Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 125 - 2. juli 2008 ] Ronaldinho vil til Chelsea Tað eru helst fleiri EB/Streymarar, sum í hesum døgum vóna, at brasilska heimsstjørnan Ronaldinho endar í Manchester City, sum 17. juli kemur til Føroya. Men okkurt er, sum bendir á, at hetta verður verandi dreymur. Tí í meðan City roynir at skava pengar til eitt tilboð saman, so eru nýggi Chelsea- venjarin, Scolari, og Ronaldinho báðir farnir at fríggja. – Eg havi stóra virðing fyri honum, og skuldi møguleiki verið fyri at arbeitt saman við honum aftur, hevði tað verið vakurt, hevur Ronaldinho sagt við brasilskt sjónvarp. Spæla á Tórsvølli Hóast EB/Streymur nú hevur møguleika at spæla á graslíki í europiskum høpi, so verður tað á Tórsvølli, at dysturin móti Manchester City verður spældur. Tað váttar Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi. Og tað eru helst vónirnar um eina velduga áskoðarafjøld, sum gera sítt í so máta. Lítil ivi er um, at onnur enn EB/Streyma-viðhaldsfólk hava hug at hyggja, nú Manchester City kemur hendaveg, og við hópatals enskum áskoðarum ræður eisini um hjá EB/Streymi at fáa sum mest í kassan tann vegin. Meðan tað hjá spælarunum er talan um fantastiska avbjóðing, er setningurin hjá EB/ Streyma-leiðsluni at skúma róman, nú lutakastið gjørdist tað best hugsandi Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo EB/Streymur noyðist at bíða í øllum førum eitt ár, áðrenn felagið fyri fyrstu ferð kann spæla við í undan- kappingini til Champions League. Hetta sjálvandi treytað av, at liðið heldur fast um verandi oddasess- in. Men longu nú kann felag- ið so væl og virðiliga skor- að kassan. Kanska enntá í størri mun, enn meistararnir úr NSÍ kunnu tað. Fíggjarligur gloypibiti Manchester City úr ensku Premier League er nevnliga ein sannur gloypibiti, tá talan er um pengar fyri sendirættindi. Her hava føroysku feløgini eina avtalu við Sportfive, har liðini úr ymsu londunum eru flokkað í ymsar bólkar. Talan er um hampuliga solidariska avtalu, soleiðis at til dømis NSÍ fær nakað í sín part, hóast tað neyvan er serliga stórur áhugi kring Europa fyri at senda frá dystinum millum føroysku og georgisku meistaralið- ini. Tað merkir hinvegin eis- ini, at EB/Streymur ikki kann fara á beinleiðis upp- boðssølu við sínum rættind- um til heimadystin móti Manchester City, men enska liðið fær tó kassa- klokkurnar at ringja kort- ini. Fyrst og fremst, so eru lið úr ensku Premier League tey, sum eru flokkað langt ovast í yvirlitinum hjá Sportfive. Og tí er útgangs- støðið undan samráðing- unum rættiliga høgt. Hartil er Manchester City eitt felag, sum hevur rætti- liga nógv viðhaldsfólk, og tí eru útlit fyri góðum hyggj- aratølum og harav góðari lýsingarsølu. Og tað gevur aftur eyka krónur í kassan. Hvussu stóra upphædd talan er um, ber illa til at siga. Tó kann staðfestast, at ensku sjónvarpspengarnir eru teir størstu í Europa. Og til sammetingar kann nevn- ast, at tað kastað góða hálva millión krónur av sær, tá B36 fyri tveimum árum síð- ani spældi móti turkiska Fenerbache. Eitt tal, sum ikki óhugsandi kann faldast við trý ella kanska fimm, nú EB/Streymur spælir móti enskum liði. Ensk innrás Og so eru tað sjálvandi eisini áskoðarainntøkurnar. Hvussu nógvir enskir áskoð- arar hava stundir at ferðast til Føroya, er ilt at siga, men bretar eru vanliga væl mann- aðir, tá feløg teirra spæla uttanlands. At talan so sam- stundis er um fyrsta dystin hjá Manchester City á árin- um. Fyrsta dystin við Mark Hughes sum venjara. Fyrsta dystinum hjá Manchester City í Europa í drúgt ára- mál. Og ivaleyst eisini fyrsta dystinum við fleiri nýggjum stjørnum á liðn- um, ger ikki uppgerðina minni áhugaverda í so máta. Eitt faktum, sum kanska eisini fær ymsu skeinki- støðini í Havn at bunkra sær eyka nógv í kaggarnar komandi vikuna. Milliónir rulla í Sundalagið Tað kastaði góða hálva millión krónur av sær, tá B36 fyri tveimum árum síðani spældi móti turkiska Fenerbache. Eitt tal, sum ikki óhugsandi kann faldast við trý ella kanska fimm, nú EB/Streymur spælir móti enskum liði - Platini sat beint framman fyri meg, og umboðini hjá Mancester City vóru undir liðini á mær. Og eg haldi, at hesir vórðu nakað kløkkir, tá teir sóu, hvussu glaður eg varð um lutakastið, sigur formaður í EB/ Streymi Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var veruliga ovasta hill, sum tikið varð av, tá før- oysku fótbóltsumboðini vóru til lutakastið í UEFA- Cup kappingini í gjár. Besta pakkan av øllum fekk EB/Streymur, tá Man- chester City kom úr pott- inum, og tað var sjálvandi ein ovurfegin formaður í felagnum, sum Sosialurin tosaði við seinni mána- dagin. - Har vóru ikki so nógvar kúlur eftir, tá okkara kom upp. Ein av teimum, sum vóru eftir, var tann við Manchester City, so sjálv- andi fegnaðist eg um hetta. Eg sat eisini soleiðis fyri, at Platini sat beint framman fyri meg, meðan umboðini hjá Manchester City vóru undir liðini á mær, og eg haldi, at teir gjørdist nakað bilsnir, tá teir sóu, hvussu glaður eg varð, sigur Rólant Højsted. Pengar og uppliving Og so leggur Rólant Højsted afturat, at tað eru fleiri orsøkir til fagnaðin í fel- agnum. - Tað er eingin loyna, at fíggjarliga var hetta best hugsandi lutakastið. Hvussu stórar upphæddir talan kann verða um, tori eg slettis ikki at gita. Men vit fingu alt fyri eitt fyrispurningar frá fleiri sjónvarpsfeløgum. Men vit hava so avrátt, at einki verður avgjørt í so máta, fyrr enn vit koma heim. - Og ítróttarliga er hetta eisini ein ótrúligur møgu- leiki. Hetta er ein møguleiki, sum spælaraar okkara helst ongan tíð fáa aftur. Ikki tí vit hugsa so nógv um at koma víðari. Men hetta er møguleikin hjá okkara monnum at spæla móti fleiri stórum stjørnum, og so mugu vit bara gera tað so væl, sum vit nú einaferð megna, sigur Rólant Høj- sted, formaður í EB/ Streymi. Platini varð kløkkur Eg sat eisini soleiðis fyri, at Platini sat beint framman fyri meg, meðan umboðini hjá Manchester City vóru undir liðini á mær, og eg haldi, at teir gjørdist nakað bilsnir, tá teir sóu, hvussu glaður eg varð, sigur Rólant Højsted