fríggjadagur 4. juli 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 • 4. juli 2008
Vikuskifti
12
Lívið á Landssjúkrahúsinum
reportasjurøð
Gud er deyður.
Niðurnívandi uppáhaldið
hjá týska heimsspekinginum,
Friedrich Nietzsche, er sum slíkt
eirindaleyst og miskunnarleyst í
sjálvum sær. Tað tekur øll á bóli
men eingi atlit. Og tað leivir onga
vón úr erva. Einans eitt døkt og
djúpt hol av glóðheitari glating.
Hóast Nietzsche neyvan
meinti við, at ein ítøkiligur
gudur hevði givið upp anda,
fert tú at hugsa um Nietzsche,
tá ið tú ert á náttarvakt á B7 á
Landssjúkrahúsinum; tí tað er har,
sum fólk av sonnum liggja lágt.
Tú verður við undirlutan og finnur
ongan kendan knabba at heingja
kenslurnar á. Men er eingin vón
á reseptini, kann ein viðhvørt
ordinera eina skeið av spei. Gud
er kanska deyður. Jón á Steig er
tíbetur bara sovnaður.
Millum teir trettan liggjandi
sjúklingarnar stendur um lív hjá
tveimum teirra. Teir eru pre-
terminalir. Tað er, at teir fyri
stuttum eru farnir fyrsta fetið inn
í tilgongdina, haðan eingin okkara
kemur aftur. Tíma vit ikki at trúgva
Nietzsche beint nú, kunnu vit
siga, at hjá teimum hevur leiðandi
yvirlæknin bara bakvakt. Fremst á
vaktarlistanum stendur gud.
Hesa tungu náttina, meðan
Føroya kønasti klinikari liggur
heima og svevur so søtan,
vakja tvær árvaknar og ungar
sjúkrasystrar yvir teimum doyggj-
andi og teimum, sum enn hava
veruliga vón um leking ella linna.
Sjúkrasystrarnar eita Halla Seyer
Hansen og Rúna Lamhauge.
Vit práta nógv á vaktini; um
egin lív, um at ein sjúklingur
doyði leygardagin, og at ein
doyggjandi er farin til hús. Og so
tað, ið var ræðuligast hjá Rúnu
at uppliva. At tað einaferð doyðu
seks sjúklingar dag um dag í seks
dagar. Slíkt setur seg í sinnið.
Tá rakti tað Rúnu, at hetta ikki
bara er eitt arbeiði. At tú, hóast
tú heldur teg hava neyðuga
frástøðu, ert nóg nær at brenna
teg illa kensluliga.
Rúna vendir eisini nýggju
Dimmu, sum hevur havt nakrar
atfinningarsamar greinir um
Landssjúkrahúsið fyri at varpa ljós
á henda partin av heilsuverkinum.
Rúna er hugsanarsom. Tað kann
oyðileggja nógv fyri okkum og
onnur, um málini verða lýst ov
einvíst. Tað kann hava við sær,
at vit fara at uppliva nógv meiri
av hugburðinum, at nú ræður
bara um at hava sín rygg frían. At
tað eyka avrikið ongantíð verður
framt, heldur hon.
Áðrenn kvøldvaktirnar fara
heim, tosa Halla og Rúna við
tær. Ein teirra garvaðu sigur, sum
er. At tær vita nógv meiri um
málini, sum hava verið umrødd í
Dimmalætting. Men tær kunnu
einki siga. Tær hava lógarfesta
skyldu at tiga. Vit mugu bara
liva við at kenna okkum forkert,
heldur hon fyri heldur turrisliga.
Roynda sjúkrasystirin, ið er á
veg heim, heldur fram við meira
almennum práti um deyðan.
Hon hevur hildið í hondina á
føroyingum í hundraðtali, sum
eru farnir inn um deyðans gátt.
Hesi menniskjuni sova oftast.
Tú kennir tað á andadráttinum,
at deyðin nærkast, veit hon.
Men avnoktanin hvørvur ikki fyrr
enn allar evstu kláru løturnar.
Uppgávulyndi ræður einans í
Náttin er tung
B7. Tað er ikki nógv, ið er meira natúrligt enn at vitja eina seingjadeild um náttina. Og B7
er seingjadeild av sonnum. Flestu sjúklingarnir har liggja lágt. Eftirsum at tað er sunnunátt,
hvat er so uppaftur meira sjálvsagt enn at byrja við átrúnaði ...
Høgni Mohr
Reportasja
Mynd: Jens Kristian Vang