Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-03, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 [ Nr. 126 - 3. juli 2008 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur – Eg veit ikki hví vit gera so. Vit spæla ein fínan dyst í Svøríki, og so koma vit heim og gera hetta Fróði Benjaminsen, HB Rumbul í hópinum, ónøgdir leikarar og ein venjari, ið ikki skaffar neyðugu úrslitini. Standurin í HB er ikki góður, og venjarin tykist at hanga í klønum tráð FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo HB er tíggju stig aftanfyri EB/Streym. Í gjár høvdu teir møguleika at hála inn á oddaliðið, men henda møgu­ leika misnýttu teir. Ein strika í rokningini hjá høvuðsstaðarfelagnum, og sum skilst er hetta ikki tað einasta, ið ikki er heilt sum tað skal vera. Vatnhamar liðugur í HB? Sjónligasta dømi um hetta í gjár, var málverjin Tróndur Vatnhamar. Ella eykamál­ verjin Tróndur Vatnhamar. Tróndur hevur annars staðið í málinum flestu dystirnar hjá HB í ár – og hevur staðið væl. Nú er Tróndur Vatnhamar avsettur. Hann byrjaði ikki inni, tá HB spældi seinna Intertoto­ dystin móti Elfsburg. Marcin Dawid stóð millum stengurnar, og tað gjørdi hann eisini í Fuglafirði í gjár. Hetta var Tróndur sjónliga ónøgdur við. Meðan HB­liðið í felag kom til Fuglafjarðar, kom Tróndur koyrandi einsamall­ ur í egnum bili. Tá hinir eykaleikararnir hugnaðu sær við bóltspæli í steðg­ inum, sat Tróndur á beink­ inum – einsamallur. Vit hava roynt at fáa greiði á, hvat trupulleiki hansara er, men Tróndur ynskir ikki at úttala seg. – Eg havi fingið eina frá­ greiðing, sum eg ikki kann góðtaka, er stutta svar hansara, tá vit í morgun spurdu hann, hví hann er settur av liðnum. Hvat hetta ber við sær er ilt at siga, men í Fuglafirði í gjár var eyðsæð, at Tróndur var ein stak ónøgdur maður. Ein annar maður, sum heldur ikki tóktist at vera heilt nøgdur, var Jákup á Borg. Hann varð tikin út, tá tríggir minuttir restaðu av dystinum, og áðrenn dómar­ in hevði bríkslað fyri sein­ astu ferð, var Jákup á Borg á veg niðan í umklæðingar­ rúmið. Kroystur venjari Hetta er ikki fyrstu ferð, at rumbul er í HB­leguni í ár. Fyrr í ár varð Jákup á Borg frátikin sum liðformaður. Eingin almenn frágreiðing kom úr HB um hesa avgerð. Um sama mundi framdi venjarin, Rúni Nolsøe, ógvusligar broytingar á liðnum. Til dystin móti NSÍ tann 18. mai í ár, hevði Rúni Nolsøe sett bæði Andrew av Fløtum og Christian Høgna Jacobsen á beinkin. Hetta sum ein avleiðing av, at HB ikki hevði skotið mál í samfullar 450 minuttir. Avgerðin gav bonus, HB skoraði trý mál – Jákup á Borg eitt og Christian Høgni Jacobsen tvey. Hesir somu leikarar, sum tann 18. mai vórðu avsettir, levaraðu ikki vøruna í gjár. Tað hava teir heldur ikki gjørt í fleiri øðrum dystum. Og tá bestu leikararnir spæla rættiliga langt frá tí optimala, ber illa til hjá HB at vinna dystir. Spurningurin er, hvat HB­venjarin nú skal finna upp á? Og spurningurin er, hvat leiðslan í HB skal finna upp á, tí tað ber illa til at liva við einum venjara, sum ikki skaffar neyðugu úr­ slitini, og landsliðsleikarar, ið spæla illa. Formaðurin onga viðmerking Vit ringdu til formannin í HB, Birgir Enghamar, og spurdu hann, um alt er sum tað eigur at vera í HB. – Tað einastu viðmerk­ ingina eg vil gera er, at í fótbólti gongur tað upp og niður, og í løtuni gongur tað ikki upp hjá okkum, sigur Birgir Enghamar. Spurdur um tað er galdandi bæði á og uttanfyri vøllin, sigur Birgir Enghamar, at hann ikki hevur fleiri við­ merkingar enn tað sama. HB-venjarin í klønum tráð? Rúni Nolsøe hevur ikki skaffað tey úrslit, ið HB hevði vónað og í gjár tapti hann fyri uppflytarunum ÍF Mynd: Álvur Haraldsen