hósdagur 3. juli 2008síða 52
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 126 - 3. juli 2008
Tónleikur
Um góðar tvær vikur kemur fløg
an hjá Boys in a Band, »Black
Diamond Train«, út, og í hesum
sambandi fara teir á eina stóra
konsertferð her á klettunum, sum
byrjar i Havn 18. juli. Talan er
um 24 konsertir uppá 24 tímar, á
24 ymiskum støðum. Flestu
konsertirnar vera stuttar og
akustiskar, men boysarnir lova
stuttleika og festligheit til hvørja
einastu av teimum.
Ferðin verður tikin upp av før
oyskum filmfólkum við einum
enskum filmstjóra á odda. Ætlan
in er nevniliga at gera ein doku
mentar burturúr hesum og seinni
at geva tað út á DVD.
Vit hava fingið ein ógvuliga
góðan filmstjóra at gera doku
mentarin, men vit hava ongan
peningaligan stuðul fingið enn og
vita tí ikki, um vit kunnu seta
hann til hetta, greiðir umboðsmað
urin hjá Boys in a Band, Gís, frá.
Øll, sum vit tosa við, elska
hetta hugskotið, men tað hevur
alíkavæl verið torført at fingi
stuðul til tað. Um alt fer at ganga
eftir ætlan, verður filmstjórin
ein, sum hevur arbeitt við fleiri
dokumentarum í Onglandi. Til
hendan dokumentarin fer hann
saman við føroyskum filmfólk
um at arbeiða við at gera ein
stuttligan og áhugaverdan doku
mentar, sum vísir fólk í sínum
egna umhvørvi í Føroyum.
Men hví fara á eina
konsertferð í Føroyum?
Tað eru nakrar orsøkir til hesa
konsertferðina. Fyrst og fremst tí
at hetta er debut útgávan hjá
Boys in a Band, og teir vilja siga
takk til øll fyri stuðulin. Teir
ynskja eisini at vísa heiminum,
hvat Føroyar hava at bjóða. Fólk
spyrja nevniliga altíð um Føroy
ar, har teir fara, og vit hugsaðu tí,
at man burdi gjørt upptøkur av
landinum og fólkinum og givið
tað út, sigur Gís.
Vit vilja ikki gera nakran
typiskan, álvarsaman dokument
ar; tað lata vit onnur um. Vit fara
heldur á ein nátúrligan hátt at
inkludera vakra landslagið í
landinum, men vit vilja eisini fáa
fólkini við uppá ein nátúrligan og
persónligan hátt í egnum umstøð
um; eitt nú úti í havanum, í bak
garðinum osfr. Um vit fáa úrslit
ið at innihalda hesi tingini, blíva
vit væl nøgdir. Um allir so eisini
kunnu hava tað stuttligt ígjøgn
um hesa 24 tíma ferðina, meta
vita, at vit hava klárað at gjørt
nakað ógvuliga týdningarmikið,
og vónandi fer dokumentarurin
at kunna reflektera tað.
Konsertferðin byrjar í Havn
tann 18. juli kl 19.00 og endar
tann 19. juli kl 19.00 í Gøtu á G!
Mini. Tá hava teir spælt í/á Argj
um, Hoyvík, Tvøroyri, Hvalba,
Vági, Sandi, Skopun, Sørvági,
Miðvági, Sandavági, Vestmanna,
Kollafjørði, Eiði, Skála, Strond
um, Glyvrum, Saltangará, Runa
vík, Toftum, Fuglafjørði, Klaks
vík og Leirvík.
Hví gera tað so ógvusligt og
fara á so nógv støð? Er tað
neyðugt?
Dreingirnir ynsktu at gera
nakað annað enn bara at spæla
eina vanliga útgávukonsert. Navn
ið á fløguni er »Black Diamond
Train«, og vit hildu tað rigga væl
at fara á eina tónlistarliga tokferð
kring Føroyar; fyri at møta fólki
og vita, um teimum dámar tón
leikin. Landið er jú ikki so stórt
alíkavæl, sigur Gís í speisemi.
Teir skulu í grundini bara
spæla tríggjar ferðir á palli.
Restin verður akustisk, har teir
bara møta upp og spæla nøkur
løg og eru farnir víðari aftur,
áðrenn tú veist av tí.
Vit avgjørdu at gera nakrar
avmarkingar til konsertferðina,
so tað var upplagt at gera tað til
24 framførslur uppá 24 tímar í
24 ymiskum støðum. Um hetta
ikki riggar, tí at teir sovna, ella tí
at tíðin rennur út, áðrenn teir eru
komnir allan vegin runt, skulu
teir endurtaka hetta, tá teir geva
næstu fløguna út, sigur Gís.
Fløgan; framleiðsla og forsøla
»Black Diamond Train« verður
útgivin í Føroyum 19. juli og í
Íslandi í august mánaða ígjøgn
um teirra egna útgávufelag,
BIAB. Bólkurin er við umboðs
manni sínum í samráðingum við
eitt útgávufelag um eina heims
umfatandi avtalu, men kunnu
ikki avdúka navnið á tí enn.
Fløgan er framleidd og miksað
av Jolyon og Ken Thomas (Sigur
Ros, Depeche Mode, Sugar
cubes, Dave Gahan, M83, osfr)
og varð upptikin í januar í einum
sethúsa upptøkuhølið í Surry,
Onglandi. Mastering fór fram í
360 Mastering Studio í London.
Sniðgevingin av húsanum er
gjørd av Niels Paula Lamhauge,
sum lesur grafiska sniðgeving í
London og er beiggi Rógva,
trummuleikaran hjá BIAB.
Fløgan verður seld í handlunum
frá 19. juli, men fæst tó longu í
forsølu á boysinaband.com. Fyri
150 kr. pluss 15 kr. í postgjaldi
fært tú eina signeraða fløgu og
eina plakat av dreingjunum senda
heim til tín í einum pakka.
Hoyr fýra løg av nýggju
fløguni – »Black Diamond
Train«, »Secrets to Conceal«,
»Beyond Communication« og
»Before the Flood« – á
myspace.com/boysinaband.
Boys in a Band fara
18. juli á eina 24 tíma
langa konsertferð
kring Føroyar
í samband við
útgávuna av fyrstu
fløga teirra, »Black
Diamond Train«.
Umboðsmaðurin
hjá bólkinum,
íslendski Gís, sum
er bústaddur í
Onglandi, greiðir frá
útgávuni og ferðini
Pætur Zachariassen er
oddamaður í Boys in a Band.
Seinni í mánaðinum gevur
bólkurin út sína fyrstu fløgu,
»Black Diamond Train«.
Mynd: Olivier Donnet
Boys in a Band fløguútgáva
Skjótt fer tokið avstað