hósdagur 3. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 126 - 3. juli 2008
Bæði ein løgreglu
maður og eitt eygna
vitni trúðu, at tað fór
at enda heilt galið,
tá ið ein maður fleiri
ferðir sló ein annan
mann í høvdið við
gassa. Talan var um
serliga ráan og grovan
harðskap undir ser
stakliga skerpandi
umstøðum og tað
kostaði seks mánaðir
í fongsli
Harðskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit trúðu, at hann fór at
doyggja.
Bæði ein løgreglumaður
og eitt eygnavitni, ivaðust
ikki í, at tað fór at enda
heilt galið eftir eitt morgun
ball tíðliga ein sunnumorg
un í Havn herfyri.
Morgunballið endaði við
serliga ráum og grovum
harðskapi undir serstakliga
skerpandi umstøðum, tá ið
ein maður fleiri sló ein ann
an í høvdið við einum
gassa.
Eftir fyrsta slagið í høvd
ið small maðurin í vegin,
men eftir at hann var fallin,
fekk hann nøkur sløg afturat
í høvdið við gassanum.
Eitt eygnavitni sigur, at
tilsamans fekk maðurin eini
seks, sjey sløg í høvdið,
men síðani varð hann eisini
sparkaður einar tvær ferðir
í kroppin ímeðan hann lá.
Maðurin, sum sló, játtar
seg partvíst sekan, men
hann sigur, at hann sló í
mesta lagi tvær, tríggjar
ferðir og tað var heldur ikki
serliga hart.
Tað var eitt eygnavitni,
sum ringdi eftir løgregluni.
Vitnið var vaknað av hørð
um tónleiki og tá ið hon
hugdi út, sá hon, at tveir
mans stóðu á vegnum og
tókust. Men so sá hon, at
annar brúkti ein gassa til
vápn ímóti hinum og sló
hann einar seks, sjey ferðir
í høvdið, eisini eftir at mað
urin var fallin í vegin.
Trúðu at hann doyði
Tá ið málið var fyri í Føroya
Rætti
í
gjáramorgunin,
greiddi vitnið frá, at hon
ringdi eftir løgregluni, tí
hon helt, at hetta var so
grovt, at hon stúrdi fyri, at
tað fór at enda heilt galið
og at maðurin doyði.
Løgreglumaðurin,
sum
var fyrstur á staðið, segði,
at hetta var fyrstu ferð, at
hann hevði sæð so grovan
harðskap og eisini hann
fryktaði fyri lívinum á tí,
sum sligin var.
Tá ið maðurin kom á
Landssjúkrahúsið var hann
framvegis í óviti og tað
gingu nakrir tímar, áðrenn
hann raknaði við aftur.
Kanningar staðfestu, at
hann hevði tvey long og
djúp sár í skallanum, sum
vóru 46 sentimetrar long
og ein sentimetur djúp.
Hann hevði eisini eina lítla
bløðing í heilanum, sum
kravdi neyvt eftirlit í nakrar
tímar.
Hann slapp tó snikkaleys
ur, men sigur, at hann fram
vegis hevur høvuðpínu av
sløgunum.
Ákærin kravdi, at mað
urin varð dømdur at sita í
minst seks mánaðir. Tað var
dómarin samdur í og tað
var eisini úrslitið.
Dómarin helt, at sama
hvat upptaktin til harðskapin
var, átti revsingin at vera
seks mánaðir í fongsli.
Verjin
hjá
manninum
helt, at seks mánaðir var ov
hørð revsing, tí tað var ikki
til at fáa nágreiniliga at
vita, hvat var fyrifarist
frammanundan harðskapi
num.
Tað einasta, sum er vist,
er, at myndir hjá løgregluni
vísa, at tað hevur gingið
hart fyri seg inni í íbúðini,
tey høvdu ballast í, har var
ein rútur brotin, glas var á
gólvinum og veggir, gólv
og klædnapløgg vóru inns
murd í blóði, bæði í stovuni
og í baðirúminum.
Maðurin, sum áttu íbúð
ina, var tann sami, sum varð
álopin og hann visti onki
um, at nakað skuldi vera far
ið fram og dugdi ikki at
greiða frá, hví íbúðin var
soleiðis hagreidd.
At standurin var so ringur
í íbúðini, tók verjin hjá
manninum sum tekin um,
at okkurt varð farið fram
undan harðskapinum og tí
helt hann ikki, at revsingin
kundi vera meiri enn 4060
dagar í fongsli.
Mátti hava
telefonina
Sjálvur minnist tann ákærdi
ikki nógv, men hann minn
ist, at hann var í íbúðini
saman við nøkrum øðrum.
Brádliga var hann álopin
og sligin frá øllum síðum,
ímeðan hann lá í eini sofu.
Men tá ið hann so varð
tveittur á dyr, fekk hann
ikki jakkan og telefonina
við sær aftur.
Og tað harmaðist hann
um, tí telefonina mátti hann
hava av tí at hann skuldi
brúka hana at søkja sær
aðra íbúð við og hartil var
hon spildurnýggj.
Sjálvur búði hann í aðrari
íbúð í sama húsi og tí fór
hann inn til sín sjálvs eftir
gassanum.
Men hann skuldi bara
brúka hann at verja seg við,
skuldi hann aftur blivið
álopin, tá ið hann skuldi
gera eina roynd afturat at
fáa telefonina.
Komin út aftur, sá hann
mannin, sum átti íbúðina
og spurdi hann eftir jakka
num og telefonini.
Hin svaraði ikki, men
skumpaði hann um koll og
tað var meðan hann lá, at
hann sló gassan í høvdið á
hinum fyri at verja seg.
Slagið var ikki hart, men
hin fall og so sló hann tvær,
tríggjar ferðir afturat ímeð
an hann spurdi og spurdi
eftir telefonini.
Tann álopni reisti seg ikki,
men eg sá at hann bløddi,
greiddi tann ákærdi frá.
Eftir hetta fór hann inn í
íbúðina, har hann setti seg í
sofuna at fáa sær eitt ball
fyri at sissa seg aftur og so
kom løgreglan og handtók
hann.
Leggjast kann afturat, at
telefonina hevur hann ikki
fingið aftur enn.
Álopin aftanífrá
Maðurin, sum varð álopin
er ikki samdur í hesum.
Hann segði, at tað fyrsta,
hann merkir, var eitt hart
slag í nakkan. Hann helt,
hann hevði fingið ein stein
í høvdið. Hann fall, men sá
ákærda standa uppi yvir
sær. So fekk hann nøkur
sløg afturat og so minnist
hann ikki meir, fyrrenn
hann vaknaði aftur á Lands
sjúkrahúsinum.
Løgreglan sigur, at mað
urin fylgdi góðvilliga við,
tá ið hann varð handtikin
og hann hevur nú sitið í
varðhaldi í nakrar vikur.
Hann er ikki revsaður
áður.
Keypti hassj í
fongslinum
Hann varð eisini ákærdur
fyri at hava havt 2,87
gramm av hassji uppi á sær
ein dagin hann sat í varð
haldinum.
Maðurin segði, at hann
hevði enntá keypt tað í varð
haldinum og skuldi hava
tað at sova av.
Tann dømdi maðurin var
so ónøgdur við revsingina,
at hann skeyt dómin inn
fyri landsrættin alt fyri eitt.
Trúðu at hann doyði
Talan var um serliga
ráan og grovan
harðskap undir serliga
skerpandi umstøðum,
tá ið ein maður var
bukaður so illa í
høvdið við gassa, at
hann varð fluttur á
Landssjúkrahúsið við
ongum viti
Gjørd mynd
Ólavsøkukórið venur sunnudagin
Stóra felagskórið, sum á hvørjum ári við ymisk høvi setir dám á okkara tjóðarhátíð
ólavsøkuna – fyrst og fremst á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag, hevur sína fyrstu
venjing nú komandi sunnudag. Skráin, sum vanliga hevur verið rættiliga siðbundin,
fær í ár helst ein meira nútíðarligan dám, við tað at tað verður tónaskaldið Sunleif
Rasmussen, sum fer at skipa fyri. Tað er tí sera umráðandi, at sangarar, sum ætla at
verða við, so væl sum til ber møta til hvørja venjing. Ein og hvør er vælkomin, og
tað er ynskiligt, at talan verður um eitt veruligt landskór við sangarum helst úr øllum
landinum, sigur Kórsamband Føroya. Venjingarnar verða á Føroya Læraraskúla
hvønn sunnudag hetta fram móti ólavsøku í tíðarbilinum 15 18.
Annlis Bjarkhamar SSP-ráðgevi
Annlis Bjarkhamar er sett í starv sum SSPráðgevi. Annlis Bjarkhamar
er útbúgvin lærari og hevur harumframt serliga viðkomandi royndir
innan samskipan, leiðslu og verkætlanarfyriskipan. SSP er eitt tvørfak
ligt samstarv millum skúlaverk, sosialar myndugleikar og politi. Enda
málið við SSPsamstarvinum er at savna og samskipa fyribyrgjandi
arbeiðið og at fremja atgerðir, sum kunnu fyribyrgja kriminaliteti mill
um børn og ung. Talan kann eisini vera um átøk, sum kunnu eisini
hjálpa teimum, ið onkursvegna eru komin í eina keðiliga støðu við atliti
at harðskapi, rúsevnum, lógarbrotum, óhóskandi og niðurbrótandi
atburði við meiri. SSPráðgevin fer at halda til á skrivstovuni hjá
Barnarverndarstovu Føroya. 14 umsóknir vóru til starvið.