hósdagur 3. juli 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 126 - 3. juli 2008
Ein ætt sum er sera
væl umboðað í
gamla kirkjugarð
er Kjelnæs. Hon er
en av teimum fáu
føroysku ættunum,
sum hevur nógvar
gravsteinar. Til dømis
standa fimm steinar
í eini røð, og er hetta
ættin hjá Johan
Christian Djurhuus,
tann sokallaði
faktorin í Klaksvík.
Kona hansara var ein
Kjelnæs. Hesa ætt
fara vit at koma aftur
til. Kona amtmannin
Løbner, Anne Sophie,
var eisini ein Kjelnæs,
fastur Thomas Juel
Kjelnæs, skómakara.
Henda frásøgn fer at
snúgva seg um hann
og konu hansara
Henrikku
Tann fyrsti Kjelnæs var
Thomas Joensen Kjelnæs,
sum er ættaður av Kjalnesi
í Kollafirði.
Ein sonur hansara var Jacob
Kjelnæs, og ein sonur Jacob
var Thomas Juel Kjelnæs.
Caroline
Heinesen,
mamma William, búði í
sama grannalagi í Bringsna
gøtu. Hon skrivar:
Kjelnæs Gaard
Ved siden af os mod vest
var der en gårdsplads, hvor
vi børn dansede, når mørket
faldt på. Der blev sunget
forskellige sange dertil som
”Ohør, nu du sømand som
pløjer”, eller Mallebrok,
Ole Morske, Zinklarvise og
mange andre. Det var en
morsom tid.
Skomager Kjelnæs boede
der. Hans kone, som hed
Rikke og var fra Nolsø, var
en prægtig og dygtig kone.
Det var hende, som holdt
sammen på det hele. Hun
passede huset, køerne og
alt, bagte julekager og bryst
sukker, som hun solgte
nede i Evensens forretning,
som dengang kaldtes Krist
nastova. Hun havde en
datter, der hed Sofie, som
hun altid hersede med. Datt
eren var meget svagt begav
et, men hun kunne dog
hjælpe moderen lidt.
Ude i gangen stod der
altid en stor krukke eller
spand med vand. I den var
en øse, der bestod af en
kokusnødskal, hvor der var
stukket et træskaft i, og der
gik alle vi børn og drak
vand, når vi dansede eller
legede i nabolaget. Hun
sagde aldrig noget til det.
Hun gik og slæbte alt
vandet i Storedam, både til
køerne og til det øl, hun
bryggede for at kunne få
ølgær til julekagerne. Det
faldt ingen af os store børn
ind at løbe ned i dammen
og hente en spand vand til
hende til gengæld for alt
det vand, vi drak. Hun var
et af de mennesker, jeg
aldrig kan glemme. Hun
var så opofrende mod alle.
Thomas Juel havde altid
så meget selskab på værk
stedet af forskellige indi
vider. Når der var bryllup,
samledes bryllupsgæsterne
i Kjelnæs dagligstue, som
var temmelig stor. Der kom
gæsterne og drak kaffe.
Bryllupsbordet
blev
så
dækket i et andet hus, som
også var i besiddelse af en
stor stue. I et tredje hus,
blev der så danset. Først
den smukke brudedans,
som blev danset med stor
anstand, hvortil den gamle
bryllupsvise om Isak og
Rebekka blev sunget til.
Dengang var der ingen
større lokaler, som der
senere kom, og hvor man
både kunne spise og danse
under samme tag.
Sofie Kjelnæs og jeg var
fine venner, hun var så
trofast og var i det hele
taget en god pige, men hun
kunne aldrig være ret længe
et sted. Hun fartede om i
hele nabolaget, så var hun
hos Rubek, så hos Kolter
sanna, så hos bødkerens.
Moren rendte altid efter
hende for at få lidt hjælp af
hende. Sidste gang jeg så
Sofie, det var kort tid før
hun døde. Da var hun ikke
klar i hovedet. Hun sagde,
da vi havde vekslet et par
ord: ”Nej, jeg må skynde
mig hjem, min mor kalder
på mig”, da var hendes mor
for længst død, og hun selv
var oppe i 60erne.
Av góðum
bergi brotin
Henrikka hevur verið úr
góðum bergi brotin. Pápi
hennara var Poul í Búð í
Nólsoy. Hann var ein av
teimum, sum var við Pløyen
amtmanni
tann
kenda
kanningartúrin til Hetland
og Orknoyar í 1839. Pløyen
gevur honun tað ummæli,
at hann var ”en opvakt,
driftig Mand, dertil en dyg
tig Fisker og en af Landets
bedste Baadebyggere”.
Mamman Rikku var Sús
anne
Johannesdatter
úr
Dalsgarði í Skálavík. Hon
var kend fyri at vera hitti
norðað, og hennara hittinorð
liva enn í Nólsoy.
Thomas Juel og Henrikka
fingu børnini: Anna, fødd
og deyð í 1854, Ludvig
(18561936), Jacob (1858
1942), Susanne Margrethe
(18611945), Anna Sofie,
(18661928) og Poul (1868
1946)
Jacob fór 16 ára gamal til
Tvøroyri at arbeiða hjá T.F.
Thomsen og gjørdist høgra
hond hjá honum. Aftaná 43
ár kom hann aftur til Havnar
og liggur grivin í gamla
kirkjugarði.
Ludvig Poul Kjelnæs fór
til Klaksvíkar í 1872, har
arbeiddi í 60 ár hjá Klaks
víkshandlinum. Her kom
hann til ætt. Faktorin, leið
arin á handlinum, var giftur
við
Onnu
Elisabet,
f.
Kjelnæs, sum man hava
verið fastur Ludvig.
Her vóru nógv systkina
børn hjá Ludvig, men
óeydna var við fleiri teirra.
Læknin Sofus tók lívið av
sær. Ein sonur Jacob f.
1860 doyði uppi í Grønlandi
í 1883. Hansara ókenda
søga verður lýst í einum
komandi part av hesi røð
saman við lýsing av Faktor
inum og hansara børnum,
sum liggja grivin í gamla
kirkjugarði í Havn.
Ludvig giftist við Malenu
Johannesen f. 1872 í Horni.
Hann var eisini limur í
fyrsta kommunustýrinum í
Klaksvík, og sat hann árini
19081914.
Teirra børn vóru Henrikke
Sophia f. 1897, Ingeborg f.
1901, Thomas Juel f. 1902,
Joen Pauli f. 1904, Henrietta
Elisabeth f. 1906, Andrea
Sofia f. 1908 og Brynhild f.
1910. Henrietta var omma
Toda Jónsson. Tað er vist
bert ættin hjá Ludvig sum
ber Kjelnæsnavnið í dag.
Thomas Juel hjá Ludvig
lærdi til bakara í bakarínum
hjá pápabeiggjanum Poul
Kjelnæs á Húsabrúgv.
Sonur hansara Kári hevur
eins og abbin verið limur í
býráðnum í Klaksvík í fleiri
umførum.
Í gamla kirkjugarði liggur
Thomas Juel saman við
dótrini Sofie, meðan Hen
rikka liggur lið um lið við
systkin síni Anna og Jacob.
Keldur:
Kári Kjelnæs
Egon Hansen
Brúðleypsgestirnir endaðu
hjá Kjelnæs
Hetta er Kjelnæs Gaard beint við handilin hjá A. W. Restorff, sum var barnaheimið hjá Caroline
Heinesen
Næstu ferð
Í komandi parti verður
greitt frá søguni um
Jens á Lava
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
THOMAS JUEL KJELNÆS
F. 25. DECEMBER 1826
D. 15. JUNI 1904
SOFIE KJELNÆS
F. 15. APRIL 1866
D. 8. JULI 1928
HENRIKKE SOFIE
KJELNÆS
F. NAALSØ
F. 5. APRIL 1826
3. FEBRUAR 1896
Ein sonur Henrikku og
Thomas Juel var Ludvig.
Hann flutti til Klaksvíkar
og gjørdist limur í fyrsta
kommunustýrinum í 1908