Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 127 - 4. juli 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Áralagið versnar Samgongan gongur aftur í fleiri bólkum, og heildarmyndin er ruðuleikakend. Seinasta dømið er pensjónsuppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum. Fyrsti at fegnast er løgmaður, ið kallar uppskotið áhugavert. Løgmaður fokuserar eins og FMR á tann vaksandi bólkin av pensionistum og tær útreiðslur hann fer at elva til í framtíðini. Tey gomlu gerast ein trupulleiki, og hann heldur tað verða neyðugt at endurskoða pensjónsaldur og eftirlønarskipanir og boðar frá, at landsstýrið saman við avvarandi pørtum fer at arbeiða víðari við tilmælinum. Við hesi fráboðan hevur løgmaður blástemplað uppkastið frá embætismannabólkinum undir FMR. Løgmanni á baki kemur landsstýrismaðurin við ábyrgd fyri almannamálum Hans Pauli Strøm við sínum dómi, og hann er ikki mildur, kallar uppskotið eina sápubløðru og boðar frá, at tað kemur ikki uppá tal at hækka pensjónsaldurin. Hann hevur onga kunning fingið frá FMR. Hann er misnøgdur við, at embætisfólk føra síni tilmæli fram, sum var tað ein politisk avgerð: - Tað eru ikki embætisfólk í FMR og Landsbanka,ið skulu stinga politisku kósina út í kortið viðvíkjandi pensjónum og pensjónsaldri, sigur hann. Hans Pauli heldur bólkin vera farnan út um sín setning, sum var at gera uppskot til eftirlønaruppsparing og ikki at blanda alt annað uppí. Hann er ikki sørt firtin um, at hann sum avvarandi landsstýrismaður hvørki hevur verið eftirspurdur ella kunnaður. Hann vísir á, at neyðugt er við orðaskifti um alla eftirlønarstøðuna, men ger vart við, at hetta má gerast í samráð við avvarandi landsstýrismann. Tað skal ikki nógv hugflog til at staðfesta, at samgongan enn einaferð hevur fingið ein samstarvstrupulleika. Her er alt, ið bendir á stríð millum landsstýrismenn. Orsøkin er at fíggjarmálaráðharrin hevur trolað innanfyri hjá almannaráðharranum, ið hevur ábyrgd av pensjónsøkinum. At løgmaður alment fráboðar sín stuðul til klandursuppskotið og harvið eyðmýkir sín egna landsstýrismann ger ikki støðuna betur. Hetta mál snýr seg ikki longur um pensjónsskipan, men um áralagið í samgonguni, ið støðugt versnar. Tað er eygsýnt fyri øllum, at okkurt er galið við samskipanini í landsstýrinum. Høgra hond veit ikki, hvat vinstra ger, og heildarmyndin er ein babyloniskur ruðuleiki, har eitt rópar kálk og annað rópar stein. Slíkar hendingar sum henda við pensjónsuppskotinum eru ikki fremjandi fyri álitið á samgongu, og løgmaður skal taka eitt óndartak, um hetta álit skal endurskapast. Hann má taka um rótina, ið er, at samgonguflokkarnir hava heilt ymiskar dagsskráir fyri hesa samgongu. Stórir og hóttandi búskapartrupulleikar verða kveistraðir til viks við neoliberalistiskum flosklum, meðan orkan verður nýtt til klandur og markeringar. Hetta kann skjótt enda galið. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Niels Petersen niels@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8­20.00 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Mín inniliga áheitan á tykkum útisetar: Komið ikki heim til hesar kargu klettar, um TIT HAVA BØRN VIÐ SERLIGUM TØRVI ELLA BREKAÐ BØRN !!!! NÚ mugu vit foreldur her heima finna saman og gera uppreistur, tí her á landi vilja politikkarar ikki okkara børnum tað besta. Vit kunnu gjalda skatt, men hvat fáa VIT og OKKARA BØRN fyri hann? Til tykkum politikkarar: Gevið teim veiku næming­ unum bæði fiskastuðulin, rentustuðulin (tí til hús nr 2., 3., 4. osfr. skal verða tikin burtur og givin skúlun­ um). Vit foreldur! Hvat kunna vit gera HER OG NÚ!!!: Áðrenn fleiri børn við foreldrum verða full­ komiliga sundurskrødd av hesari viðferð. 1. Vit kunna fyri tað fyrsta halda ein fund skjótt. 2. Demonstrera ímóti hes­ um niðurskurðum saman við øllum føroyingum, ið vilja hjálpa hesum bólki og tískil eisini hjálpa teirra egnu børnum, so tey fáa ta undirvísing, tey hava tørv á og krav uppá. 3. NÚ mugu vit fara inn í tímarnar hvønn einasta dag hjá egnum barni, so tað fær tann stuðul, tað hevur krav uppá. Hetta verður gjørt í Onglandi, ókeypis fyri land­ ið (ein skomm afturat fyri Føroya land), men dýrt fyri foreldrini, tí at arbeiðs­ tíð má broytast ella gerast til deiltíð, men óivað til gagns fyri okkara elskaðu børn. 4. Krevja menningarætlan minst 1 ferð árliga, helst 2 ferðir, um heystið og um várið, sum á danska skúl­ anum hjá spastisku dóttr­ ini. Á henda hátt fáa foreld­ ur vitan, vit verða kunnað um, hvat vit skulu hjálpa børnunum við hvønn einasta dag. 5. Krevja nógv betri sam­ starv millum lærarar og foreldur, so vit saman við menningarætlan kunnu síggja og føla, at tímarnir, ið verða játtaðir børnum okkara, verða brúktir hvør einasti ein við skili og kunna eftirmetast javnan. 6. Nógv kann gerast við okkara hjálp, og tað verður bæði børnum okkara til gagns bæði nú og seinri í livinum, øllum floksfeløg­ um og eisini samfundinum. Sum nú er, fáa Føroyar alt fleiri næmingar við ser­ ligum tørvi, og teir verða ikki færri við ongari hjálp. Hvat við hesum næm­ ingum seinri í lívinum? Fáa tey børn, ið tey ikki kunna hjálpa? Hvussu man tað fara at kennst hjá slíkum foreldrum? Hetta verður ein ónd ringrás uttan enda, og PISA­ kanningin verður?? ja hugsi tann um tað, tann, ið kann av politikkarunum?? Jenis segði á Tingi í 2007 við tað danska sjónvarpið: DETTE ER PARADIS PÅ JORD, men góði Jenis, hetta hevur nú varað í 4 ár. Eg kom til Føroya, tí tit manglaðu tannlæknar, men hvat er ein tonn verd borið saman við eitt barn. Hetta hevur verið um reppið veitt H..... á jørð fyri meg. Tú sum hevur verið so nógv ár á tingi, tú ert lækni og kristin!! Hví hevur tú onki gjørt við hetta? Hví bara lúgva tit tingmenn og ­ kvinnur? Ella sigur tú tað eisini við tínar patientar, ið hava ymiskan tørv: Føroyar hava ikki ráð til brekað og børn við serligum tørvi. Ja, Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi lærari, tú segði, at tú skilti meg, og at tú visti bæði, at tey veiku og tey sterku børnini í skúlun­ um als ikki fingu ta undir­ vísing, tey skuldu hava. Hví gjørt tú onki við hetta, alt er bert tos valagn hjá tykkum, men tá fólk við peningi bert opna munnin, so eru tit skjót. Góði Finnur! Tú roynir, og eg havi roynt bæði á barnaskúlanum, MMR, almannastovuni og øðrum stovnum, men her flýtur nógv. Eg haldi áfram, men sundurskrødd eri eg, tað skalt tú vita og nógv við mær, tí eg tosi við serliga nógvar mammur at bæði ungum og eldri børnum við serligum tørvi, og tær eru nógvar, ið hava og aðrar, ið minnast árini hjá teirra børnum við sundur­ skrøddum hjarta, og sum hjá fleiri av teimum for­ fylgir teimum, tí arbeiði til hesi børn hanga heldur ikki á trøunum. Okkara kristna tjóð hugsar heldur ikki um á hesi, sjálvt um skrivað stendur: Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit ikki hava gjørt einum av hesum minstu, hava tit heldur ikki gjørt Mær." Matt. 25, 45. Tískil verður lívið hjá mongum av hesum familj­ um tungt, ja ofta enda við skilnaði. Tær almennu Føroyar eru steinur oman á byrði. Tit, ið lesa uttanlands: KOMIÐ IKKI aftur til hetta landið. Hugsið tykk­ um sera væl um!! Hava tit so mikið sum eina pirru á reyvini, so haldið tykkum burturi. Verið verandi har, ið tit eru, um tit eru nøgd við arbeiði, skúlagongd hjá børnum, serliga teimum við serligum tørvi og breki, tí her er hjálpin so út av lagi vánalig, at um tykkara børn ikki fáa ta undirvísing og ta hjálp, ið tað skal hava, so ávirkar tað fam­ iljuna, also pápa, mammu og møgulig systkin so nógv, at familjan fer at mistrívast, tí sjálvt um familjan er her, so kunna tey ikki hjálpa dag og dagliga, tey hava sítt. Verið verðandi í útlegd!!!! Øll, ið vilja hjálpa, kunna helst maila veikir­ naemingar@hotmail.com ella ringja til mín 212803. Eg eri í farloyvi frá 1.8. til 25.9.08., tí mín brekaða dóttir skal inn aftur í ta donsku skipanina, og tað kann taka tíð, áðrenn alt er komið upp á pláss. Hon skal jú hava hjálp hvønn einasta dag. Áheitan á tykkum útisetar barnatannlækni í Havn PEddy dÁNIALSdóttIR dAvIdSEN Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.