Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 3. juli 2008 17 Seinasta hósdag løgdu hjúnini Gunnvør og Hilmar Joensen frá sær sum ávikavist skúlastjóri og lærari við Nólsoyar skúla MÓTTØKA leo@sosialurin.fo Myndir: Leo Poulsen Sum vit nevndu í síðstu viku hevði skúlaráðið við Nólsoyar skúla skipað fyri móttøku í skúlanum í sam­ bandi við, at læraraparið legði frá sær. Og tey vóru mong, sum nýttu høvið at ganga niðan í skúlan at heilsa upp á og siga takk fyri tað stóra arbeiði, sum tey bæði høvdu lagt í skúlan og mentanar­ lívið í bygdini sum heild. Í røðu síni nevndi borgar­ stjórin, at hóast tey bæði nú takka fyri seg í skúlanum, so siga tey neyvan farvæl. Hvørki um neyðugt skuldi verið at heitt á tey at taka eina hond í í skúlanum av og á, og serliga ikki innan felag­ og mentanarlívið í kommununi. Har vóru øll umboðað, heilt frá borgarstjóranum til minsta næmingin. Og Sosialurin var sjálvandi á staðnum. nøvn Takk – men ikki farvæl Børnini sungu fyri teim­um­ báðum­, m­eðan Hilm­ar spældi undir Tað er ikki ringt at gita, hvat hesir báðir tosa um­. Hilm­ar Joensen, fyrrverandi form­aður i Hondbóltssam­bandi Føroya og Heðin Mortensen, fyrrverandi ÍSF-forseti Jákup Sim­onsen, deildarleiðari í m­entam­álum­ hjá Tórshavnar býráð, og Jógvan Thom­sen, stjóri í Fjarskiftiseftirlitinum­ og sein- asti borgarstjóri í Nólsoyar kom­m­unu Ungur nem­ur, gam­al frem­ur. Abbasonurin, lítli Hilm­ar, dragsaði stól, nótastativ og gittara fram­, fyri síðani at seta seg at »spæla«. Og nei – hann svevur ikki, hann er bara so konsentreraður Til eina m­óttøku hoyrir eisini ábit, og her var talan um­ pinnam­at, ið vildi nakað. Heim­abakaðir rugbreyðstríkantar og drýlur, alt við føroyskum­ viðskera so sum­ skerpikjøti, rullu- og kjøtpylsu. Tað var Jóhanna Joensen, ið m­atgjørdi Væl av fólki var kom­ið niðan í skúlan at heilsa upp á Læraraparið fekk gávu frá skúlabørnunum­, eina ferð við Norrönu. – Hetta kem­ur væl við, m­en børnini vita eisini, hvussu væl okkum­ dám­a at ferðast, segði Gunnvør Joensen