Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 126 - 3. juli 2008 Stutt Sagt Michelle og Cindy í andróðri Amerikanski almenning­ urin er ikki serliga hug­ tikin av Michelle Obama, sum er kona demokratiska forsetavalevnið, Barrack Obama. Í hvussu er vísir ein meiningakanning hjá AP, at 30 prosent av teim­ um spurdu eru nøgd við hana, men at 35 prosent halda lítið um hana. Men kanningin vísir eisini, at tað er sera ymiskt, hvat hvít og litt halda um Michelle Obama. Av teimum littu siga heili 80 prosent, at tey halda nógv av Michelle Obama, men bara 17 prosent av teimum hvítu eru líka jalig. AP hevur eisini spurt fólk, hvat tey halda um Cindy McCain, konu republikanska valevnið, John McCain. 27 prosent av teimum spurdu siga, at tey eru hugtikin av henni. 17 prosent siga tað øvugta. Drápsmaður tikin Løgreglan í amerikanska statinum Illinois hevur tikið ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava myrt átta fólk í Illinois og Missouri. Maðurin bleiv tikiná einum vertshúsi, sum løgreglumenn van­ liga vitja, skrivar AP. Stór løgreglulið hava leitað eftir maninum teir sein­ astu dagarnar. Løgreglan vil vera við, at maðurin, sum eitur Nicholas T. Sheley, hevur beint fyri átta fólkum, teirra millum einum hjúnum, einum 93 ára gomlum manni og einum barni. Rættiliga ferð kom á leitingina í gjár, tá tann 93 ára gamli maðurin varð funnin myrdur, og stutt eftir varð Nicholas T. Sheley tikin. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Eg segði alla tíðina við meg sjálva, at so leingi eg dró andan, var ein vón um frælsi (Ingrid Betancourt) útlond Í fýra tímar sótu 11 fólk føst í einari lyftu í Sidney Tower Sidney Tower er eitt av teimum best umtóktu ferða­ vinnumálunum í avstralska býnum Sidney, og eisini í gjár vóru nógv fólk uppi í torninum og nutu útsýnið. Klokkan sjey í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at ein av lyftunum í torninum var steðgað 200 metrar uppi, og at 11 fólk sótu føst har. Bjargingarliðini noyddust at taka tey 11 fólkini upp ígjøgnum takið á lyftuni, og tey sluppu so niður á jørð­ ina við hinum báðum lyftun­ um, sum eru í torninum. Men tá høvdu summi av teimum 11 sitið fýra tímar føst í lyftuni. Avstralska løgreglan sig­ ur við blaðið The Australian, at tey 11 óhepnu ferðafólkini høvdu tað gott, tá tey komu niðuraftur. Tað er ikki greitt, hví lyftan steðgaði. Eftir at hava verið gísli í kolombiska frumskóginum í fimm ár er Ingrid Betancourt sloppin leys ­ Øll hesi árini sum gísli havi eg hugsað sum so, at so leingi eg livi, og so leingi eg framvegis dragi andan, skal eg ikki sleppa vónini. Soleiðis skrivaði Ingrid Betancourt í einum brævi í fjør. Tá hevði hon verið gísli hjá vinstrasinnaðu upp­ reistrarrørsluni FARC í kolombiska frumskóginum í fimm ár. Í gjár frættist, at kolombiskir stjórnarher­ menn høvdu fríað hana og 14 aðrar gíslar, og í nátt vístu fleiri av teimum stóru sjónvarpsstøðunum myndir av Ingrid Betancourt og hennara næstu, sum vóru komin at taka ímóti henni. Millum teirra, sum hava virkað fyri at fáa Ingrid Betancourt leysa, er franski forsetin, Nicolas Sarkozy. Hann takkaði í nátt teimum, sum hava medvirkað til at vinna Ingrid Betancourt frælsið aftur Tað var ein deild hjá kolombiska stjórnarherin­ um, sum fríaði Ingrid Betan­ court, tveir amerikanarar og 11 aðrar gíslar. Ein tals­ maður hjá herinum segði, at nakrir stjórnarhermenn vóru farnir inn í frumskógin, har teir søgdu seg vera limir í FARC. Tað eydnaðist teim­ um at sleppa fram at gísl­ unum og at varskógva herin um, hvar teir vóru staddir. Løtu seinni vórðu gíslarnir fríaðir. Nógvir gíslar Tann 46 ára gamla Ingrid Betancourt, sum var sena­ torur, stillaði upp til forseta­ valið í Kolombia í 2002, men bleiv burturflutt undir valstríðnum. Hennara vara­ forsetavalevni, Clara Rojas, bleiv eisini burturflutt sama ár, men hon varð latin leys í fjør. Kolombisku myndugleik­ arnir siga, at FARC hevur framvegis fleiri hundrað fólk sitandi gíslar í frum­ skóginum. Teirra millum eru fleiri politikarar, og fleiri av gíslunum eru útlendingar. Politiskir eygleiðarar í Latínamerika siga, at FARC er viknað nógv tey seinastu árini, og at tað var ein ser­ liga dyggur smeitur fyri rørsluna, tá leiðari hennara, Manuel Marulanda, doyði fyri tveimum mánaðum síð­ ani. Samstundis hevur ein av teimum trúgvu stuðlun­ um hjá FARC, venesuelski forsetin Hugo Chavez, bið­ ið rørsluna gevast við upp­ reistrinum og leggja vápn­ ini. - Eg misti ongantíð vónina Ingrid Betancourt saman við mammu síni og manni sínum beint eftir, at hon var sloppin leys (Mynd: Polfoto) Lyftan steðgaði 200 metrar uppi Ringurin vísir, hvar tey 11 fólkini sótu føst í lyftuni (Mynd: Scanpix) Michelle Obama Mynd: AP