mikudagur 2. juli 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 125 - 2. juli 2008
tíðindi
Stutt Sagt
Ófriður
í Mongolia
Minst fýra fólk hava latið
lív í samanbrestum í mon
golska
høvuðsstaðnum
Ulan Bator teir seinastu
dagarnar. Samanbrestirnir
hava verið ímillum løg
regluna og mótmælisfólk,
og
tíðindastovurnar
skriva, at minst 130 fólk
hava fingið skaða, og at
fleiri hundrað mótmælis
fólk eru sett í varðhald.
Mongolska stjórnin hevur
lýst landið í undantaks
støðu, og í morgun vóru
fleiri av høvuðsvegunum
í høvuðsstaðnum stongdir.
Val var í Mongolia sunnu
dagin,
og
sambært
almennu valnevndini vann
stjóirnarflokkurin tryggan
sigur. Tað vil andstøðan
ikki góðtaka.
Hartar
Sarkozy
Handilskommiserurin hjá
ES, Peter Mandelson, er í
øðini
inn
á
franska
forsetan, Nicolas Sarkozy.
Franski forsetin, sum júst
hevur
tikið
við
sum
formaður í ES, hevur sagt,
at hann heldur lítið um
ætlanina hjá Mandelson
at
lækka
stuðulin
til
landbúnaðin í ESlond
unum og at beina toll og
avgjøld á landbúnaðar
vørum burtur. Sarkozy
sigur, at verða ætlaninar
hjá kommiserinum settar
í verk, fer tað at gera enda
á landbúnaðinum í teim
um flestu ESlondunum.
Peter Mandelson hevur
svarað, at tað er hann,
sum er kommiserur í
landbúnaðarmálum
og
ikki Sarkozy.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Tað er ikki nóg mikið, at Robert Mugabe fer frá, tí tað
loysir ikki trupulleikarnar í Zimbabwe
Thabo Mbeki
útlond
Ófriðurin í Mongolia
hevur kravt minst fýra
mannalív
Mynd: AP
Norska farmaskipið "Berge
Danuta" tók í gjár 13 fólk
av einum báti í meksikanska
flógvanum. Tað vísti seg, at
fólkini vóru kubanar, og at
tey ætlaðu sær til Florida.
Tá tað norska skipið kom
fram á tey, var báturin 235
fjórðingar úr Kuba, men
langt vestan fyri ta ætlaðu
kósina.
Skiparin
á
"Berge
Danuta" sigur við NTB, at
fólkini høvdu verið 30
samdøgur á sjónum, og at
bara ein ár var í bátinum.
Kubanararnir høvdu bara eina ár
Mynd: Reuters
Suðurafrikanski
forsetin, Thabo
Mbeki, vil ikki taka
undir við kravinum
um, at Robert Mugabe
skal fara frá
Suðurafrika er tað landið,
sum hevur størstu ávirkan
ina á viðurskiftini í Zim
babwe, og tí hevur ES biðið
suðurafrikanska
forsetan
styðja evropeiska kravið
um, at Robert Mugabe skal
leggja frá sær, at at Morgan
Tsvangirai er tann lógliga
valdi forsetin í Zimbabwe.
Men Thabo Mbeki, for
seti, vil ikki taka undir við
kravinum um, at Mugabe
skal fara frá.
Tað loysir ikki trupul
leikarnar í Zimbabwe, at
Mugabe fer frá, sigur hann.
Politiskir eygleiðarar í
Bruxelles siga við BBC, at
svarið frá Thabo Mbeki
kemur ES illa við, tí suður
afrikanski forsetin hevur
verið mettur sum ein av
teimum fáu, sum kann
ávirka Mugabe.
Suðurafrikanskir
fjøl
miðlar vistu í gjár at siga, at
suðurafrikanskir diplomatar
hava gjørt eitt uppskot um,
hvussu
tann
politiska
kreppan í grannalandinum
kann loysast. Eftir henni
kann Robert Mugabe halda
fram
sum
forseti,
og
Morgan Tsvangirai verður
forsætisráðharri.
Vil ikki krevja Mugabe frá
Thabo Mbeki og Robert
Mugabe
á afrikanska
leiðarafundinum
Mynd: Polfoto
Mótmæla oljuprísinum
Fleiri hundrað bretskir lastbilaeigarar ætla sær at koyra til miðbýin í London, har teir ætla at parkera uttan fyri
parlamentið fyri at vísa sína misnøgd við tann høga oljuprísin. Lastbilaeigararnir fáa fullan stuðul frá sínum bilstjórum,
sum stúra fyri at missa arbeiðið orsakað av tí høga oljuprísinum. Bæði lastbilaeigararnir og teirra bilstjórar vilja hava
stjórnina at skarva av avgjøldunum fyri at fáa oljuprísin niður.
Ætlaðu at rógva til USA
við einari ár