Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 14 nr. 125 • 02. juli 2008 1. 1867 Jákup Jacobsen, á Dungan­ um, Syðrugøtu. Giftur við Biritu. 2. 1885 Símun Simonsen, í Niðaru Jørundsstovu. Giftur við Ragnu. 3. 1870 Johan Símin Hansen, í Pállstovu. Pápi Hans Elias (4a), Georg (7), Marthu (41) og Hans David (42). Hann er eisini langabbi danska sangaran Simon Kvamm. Giftur við Johannu Mariu. 4. 1904 Elsebeth Frederikke Hansen, í Køkinum. Systir Jákup (5) og Poul Enok (29). Giftist til Klaksvíkar við Karl Johansen í Ánunum. 4a 1900 Hans Elias Hansen, í Pállstovu. Sonur Johan Símun (3). 5. 1898 Jákup Hansen, seinni Tróndheim. Beiggi Poul Enok (29) og Elsebeth Frederikku (4). Giftist til Lorvíkar við Mariu. 6. 1848 Sámal Jákup Andreassen, hjá Andrassi. Pápi Andreu (19). Beiggi Duritu (63) 7. 1903 Georg Hansen, í Pállstovu. Sonur Johan Símun (3) 8. 1903 Marianna Gøthe á Innara Fløtti. Abbadóttir Joen Magnus (58) og Mari­ onnu (60). Systir Eyða (61). Doyði ung. 9. 1907 Johannes Joensen, í Frammistovu. Sonur Petru (10) 10. 1873 Petra Joensen, í Frammi­ stovu. Mamma Johannes (9), Jákup Andreas (47) og Petrinu (33). 11. 1876 Johan Salomon Gregersen, Syðrugøtu. Giftur við Juliannu úr Lorvík. 12. Ókend 13. 1895 Símun Karl Thomsen, í Blásastovu. Sonur Tummas (49) og Elspu Katrinu (24). 14. 1890 Elspa Mikkelsen, hjá Mikkjali, Syðrugøtu. Giftist til Húsar og omma listarmenninar Torbjørn, Marius og Hans Paula Olsen, og tað er Hans Pauli, sum hevur gjørt standmyndina av Tróndi í Gøtu. 15. 1901 Hansina Heinesen, í Súnastovu. Dóttir Elspu (44). Systir Sunnevu (32). Giftist við Berlin Mikkelsen úr Syðrugøtu. 16. Ókendur 17. Ókendur 18. 1882 Rakul Thomsen, í Blásastovu. Dóttur Tummas (49) og Elspu Katrinu (24) 19. 1892 Elsa, systir Rakul (18) 19a 1890 Andrea Andreassen. Kona Karl Gøthe (23) og dóttir Sámal Jákup (6) 20. 1899 Sára Simonsen, í Ovaru Jørundstovu. Systur Jens (39). Giftist við Jóan Paula Gregersen. 21. eftir 1900 Katrina Zachariassen, í Mortanstovu. Dóttir Zacharias (59). Giftist ung til Danmarkar. 22. 1903 Hans Jacob Havstreym úr Glyvra­Hanusarhúsi. Gjørdist formaður í Føroya Fiskimannafelag í 1932, men gekk burtur sama vár. 23. 1886 Karl Gøthe á Heimara Fløtti. Giftur við Andreu (19). Sonur Jóan Magnus (53). 24. 1857 Elspa Katrina Thomsen, í Blásastovu. Kona Tummas (49). 25. 1897 Johanna Gøthe. Dóttir Frederik á Fløtti (29). Giftist við Eyða Hansen frá Gøtugjógv. 26. Ókendur 27. 1902 Sámal Hans Hansen. Var kendur skipari í síni tíð. Giftur við Marsannu úr Tjørnuvík. 28. 1899 Lena Isaksen, giftist til Klaksvíkar við Jóan Palla Poulsen. 29. 1894 Poul Enok Hansen, í Køkinum. Beiggi Jákup (5) og Elsebeth Frederikku (4). Var fyrst lærari nógv ár á Viðareiði, síðan í Gøtu. Giftist við Elsu Gregersen úr Klaksvík. 30. 1889 Napoleon Jensen, vaks upp í Blásastovu. Kendur í Klaksvík sum Gøtu Poli. 31. 1886 Tummas Jakku Thomsen, í Blásastovu. Var sonur Tummas (49) og Elspu Katrinu (24). Giftur við Magda­ lenu f. Gregersen úr Syðrugøtu. 32. 1897 Sunneva Heinesen, í Súnastovu. Dóttir Elspu (44). Systir Hansinu (15). Giftist við Eliesar Jacobsen í Tjørnustovu. 33. 1905 Petrina Joensen, í Frammi­ stovu. Dóttir Petru (10). Giftist við Hans David (42). Henda myndin av kirkjufólki er tikin í 1911. Hon er sera áhugaverd sum lýsing av bygdini. Men tað er skilligt, at hendan er tikin á sumri, tá ið nógvir skipsmenn hava verið burtur. Vit hava roynt at finna fram til nøvnini á myndini. Vit royna eisini at útgreina sambandið millum teir ymisku persónarnar. Har ikki annað er tilskilað, er viðkomandi úr Norðragøtu. Numrini vísa til skitsuna undir myndini. Nógvir av hesum persónum verða nevndir í hesi frásøgn. Fyri hvønn persón er sett føðingarár Kirkjufólk í 1911 4