Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 FJARÐASTEVNAN 2008 Sosialurin 3. juli 2008 Tá Karl A. Olsen still aði upp til komm- unuvalið seinast, gjørdist hann ikki bara nýggjur bygdarráðslimur, men eisini nýggjur borgarstjóri í Vest- manna. – Mær hevur dámt hetta arbeiði væl. Hetta hevur verið ein spennandi og gevandi tíð, sigur maðurin, sum fór í farloyvi úr sínum lærarastarvi fyri tveimum árum síðan VESTMANNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin prátaði mikukvøldið við borgarstjóran í Vestmanna kommunu, Karl A. Olsen, um leyst og fast í kommununi. Borgarstjórin sigur, at sam- bært grindalistanum, sum plagar at vera væl dagførdur, búgva 1239 fólk í Vestmanna kommunu í løtuni. – Hetta er á leið sama tal, sum verið hevur í eina tíð. Fólkatalið hevur ligið millum 1225 og upp í eini 1250 fólk. Mynstrið, sum vit síggja uttanfyri høvuðsstaðarøkið er, at talið av sehúsum veksur, meðan fólkatalið at kalla stend- ur í stað. Soleiðis er eisini í Vestmanna. Karl heldur kortini, at talið av barnsburðum higartil í ár hevur verið rímiliga stórt í komm un- uni, og hetta saman við deyðs- títtleikanum í eldra endanum hevur verið avgerandi fyri, um fólkatalið veksur – ella minkar eitt lítið sindur. Sethúsabygging Fleiri nýggj sethús eru bygd í Vestmanna seinastu árini, og í løtuni eru fleiri hús í gerð. – Kommunan eigur alt økið Uppi í Vestri, sum vit rópa. Hetta er ein forleinging av Miðalsbrekku, og í verandi útstykking eru nøkur fá grund- økir eftir, sum fólk, ið ynskja at seta búgv, kunnu ogna sær. Borgarstjórin sigur, at fyri hansara tíð í bygdarráðnum varð skipað so fyri, at fólk fingu høvi at byggja í ovara part av tí lendi, sum kommunan eigur. – Uppi í Vestri eru fleiri hús bygd, og fleiri eru í gerð. Tey ovastu grundøkini eru øll seld, og hetta hevur ivaleyst nakað við útsýnið at gera. Onkur bíðar eftir øðrum grundøki enn teimum umleið 5-7, sum enn eru tøk í útstykkingini. Men eg haldi ikki, at vit hava fleiri akuttar umsóknir, sum hann tekur til. Karl vísir á, at kommunan hevur selt nøkur grundøkir fyri tíð síðan, sum enn ikki eru bygd, og møguleikin er, at okkurt av hesum verður latið innaftur til kommununa. – Tíðirnar og umstøðurnar eru broyttar nakað, men eg vil ikki siga, at vit her í kommun- uni hava merkt nakað til niður- gangstíðir, heldur tvørtur ímóti. Met í álíkning Borgarstjórin vísir á, at juni mánaði, sum júst er liðugur, setti met í álíkning hjá Vest- manna kommunu. Hetta var besti mánaði hjá kommununi nakrantíð. Hinvegin hava flestu mánaðir í ár givið eina hægri álíkning enn somu mánaðir í fjør. – Álíkningin, sum er persóns- skatturin, var út við 600.000 krónur meira í juni í ár saman- borið við sama mánaða í fjør. So, vit kunnu ikki siga, at kommunan higartil hevur merkt nakað til niðurgangstíðir. Karl sigur, at summarmánað- irnir í fjør vóru eisini góðir, og ein orsøk var helst, at virkið hjá Faroe Seafood í Vestmanna fór ikki í summarfrí, men var í gongd alt árið. Á virkinum arbeiddu tey nevniliga gulllaks í vertíðini. – Nú rekur nýggja virkið Atlantis gulllaksavirksemi, og hetta hevur eisini gjørt, at fleiri hendur eru til arbeiðis, leggur hann aftrat. Hann vísir á, at økta fram- leiðsluvirksemið í Vestmanna eisini hevur ført til, at kommun- an hevur havt væl hægri inn- tøkur fyri inngangandi- og útgangandi vørugjøld umframt inntøkur fyri atløgu. – Vit hava havt skip her, sum hava verið eftir fiskavørum, og sum heild kann eg siga, at meira aktivitetur hevur verið við bryggjukantin í summar, sigur Karl. Góð útlit Borgarstjórin heldur, at útlitini hjá Vestmanna kommunu sum heild eru rættiliga góð. – Jú, eg haldi, at hetta sær bara heilt gott út. Skuldin hjá kommununi er nú komin væl niður um eina álíkning, og vanligt er at siga, at skuldin helst ikki skal vera meira enn eina álíkning. Kommunan hevur verið skuldarbundin, men við árunum hevur eydnast at rinda niður á hesa skuld. Karl sigur, at flestu íløgur eru so dýrar í dag, at skal ein kommuna gera nakað av týdningi, er neyðugt, at hon at kalla er skuldarleys. – Tað er torført hjá fleiri kommunum at gera stórar íløgur í eitt nú røktarheim, skúlar og annað, sum kosta nógvan pening, um kommunan frammanundan hevur skuldar- byrðu at dragast við. Vestmanna kommuna fekk í sínari tíð loyvi til at byggja ellisheim eftir pakkaloysnini, sum nú hevur nøkur ár á baki. Øktur kostnaður – Í byrjanini vóru Vestmanna kommuna og Kvívíkar komm- una saman um ætlanina at byggja røktarheim, og í januar 2006 var metti kostnaðurin fyri verkætlanina stívliga 34 miljónir krónur, harav parturin hjá Vestmanna kommunu var 14,8 miljónir krónur og parturin hjá Kvívíkar kommunu var 7,4 miljónir krónur. Stuðulin, sum landið veitti, var sambært hesi ætlanini einar 12 miljónir krónur. Karl vísir á, at apríl 2007 var metti kostnaðurin 35 miljónir krónur, og tá Kvívíkar komm- una hevði tikið seg burtur úr, kom Vestmanna kommuna sambært hesi ætlanini at standa fyri 23 miljónum krónum, meðan landið fram- vegis stuðlaði við øðrum 12 miljónum krónum. – Í apríl 2008 er metti kostn- aðurin av røktarheiminum komin heilt upp á stívliga 52 miljónir krónur, harav kommununar partur nú er vorðin stívliga 40 miljónir krónur. Borgarstjórin ásannar, at prísgongdin hevur peikað beint uppeftir, og kostnaðurin av at byggja røktarheim í dagsins peningi, hevði nú kostað meira enn eina álíkning, sum liggur um 35 miljónir krónur. – Vit hava tí biðið fíggjar- málið tikið støðu til hetta mál, tá íløgan nú fer yvir eina álíkning. Støðug arbeiðspláss Karl vísir á, at eitt røktarheim eisini gevur nógv støðug arbeiðspláss í kommununi, samstundis sum tað hevði spart kommununa fyri útreiðslurnar av at hava tey gomlu og avlamnu á heimum í Vágum og Norðurstreymoy. – Vit kanna í løtuni, hvussu røktarheimið kann fíggjast, og um eingin skilagóð loysn finst, Endaði á ovastu rók í kommu FAKTA Dagstovnurin Gjáarlon varð tikin í nýtslu í desember 2004 og hevur fimm stovur – tríggjar vøggustovur (Fossurin, Hylurin og Veitin) og tvær barnagarðsstovur (Áin og Keldan). Stovnurin er góðkendur til 84 børn. FAKTA Útibarnagarðurin Látipípan hevur opið vanligar gerandisdagar frá klokkan 07.15 á morgni til klokkan 17.15 seinnapart. Her eru tvær stovur – útibarnagarður, har børnini ganga síðsta árið, áðrenn tey fara í skúla og frítíðarstova, har børnini í 1. og 2. flokki ganga eftir skúlatíð.