Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 3. juli 2008 FJARÐASTEVNAN 2008 7 tak FM-kappingini. FM-kappróðurin byrjar leygardagin klokkan 15, men frammanundan verða barnaróðrar. Eitt av fyrstu tiltøkunum leygarmorgunin verður rennikappingin, sum byrjar klokkan 11 og verður liðug um 13-tíðina. Kappingin fer fram á havnalagnum, og rennararnir verða býttir uppí aldursbólkar. Bestu rennararnir fáa heiðurs- merkir. – Vit mugu ásanna, at kapp- róðurin ikki longur savnar eins nógv fólk, og hann gjørdi áður. Sama er við traditionellu stevnunum í síni heild. Jóngerð vísir á, at síðan vit fingu fleiri og fleiri tónleika festi- valar kring landið, hava hesir vunnið í kappingini við stevn- urnar. - Kanska halda fólk, at stevn- urnar eru vorðnar ov triviellar og keðiligar, men vit gera, hvat vit kunnu fyri at seta eina fjølbroytta, áhugaverda og forvitnisliga skrá á kjøl, leggur hon aftrat. Hon ásannar, at fólk seta stór krøv fyri at vitja stevnurnar, og gongdin seinastu árini hevur verið, at ymisku tiltøkini sum heild hava havt færri og færri vitjandi. Broytingartíðir Hóast nógv taka hond í og eru við til at bera eitt so stórt tiltak, sum fjarðastevnan er, heldur Jóngerð kortini ábendingar vera um, at færri og færri tíma at brúka tíð upp á tað arbeiði, sum skal gerast. – Vit kunnu bara vóna, at tær góðu og gomlu stevnurnar aftur fara at koma til sín rætt – um enn tað kanska verður í nýggjum og broyttum hami, sigur Jóngerð Nielsen. - Tað er stórur munur á at fyrireika og samskipa fjarðastevnu, sum byrjar longu hóskvøldið og so bátafestivalin, ið bara varar tann eina dagin, sigur Jóngerð Nielsen, forkvinna í VÍF Mynd: Jens Kristian Vang Náttarbussur koyrur úr Vestmanna til Havnar klokkan 23.30 leygarkvødið og úr aftur Havnini til Vestmannar klokkan 00.30. Tá dansurin í Ítróttar- høllini endar, koyr- ir bussur aftur til Havnar. Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð VESTMANNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skráin fyri fjarðastevnuna byrjar longu í kvøld við stevnu- bingo í Ítróttarhøllini, sum byrjar klokkan 19, og seinasta tiltakið er sunnukvøldið klokk- an 19.30, tá Missiónshúsið fer at hava sangmøti á Torginum. Fríggjadagin fyllir skráin meira. Tá letur Fjørðukrógvin upp longu klokkan 9, og ein tíma seinni verður høvið at fara inn í Vestmóta at hyggja sær eftir klæðum – um okkurt er, sum er eftir at keypa til stevnuna. Restin av fríggjadegnum er rímiliga friðarligur, til Café Bryggjan letur upp klokkan 17 og verður opin heilt til klokkan 04. Úr køkinum selir Bryggjan pizza og franskar hotdog. Klokkan 18 seinnapartin fríggjadagin lata tivoli og hoppiborgir upp á bryggju- økinum, og klokkan 19.30 hevur Missiónshúsið útimøti á Torginum. Konsert verður í ungdóms- húsinum Staðnum klokkan 20 fríggjakvøldið, og her fara Jens Marni Hansen og nýggi vestmannabólkurin Píggj at spæla og undirhalda. Klokkan 21.30 hevur Saron útimøti á Torginum, og tá møtið er liðugt, verður bjóðað til kaffi og sang í Saron. Seinasta tiltakið á skránni fríggjakvøldið verður livandi tónleikur á Bryggjuni, har Eyðun og Neil spæla. Stórur leygardagur Leygardagurin verður tann stóri dagurin í Vestmanna, og tað verður helst eisini tann langa sunnunátt, áðrenn tey, sum ætla sær ein túr í dans hjá Spaðar 5 í Ítróttarhøllini, fara til hús aftur. Í sambandi við rimmar dansin og stevnuna annars, koyrir náttarbussur úr Vest- manna til Havnar klokkan 23.30 og úr aftur Havn klokkan 00.30. At enda koyrir bussur úr aftur Vestmanna og til Havnar, tá dansurin endar. Úr Vestmanna frætta vit, at koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð. Leygardagin er annars mangt og hvat á skránni. Úr rúgvuni kunnu vit nevna, at rennikapping verður klokkan 11 við tilmelding á www.athletics.fo ella í Undirhúsinum á bryggjuni í Vestmanna millum klokkan 10 og 10.45 leygarmorgunin. Setanin av fjarðastevnu verður á Torginum klokkan 14. Barnaróðrar byrja klokkan 13.30, og síðan byrjar FM- róðurin klokkan 15. Eftir kappróðurin verður steypahandan við Undirhúsið, og tað verður forkvinnan í VÍF, Jóngerð Nielsen, sum syrgir fyri handanini. Klokkan 15 leygardagin verður Amnesty International Føroya deild á bryggjuni, har tey fara at greiða frá sínum virksemi. Høvið verður eisini at tekna seg sum lim. Tivoli og hoppiborgir lata upp á bryggjuøkinum í Vest- manna klokkan 14. Á Válinum, sum hoyrir undir Kvívíkar kommunu, verða eisini tiltøk leygardagin. Hesi byrja klokkan 17, og tá verður tað Kvívíkar Róðrarfelag, sum skipar fyri tombola, fiski- brunni, og høvið verður eisini at keypa sær kaffi, køkur og heita suppu. Leygarkvøldið verða úti- møtir, og tá verður eisini meksikansk uppboðssøla av listaverkum, eins og livandi tónleikur verður á Bryggjuni klokkan 22 við Eyðuni og Neil. Meðan dansurin gongur í Ítrótarhøllini, verður pylsu- vognur uttanfyri høllina, so ongum nýtist at ganga svangur, sum náttin líður. Andaligt og undirhald Sunnudagurin byrjar við gudstænastu í Vestmanna kirkju klokkan 11, og um somu tíð verður eisini morgunmøti í Saron. Fjørðukrógvin letur upp klokkan 9, og klokkan 16 sunnudagin verða summar- tónar at hoyra við Athenu- kvartettini og Tjant. Barnatiltak verður í Ítróttar- høllini klokkan 19 sunnu- kvøldið við gyklaranum, Ásbirni Berthelsen. Skráin fyri fjarðastevnu endar sunnukvøldið klokkan 19.30 við sangmøti á Torginum, har høvið verður hjá fólki at vitja í Missións- húsinum eftir møtið. Frá stevnubingo til góðan stevnudans