Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 125 - 2. juli 2008 ] Undir alt lágmark SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur – Hevði eg verið Sigfríður Clementsen, so hevði eg fari beint oman í Kiosk Aktiv og keypt ein lottoseðil, tí hann hevði garanterað vunnið tíggju milliónir, so heppin hasin maðurin hevur verið seinastu tíðina Havgrímur Johannesen - Eg kann heldur ikki siga, at eg eri bilsin av, at eg var uppsagdur. Leiðslan í B36, sum er eitt stórt tvætl, hevur ikki sagt sannleikan, sigur Károly Potemkin, sum nú ætlar at finna sær nýtt føroyskt felag Fótbóltur Uni Holm Johannesen - Eg kann ikki siga, at hetta kom serliga óvart á meg. Tað hevur ongantíð verið skil í leiðsluni hjá B36. Ungarski Károly Potem- kin stendur púra spyrjandi eftir, at hann í farnu viku fekk durðafjórðingin í B36. Havgrímur Johanne- sen, sum er ein av teimum, sum tekur sær av Formula- hópinum hjá árstalsfelag- num, segði við Sosialin, at tað var ein avleiðing av gongdini, sum ikki hevur verið nøktandi seinastu vik- urnar. Potemkin skilir als ikki avgerðina hjá leiðsluni, og hann er týðiliga mis- nøgdur við brádligu upp- sagnina av sáttmálanum við árstalsfelagið. Eingin orsøk Søgurnar hava verið fleiri, hví leiðslan í B36 slapp sær av við Károly Potemkin. Ungarin dugir ikki sjálvur at svara, hvør orsøkin var. Hann fekk onga veruliga grundgeving. - Eg skilji einki. Í farna mán- aða skoraði eg tvær ferðir, tá vit vunnu á Víkingi, og eg kom somuleiðis tvær ferðir á máltalvuna í steypafinaluni ímóti EB/ Streymi. Eg merkti eisini, at øll kring felagið vóru nøgd við mítt avrik. Men áðrenn eg veit av, so eri eg ikki partur av hópinum longur. Eg fekk ikki at vita, hví so var. Leiðslan í B36, sum er eitt stórt tvætl, hevur ikki sagt sannleikan, stað- festir hann. Nagy skuldi eisini heim B36 fekk í januar avtalu í lag við ungararnar Karoly Potemkin og Tamás Nagy. Hesir hava sjálvsagt verið nógv saman seinastu mánað- irnar. Tað var eisini sera nær við, at báðir fingu somu lagnu í árstalsfelag- num. Ætlanin var ikki, at Nagy skuldi halda fram í árstalsfelagnum, tá lands- kappingin júst var farin aftur av bakkastokki. - Nagy fekk boðini, at felagið ikki hevði brúk fyri honum. Men tá Ingi Højsted síðan gjørdist álvarsama skaddur, var tørvur á honum kortini. Og tílíkt hoyrir ongastaðni heima. Tískil kann eg heldur ikki siga, at eg eri bilsin av, at eg var uppsagdur, sigur Potemkin. Ungarin hevur tó fleiri góðar løtur at síggja aftur á í hvíta búnanum. Á fótbólts- vøllinum var tað fantastiskt, meðan uttanfyri hevur tað ikki altíð verið stuttligt. - Eg fari ongan- tíð at gloyma málini, sum eg havi latið meg fagnað saman við fjepp- arafelagnum White Tigers. Mær hevur serliga dámað sera væl at spælt á heima- vøllinum í Gundadali. Og tað eiga alla áskoðarnir eina stóra tøkk fyri, sigur ungarski framherjin. Verandi í Føroyum Károly Potemkin kom til Føroya í fjør, har hann hjálpti EB/Streymi í seinnu kappingar- hálvu. Sáttmálin varð ikki longdur við felagið úr Sunda- lagnum, og í vetur gjørdist greitt, at ungarin ætlandi skuldi skjóta málini í B36. Hóast hann í farnu viku varð sendur til hús, so ætlar fram- herjin at halda fram í Føroyum og føroyskum fótbólti. Hann hevur framvegis ikki tosað við nakað felag, men hann fer at leita eftir nýggjum felag. - Mær dámar sera væl í Føroy- um, og eg vil feg- in halda fram. Fólkini, sum heild, eru sera vinarliga og fyri- komandi. Men eftir hesa uppliv- ingina seti eg sjálvsagt treytir til mítt nýggja felag. Leiðslan skal hava tamar- hald á støðuni. Uttanfyri vøll- in skal alt verða í lagi, og tað eigur tað at vera a l l a s t a ð n i , sigur Károly Potem- kin, sum skjeyt fýra mál í 12 landskappingardystum fyri B36. Potemkin stendur spyrjandi Havgrímur Johannesen, , ið er ein av teimum, sum tekur sær av Formulaliðnum hjá B36, hevur ikki hug at gera viðmerkingar til útsagnirnar hjá Potemkin Fótbóltur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Havgrímur Johannesen hevur ikki hug at gera tær stóru viðmerkingarnar til tað, ið Karoly Potemkin førir fram á hesi síðu. – Hatta er undir alt lágmark, og tað kundi ikki folli mær inn at fari niður á sama støði, sigur Havgrímur Johannesen. – Tað einasta eg vil siga er, at tá tú sum leikari selir teg, so er tað fyri at gera eitt arbeiði. Men tá tú ikki lýkur tær treytir, ið sáttmálin sigur, so kunnu vit illa annað enn handla sum vit hava, staðfestir Havgrímur Johannesen. - Mær dámar sera væl í Føroyum, og eg vil fegin halda fram. Fólkini, sum heild, eru sera vinarliga og fyrikom- andi. Men eftir hesa upplivingina seti eg sjálvsagt treytir til mítt nýggja felag, sigur Károly Potemkin