143 milliónir krónur,
sum svarar til úrslitið í
1995/96, skrivar Rune
Møller og vísir á, at vinn-
ingurin í tíðarskeiðinum
ímillum hevur verið mun-
andi betri og toppaði í
fjør við einum avlopi á
367 milliónir krónur.
Nógv minkaði vinning-
urin kemst av einum falli
í umsetninginum upp á
350 milliónir krónur í
mun til okkara meting
upp á ein vøkstur upp á
375 milliónir krónur.
Samstundis hevur B&O
økt um umkostningarnar
innan vørumenning og
útbreiðslu, skrivar Rune
Møller.
Analytikarin hjá Jyske
Bank roknar nú við, at
umsetningurin í ár fellur
við 5,8%, og at yvirskotið
verður
5,4%
móti
teimum 5,5%, sum áður
varð roknað við, skrivar
danska blaðið Børsen.
Fekk stóran laks
Stuttleikafiskimenn, sum fiska laks í teimum íslendsku áunum, hava
fingið væl burturúr í summar, og nógvir laksar hava eisini verið
rættiliga stórir. Morgunblaðið skrivar, at í gjár fekk ein maður, sum
royndi í Vatnsdalsá, ein laks, sum vigaði 12,1 kilo. Áhugin at fiska í
júst hesari ánni er stórur, sjálvt um reglurnar siga, at allur laskur, sum
verður fiskaður í Vatnsdalsá og áunum har umj vegir, skal sleppast
útaftur beinanvegin.
Hesin vigaði góð 24 pund (Mynd: Morgunblaðið)