Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 126 - 3. juli 2008 Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, er bæði fortørnaður og avgjørdur, tá hann púra avvísur, at hækka pensjónsaldurin. – Tað kemur als ikki upp á tal, sigur hann PENSJÓNSALDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Eg vil fegin sláa fast, at tað eru ongar politiskar ætl- anir um at hækka pensjóns- aldurin. Tað sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum. Hann er rættiliga fortørn- aður um, at embætisfólk føra síni tilmæli fram, sum var tað ein politisk avgerð. - Tað eru ikki embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum og Landsbankanum, sum skulu stinga politisku kósina út í kortið viðvíkjandi pensjón- um og pensjónsaldri, sigur Hans Pauli Strøm. Hann sigur, at arbeiðs- setningurin hjá bólkinum var at gera uppskot til eftir- lønaruppsparing, og ikki at blanda alt møguligt annað uppí. - Tað er ótrúligt. Somu fólk, sum fyri einum ári síð- ani vavdu samhaldsfasta upp í pensjónirnar. Nú vevja tey pensjónsaldur upp í spurningin um eftirlønar- uppsparing, sigur Hans Pauli Strøm. Hetta, heldur landsstýris- maðurin, er ikki uppgávan hjá embætisfólkum. Hann er eisini firtin um, at hann sum avvarandi landsstýrismaður als ikki hevur verið eftirspurdur, tíansheldur kunnaðug. - Eg havi als onga kunn- ing fingið frá Fíggjarmála- ráðnum, og einki hevur ver- ið á mínum borði og vent. Vit mugu fáa eitt kjak um samlaðu eftirlønarstøðuna og framtíðarútlitini, men tað má gerast í samráð við avvarandi landsstýrismann, sigur Hans Pauli Strøm. Halda fast við 67 Landsstýrismaðurin sigur, at sjálvandi skal hetta málið umrøðast og viðgerðast, men áðrenn nakað fer alment út, skal avvarandi landsstýrismaður – í hesum førinum Hans Pauli Strøm – verða tikin við upp á ráð. At lond uttan um okkum hava hækkað sín pensjóns- aldur rættvísgerð ikki, at vit í Føroyum gera tað sama. - Í 80-unum lækkaðu fleiri lond teirra pensjóns- aldur. Danmark lækkaði sín pensjónsaldur niður í 65 ár, onnur lond, eitt nú Týskland heilt niður í 60 ár, meðan uppaftur onnur lond lækk- aðu pensjónsaldurin niður um 60 ár. Hesi lond hava nú sannað, at hesi stigini vóru ov drastisk, og tí hækka tey nú pensjónsaldurin, sigur Hans Pauli Strøm. Men hetta, heldur hann, gevur ikki belegg fyri, at vit fara at pilka við okkara pensjónsaldur. - Vit skulu halda fast við 67 ár, tað passar okkum best, sigur landsstýrismaðurin. Tá talan kemur inn á al- samt vaksandi partin av eldri fólki, meðan tað verða færri og færri, sum verða til at rinda fyri pensjónirnar, so vísir Hans Pauli Strøm á, at Føroyar framvegis hava hæg- sta føðitíttleika í Europa. - Tað er ein veruleiki, sum vit mugu fyrihalda okkum til og kanna nærri, sigur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum. Sápubløðra Alt viðvíkjandi eldraøkinum og pensjónsviðurskiftunum skal diskuterast politiskt, og at einki skal gerast, uttan at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum tekur undir við tí. Og tá talan er um tað tilmæli, sum nú er komið frambiður landsstýrismaðurin fólk bara vera rólig. - Eg kann róliga sissa fólk við, at hetta tilmælið er ein sápubløðra, sigur Hans Pauli Strøm. Hann sigur seg víðari vera samdan við tí, sum Sonja Jógvansdóttir, sam- skipari í Samtak, førdi fram á Rás2 í gjár. - Nú er møguleikin til endiliga at fáa eina nøktandi eftirlønarskipan, sigur Hans Pauli Strøm. Hann sigur, at ein nýggj eftirlønarskipan skal menn- ast, men tað verður ikki eftir tí leisti, sum arbeiðs- bólkurin í gjár kom við. - Har eru aðrir møguleikar. Eitt nú kundi verið hugt at mótrokningarskipanini í fólkapensjónini. Men eg skal sláa fast, at tað kemur ikki upp á tal at hækka pensjóns- aldurin, sigur Hans Pauli Strøm. Hann vil tó ikki skýra arbeiðið hjá nevndini fyri burturspilt. - Tað er alla æru vert, og í prinsippinum gott, at hugt verður at øllum aspektum, men tað er betri at føra ein meiri positivan eldrapolitikk. So heldur enn at hækka pensjónsaldurin, áttu vit at eggja fólki til at hildi fram at arbeitt eftir pensjónsaldurin. Ella í hvussu er givið fólki møguleikan sjálvi at velja, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum. Kortanei at hækka pensjónsaldurin Hans Pauli Strøm er langt frá imponeraður av tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum um framtíðar pensjónsviðurskifti Tað er ikki bert íslendsku eigararnir av Merlin, sum hava trupulleikar við likviditetinum FÍGGJARKREPPA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað verður framhaldandi boðað frá kreppu í íslendska fíggjarheiminum. Fleiri av teimum íløgufeløgunum, sum seinastu fimm árini hava tveitt seg út í eina risakeypið fyri og annað eftir á danskari jørð, eru í likviditetstrupulleikum. Í danska fíggjarheiminum sita nú fleri oddastjórar og stúra fyri, at fyrsti bankin snarar lykilin um, og harvið setur í gongd eina lavinu av fyritøkssølum. Íslendsku bankarnir fara at halda hondini yvir íleggjarunum so leingi sum tað yvirhøvur ber til, sigur ein kelda innan corporate finance-heiminum við danska blaðið Børsen. Íslendsku keypini eru serliga viðkvom í mun til tey feløg, ið fíggjargrunnar hava keypt. Íslendarar hava keypt fleri fyritøkur, sum geva undirskot, og hartil eru raktar v lækkandi húsa- prísum, fallandi keypshuga millum brúkarar og hækk- andi oljuprísum. Milliardir av íslendskum pengum eru lagdir í bygn- ingar, stórhandlar og flog- felagið Sterling, samstundis sum ein ætlað søla av stóru donsku ítróttaketunum, Sport- master og Intersport til tveir íslendskar brøður fyri tvær milliardir krónur, kollapsaði fyri 14 døgum síðani. Vandi fyri íslendskari domino-effekt Ætlanin at keypa Sportmaster og Intersport varð av ongum Peter Olofson aftur til Tanzania Miðskeiðis í august mánaði fara hjúnini Anne-Lene og Peter O. K. Olofsen aftur til afrikanska landið Tanzania. Eftir at hava verið á málskúla í sjey vikur í høvuðsstaðnum Dar es Salaam fara tey víðari til Sumbawanga, har vesturi í landinum. Her fer Peter at undirvísa á bíbliu- skúlanum hjá Brøðrakirkjuni, meðan Anne-Lena verður hjálparfólk hjá barna- og kvinnuráðgevanum hjá kirkjuni. Útsendingin av Olofson- hjúnunum verður fyriskipað av Kirkjuliga Missiónsfelagnum og verður í Klaksvík tann 10. august. Oljuprísurin nýtt met Fyri fyrstu ferð varð ein tunna av olju í nátt handlað fyri meiri enn 145 dollarar á asiatiska marknaðinum. Heilt nágreiniliga endaði prísurin á 145,01 dollara. Sambært greinarum er orsøkin til høga prísin tann, at USA ikki hevur so stóra goymslu, sum higartil hildið. Oljuprísurin er hækkaður 45% síðan ársbyrjan 2008, tá ein tunna av olju á fyrsta sinni varð handlað fyri meiri enn 100 dollarar. Vandi er fyri, at hækandi prísirnir fara at darva altjóða búskaparliga vøkstrinum komandi tíðina.