hósdagur 3. juli 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
TÍÐINDI
Nr. 126 - 3. juli 2008
Bjargaðu hálv-
deyðari súlu
Tá Gunnar Skúvadal, skipari á
ferðavinnubátinum Froyi ein dagin herfyri
sigldi gjøgnum Vestmannasund sá hann
okkurt, sum lá og baksaðist í sjónum.
DÁLKING
Snorri Brend
Myndir: puffin.fo
Teir komu nærri hesum, og sóu tá, at hetta »okkurt«
var ein súla, ið var komin føst í eitt trolpetti.
Dekkarin á Froyi henda túrin, Bjartur Tórhallson
fangaði súluna og hjálpti henni leysari
Tað var týðiligt at síggja, at súlan hevði verið føst í
trolprettinum í eina tíð. Hon var bæði rak og illa fyri.
Sagt verður, at hetta er ikki fyrstu ferð at teir eru
komnir fram á súlur og aðrar fuglar, ið eru vavdir inn
í trol og annað órudd, sum liggur og flýtur á sjónum.
Tveir dagar herfyri vóru
níggju føroysk myndafólk á
skeiði hjá kenda danska
myndamanninum
Jørgen
Brandt.
Á skeiðnum fingu tey
holl an
kunnleika
um,
hvussu ein kann taka góðar
myndir, annaðhvørt talan er
um myndir til eina lýsing
ella eitt portrett.
- Eg legði dent á at vísa
teimum, hvussu neyðugt
tað er allatíðina at finna
nýggjar vinklar, soleiðis at
myndirnar kunnu gerast
»feitar«. Tey skuldu helst
verð ið betri myndafólk í
dag enn í gjár, sigur Jørgen
Brandt.
Á skeiðnum fingu tey
eisini kunnleika um nýggjar
møguleikar við Photoshop,
har ein á telduni kann fáa
tað rætta »lukkið« fram í
teimum.
- Tað er ikki altíð neyðugt,
at ein er faklærdur mynda-
maður. Tað týdningarmesta
er, at tú ert seriøsur og hev-
ur kærleika til fakið, sigur
Jørgen Brandt.
Hann er sjálvur sera hug-
tikin av tí skiftandi ljósinum
í føroysku náttúruni. Tí,
sum hann sigur, her kann
tað skifta sera skjótt – frá
regni til bláan himmal eftir
lítlari løtu.
- Hetta ger tað spennandi
at arbeiða sum myndafólk í
Føroyum,
sigur
Jørgen
Brandt.
sb.
Nógv ymisk myndevni
eru at finna hjá royndu
myndafólkunum – bæði úti
og inni
Finna røttu vinklarnar
Teir báðir umborð á Froyi – vinstrumegin Gunnar Skúvadal
og Bjartur Tórhallson – harmast um dálkaðu firðirnar
Súlan er komin innanborða og verður nú loyst úr lagdi
Teir níggju luttakararnir á skeiðnum: Aftast v.m.: Finnur Justinussen og Bárður Lydersen. Miðraðið v.m.: Sunrid í Gong, Judith
Johannesen, Jørgen Lützen, Allan Brockie, Helena Dam, Per á Hædd og Jens Kristian Vang. Fremst: Undirvísarin Jørgen Brandt
Dimma kærd til
fjølmiðlanevndina
John Johannessen, løgtingsamður, hevur nú kært Dimmalætting til
Fjølmiðlaábyrgdarnevndina. Orsøkin er skriving í Dimma lætting
mánadagin, tá Dimmalætting skrivar, at løgtings mað urin seinkaði
fráferð hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn mána kvøldið. Blaðið
heldur uppá at hava ringt til tingmannin, sum ikki tók telefonina.
Ábrygdar blaðstjórin, Árni Gregersen sigur váttar í blaðnum í gjár,
at tey hava ringt til hansara fleiri ferðir. John Johannessen hevur
síðani fingið prógv frá Vodafone fyri, at Dimmalætting als ikki hevur ringt til hansara, og er
henda skriving er nú kærd til Fjølmiðlaábyrgdina.
22 hús í gerð í Miðvági
Í Miðvági verður bygt so nógv sum ongantíð áður. 22 hús eru í gerð í
Miðvági. Tá eru nýliga útgrivin grundøkir tald við. Síðani Vágatunnilin
gjørdist veruleiki, hevur verið nógv bygt í Vágum. Størstur hevur
byggihugurin verið í Miðvági, og har heldur nógva sethúsabyggingin
fram. Tey flestu húsini standa í gerð í Kirkjabø, har kommunan júst
hevur gjørt tveir nýggjar vegir. Tað standa eisini fleiri hús í gerð Norði á
Heiðum, sum er nýggjasti býlingurin í Miðvági, tað verða eisini sethús
bygd aðrastaðni í bygdini. Jóhannes Klein, bygdarráðsfortmaður sigur
við portalin hjá Jóanisi Nielsen, at í næstum verður eisini farið undir at
byggja nýggjan barnagarð í bygdini.
ur ringt til hansara og er