mikudagur 2. juli 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 125 • 02. juli 2008
Í hesi røð verða frásagnir frá
húsunum í grannalagnum, har
hildið verður, at Tróndur búði.
Her verður í fyrsta umfari
talan um Blásastovu, og hava vit
frásøgn frá Tórir Thomsen, sum
er ættaður úr húsinum. Men stórt
sæð var øll bygdin eitt grannalag,
tí húsini vóru trunkað saman.
Eisini verður greitt frá báts-
og skipavanlukkum í Gøtu, har
Arnleyg Jacobsen eisini er ein
kelda.
Fyrst skal tó lýsast gongdin í
húsa- og fólkatali í Norðragøtu
frá fólkateljingina í 1801 til 1911.
Í 1801 vóru 16 hús við 68
fólkum í Norðragøtu. Í 1834 vóru
framvegis 16 hús, men nú við 106
fólkum. Fram til 1860 vóru 19 hús,
og var fólkatalið tá komið upp á
118. Fólka- og húsatalið øktist
síðan so líðandi, til tað í 1911
vóru 174 fólk í 31 húsum.
Í Syðrugøtu vóru í 1911 33 hús,
og fólkatalið var 185. Tískil vóru
bygdirnar nakað líka til støddar.
Við Gøtugjógv vóru seks hús við
48 fólkum. Undir Gøtueiði var eitt
hús við níggju fólkum. Tað vóru
tískil tá um 400 fólk í sóknini,
meðan tey nú eru um 1.100.
Blásastova
Eini tey mest kendu húsini í
gomlu bygdini í Norðragøtu er
Blásastova. Pápi Tórir Thomsen,
Peter Jakku, var ættaður úr Blása-
stovu, og tí kom Tórir ofta inn
higar. Tórir hevur greitt okkum frá
húsinum og teimum fólkum, sum
hava búleikast har.
Blásastova er bóndahús í
tveimum pørtum. Niðari partur
er bygdur í 1835 og tann ovari í
1860. Tá búðu tvær bóndafamiljur
inni, nevniliga langomma og
langabbi og olduromma og oldur-
abbi. Nýggjari parturin var bygdur
til tey eldru hjúnini. Tey kundu
flyta inn hagar, so tey yngru
hjúnini kundu fáa gomlu og størri
húsini fyri seg sjálvi.
Húsini eru rættiliga rúmlig og
bærilig eftir tátíðar viðurskiftum.
Í niðara parti er roykstova, ikki við
fýrstaði, grúgvu ella moldgólvi,
sum siður var um hetta mundi,
men við trægólvi og komfýri, sum
vanligt varð seinni. Í roykstovuni
er brík, torvkassi, beinkir og tvær
koyggjur.
Umframt roykstovuna er ein
køkur, róptur niðri í køk, við
fýrstaði, brík og trappum upp
á loftið. Ein rúmligur kovi er í
samband við køkin. Eitt kamar
er við himmalsong, skápi og
bíleggarovni, sum lagt verður í
úr komfýrinum í roykstovuni. Í
niðara enda er rúmlig glasstova,
rópt niðri í stovu, við himmalsong,
her munnu húsbóndafólkini
hava sovið. Hetta er gamla
prestakamarið.
Tað hevur fólk búð í Blásastovu
inntil 1959. Aftaná fóru húsini
mest sum í órøkt. Men í 1969
tóku Arnleyg Jacobsen og maður
hennara Tummas stig til at
stovna Gøtu Fornminnisfelag
við Arnleyg sum formanni. Hon
fekk Blásastovu gjørda í stand,
eins og hon fekk tryggjað tað
gamla umhvørvið, sum var í
Norðragøtu. Tískil kunnu vit í
dag síggja, hvussu fólk hava búð
afturi í 19. øld. Hetta mann vera
eitt tað mest áhugaverda mál
hjá ferðafólki í Føroyum, og higar
koma eisini fólk á gátt úr øllum
heiminum.
Fólkið í Blásastovu
Út frá fólkateljingum síggja vit,
hvør ið hevur búð í Blásastovu
frá 1801. Tá er 51 ára gamli Ole
Joensen bóndi. Hann gjørdist í
hvussu er 95 ára gamal. Kona
hansara er Maren Eydensdatter,
sum tá var 48 ára gomul.
Tey áttu trý børn. Synirnir vóru
Joen f. 1792, sum doyði árið
eftir og Eyden f. 1794, sum doyði
ógiftur í 1817.
Tá var bert Birgitte, f. 1796,
eftir. Hon giftist við Jacob
Jacobsen, f. 1794. Hann var úr
grannahúsinum í Tjørnustovu.
Jákup tók við festinum í 1819.
Tey fingu sjey børn:
Maren Sofie, f. 1819, giftist
til Gøtugjáar við Hans Eliassen,
bónda
Anna f. 1821, doyði lítil.
Anna, f. 1824. Giftist við
Poul Petersen, úr Barbustovu í
Syðrugøtu.
Ole f. 1826, doyði av tuberklum
19 ára gamal.
Jacob f. 1828, doyði 1879.
Meira um hann seinni.
Cathrine f. 1830, doyði ung.
Eiden f. 1832, d. 1890, giftist
við Dortheu Andreasdatter.
Fráhaldsfundur í
Blásastovu
Umframt vanliga gerandisdagin
og vanlukkur er ikki nógv, ið kann
sigast um gerandisdagin í Norða-
gøtu í 19. øld.
Men í 1862 kom ein norðmaður
Asbjørn Kloster sjálvur annar
til Føroya at prædika fráhald og
Grannalagið hjá Tróndi í Gøtu
Í samband við Tróndardagarnar í Gøtu skal her verða gjørd ein roynd at lýsa gomlu
Norðragøtu fyri umleið 100 árum síðani. Henda lýsing er grundað á tað yvirlit yvir
bygdina sum Arnleyg Jacobsen, legendariski formaðurin í Gøtu Fornminnisfelag, gjørdi í
síni tíð. Hon skal eisini verða grundað á ta myndina av kirkjufólki, sum varð tikin í 1911
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Hetta er ein nýggjari mynd av gomlu bygdini í Norðragøtu, sum hava samband við hesa søgu. Fyrst taka vit húsini
niðanfyri vegin. Fremst er kirkjan frá 1833, næst eru húsini hjá Peri, í Jákupsstovu, í Mortanstovu og á Brúnni.
Beint omanfyri vegin sæst fyrst Glyvr-Hanusarhús, Blásastova, hjá Ísaki, Tjørnustova, beint aftanfyri Mortanstovu, og á
Fløtti. Beint omanfyri Glyvr-Hanusar hús eru tey nýggju húsini á Kletti
Funnings Jógvan
Tórir Thomsen hevur greitt okkum frá
húsinum í Blásastovu