Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 FJARÐASTEVNAN 2008 Sosialurin 3. juli 2008 Eitt av stuttligu tiltøkunum á fjarðastevnu verður ein skemtidystur í fótbólti millum bygdaráðini í Vestmanna og Kvívík VESTMANNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fjarðastevna verður sett leygar- dagin klokkan 14, og tað verður borgarstjórin í Vestmanna, Karl A. Olsen, sum setir stevnuna á torginum í bygdini. Sjálv stevnuskráin er prentað í Sosialinum í dag, og tí fara vit ikki at gera so nógv burtur úr teimum mongu tiltøkunum, sum eru í skránni. Forkvinnan í VÍF, Jóngerð Nielsen, sigur, at eitt av tiltøk- unum, sum altíð plagar at savna nógv fólk og eydnast væl í Vestmanna, er dansurin í Ítróttarhøllini. – Spaðar 5, sum er vælum- tóktur bólkur til dansitónleik, fara at spæla, og vit ivast onga løtu í, at nógv bygdafólk, stevnu gestir og fólk annars fara at leita sær í høllina leygar- kvøldið. Av øðrum forvitnisligum tiltøkum á fjarðastevnu, nevnir Jóngerð meksikansku upp- boðssøluna, sum verður leygar- kvøldið. Talan verður um upp- boðssølu av list, sum sonevnd- ir lokalir amatørar hava málað, eitt nú Hans Pauli Strøm, lands- stýris maður, Karl A. Olsen, borgar stjóri og Martin Joensen, tón listamaður. – Eisini verður søla av eini skemtitekning av bygdaráðnum í Vestmanna, leggur hon aftrat. Eitt annað tiltak, sum for- kvinn an hevur hug at nevna úr rúgvuni, er steypadystur leygardagin millum 1. manslið hjá VÍF og Neistanum. – Sunnudagin verður eisini ein skemtidystur í fótbólti mill- um bygdaráðini í Vest manna og Kvívík. Hesin verður á gamla vøllinum omanfyri skúlan. Eftir fótbóltsdystin verður hondbóltsdystur fyri veteranar, sum seinast í sjeyti- og fyrst í áttatiárunum mann- aðu bestu liðini hjá VÍF og Kyndli. Nakrir av teimum, sum fara á vøllin sunnudagin, vóru hesi árini eisini við til at manna føroyska hondbóltslandsliðið. Jóngerð Nielsen nevnir eisini barnatiltakið sunnukvøldið klokkan 19, har gyklarin og búktalarin, Ásbjørn Berthelsen, fer at undirhalda. – Fríggjakvøldið verður kon- sert í Staðnum, sum er ung- dóms húsið í Vestmanna, og her fara Jens Marni Hansen og nýggi bólkurin Píggj í Vest- manna at spæla og undir halda. Bryggjan, sum eisini verður rópt barrin í Vestmanna, fer sjálv andi eisini at hava opið stevnudagarnar, og her verður “live” konsert um fríggja kvøld- ið og leygarkvøldið við Eyðuni og Neil, sigur for kvinnan í VÍF. Konsert verður í ungdómshúsinum Staðnum fríggjakvøldið klokkan 20 við Jens Marna Hansen og vestmannabólkinum Mynd: Birgir Waag Høgnesen – Kanska halda fólk, at stevnurnar eru vorðnar ov triviellar og keðiligar, men vit gera, hvat vit kunnu fyri at seta eina fjølbroytta, áhugaverda og for- vitnisliga skrá á kjøl, sigur forkvinnan í VÍF, Jóngerð Nielsen VESTMANNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er Vestmanna Ítróttarfelag (VÍF), ið stendur aftanfyri fjarða- stevnuna, sum í vikuskiftinum verður hildin í Vestmanna. Í starvsnevnd felagsins sita tríggjar kvinnur, sum eru Jóngerð Nielsen, forkvinna, Una Johansen, peningarøkil og Jórun Olsen, sum er skrivari. Undir sær hevur felagið hond- bóltsnevnd, róðrarnevnd, bad- mintonnevnd, bátastevnu- nevnd og stuðulsnevnd. Stórt tiltak Jóngerð Nielsen sigur, at fjarða- stevnan, sum verður hildin í Vestmanna annað hvørt ár, er eitt stórt tiltak, og tað eru nógv fólk tilsamans, sum viðvirka til, at stevnan kann fara av bakkastokki. Tað er eisini VÍF, sum stendur aftanfyri árliga bátafestivalin í Vestmanna, og eisini her er tað Jóngerð, sum saman við øðrum stendur við endan. – Tað er stórur munur á at fyrireika og samskipa fjarða- stevnu, sum byrjar longu hós- kvøldið og so bátafestivalin, ið bara varar tann eina dagin. Hon vísir á, at neyðugt er hjá teimum at fara tíðliga í gongd við alt, sum skal leigast til stevn una, eitt nú tivoli og hoppi borgir, og eisini er neyð- ugt at finna sær tónleikabólkin í góðari tíð, sum skal spæla til dansin leygarkvøld. – Neyðugt er eisini í hampi- liga góðari tíð at finna fram til, hvørji tiltøk kunnu hugsast at verða á stevnuni, og síðan skulu hesi savnast í eini felags skrá fyri stevnudagarnar. Tey meira praktisku viðurskiftini koma vanliga upp á pláss í vikunum fyri stevnuna og í døgunum uppundir. Forkvinnan sigur, at starvs- nevnd, undirnevndir og onnur feløg í bygdini, sum eru við og hava tiltøk á eini slíkari stevnu, eru saman á fundum, sum síðan enda við, at ein felags skrá verður løgd. – Tað ræður jú um at hava okkurt til øll, bæði til børn, tilkomin og eisini til tey eldru. Tað ræður eisini um at hava okkurt, sum ikki er so vanligt á øðrum stevnum. Men hetta er ikki so lætt, tí skráirnar kring um á stevnunum eru so stórar og fjølbroyttar. Tí er torført at finna tiltøk, sum hini ikki hava, og sum kunnu draga fólk á stevnu. Hæddarpunktið Forkvinnan í VÍF vísir á, at hæddarpunktið á fjarðastevnu er kappróðurin, sum telir við í Fjarðastevnan er eitt stórt felags Áhugaverd tiltøk á fjarðastevnu