hósdagur 3. juli 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 126 - 3. juli 2008
Um trý-tíðina í nátt
rendu ein 16 ára
gamal og tveir 14 ára
gamlir dreingir á bil
á argjum við bilinum
hjá foreldrunum at
eina dreinginum
Lógarbrot
Bjørk K. Olsen
bjork@sosialurin.fo
Ein 16 ára gamal og tveir
14 ára gamlir dreingir tóku
í nátt ein persónbil hjá for
eldrunum at eina dreingin
um og fóru á ferð. Ferðin
varð tó ikki so áhugaverd,
tá dreingirnir rendu á annan
bil um trý tíðina í nátt. Bilar
nir fóru sera illa, og teir fin
gu tískil ikki koyrt avstað
aftur. Ein persónskaði var.
Dreingirnir rýmdu, men
løgreglan var skjót á staðn
um og fangaði teir, áðrenn
teir sluppu ov langt.
Av tí at bilførarin var und
ir revsingaraldrinum, vórðu
dreingirnir koyrdir til hús,
og málið verður nú yvirtikið
av barnaverndini.
Tannáringar
stjólu bil frá
foreldrum
Nýggju hølini hjá
Kaffistovuni á keiini
opna í morgin,
fríggjadagin 4. juli.
Café
Bjørk K. Olsen
bjork@sosialurin.fo
−
Kaffistovan á kei
ini lat aftur 8. mars og hevur
verið
undir
umvæling
seinastu fýra mánaðarnar. Í
morgin, fríggjadagin 4. juli,
opnar hon aftur í nýggjum
hølum.
−
Húsið er alt nýtt,
men vit hava enn gamla
konseptið hjá kaffistovuni,
sigur Jóna Jacobsen, viðeig
ari og dagligi leiðari. Nýggj
ur køkur er komin, so betri
møguleikar verða at bjóða
viðskiftafólkum eitt meiri
fjølbroytt útboð. Ætlanin er
at hava morgunmat hvønn
morgun og hava ein >>Tvey
vesi eru bygd – eitt til konu
fólk og eitt til mannfólk.
Ein eyka hurð er eisini sett
í við einari rampu framman,
so tað ber til hjá fólkum í
koyristóli at sleppa inn í
Kaffistovuna eisini. Opið
verður hvønn gerandisdag
frá klokkan sjey til klokkan
fimm. Í vikuskiftinum er
ætlanin at leiga hølið út til
veitslur og annað. Pláss er
fyri 70 fólkum á Kaffistov
uni.
−
Vit byrja, har vit
sleptu, og so fara vit at
útbyggja konseptið harfrá,
sigur Jóna Jacobsen.
Tann nýggja, gamla
kaffistovan
261 danskar fyritøkur
fóru á heysin í juni.
Hetta er ein øking
upp á 28,6% í mun til
juni i fjør
KoNKUrS
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nýggjastu hagtølini frá kre
dit og analysufyritøkuni,
Experian, vísir, at í juni
mánaði øktist talið av kon
kursum við 28,6%, saman
borið við sama mánað í
fjør.
Í alt fóru 261 fyritøkur av
knóranum í juni.
Økingin staðfestir ten
densin seinastu mánaðirnar,
har talið av konkursum hev
ur stabiliserað seg á einum
støði, sum er hægri enn í
fjør.
Verður hugt at seinastu
12 mánaðunum eru 2658
fyritøkur farnar á heysin,
og tað er ein øking upp á
23,1%.
Bara fyrstu seks mánaðir
nar í ár hava 1429 fyritøkur
snarað lyklinum um, og við
einfaldari framskriving ber
til at síggja, at fleiri enn
2850 fyritøkur fara á heysin
í 2008, skrivar politiken.dk
Alt fleiri fara á heysin
Talið av donskum fyritøkum, sum fara
av knóranum, er alsamt vaksandi
Oljuprísurin hóttir vinnuna
Hóast oljuprísurin er hækkaður munandi minni í Grønlandi enn
aðrastaðni, kærir grønlendska fiski og veiðimannafelagið seg
longu um, at tann dýra oljan er ein álvarssom hóttan ímóti
fiski og veiðimonnum. John Bielmann, sum er stjóri í
felagnum hjá fiski og veiðimonnum, sigur við KNR, at fáa
fiski og veiðimenninir ikki rættiliga skjótt tilsvarandi meiri
fyri tað, sum nteir veiða og avreiða, fer oljuprísurin at taka
grundarlagið undan teimum.
Halda eyga við oljuprísinum
Í Grønlandi hevur landsstýrið gjørt av at seta eina serliga nevnd,
hvørs uppgáva verður at halda eyga við gongdini í oljuprísinum
og kunna politikararnar og umsitingina um, hvørjar avleiðingar
tann hækkandi oljuprísurin kann fáa á tann grønlendska
búskapin. Eitt nú kann nevndin koma við uppskotum um tiltøk á
einstøkum ørkjum, og tað kann t. d. hugsast, at hon fer at mæla
til at framskunda ætlanir um vatnorkuútbygging, dýrkar oljan
framvegis