hósdagur 3. juli 2008síða 51
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 3. juli 2008
51
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Orange pallurin er størsti pallurin
hjá Roskilde festivalinum, og tað
er eisini á hesum palli, at tey
størstu nøvnini hjá festivalinum
sleppa at framføra; í ár nøvn sum
Gnarls Barkley, The Streets,
Radiohead og Neil Young. Teitur
er settur millum stjørnurnar at
spæla á hesum pallinum, tá hann
í kvøld verður tann fyrsti at seta
føturnar á hann hetta árið.
Hvussu er hendan framførslan
komin í lag?
- Tað eru faktiskt tvær versiónir
av tí. Tann eina er, at man hevur
gjørt fýra plátur og turnerað í
átta ár og á tann hátt gjørt vart
við seg. Hin er, at Roskilde um-
boðini ganga og leita eftir einum
navni, sum skal opna. Eg fekk at
vita, at tey vóru til seinastu
konsertina hjá okkum á Vega, og
at tey á tann hátt hava fingið tað
hugskotið at seta okkum á
Orange pallin, sigur Teitur.
- Vit vóru bookaðir til Ros-
kilde áðrenn hetta, faktiskt sum
eitt av teimum fyrstu nøvnunum.
Men vit hava ongantíð vitað, fyrr
enn nú fyri stuttari tíð síðani, at
vit skulu spæla á hesum
pallinum.
- Seinast eg framførdi á Ros-
kilde, var á Roskilde Pavilion í
2004. Tað er eisini einastu ferð-
ina, eg havi verið á Roskilde
festivalinum.
Hvussu er framførslan uppsett,
og hvørji løg ætlar tú at spæla?
- Eg fari at brúka sama bólkin,
sum eg havi turnerað við í sein-
astuni. Bara eitt sindur útviklað-
an við blásarum og gittarspælara.
Ein vinur hjá mær er eisini við,
sum spælir alt møguligt, m.a
klaver. Og so hava vit eisini
fingið eitt stórt gentukór við.
- Tónleikurin verður ein
samanseting av øllum tilfarinum
hjá mær, men við serligum denti
á tað nýggjasta. Og vit hava
avgjørt, at um eitt eykalag skal
spælast, so verður tað »Havnin er
ein lítil bygd«, sigur Teitur
smáflennandi.
Hvussu verða tey føroysku
løgini í grundini móttikin í
Danmark?
- Tey verða væl móttikin. Eg helt
ikki, at tað fór at vera so relevant
fyri tey, men tað eru yvirraskandi
nógv, sum spyrja eftir tí. Haldi
bara, at tað prógvar, hvussu nógv
internetið hevur at siga fyri øll;
hvussu stóra ávirkan tað hevur,
sigur Teitur.
Er hetta stórt fyri teg ella bara
eitt annað gigg?
- Hetta er nógv tann størsti
pallurin, eg nakrantíð havi spælt
á, og hann kann rúma nógv ta
størstu áhoyrarafjøldina. So tað
er heilt sikkurt stórt fyri meg.
- Tað er okkurt mytologiskt
yvir Roskilde. Fólk hava altíð
tosað so nógv um tað, og tað eru
mong, ið hava upplivað sínar
bestu konsertir har. Tað er feitt at
sleppa at spæla har, og at sleppa
at spæla á Orange er ordiliga kul.
Vit skulu hava ljóðroynd sam-
stundis sum Radiohead (ið fram-
føra á Orange nakrar tímar eftir
Teit, blaðkv.). Eg veit nú ikki, um
Thom Yorke sjálvur fer at bera
gittararnar inn, men tað er
stuttligt óansæð.
- Hendan konsertin ein góður
møguleiki at spæla fyri mongum
fólki. Um tað gongur væl, er tað
ordiliga gott. Um ikki, so er tað
bara eisini skeg. Man hevur sum
so einki at missa. Vit vilja bara
framføra so væl sum gjørligt og
hava tað gott ímeðan. Tá konsert-
in er liðug, ætli eg mær at seta
telt upp og fara á festival. Havi
faktiskt ongantíð ordiliga gjørt
Teitur á Roskilde Festivalinum:
Á størsta pallin higartil
Í kvøld kl 18.30 skal Teitur opna Orange pallin
á Roskilde, sum er eyðkendur fyri at vísa fram
størstu stjørnurnar. Eitt nú framføra Radiohead
á sama palli bert hálvanfjóðra tíma eftir Teit.
Tosar man um viðurkenning, er hetta væl og
virðiliga ein slík. - Um tað gongur væl, er tað
ordiliga gott. Um ikki, so er tað bara eisini skeg.
Man hevur sum so einki at missa, greiðir Teitur
sjálvur frá
T
eitur fer við bólki og
kóri á Orange pallin á
Roskilde Festivalinum í
kvøld kl 18.30. Vit hava
fólk á staðnum og geva
seinni eina rapportering
frá framførsluni.
Les meira um Roskilde,
um framførslurnar,
skránna og festivalin sum
heild á roskilde-festival.dk
Vitja Teit á myspace.com/
teitur og á teitur.com
- Eg fari at brúka sama
bólkin, sum eg havi
turnerað við í seinastuni.
Bara eitt sindur útviklaðan
við blásarum og
gittarspælara. Ein vinur
hjá mær er eisini við, sum
spælir alt møguligt, m.a
klaver. Og so hava vit eisini
fingið eitt stórt gentukór
við, greiðir Teitur frá um
framførsluna hjá sær á
Roskilde í kvøld.
Mynd: Álvur Haraldsen