hósdagur 3. juli 2008síða 50
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Nr. 126 - 3. juli 2008
Tónleikur
Hóast Roskilde Festivalurin offisielt ikki byrjar fyrr enn í dag, so
hevur tónleikur ljómað fyri allar tjaldararnar úti á tjaldingarøkinum
síðani sunnudagin.
Í gjárskvøldi vóru tað so íslendsk-føroysku Bloodgroup við Janusi
Rasmussen (Lama Sea, DJ·ÓR) á odda, ið framførdu har á pallinum,
sum kallast Pavilion Junior.
Teltið var næstan fult (serliga av føroyingum og íslendingum) til
Bloodgroup, sum endaðu kvøldið í gjár. Tað var gott lív og lekkurt
veður, og tey góvu sum sigst frá frískum føroyingum, ið eru á
Roskilde hesar dagarnar, eina sprenlívliga framførslu, sum geilaði
teltið fullkomiliga upp.
Høgni Egholm Magnussen var á staðnum í gjár og tók myndir av
fólki og framførslu.
Bloodgroup (FO/IS) rokkaðu Roskilde