mikudagur 2. juli 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 2. juli 2008
15
viðmerkingar
Anders Fogh Rasmussen
megnaði sera dugnaliga at
bera sín boðskap fram á
vitjanini í Føroyum, uttan
at nakar setur spurnar
tekin við veruleikan aftan
fyri. Hetta gevur okkum
kærkomið høvi at endur
skoða, hvar vit eru stødd
politiskt í Føroyum
Kenni tað sum ein stóran
heiður, at danski forsætis
ráðharrin og Dimmalætting
velja at brúka bæði forsíðu
og eina heila opnu at seta
spjaldur á undirritaða og at
viðgera føroyskan politikk í
sambandi við vitjanina í
Føroyum í seinastu viku.
Boðskapurin hjá Anders
Fogh Rasmussen var greiður
og – eftir bókini – í trimum
pørtum:
Danska stjórnin leggur seg
ikki út í føroyskan politikk.
Men annars heldur forsætis
ráðharrin, at uttanríkispolit
isku ætlanirnar hjá meirilut
anum í Føroyum eru skeivar.
Hann vísir á, at uttanríkispoli
tikkur kostar nógvar pengar
fyri fólkið í Føroyum, og at
Danmark er nógv betur ført
fyri at røkja okkara áhugamál
úti í heimi – tildømis mót
vegis ES, har Danmark hevur
“lyklarnar”, sambært sam
røðuni í Dimmalætting.
Undirritaði verður skírdur
at vera ímóti Danmark – ja,
at “gera Danmark til eina
skálkatjóð” – og ikki at vilja
samstarva við Danmark. Og
so koma vanligu spjaldrini
um at fáa meiriluta fyri at
fáa “keisara, uttanríkisráð
harra, forseta” o.s.fr.
Ongir politiskir trupul
leikar eru at loysa ímillum
londini. Føroyskir og grøn
lendskir myndugleikar hava
sjálvir skyldina av, at danska
stjórnin brýtur eina avtalu
við føroysku og grønlendsku
stjórnirnar og atkvøður ímóti
okkara áhugamálum í altjóða
hvalaveiðinevndini. Ja, Norð
uratlantsbólkurin hevur høv
uðsábyrgdina av, at Danmark
atkvøður fyri friðaðum hvala
veiðiøkjum (!).
Norðuratlantsbólkurin
stjórn í Danmark
Eg taki hetta sum skemt á
høgum stigi. Serliga tá vit so
ofta hoyra um “javnbjóðis
virðing” og “javnsettar part
ar”. Tað er ein serliga stutt
lig viðurkenning av Norður
atlantsbólkinum, at hann nú
er vorðin stjórn í Danmark,
og at danska stjórnin knapp
liga ikki hevur ábyrgdina av
at útvega sær meiriluta fyri
sínum politikki. Í øllum
øðrum málum tryggjar
stjórnin sær sjálvandi meiri
luta saman við stuðulsflokk
inum, Danska Fólkaflokki
num. Og mundi tað nú ikki
vera hesin stuðulsflokkurin
hjá donsku stjórnini, ið
broytti hugsan í hvalamál
inum, uttan at tað fekk
nakrar avleiðingar?
Sera áhugavert er at eyg
leiða, hvussu Anders Fogh
Rasmussen megnar at draga
fjølmiðlarnar við sær. Í sam
røðuni í Dimmalætting spæl
ir blaðmaðurin virkið við og
leggur enntá undirritaða orð
í munnin um ikki at hava
nevnt Danmark í einari sam
røðu um ES, hóast tað kann
prógvast, at tað er skeivt.
Òsonnu upplýsingarnar
verða síðani nýttir at seta
spjaldur á undirritaða – og
soleiðis gongur samrøðan
sum eftir ánni...
Tí er nærum synd at
órógva boðskapin og hetta
dugnaliga spunaarbeiðið við
fakta og veruleika.
Hvussu um vit høvdu gjørt
tað sama uttanlands?
Men vit kunnu royna at ímynda
okkum eina øvuta støðu:
Um ein føroyskur stjórnar
leiðari fór á vitjan í øðrum
landi og legði persónliga
eftir einum ráðharra – og
annars gjørdi greitt, at avtal
urnar hjá eini meirilutastjórn
í tí landinum um uttanríkis
politikk o.a. vóru skeivar.
Um ein føroyskur løg
maður fór á vitjan í – lat
okkum siga Svøríki ella
Noregi – og legði svenska
ella norska uttanríkisráð
harran undir at gera Føroyar
til eina “skálkatjóð” – uttan
nakra grundgeving yirhøvur.
Um ein føroyskur ráðharri
fór á vitjan í einum øðrum
landi við tí boðskapi, at
orsøkin til, at føroyska
stjórnin hevði brotið eina
avtalu við tað landið, var
teirra egna skyld, tí tey
høvdu ikki gjørt nóg mikið
fyri at ávirka parlamentar
iska grundarlagið undir
føroysku stjórnini.
Rokni við, at vit tá høvdu
fingið eina diplomatiska
kreppu, og at bæði fjølmiðlar
og onnur høvdu spurt um
prógv og grundgevingar fyri
slíkum boðskapi. Rokni somu
leiðis við, at onkur hevði
mett, at tað var at leggja upp
til “konfrontasjón” og at
skapa trupulleikar.
Heimastýrisligheitin
endurskapað
Men soleiðis er ikki hjá okk
um. Heldur kunnu vit rokna
við, at um ein føroyskur
politikari setir spurnartekin
við framferðarháttin og út
sagnirnar, so verður tað
hinvegin lagt út sum “kon
frontasjón” og at skapa
trupulleikar.
Hetta prógvar eftir mínum
tykki, hvussu heimastýrislig
vit eru enn í 2008. Hvussu
vit støðugt endurskapa heima
stýrisligheitina í fjølmiðlum
og politiskum orðaskifti. Ver
andi valdið skal altíð endur
skapast og onki má broytast
ella bjóðast av. Sannleikin
liggur altíð onkra aðra staðni,
enn hjá okkum sjálvum.
Og hvussu skal nakar
virða okkum, tá vit sjálvi
virða okkum so lítið?
Eg vil tí í allari friðarligheit
loyva mær at seta nakrar spurn
ingar og vísa á nøkur svar:
Hvar og nær hevur undir
ritaði gjørt Danmark til
“skálkatjóð”?
Svarið er sjálvandi onga
staðni og ongantíð.
Veruleikin er hinvegin, at
eg havi hildið langar røður,
skrivað drúgvar greinar og
givið eina heila bók út, har
boðskapurin er greiður:
Danmark røkir dugnaliga
síni áhugamál, og onki løgið
er í tí. Á fleiri økjum hava
vit ymisk áhugamál og for
treytir, og har kann Danmark
sjálvsagt ikki røkja okkara
mál. Tí er neyðugt, at vit
sjálvi taka ábyrgdina av
okkara uttanríkispolitikki og
samstarva sum vaksin fólk.
Hvar og nær hava vit ikki
viljað samstarvað við
Danmark?
Svarið er sjálvandi onga
staðni og ongantíð.
Veruleikin er hinvegin, at
vit samstarva dúgliga við
Danmark og nýta donsku
uttanríkistænastuna allastað
ni, har vit kunnu. Men vit
vilja eisini byggja upp bein
leiðis samstarv við onnur
lond og felagsskapir undir
egnum samleika, har vit
hava áhugamál at røkja. Dan
ska stjórnin er væl kunnað
um hetta – og hon veit sjálv
andi, at endamálið hjá okk
um er at byggja upp okkara
sambond, so vit eru tilreiðar
at standa á egnum beinum
sum sjálvstøðugt land.
Hvar og nær hava Føroyar
ikki roynt at fingið betri
avtalur við ES gjøgnum
donsku skipanina?
Svarið er sjálvandi ongastað
ni og ongantíð.
Veruleikin er hinvegin, at
vit nú á 36. ári hava roynt at
fingið betri avtalur við ES og
aðrar felagsskapir gjøgnum
donsku skipanina – uttan mun
til, hvør hevur sitið í stjórn í
Føroyum. Tað hevur gingið
striltið og seinført. Bæði tí, at
vit hava ikki gjørt okkum
greiðar ætlanir, og eisini tí, at
vit kunnu ikki rokna við, at
Danmark sum eitt av nú 27
londum í ES, bara skal orna
tingini fyri okkum.
Danmark verður alt meira
bundið av ESavgerðum sum
eisini verða tiknar okkara
vegna, hóast vit ikki hava
valt hetta og tað stríðir ímóti
okkara áhugamálum. Hvala
veiðimálið er bara eitt av
mongum. Ikki minst nýggja
ESstýrisskipanin og at Dan
mark fer at atkvøða um at
taka av síni fyrivarni mót
vegis ESsamstarvinum, fer
at leggja enn fleiri av okkara
málum til ES at gera av.
Hetta noyðast vit at
ásanna og loysa á ein sivili
seraðan og demokratiskarn
hátt, uttan at leggja tað út
sum nakað stríð millum
Føroyar og Danmark – ella
við at háða persónar og
politiskar flokkar.
Uttanríkisráðið – amboð
til samstarv
Vit í landsstýrinum og Uttan
ríkisráðnum seta nú alla orku
inn til at greiða okkara strate
gisku støðu mótvegis ES,
EFTA og øðrum felagsskap
um til tess at røkja okkara
áhugamál. Hetta gera vit sjálv
sagt við at røkja og knýta
sambond bæði við Danmark,
okkara næstu grannalond, og
aðrar partar, har vit kunnu
útinna felags áhugamál.
Hetta er eitt av endamál
unum við at stovna føroyska
Uttanríkisráðið. Og tað hevði
verið eitt ómetaligt framstig,
um vit kundu samst í Føroy
um um hesi áhugamál – held
ur enn at niðurgera hvønn
annan. Tað ger bert okkara
samráðingarstøðu vánaliga og
fastheldur okkum í heimastýr
isliga ongamannalandinum.
Hvussu heimastýrislig vilja vit vera?
Høgni Hoydal
Eftir at familja mín og eg
eru hongd út í pressuni í
allar besta slaturblaðstíli,
kenni eg meg noyddan at
skriva hesar reglur fyri at
greiða frá samskiftis mis
takinum hjá Atlantsflogi í
Kastrup sunnudagin, sum
skandalupressan annars
hevur givið konu míni og
mær skuldina fyri
Tað tykist púra greitt, at ein
nýggjur stílur hevur tikið
seg upp summa staðni innan
journalistiska yrkið í Føroy
um. Slaturblaðstílurin skal
nú bjarga fjølmiðlum við
reyðum tølum á botnlinjuni
og onki er heilagt.
Hetta hevur kona mín
merkt sviðan av, nú tað er
sligið stórt upp á forsíðuni á
bløðum, sum annars kalla
seg seriøs, at hon valdi at
fara í land aftur úr einum
flogfari eftir niðrandi við
ferð, sum hon ikki hevði
ábyrgdina av. Harmiligt er
tað, at øll familjan skal
svíða fyri, at man er politik
ari í hesum landinum og
sárandi er tað at merkja
skaðafrøðina á forsíðuni á
Dimmalætting og á kjak
síðunum hjá Norðlýsinum.
Skeiv kunning
Veruliga søgan er tann, at
konan, 3 mdr. gamli Rani og
eg sjálvur eftir tveir frídagar í
Keypmannahavn sunnudag
seinnapart skuldu til at inn
skriva okkum til kvøldflog
farið hjá Atlantsflog til Før
oya. Tá uppdaga vit, at ferða
seðilin er útskrivaður til
mánakvøld kl. 18.45 í staðin
fyri til sunnukvøld, sum var
ætlaður heimferðardagur. Vit
skunda okkum til skrivstov
una hjá Atlantsflog í Kastrup,
so tey kunnu rætta ferða
seðilin fyri okkum. Tað gera
tey við einum kravi um, at
vit rinda 1.200 krónur eyka.
Fyri at vera púra vís í, at alt
nú er í lagi, spyrja vit, um tað
er vist, at sunnudagsflogfarið
eisini fer úr Kastrup kl.
18.45, eins og upplýst er á
okkara ferðaseðli um mána
dagsflogfarið. “Ja, tað er
púra vist. Hetta er sama frá
ferð, bara sunnudag í staðin
fyri mánadag”, svara tey
handan diskin hjá Atlants
flogi í Kastrup.
Sjálvsagt velja vit at
trúgva starvsfólkunum hjá
flogfelagnum og seta ikki
fleiri spurnartekin, tí nú
byrjar vanliga stríðið, sum tú
hevur, tá tú ert á einum
flogvølli við einum smá
barni. Ein stór blæa við
kukki skal skiftast, meðan
kuffertið skal innskrivast við
eitt borð og barnavognurin
latast inn í hinum endanum
á terminalinum. So er tað
trygdareftirlit, eitt blæuskift
afturat og líka ein gáva, sum
skuldi keypast heim við.
Men á veg inn í handilin
klokkan 17.48 ringir tele
fonin: “Er tað John Jo
hannessen? Hvat í verðini
hugsar tú fyri tær? Her stend
ur eitt heilt flogfar og bíðar
eftir tykkum”, eru boðini úr
hinum endanum. Tað er
Atlantsflog, sum hevur ringt.
Vit skilja ikki heilt boðini, tí
fyri lítlari løtu síðani hava
vit fingið greitt at vita, at
okkara flogfar fer ikki fyrr
enn kl. 18.45 og júst komin
upp í fráfaringarhøllina,
hava vit enn ikki fingið
stundir at hugt upp á nakra
av kunningartalvunum. Men
vit renna við sjógv á baki út
ímóti flogfarinum.
Komin til flogfarið, verður
kona mín skeldað út av ein
um starvsfólki framman fyri
einum fullum flogfari av
fólki fyri at hava gingið og
hugnað sær við at keypa
tollfrítt, meðan flogfarið hev
ur bíðað eftir henni. Ferða
fólk fara at rópa eftir okkum,
og tá kennir hon seg so mikið
órættvíst viðfarna, at hon
ikki hættar sær við hesum
flogfarinum við einum nýføð
ingi og sjálvsagt fari eg í
land aftan á henni.
Hendiligt mistak
Vit koma til ta niðurstøðu, at
orsakað av skeivum upplýs
ingum frá flogfelagnum, eru
vit komin í hesa óhepnu
støðu. Eg ringi til flogfelag
ið, og løtu seinni eru vit
innskrivað til eitt flogfar,
sum skal fara til Føroya kl.
21.30. Bæði vit, leiðslan í
Atlantsflogi og starvsfólkini
vóru kedd um hendingina.
Men tað eydnaðist kortini at
sleppa heim til Føroya við
einum flogfari, sum tíverri
mátti standa nátt í Egilsstað
um orsakað av vánaligum
veðri í Føroyum. Tó skal
viðmerkjast, at tænastan,
kunningin og viðferðin á
hesum túri var serstakliga
góð og professionell.
Síðani hendingina havi eg
havt samband við leiðsluna í
Atlantsflogi av tí stóra fjøl
miðlaáhuganum kring hetta
lítla mistakið. Bæði Atlants
flog og vit hava somu upp
fatan av, hvat fór fram, og
hvørgin hevur nakran áhuga í
at gera nakað hóvasták burtur
úr hesum hendiliga óhappi.
Orsøkin til hvøssu viðmerk
ingarnar frá strongdu starvs
fólkunum komu av, at tey
stóðu við einum seinkaðum
flogfari og vistu ikki, at vit
vóru skeivt kunnað av flog
felagnum sjálvum. Ta støð
una skilja vit væl.
Óundirbygdar gølusøgur
Serstakliga harmiligt er tað
tó, at ávísir fjølmiðlar royna
at bryggja óundirbygdar
gølusøgur við dulnevndum
keldum, har teir brúka feitar
yvirskriftir á forsíðuni, sum
teirri í Dimmu: “ATLANTS
FLOG NÓGV SEINKAÐ
AV LØGTINGSLIMI.” Og
løgið er tað, at Dimma inni í
greinini sigur, at “tað eydn
aðist ikki Dimmalætting at
fáa fatur á John Johannessen
fyri evstamark hjá blaðnum í
dag”. Telefonin hjá mær
hevur verið opin alla tíðina
síðani vit lendu í Føroyum
mánadagin fyrrapart, og her
hevur Dimma ikki ringt.
Tað er harmiligt, at bæði
makar og børn hjá politik
arum skulu verða brúkt í
slíkum óseriøsum royndum
at selja fleiri bløð. Hetta
rákið er serstakliga harmi
ligt, og vónandi læra fjøl
miðlar og fólk annars at
virða privatlívið hjá politik
arum og familjum teirra.
SE & Hør journalistikkur og miseydnað tænastuveiting
JoHn
JoHannessen