hósdagur 3. juli 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 3. juli 2008 FJARÐASTEVNAN 2008 11
kann tað gerast neyðugt at
útseta verkætlanina, sigur
borgarstjórin.
Vestmanna kommuna var
annars ein av teimum fyrstu
kommununum í landinum sum
fekk eldrasambýli.
– Hetta eru tó bara eini
sethús, sum eru sett í standa til
endamálið. Pláss er fyri umleið
6-7 búfólkum og kanska
nøkrum aftrat, tá talan er um
hjúnarfelagar, sum eru á
sambýlinum samstundis.
Á hinari síðuni, sigur borgar-
stjórin, at kommunan í løtuni
megnar at nøkta tørvin á
dagrøkt.
– Vit hava dagstovn og
frítíðaransing av børnum, sum
eru undir skúlaaldur og
børnum, sum ganga í 1. og 2.
flokki.
Ovasta rók
Karl A. Olsen bleiv fyrstu ferð
valdur í Vestmanna bygdarráð
á kommunuvalinum seinast, og
sum nýggjur í kommunal-
politikki gjørdist hann eisini
borgarstjóri í Vestmanna. Hann
kom soleiðis upp á ovastu rók í
kommunalpolitikki í einum.
– Eg havi nú sitið í hesum
starvi í hálvt fjórða ár, og mær
hevur dámt hetta væl. Hetta
hevur verið ein spennandi og
gevandi tíð.
Umframt at vera borgarstjóri,
umboðar Karl eisini kommun-
una í Føroya Kommunufelag
og er eisini í Kommunala
Arbeiðsgevarafelagnum.
Hesi álitisstørv merkja nógva
fundarluttøku, og tí gjørdi
borgarstjórin av at fara í
farloyvi frá sínum lærarastarvi
á sumri fyri tveimum árum
síðan.
– At arbeiða sum lærari á
Kambsdali í hálva tíð umframt
at røkja nevndu álitisstørv
gjørdist mær ov nógv, og tí
kann eg nú brúka alla mína tíð
upp á Vestmanna kommunu og
tey álitisstørv, sum eru knýtt at
hesum, sigur Karl A. Olsen.
nalpolitikki
Skuldin hjá Vestmanna
kommunu er nú komin væl niður
um eina álíkning. Kommunan
hevur verið skuldarbundin, men
við árunum hevur eydnast at
rinda niður á hesa skuld
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Borgarstjórin í Vestmanna, Karl A.
Olsen, er bjartskygdur og heldur,
at útlitini hjá Vestmanna kommunu
sum heild eru rættiliga góð. - Jú,
eg haldi, at hetta sær bara heilt
gott út, sigur hann
Mynd: Jens Kr. Vang
Í Vestmanna býr
gott fólk, og tá
allar góðar kreftir í
kommununi viðvirka
til, at bygdini skal
gangast væl, skal
meira enn eitt
lítið nos til, at
bygdasamfelagið
fellir í fátt
VESTMANNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í Vestmanna kommunu er
nógv vinnulív, bæði á sjógvi
og landi.
Bygdin hevur upp ígjøgnum
árini átt fleiri reiðarar, og tá ið
teir gomlu løgdu frá sær, tóku
teir yngru yvir.
Hetta eru dugnaligir menn,
sum hava nógvar fiskimenn
siglandi við sínum skipum.
Meðan onkur bygd kann
sigast at vera línubygd burtur
av, er Vestmanna bygdin, sum
hevur traditión fyri trolvinnu.
Vit plagdu at siga, at
Klaksvíkin, Toftir og Eiði vóru
línubygdir, men tíðin stendur
ikki í stað, og í dag eru fleiri
trolarar heimahoyrandi í
Klaksvík.
Í Vestmanna hevur verið
hildið fast um trolvinnuna, og
tí eru nógvir vestmenningar
og menn í grannabygdum
dugnaligir í trolvinnuni.
Tað var tí kanska ikki so
undarligt, at eitt nýtt trolvirki í
Føroyum – Føroya Trol – sá
dagsins ljós í Vestmanna fyri
fáum árum síðan.
Í Vestmanna er eisini stór
framleiðsluvinna innan
fiskiídnaðin – við virkinum hjá
Faroe Seafood og nýggja
gulllaksavirkinum Atlantis,
sum reiðararnir í bygdini
saman við øðrum hava lagt
lunnar undir.
Tey, sum starvast her, eru
dugnalig fólk, sum fleiri hava
arbeitt í fiskavirkisvinnuni í
mong ár.
Fiskur verður aldur á
Vestmanna, eins og smolt
eisini hevur verið framleitt á
vøtnunum.
Stóru vinnulívsmenninir og
reiðararnir í Vestmanna,
Tummas Christophersen og
Dánjal Jacobsen, eru saman
við øðrum óførir at skapa
virksemi í bygdini og í
nærumhvørvinum.
Tummas eigur meginpartin
av Vestmenningi og Fram (JFK
eigur 10%), og Dánjal
Jacobsen eigur Vesturbúgvan.
Saman eiga teir so eisini
Nornagest og Kolumbus.
Trolbáturin Skálafossur er
eisini ein partur av skapandi
virkseminum hjá
vinnulívsmonnunum.
Tá Faroe Seafood gavst við
gulllaksavirkseminum í
Vestmanna, tóku Tummas
Christophersen, Dánjal
Jacobsen og Dánjal J.
Andreasen yvir.
P/F Vestmanna Fiskavirki,
sum er eitt gamalt felag, eigur
Atlantis, har tey áður arbeiddu
laks.
Teir, sum í dag eiga ein
stóran part av gamla
felagnum, eru aftur Tummas
Christophersen og Dánjal
Jacobsen, sum er stjóri í P/F
Vestmanna Fiskavirki.
Fleiri smærri eigarar eru
eisini.
Vinnulívið í Vestmanna
hevur lagt lunnar undir eina
1800 tons stóra frystigoymslu,
sum saman við nýggja
gulllaksavirkseminum er ein
íløga upp á einar 30 miljónir
krónur tilsamans.
Seks skip plaga at fáa loyvi
at veiða gulllaks í vertíðini,
sum er summarhálvan. Tey
eru Vestmenningur, Fram,
Eysturbúgvin, Vesturbúgvin
og Stjørnan og Polarhav.
Vestmenningar eiga trý av
hesum skipum, Vestmenning,
Fram og Vesturbúgvan,
sandoyingar eiga Eystur-
búgvan, og leirvíkingar eiga
Polarhav og Stjørnuna.
Men tað eru ikki bara
vestmenningar, ið sigla við
skipunum, sum eru
heimahoyrandi í bygdini og
arbeiða á teimum virkjum,
sum vinnulívið hevur skapt.
Tað eru eisini onnur, ið njóta
gott av hesum virksemi.
Við so dugnaligum
vinnulívsfólki, arbeiðsfólki og
fiskimonnum er ikki løgið, at
borgarstjórin, Karl A. Olsen, er
bjartskygdur um framtíðina
hjá Vestmanna kommunu.
Ein kommuna við
nógvum vinnulívi
Nógv virksemi er á havnalagnum í Vestmanna, og á myndini síggja vit eisini nýggja Fiskivinnuskúlan, sum nú
verður bygdur í Vestmanna
Mynd: Birgir W. Høgnesen