hósdagur 3. juli 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 126 - 3. juli 2008
Næmingar úr preliminer
flokki b frá 1958 hittust á
Skarvanesi í døgunum frá 20.
til 22. juni
eftir Hanus Kamban
At ganga ein summarmorgun av
Skarvanesi og nakað norð um
bygdina er sum at stíga inn í
moyardæmdan reinleika. Har, á skák
oman av vegnum, liggur
Kyrjasteinur, ein stórur, regluliga
formaður klettur, næstan við trapez-
sniði, tekin um, at hiðani sást
bønhúsið í bygdini. Oman av
vegnum er bøurin sandraður við
børkubóndum, teir niðastu reisa seg,
í lýsandi purpurreyðum skrúð,
prúðari og vakrari enn eg havi sæð
teir nakrastaðni í Føroyum. Fram við
klettastrondini flýgur teistin, hesin
kimiligi, elegant mjávaksni, lítli
svartfuglurin, við blóðreyðum fótum.
Skarvanes, sum var um at verða
avtoftað, men sum nú, takkað veri
niðursetumanninum Inga Mohr, er
risin aftur sum tilhald, fundarstað og
skeiðsdepil, er sjáldsama vakurt
pláss. Uppi í bønum sunnan fyri
húsini vaksa sortugrøs í slíkari nøgd,
at allur bøurin hevur ein reyðbláan
eldurtar-farra. Her er góður
sólargangur, og Skarvanes var ríkt
kornpláss.
Vit, sum eru stødd her frá
fríggjakvøldi til sunnudag nakað
eftir middag á hásumri 2008, eru
fólk, sum fyri hálvari øld síðani tóku
preliminerprógv á Føroya
Preliminer- og Studentaskeiði,
neyvari orðað preliminerflokkur b
frá 1956-58.
Vit eru eitt blandað fylgi, úr bygd
og bý, Jógvan á Dul, fyrrverandi
keypmaður, Georg Egholm, lækni,
Jógvan Hammer, verkfrøðingur,
Hjørdis Olsen, skrivstovukvinna,
Páll Hansen, lækni, Sólva Dam,
sjúkrasystir, Jákup í Løðu, lærari,
Judith Dam Jacobsen, fyrrverandi
skrivstovukvinna, Hans Andreas
Matras Joensen, lærari, Ingi Mohr og
undirritaði. Saman við okkum,
næstan sum verndareinglar, eru Lis
Hammer, Anna Mohr og Poul Jákup
Thomsen.
Vit eru ongantíð fyrr komin saman
til eitt slíkt minningarhald, og summi
hava nóg illa hitst síðan 1958. Men
prátið fer á glið, mussaskøðunum
bagir einki, og brádliga stendur
fortíðin fyri okkum, so klár sum var
tað í gjár. Út á Skansan gekk ein
smøl brúgv. Á Áarvegnum hevði
Heini Jacobsen, faðir at floksfelaga
okkara Finni, sum nú er farin undir
grønu torvu, kjøthandil. Ursus vísti
sína styrki í Sjónleikarhúsinum. Í
Ungarn hevði verið uppreistur,
Nasser tjóðartók Suezveitina, og
filmurin Klodernes Kamp, sum gekk
stutt eftir at vit hittust, tóktist
nøkrum okkara so ræðuligur, at vit
eina tíð aftaná ikki vágaðu okkum á
kvøldi einsamøll ígjøgnum
plantasjuna.
Vit minnast okkara lærarar, Erik
Petersen, sum lærdi okkum at hugsa
kritiskt, Haraldsen, sum onkuntíð
segði: “Í dag, góðu børn, leggja vit
Schiller til viks, og so práta vit um
leyst og fast, heimin, trúgv, lív og
deyða”, og Nygaard, sum vit høvdu
eitt ár í føroyskum, ein blíðkaður
Jupiter. Vit minnast Peter Bancke,
frøkun Rienecker og Poul Jensen og
Andrias Højgaard. Og Arnbjørn
Mortensen, sum samvitskufullur
lærdi okkum søgu og enskt, ein
rættiligur sjeikur, hildu vit. Og vit
minnast Páll Mikkelsen, sum við
góðum handalag lærdi okkum
støddfrøði og geometri, og sum vit
viðhvørt hitta í Havnar gøtum, líka
blíðan sum hann var fyri fimti árum
síðani.
Vit minnast tey, sum gingu eina tíð
í flokkinum, men sum hildu uppat av
ymiskum grundum. Vit minnast
Elise Fiege, sum býr í Danmark og
ikki fekk komið til hetta minningar-
hald. Vit minnast tey, sum eru farin,
Finn úr Havn og Elina úr Vík. Og
Kristoffur, skyldmann mín, úr Havn.
Sum vert og serkønan ferðaleiðara
hava vit Inga Mohr, okkara gamla
floksfelaga. Hann greiðir okkum frá
bygdini, søguni, ættunum, húsum og
staðanøvnum. Poul Jákup Thomsen
greiðir okkum frá sínum sera virðis-
mikla og áhugaverda arbeiði og frá
virkinum her í bygdini, har avvarð-
andi hjá fólkum við rúsdrekka-
trupulleikum kunnu koma og fáa
vegleiðing.
Sum Ingi og Poul Jákup greiða frá,
er tað sum ein nýggjur heimur letur
seg upp fyri okkum, ein verð við
myrkri, mótgangi og trupulleikum,
men eisini ein verð, har vónin grør,
har skemtingarsemið neistrar, við
fylgispæli av klaveri og fiól, og har,
úr hvørjum orði, hvørjari søgu og
hvørjum smíli tykist spretta ein djúpt
konstruktivur andi. Tað trupla og
álvarsama verður ikki krógvað,
vegurin uppeftir kann vera drúgvur,
tí torført er at broyta vanar, men
hopið lýsir sum tann ælabogi, vit
síggja, sunnudag fyrrapart, ringja
seg í gulgrønum geometriskum
neyvleika eftir sjónum norð ímóti
Sandsbygd. Avgerandi er tað
eksistentiella – at velja, velja lívið,
framtíðina, vakurleikan. Og at læra
at flenna at sær sjálvum.
Vit ganga úr Dali til Skarvanesar í
føgrum summarveðri, hoyra lógv, so
sorgblíða, síggja skúgv og stein-
stólpu og sjey harur. Vit støkka inn á
gólvið í tí sjáldsama listasavninum á
Sandi. Vit koyra til Søltuvíkar, sum
“full er av skerum”, og vit minnast
Principiu og Heinrich Anders, sum á
undurfullan hátt bleiv bjargaður av
fólki í Kirkjubø.
Tá ið vit skiljast á Gomlurætt
sunnudag seinnapart, vita vit ikki,
hvar tíðin fór. Prát, søga oman á
søgu, veitsla, sangur, tónleikur,
heimsins bestu kokkar, ikki fá
vísdómsorð, eldurt, eygnagras og
kápukona – og látur!
Takk fyri, Ingi!
Preliminerflokkur b 1958
lag: Sjómaður kvøður
Har Enokkur goymdi væl fedranna sið,
og mánadúgvurnar sá
Díðrikur, sigla vit fró út á mið
at dyrgja á fortíðar vág.
Úr Vestmanna, Gøtu, av Eiði, úr Vík,
úr bygdum har fólk siga noy,
av oyggj, har á rókum súlan so rík
man byggja, av Sigmundar oy,
av Reyni, av Dul og úr Hornabø við,
úr Streymnesi, eins og til Róm
teir pílgrímar struku, so gav seg várt lið
undir Nygaards og Haraldsens dóm.
Tó lítið vit vistu um tilveru-talv
vit lærdu “aus-bei-mit-nach-zu”,
í biohøll Ursus vísti sín alv,
hans vív sang seg inn í vár hug.
Smøl brúgv út á Skansan – á vágunum før –
á Kongabrúgv seldu teir fisk,
og mánin skein yvir Nólsoyarfjørð,
Georg stóð við pylsuvogns disk!
Um Ännchen von Tharau við lív og við sál
vit sungu og um Clementine,
okkum Eirikur vísti – tó gøtan var hál! -
inn í Ewalds og Kierkegaards heim.
Hygg, Rienecker, Bancke ríða í garð!
Og Arnbjørn í minnisins høll
fortelur – hans skjúrta skínur sum glar! -
um Hannibals ferð upp um fjøll.
Við hóvligum læti og mildari rødd
frá støddfrøðinnar symmetri
Páll Mikkelsen greiðir, frá rúmi og stødd,
Pythagoras, tríkanti, pi.
Í stríputum klædningi stígur úr vrá
ein harri - og hvør er so tað? –
Poul Jensen við stríputum vesti - hvat tá? –
og gullfyllipennum á rað.
So smæðin vit vóru - hvør kensla so fín! -
ókunnug við lívs-skorðar stíggj,
í dansi í Tórshøll fekst okkurt kín,
á Mola eitt mjørkasveipt fríggj.
Vit sættast við skursl í tilveru-líð,
nú vit stíga í lívskvøldið inn,
tey ov tíðliga farnu lýsa so blíð
- Kristoffur og Elin og Finn.
Nú draga vit bátin, veiðan var gylt,
hygg, tilveru-sólsetur skín!
Kanska hittast vit aftur, har fleyr leikar milt
- hvør veit? – handan seinastu sýn.
Tann 20.6. 2008
Hanus
Fimti ára minningarhald
nøvn
Á myndini eru frá vinstru: Jógvan á Dul,
Jákup í Løðu, Hans Andreas Joensen, Sólvá
Dam, Ingi Mohr, Judith Jacobsen, Georg
Egholm, Hjørdis Olsen, Hanus Kamban,
Jógvan Hammer og Páll Hansen. Myndin er
tikin á Skarvanesi 21.06.08.