mikudagur 2. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 125 - 2. juli 2008
Borgarstjórarnir í
Sandoynni eru ikki
samdir um kommunu
samanlegging.
Enn hevur tó einki
formelt kjak verið
um samanlegging
– men onkrir vísa
á samanlegging við
Tórshavnar komm
unu
KOMMUNUSAMAN
LEGGING
Sólvit Nolsø
post@sosialurin.fo
Rákið seinastu árini í Føroy
um hevur verið vent mót
vegis samanlegging millum
kommunur. Gøta og Leirvík
hava lagt saman; Tórshavnar
kommuna strekkir seg frá
Hesti til Kollafjørð; Runa
víkar kommuna hevur fing
ið fleiri bygdir afturat sær,
og Bøur og Gásadalur eru
farin í Sørvágs kommunu.
Aðra staðni hevur eisini ver
ið kjak um kommunusaman
legging, uttan at nakað bein
leiðis úrslit er komið burtur
úr. Tó eru tað fleiri, sum
hava saknað eitt øki í kjaki
num
um
samanlegging:
Økið er Sandoyggin. Politi
kararnir í oynni hava verið
friðaligir um evnið. Tað
verða teir tó ikki leingi
afturat, tí landsstýriskvinna
í kommunumálum, Helena
Dam á Neystabø, hevur
stungið út í kortið, at komm
unurnar í landinum skulu
vaksa, soleiðis, at tær gerast
størri, men færri. Helst fær
ri enn 10 kommunur, sigur
landsstýriskvinnan.
Vit
hava spurt borgarstjórarnar
í Sandoynni, hvat teirra
hugsan er um málið.
Ynskir størri valfrælsi
Borgarstjórin í Sands komm
unu, Páll á Reynatúgvu, sig
ur, at lítið formelt kjak hev
ur verið um evnið. Undan
farna
bygdarráð
hevið
spurningin uppi at venda,
men hildið varð, at áskoðan
irnar vóru ov ymiskar til at
taka málið upp júst tá.
– Vit hildu tað ikki tæna
nøkrum endamáli tá (tá
undanfarna bygdarráð sat
blm.) at trýsta málið fram.
Vit mettu tað vera betur,
um
kommunurnar,
sum
ivaðust í samanlegging,
komu til teirra egnu niður
støðu fyrst, sigur Páll á
Reynatúgvu.
Hann sigur víðari, at rák
ið millum fólkið heima á
Sandi hevur verið jaligt um
samanlegging, men at hann
ikki kann svara fyri, hvør
núverandi støðan er millum
heimasandsfólkið.
Páll á Reynatúgvu sigur,
at í næsta valskeiði sleppur
mann ikki frá at taka spurn
ingin upp og koma til eina
endaliga avgerð í málinum.
– Tó hevði eg ynskt, at
vit høvdu størri valfrælsi,
sigur Páll at enda og vísir
til løgtingslóg nr. 12 frá 22.
februar 2007, um sjálvbod
na kommunusamanlegging.
Hon sigur greitt, at ein
komandi Sandoyar komm
una kann innihalda bygdir
nar á Sandoynni saman við
Skúvoyar kommunu. Í stk.
2 stendur, at Vestmanna og
Kvívík hava størri frælsi og
kunnu velja millum trý økir
at fara uppí. Økini eru Vág
ar, Sundalagið og Tórshavn.
Páll á Reynatúgvu sigur, at
hann vildi havt sama frælsi
at velja sum Vestmanna og
Kvívík.
Samanlegging eingin
frelsandi eingil
Somikið bersøgin er borgar
stjórin í Skálavík, Linjohn
Christiansen.
Linjohn saknar kjak um
evnið, men heldur, at til
gongdin til málið hevur ver
ið skeiv.
– Ístaðin fyri at diskutera
fyrimunirnar, skuldi mann
heldur diskuterað vansarnar
fyrst og avgreitt teir, heldur
hann.
Linjohn Christiansen sig
ur, at menning er ikki garan
terað við samanlegging, tí
kommunurnar
samstarva
um nógv sum er, t.d. lækna,
prest og framhaldsdeild á
skúlunum, so tað einasta,
sum broytist við einari
møguligari
samanlegging
er, at mann fær ein felags
pengapott. Linjohn vísir á,
at tað er ikki bara jaligt, av
tí at kommunurnar í oynni
ikki eru so væl fyri fíggjarli
ga, so samanlagda kommun
an hevði ikki verið ein ser
liga rík kommuna.
Tað, sum er umráðandi,
er at vit kunnu leggja saman
við Tórshavn, tí tá gerst
lættari at fáa fólk hendaveg,
sigur Linjohn Christiansen.
Ein fyritreyt fyri tí er, at
ein Sandoyartunnil verður
veruleiki, sigur hann at
enda.
Ivast í samanlegging
við Tórshavn
Hanus
undir
Leitinum
bórgarstjóri í Húsavíkar
kommunu, sum umfatar
bygdirnar Húsavík, Dal og
Skarvanes, vil ikki vísa
málinum frá sær, men sigur,
at onnur mál skulu loysast,
áðrenn ein samanlegging
millum kommunurnar verð
ur veruleiki.
Jacob Vestergaard hevði
eitt fínt uppskot um umfígg
ing í lánunum hjá kommun
um í Sandoynni og Suður
oynni og síðani at leggja
kommunurnar saman, tá
hann sat við kommunumál
um í landsstýrinum. Upp
skotið var hildið at verða
gott, men einki bleiv gjørt
víðari við tað, sigur Hanus
undir Leitinum.
Borgarstjórin í Húsavíkar
kommunu er annars samdur
við Linjohn Christiansen
um treytirnar fyri saman
legging. Fyrst skal tað fíggj
arliga fáast upp á pláss, og
síðani kann samanlegging
takast á dagsskránna.
– Vit deilast longu um so
nógv, at tann fíggjarligi part
urin er tað, sum umræður at
fáa uppá pláss, sigur Hanus
undir Leitinum.
Hanus heldur annars, at
fólkið í oynni kanska hevði
gingið við til eina møguliga
samanlegging og kanska
enntá at lagt saman við
Tórshavn, men Hanus er
ivandi í hesum málinum.
– Um helvtin av Føroyum
kann stýrast úr Havn, er tað
líka frægt at leggja allar
Føroyar í eina kommunu,
sigur Hanus undir Leitinum,
borgarstjóri í Húsavíkar
kommunu at enda.
Útjavning áðrenn
samanlegging
Gerhard Lognberg, borgar
stjóri í Skopun, vil hava
eina kommunala útjavning
setta í verk, áðrenn ein
samanlegging verður veru
leiki. Áðrenn tað vil hann
ikki hava eina samanlegg
ing.
– Mann kundi spart nógv
av eini samanlegging, sigur
Gerhard Lognberg. Hann
sigur víðari, at alt avhongur
tó av barnafamiljum, sum
kunnu geva samfelagnum
m.a. børn og pening.
– Vit hava gjørt nógv fyri
at tiltrekkja barnafamiljur
við
t.d
barnagarði
og
útstykkingum, sigur Ger
hard Lognberg.
Tá Sandoyartunnilin
kemur, verður tað nátúrligt,
at vit leggja saman við Tórs
havn, sigur Gerhard Logn
berg. Gerhard sigur, at
møguleikarnir verða stórir,
tá Sandoyggin og Tórshavn
kunnu leggja saman.
– Sandoyggin kann fimm
faldast í fólkatali, og nógv
virkir kunnu flyta suður, sig
ur Gerhard Lognberg. Hann
leggur tó dent á, at alt hetta
enn bert eru tankar, og at
einki er diskuterað enn í
bygdaráðnum.
– Tað verður upp til eitt
komandi bygdaráð at taka
eina avgerð í hesum spurn
inginum, sigur borgarstjórin
í Skopunar kommunu at
enda.
Einki formelt kjak um samanlegging
Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík, Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sands kommunu og Hanus undir Leitinum, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu
Mynd: Snorri Brend
Olofson aftur til Tanzania
Miðskeiðis í august mánaði fara hjúnini AnneLene og Peter O. K.
Olofsen (myndin) aftur til afrikanska landið Tanzania. Eftir at hava
verið á málskúla í sjey vikur í høvuðsstaðnum Dar es Salaam fara
tey víðari til Sumbawanga, har vesturi í landinum. Her fer Peter at
undirvísa á bíbliuskúlanum hjá Brøðrakirkjuni, meðan AnneLena
verður hjálparfólk hjá barna og kvinnuráðgevanum hjá kirkjuni.
Útsendingin av Olofsonhjúnunum verður fyriskipað av Kirkjuliga
Missiónsfelagnum og verður í Klaksvík tann 10. august.
Túsund børn á summarlegur í Nesvík
Fyrstu summarlegurnar hjá Heimamissiónini eru nú byrjaðar. Í alt verða 10 legur og
væntandi fara væl yvir túsund børn, juniorar, ung og vaksin á legu í summar, skrivar
Trúboðin. Væl av tekningum eru eisini komið til familjuleguna, ið verður beint eftir
ólavsøku. Sum nakað nýtt á legunum í ár, kunnu bæði børn og vaksin stuttleika sær
á nýggjari hoppipútu, sum nú er komin í Nesvík. Høvi verður eisini at spæla nøkur
nýggj spøl, tí nú er bæði flogbóltsnet, kurvabólt, tennisútgerð og annað komið til
leguhúsið.