fríggjadagur 4. juli 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 4. juli 2008
11
tíðindi
Elisabeth Pike sýnir í Klaksvík
Elisabeth Pike búði síni fyrstu barnaár í Klaksvík. Hon er dóttir Niels Joensen úr
Hvannasundi. Hon flutti síðani til Havnar og seinni út í heim. Mest partin av lívinum
hevur hon búð í Kanada. Har hevur hon tikið listarliga útbúgving á universitetinum í
Toronto. Hon hevur havt nógvar framsýningar m.a. í Toronto, Danmark, Íslandi og í
Føroyum. Elisabeth Pike fer at hava framsýning í Miðlan við átta litføgrum
akrylmálningum. Myndevnini eru føroysk – m.a. dansur, dansinátt og kvøld – og eisini
meiri almenn evni. Málningarnir hanga í Miðlan til 20. juli, og er framsýningin opin
gerandisdagar frá 10.00 til 16.00.
rap mammu og pápa
Mamman var deyð, áðr
enn hon var koyrd í sjúkra
bilin, men hetta vistu børn
ini ikki. Og eingin kunnaði
tey um tað.
– Eingin kundi siga okk
um nakað, og vit fingu ikki
loyvi at fara úr lítla rúmi
num, leggur Anna afturat.
Í tveir tímar vistu tey
einki, uttan tað at pápin var
deyður. Tey vistu ikki, um
tað stóð um lív hjá hinum,
og tey vistu ikki, um tað var
pápin, sum hevði skyldina
av vanlukkuni.
Tørv á hjálp
Hóast tær hava havt hvørja
aðra og hini systkini, so eru
tær tríggjar systrarnar samd
ar um, at fólk, sum uppliva
so brádligan og ógvusligan
miss, hava brúk fyri sálar
ligari hjálp.
– Tá vit hugsa aftur á dag
in úti á Landssjúkrahúsinum,
undra vit okkum á ta ráð
geving og hjálp, vit sum
avvarðandi
fingu,
sigur
Elisabeth.
Tá
familjan
endiliga
slapp úr rúminum, var tað
løgreglan, sum stóð klár at
taka yvir. Løgreglan greiddi
teimum frá, hvat var hent,
og systrarnar eru samdar
um, at kunningin frá løgregl
uni var framúr.
Men tá løgreglan kom,
slepti Landssjúkrahúsið, og
starvsfólkini trektu seg aft
ur, sigur Rita. Eingin segði
nakað um sálarliga kreppu
hjálp.
Sjálvt ommu og abbason
urin, Jann, fekk einki tilboð
um sálarliga hjálp. Tá ið tað
var staðfest, at hann ongan
likamligan løst hevði fing
ið, var hann útskrivaður
sama dag.
– Hann, sum hevði upp
livað og sæð ommu og abba
sín lata lív á ein so skila
leysan hátt, var bara sendur
heim, sigur Anna hugsunar
som.
– Beint tá hugsaðu vit
ikki um tað, vit royndu bara
at klára tað praktiska, sigur
Elisabeth.
– Men professionel heilsu
starvsfólk áttu at sæð og
kunna okkum um tørvin á
sálarligari hjálp, staðfestir
hon. Systrarnar nikka.
Endi
Nógv fólk vóru til jarðar
ferðina, og nógv hava sýnt
sína samkenslu. Rosa og
Ditleif vóru avhildin fólk.
Men tey eru farin.
Húsini í Fuglafirði eru
nú ruddað, og hálvtómi
kaffikoppurin við reyðari
varrastift á, sum stóð á borð
inum í køkinum sum sein
asta heilsan frá mammuni,
er tømdur og vaskaður. Sein
asta bókin, sum pápin las,
90 Minutter i Himmelen, er
eisini niðurpakkað. Hon
minnir á vónina, men eisini
á veruleikan. Tey eru ikki
her.
– Fólk siga so nógv løgið,
tá tey royna at vísa sam
kenslu. Onkur hevur sagt,
at tað var Guds vilji, og onk
ur hevur sagt, at tá tú hevur
gudstrúgv, hevur tú ikki
tørv á sálarligari hjálp. Men
hetta er fullkomiliga mis
skiltur uggi, sigur Elisa
beth.
Tær nikka allar. Kanska
kundu tær funnið upp á at
hugsa okkurt líknandi fyri
tveimum árum síðani. Men
í dag vita tær betur. Ferðslu
deyðin rakar hart.
Elisabeth Eldevig, Rita Syderbø og Anna Háberg
greiða í greinini frá, hvussu tað var, tá foreldrini
doyðu í ferðsluvanlukku. Og tær undrast á ta
hjálp og viðgerð, sum tey avvarðandi fingu á
Landssjúkrahúsinum.
– Eingin tosaði um sálarliga kreppuhjálp. Sjálvt
ommu- og abbasonurin, sum hevði verið við í
bilinum fekk einki tilboð um sálarliga hjálp. Tá
ið tað var staðfest, at hann ongan likamligan løst
hevði fingið, var hann útskrivaður sama dag,
greiðir Anna Háberg frá