Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 3. juli 2008 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Aleksandra Hammer, ættað av Tvøroyri, búsit­ andi í Vági, andaðist sunnudagin á Tvøroyar sjúkrahúsi, 90 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Tvøroyar sjúkrahúsi hóskvøldi. Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju fríggjadagin klokkan 14. Herluf Haraldsen and­ aðist týsdagin á ellisheim­ inum í Vágunum, 91 ára gamal. Kistan fer frá ellisheiminum hóskvøld­ ið klokkan 18. Jarðarferð­ in verður úr Sandavágs Kirkju frággjadagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Herluf, kunnu lata ellisheiminum á Sýn­ ini eina peningagáva, konto í peningastovnu­ num. Jónsvein Isaksen úr Keypmannahavn fer til jarðar úr Samuelskirkjuni fríggjadagin klokkan 11:00. Bjarni Poulsen, sonur Joan Poulsen, búsitandi í Haderslev, andaðist á Sønderborg Sjúkrahúsi týsdagin, 10 ára gamal. Jarðarferðin verður leyg­ ardagin klokkan 14 frá Gamle Haderslev Kirke. Sverri Rasmussen, van­ liga nevndur Sverri hjá Skálapalla, andaðist týs­ dagin 91 ára gamal. Jarð­ arferðin verður úr Ebe­ nezer leygardagin klokk­ an 13.30. Tey, ið vilja minnast Sverra, kunnu senda Akurin eina gávu, konto í peningastovnu­ num. Andlát og jarðarferðir Ein framsýning við foto­ myndum úr myndabókini Images of Fishermen eftir Mariu Olsen læt herfyri upp á Sjöhistoriska muse­ inum í Stockholm; myndir­ nar skulu teir komandi 18­ 24 mánaðirnar sýnast í fleiri norðurlendskum muse­ um. Tann 27. juni læt fram­ sýningin “Havsfiske – sex turer i Nordatlanten” upp í Sjöhistoriska Museet í Stockholm við myndum eftir svensk­føroyska foto­ grafin Mariu Olsen. Til ferniseringina möttu eini 60 fólk, teirra millum tann danski ambassadørurin í Svøríki, Tom Risdahl Jen­ sen, fólk frá Íslendsku Sendistovuni í svenska høv­ uðsstaðnum umframt onnur áhugað. Fotomyndirnar á framsýn­ ingini, einar 30 í tali, eru tiknar úr myndabókini “Images of Fishermen: the North Atlantic” eftir Mariu Olsen. Myndirnar dokumen­ tera seks fiskitúrar við før­ oyskum, íslendskum, grøn­ lendskum og hetlendskum fiskiskipum og vísa ger­ andisdagin og arbeiðið umborð – eitt óvanligt myndaevni. Talan er um ávikavist trolveiði, garna­ veiði og línuveiði eftir mill­ um annað upsa, sild, toski og rækjum. “Tað er spennandi at síggja myndirnar og hugsa sær ljóðið av maskinum og veldigum reiðskapi, og so skipið sum alla tíðina rörir seg,” segði Nanna Hermans­ son, sum vegna Samfundet Sverige­Färöarna er stigtak­ ari til framsýningina. “Eitt sovorðið arbeiðspláss á sjó­ num er nakað heilt serligt og krevur ógvuliga nógv av bæði skipara og manning. Við framsýningini vilja vit í Samfundet Sverige­Fär­ öarna siga frá um tann týdn­ ingarmikla fiskiskapin og lívið á teimum norður atlant­ isku oyggjunum.” Nanna Hermansson við­ merkti víðari: “Ofta verður ídag kjakast um fiskivinnu men sjáldan verður vinnan dokumenterað. So skjótt eg sá bókina hjá Mariu hugsaði eg at hetta er sera áhugavert fyri mong. Flestu fólk kenna lítið og einki til hend­ an serliga heimin á sjónum. Og myndirnar eru bæði vakrar og litsterkar. Tað er stuttligt at síggja lýsingar í Tunnilbananum í Stockholm við mynd av einum toski sum kemur flúgvandi upp um lúnningina.” Framsýningin ‘Havsfiske’ er vorðin til í samstarvi millum Statens Maritima Museer, Samfundet Sve­ rige­Färöarna, Samfundet Sverige­Island og Nordisk Kulturfond. Myndir av fiskimonnum: Maria Olsen á Sjöhistoriska Fremst til vinstru síggjast Mats Wallenius, stjóri fyri Föreningen Norden i Sverige, og Nanna Hermansson, formaður í Samfundet Sverige-Färöarna. Frá ferniseringini á Sjöhistoriska Museet; í forgrundini til högru síggjast Sören Hallberg frá Samfundet Sverige-Färöarna og keramikarin Lena Wellander práta; til vinstru tosar Nanna Hermansson við vestmenningin Tórálv Christophersen, sum hevur búð í Svöríki í nógv ár Maria Olsen Dagurin 4. juli. Ulrikus, deyður í 973. Hann var biskupur í Augsburg í 50 ár, og fyri mongu góðu gerðir sínar varð hann skírdur halgimenni í 993. Hann var annars fyrsta vesturevropeiska halgimenni, sum pávin skírdi. Týskt navn. Ul kemur av uodal, ið er sama orð sum okkara óðal, rikus merkir eyður. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at kæra mamma, vermóðir, omma og langomma okkara Ebba Wang fødd Elsebeth Kristine Simonsen í Hoyvík doyði á Landssjúkrahúsinum mikudagin 2. juli, 93 ára gomul. Kistan fer frá Kapellinum sunnudagin klokkan 17. Jarðarferðin verður frá Hoyvíkar Kirkju til kirkjugarðin í Kaldbak, mánadagin klokkan 14. Eyðun, Zakarias, Sølvá, Hanus og Mourits Tey, ið vilja minnast Ebbu kunnu lata kirkjuni í Hoyvík gávu. Konta í Føroya Banka og Eik. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá góða kona mín, mamma og vermamma okkara Tina Brattaberg Vágur doyði og varð jarðað. Takk fyri troystarrík orð, takk fyri blómur, kransar og gávur til Vágs kirkju. Takk fyri alla hjálp til ervið og takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Bjarni