Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-03, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 [ Nr. 126 - 3. juli 2008 ] VB/S aftur omaná Birgir Jørgensen skoraði einsamalla málið, tá ið VB/Sumba í gjárkvøldið vann framskundaðu lokaluppgerðina ímóti TB, sum misnýtti brotsspark. Seks minuttir eftir steðgin skoraði Birgir Jørgensen sigursmálið. Jón Krosslá Poulsen legði innfyri úr vinstru, og Birgir Jørgensen stýrdi bóltin í málið. Síðstu løtuna royndi TB at leggja trýst á. Óli Johannensen varð fluttur fram í álopið, men heimaverjan við Pól Thorsteinsson á odda vardi væl. Fyrr í ár vann VB/Sumba 2-0 á Sevmýri, og aftur hesa ferð noyddist TB altso av vøllinum eftir lokaluppgerð uttan at hava skorað mál og uttan at hava fingið stig. Methandil í Manchester City Komandi mótstøðuliðið hjá EB/Streymi hevur keypt brasiliumann fyri yvir 200 milliónir krónur. Talan er um 21 ára gamla áleyparan, Jo, sum annars hevur spælt í CSKA Moskva seinastu tíðina. Jo hevur bert spælt ein dyst fyri brasilska landsliðið, men roknað verður við, at hetta kemst av ósemju millum hann og landsliðsvenjaran, Carlos Dunga. Alment verður prísurin ikki upplýstur, men í bretskum miðlum verður roknað við, at spælarin kostar £19 milliónir, og tað er nakað væl meira enn gamla metið í felagnum, sum varð sett, tá Nicolas Anelka varð keyptur fyri £11 milliónir. ÍF spældi ikki væl í gjár, men tað var heldur ikki neyðugt, tí HB spældi beinleiðis vánaligt FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo ÍF hevur aftur lagt sjógv ímillum seg og botnin. HB megnaði ikki at hála inn á EB/Streym. Tað er status eftir dystin í Fuglafirði í gjár, har ÍF vann ein lut- falsliga tryggan 1-0 sigur á sigursvandu havnarmonn- unum. Harvið rukku fugl- firðingar eisini sínum setn- ingi, meðan HB dumpaði so dyggiliga. Andrew av Fløtum, Christian Høgni Jacobsen, Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen og hinir, megnaðu ikki at gera nakað sum helst við minnu navn- framu fuglfirðingarnar. Leikaði javnt á Fyrsta hálva tíman av dyst- inum leikaði javnt á. Liðini bæði høvdu hvør sínar hálvu møguleikar. Millum annað royndi Bartal Eliasen seg úr 30 metrum, tá hann sendi fríspark avstað, men Marcin Dawid, sum hevur tikið plássið hjá Tróndi Vatnhamar, var uppi í horn- inum og vardi fyri. Hetta var tað nærmasta ÍF var í fyrra hálvleiki, meðan HB kom nakað nærri enn fugl- firðingar. Tað var tá tað restaðu stívliga tíggju minuttir, og HB annars hevði sett seg á dystin, at Kári Nielsen sendi eitt skot avstað, sum Andras Gango fekk veittra upp á tvørtræið. Hesa løt- una sá tað út til, at HB hevði tamarhald á støðuni eftir eina heldur trilvandi byrjan upp á dystin, men nærri enn naska skotið frá Kára Nielsen, kom HB ikki – hvørki fyri ella eftir steðgin. ÍF átti alt ÍF legði bragdliga fyri í seinna hálvleiki. Bólthavar- in hjá HB varð lagdur undir eitt øgiligt trýst, og beinan- vegin vóru tveir fuglfirðing- ar á honum. Hetta tók onkursvegna luftina úr havn- armonnum, sum ongantíð komu fyri seg. Hinvegin spældi ÍF seg fram til fleiri møguleikar, og høvuðsarkitekturin han- dan teir, var álopsleikarin Atli Petersen. Fyrst royndi hann seg úr stuttari fjar- støðu og spískum vinkli, men rakti beint á Marcin Dawid, og løtu seinni setti hann afturkomna Vagnur Mohr Mortensen av, áðrenn hann royndi at leggja bóltin inn við handaru stong, soleiðis at Marcin Dawid noyddist í fulla longd. Meðan ÍF soleiðis spældi seg til hesar gyltu møgu- leikar, vaks fjarstøðan mill- um verju og álop hjá HB. Hetta hevði við sær, at hvørja ferð HB royndi at skapa nakað fram eftir vøll- inum, var tað við longum sendingum niðan í álopið, men hesum spurdist einki munagott burturúr. Effektivari vóru ÍF’ararn- ir. Eitt stórt korter inn í seinna hálvleik, gjørdi Milan Kuljic eitt klossut frí- spark við brotsteigar horni í vinstra borði. Balazs sendi væl innfyri, har Bartal Elia- sen stóð púra leysur og stút- aði í málið. ÍF á odda 1-0, og leiðslan var á ongan hátt óuppiborin. Tannleyst og máttleyst Rúni Nolsøe, venjari hjá HB, reageraði rímiliga skjótt við at umskipa liðið soleiðis, at miðverjin Fróði Benjaminsen fór niðan í álopið. Tá hetta ikki gav úrslit, tók hann Christian Høgna Jacobsen út, og setti Hans á Lag, sum eisini er verjuleikari, niðan í álopið. Hesir báðir megnaðu tó ikki at skapa ein erligan mál- møguleika, og spurningurin er, um restin av HB-liðnum yvirhøvir megnaði at gera tað í seinna hálvleiki. Tað gjørdi ÍF haraftur- ímóti eisini. Tíggju minuttir fyri leiklok royndi Rasmus Nolsøe at leggja bóltin aftur til málverjan, men Atli Petersen var kvikur og tók bóltin, men spilti stóra kjansin. Tveir minuttir seinni var aftur galið, tá Dánjal Pauli Højgaard kom at standa púra blankur, men heldur ikki hesin bólturin fór í málið. So hóast fleiri kjansir, so megnaði ÍF ikki at økja um leiðsluna. Tað var heldur ikki neyðugt, tí eitt mál var nóg mikið til ein sigur á tannleysa og máttleysa HB-liðnum. Veit ikki hví vit gera so Fróði Benjaminsen, liðformaður hjá HB, var ein fáorðaður maður eftir tapið fyri fuglfirð- ingum í gjár. – Hatta var bestemt ikki tað vit ætl- aðu, ein stór strika í rokningini hjá okkum, nú vit høvdu møguleika at nærkast EB/Streymi, staðfestir Fróði Benja- minsen. Hann ásannar, at hansara lið snøgt sagt ikki var nóg gott, men rósti eisini ÍF. – Teir pressaðu allastaðni, sig- ur hann. Hann dugir tó ikki at svara fyri, hví tað gekk hjá HB sum tað gjørdi. – Eg veit ikki hví vit gera so. Vit spæla ein fínan dyst í Svøríki, og so koma vit heim og gera hetta, sigur liðfor- maðurin, ið eisini átti sín leiklut í ÍF-málinum. – Hann snýtir meg snøgt sagt, og sleppur at standa púra leysur, greiðir Fróði frá. Tað verður ikki betri Landsliðsleikarin hjá fuglfirðingum, Høgni Madsen, var ovurfegin. – Hetta er super. Tað verður ikki betri, segði ivaleysi miðvallar stríðsmaðurin. Hann viðgekk tó, at ÍF hevur spælt betur í ár, enn teir gjørdu í gjár. – Men tað er fínt, at vit kunnu stríða okkum til ein sigur, heldur Høgni Madsen, sum serliga rósar álopspartinum hjá liði sínum. – Áleypar- arnir kempa allan dystin á tamb, og tað ger upp- gávuna hjá okkum longri afturi á vøllinum munandi lættari, sigur Høgni Madsen. Hann undirstrikar eisini týdn- ingin av sigrinum í gjár. – Hini liðini nær okkum fingu øll stig í hesum umfarinum, og tí er tað ómetaliga týdningarmik- ið, at vit eisini fingu tað, staðfestir Høgni Madsen. HB ÍF Teir bestu vóru vánaligast ÍF – HB 1-0 (0-0) 1-0: Bartal Eliasen, 62. Dómari: Lars Müller. ÍF: Andras Gango – Áki Petersen, Jonn Thomsen, Bartal Eliasen, Jan Ellingsgaard – Balazs Sinko, Fritleif í Lambanum, Høgni Madsen, Nenad Saric – Dánjal Pauli Højgaard (Knút Vesturtún, 84.), Atli Petersen. Gul kort: Nenad Saric, Fritleif í Lambanum, Balazs Sinko. HB: Marcin Dawid – Mortan úr Hørg, Fróði Benja- minsen, Vagnur Mohr Mortensen, Rasmus Nolsøe – Jákup á Borg (Pætur Jørgensen, 87.), Kári Nielsen, Milan Kuljic, Páll Mohr Joensen (Rógvi Poulsen, 60.) – Andrew av Fløtum, Christian Høgni Jacobsen (Hans á Lag, 60.). Gul kort: Andrew av Fløtum, Milan Kuljic, FAKTA Áki Petersen og hansara bygdarmenn settu Andrew av Fløtum og restina av høvuðsstaðarfelagnum upp á pláss Mynd: Álvur Haraldsen