Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-03, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2008síða 53

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 3. juli 2008 53 Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi? Skriva til sunneva@sosialurin.fo Lagt til rættis: Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo Komandi fløgur Tricky Heiti: Knowle West Boy Útgávudagur: 7. juli Plátufelag: Domino/A:larm Stutt um: Knowle West Boy er áttinda studiofløgan hjá Tricky, trip-hopparanum úr Bristol. Heili fimm ár eru liðin, síðani hann gav seinastu fløguna út, og hendan er ein samandráttur av øllum tí tónleiki- num, sum hann framleiddi í '90unum og fyrst í '00. Fløgan er uppkallað eftir barndóms- heiminum hjá Tricky, Knowle West, og inniheldur eitt bland av hipp hoppi, punki, reggae og rokki í hansara egna, eykenda stíli. Keyp fløguna á amazon.co.uk og digitalt á 7digital.com Hoyr tónleikin á knowlewestboy.com Beck Heiti: Modern Guilt Útgávudagur: 7. juli Plátufelag: XL Recordings / Playground Music Stutt um: Modern Guilt er fyrsta nýggja tilfarið frá Beck, síðani hann gav út staklagið Timebomb, ið bara kundi fáast digitalt, og sum varð nominerað til eina Grammy virðisløn fyri Best Solo Rock- vocal Performance. Fløgan er framleidd í samstarv við Danger Mouse, sum er ein av teimum tveimum í Gnarls Barkley og hevur framleitt m.a Demon Days hjá Gorillaz. Hon er full av ógvusligum, eksperi- menterandi rútmum og typiskum popp- klassikarum við einum lekrum dámi av old school rokki og rulli. Keyp fløguna á amazon.co.uk ella digitalt á iTunes Lurta eftir tónleikinum á myspace.com/ beck CSS Heiti: Donkey Útgávudagur: 21. juli Plátufelag: Sub Pop/A: Larm Stutt um: Bólkurin CSS (Cansei de Ser Sexy, sum merkir »Eg bleiv troytt av at vera seksut«) varð stovnaður í 2003 i Brasilia. Sjálvnevnda debutfløgan hjá teimum kom út í 2006, og síðani hevur tað bara gingið niðan brekku hjá CSS. Tey hava verið á konsertferð kring heimin fleiri ferðir saman við nøvnum sum Gwen Stefani, Ladytron, Klaxons osfr, og lagið »Music is My Hot, Hot Sex«, ið bleiv brúkt í einari heimsumfatandi iPod Touch lýsing í fjør, gjørdist hægst toppandi staklagið nakrantíð hjá einum brasilienskum bólki. Nú kemur næsta fløgan hjá bólkinum út, sum sigst at liva víðari í rætta kaotiska, danceparty, live-sinnaða andanum hjá CSS. Keyp fløguna á amazon.co.uk ella digitalt á iTunes. Longu nú kanst tú taka eitt ókeypis lag av fløguni niður á csshurts.com Lurta eftir tónleikinum á myspace.com/ canseidesersexy Nine Inch Nails Heiti: The Slip Útgávudagur: 21. juli Plátufelag: The Null Corporation Stutt um: Nine Inch Nails ríða Radiohead bylgjuna beint nú og fara eisini at geva komandi fløguna hjá sær ókeypis til øll, ið hava áhuga. Hetta siga teir seg gera fyri at vísa tøkk til allar fjeppararnar fyri stuðulin gjøgnum árini. Umframt at vera ókeypis, verður The Slip eisini útgivin við einum serligum loyvi, sum merkir, at tónleikurin kann brennast, deilast og remiksast so nógv, ein vil. Fløgan kann takast niður á nin. com og er til taks í fleiri ymsum formatum í bæði høgari og lágari góðsku. Man fær harafturat eisini ein PDF við húsasniði og upplýsingum um fløguna. Tak The Slip niður ókeypis á nin.com. Seinni í árinum verður eisini møguligt at bíleggja hana í fysiskum formi. Lurta eftir tónleikinum á iLike.com ella myspace.com/nin Løgini á fløguni eru: Niels Pauli Lamhauge, sum lesur grafiska sniðgeving í London, hevur sniðgivið húsan til fløguna, sum longu nú kann keypast í forsølu á boysinaband.com Heri og Heini eru tveir av limunum í Boys in a Band, sum vikuskiftið 18. og 19. juli skulu spæla 24 konsertir uppá 24 tímar á 24 ymsum støðum kring landið. Mynd: Oliver Donnet 1. Most Of The Time 2. Beyond Communication 3.Secrets To Conceal 4. Black Diamond Train 5. The Curtain Fell 6. Dance In The Pale Moonlight 7. Super Contagious 8. Blinding Lights 9. Before The Flood 10. Son Of Man 11. Deliver Us From Evil 12. Baby Blue