fríggjadagur 4. juli 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 4. juli 2008
13
viðmerkingar
Helena Dam á Neystabø
hevur viðgingið, at hon
visti alt týðandi í málinum
um smyrlafinnurnar. Hon
visti, at dokking sambært
fakfyrisitingini fór at vera
neyðug í ár, hon visti uppá
oyra kostnaðin, og Helena
visti, at viðkomandi játtan
fór ikki at halda uttan
tillagingar.
Alt hetta visti landsstýris
maðurin undan triðju við
gerð av løgtingsfíggjarlóg
fyri 2008. Rættast var, um
hon latið seg í sekk og
øsku og biðið um umber
ing; men eins og fyrr í
karrieruni, er taktikkurin
einfaldur: lat okkurt eymt
mál bíða til aftaná fíggjar
lógin er samtykt, so ber til
at fáa økta játtan uttan at
hetta verður partur av
løgtingsins samlaðu
raðfesting.
Rættstundis umhugsan
CHEsamongan hevur
valdið í landsstýri, á løg
tingi og í fíggjarnevndini.
Kortini tók tað samgonguni
tríggjar mánaðir at semjast
um fíggjarlógaruppskotið,
ið bert hevði góðar 20
milliónir í raðfestingum –
alt hitt vóru framskrivingar
av ymsum slagi.
Helena Dam á Neystabø
hevur nú fingið eykajáttan
svarandi til ein fullan trið
ing av raðfestingunum
uttanum tær røttu manna
gongdirnar sambært stýris
skipanarlógini. Samstundis
sita tær fittu stýriskvinnur
nar sita sum bitið í lort –
‘hví skulu vit halda lóg og
karmar?’ – hugsa tær.
Vit í fíggjarnevndini, ið
duga at hava oyrini úti,
vistu sjálvsagt, at skilið var
ringt. Í minnilutaáliti
mínum varð víst á, at fleiri
metingar máttu metast at
vera skeivar, at landsstýrið
ikki brúkti sína vitan rætt.
Men at vit partvíst vita um
ónýttu vitanina hjá lands
stýrinum, tað umskyldar
ikki landsstýrið.
Av hesum skeivu meting
um og skeivt ásettu játtan
um megnaði samgongan tó
at rætta onkra í síðstu løtu.
Rætti mátin er ígjøgnum
landsstýrismannin í fíggjar
málum at biðja um hægri
játtan undir fíggjarlógar
viðgerðini.
Men til ber nú eisini at
brúka tann heldur minni
yndisliga mátan hjá Tór
bjørn Jacobsen at gera vart
við tørvin við tann levind
og gang fyri opnari mikro
fon; Tobbi megnaði soleið
is at forða fyri, at verjuskip
ini brendu síðstu oljuna
undan næstu tingsetu.
Helena boðaði fyrst í
viðgerðini frá, at uppskotið
til strandferðslujáttan
bygdi á, at dokking ikki
skuldi vera í 2008, men
bíða til 2009. At hon hevði
ítøkiligar upplýsingar við
sær og lágmælt nevndi
veruliga tørvin á dokking í
2008 á fíggjarnevndarfundi
(har Kári P. Højgaard møtti
fyri Sjálvstýrisflokkin) ger
bara støðuna verri. Hon
gjørdi tað harvið ósambært
ligt við stýrisskipanina at
játta Smyrli pengar gjøgn
um fíggjarnevndarskjal.
Heldur enn at siga, at hon
hevur kunnað fíggjarnevnd
ini, mugu vit staðfesta, at
hon forsømdi at fáa játtan
ina við á regluligan hátt –
sum so mangar aðrar út
reiðslur, ið kundu havt
verið grundaðar í kendum
tørvi.
Allir landsstýrismenn
gremja seg um síni mál
søki og nevna fyri hundrað
tals milliónir í rakstri og
íløgum, sum kundu verði
tiknar við á fíggjarlógina.
Hetta merkir ikki, at teir
sum okkara sonevndi løg
málaráðharri hava ‘gjørt
avtalu við fíggjarnevndina’
um seinni eykajáttan –
tann teoriin hjá Neystabø
er fullkomiliga burturvið
og fær ikki eingang stuðul
frá tí umskiftiliga nevndar
formanninum.
Eftir stendur, at Neysta
bø forsømdi at brúka røttu
mannagongd at økja játtan
sína, og hon forsømdi
eisini ta buldrutu manna
gongdina, ið Tobbi brúkti.
Samgongan, sum hevur
valdið, forsømdi at leggja
upp fyri síni vitan um, at
Smyril kravdi at fara í
dokk í ár.
Samgongan langt úti
Landsstýrismaðurin í
samferðslumálum er ikki
hvør sum helst. Hetta er
eisini tann, ið pretenderar
at vera føroyskur løgmála
ráðharri og skal ráðgeva
øllum landsstovnum um
stýrisskipan landsins.
Teir eldru
fíggjarnevndarlimirnir
plaga at siga, at eykajáttan
um fíggjarnevndarskjal
krevur eitt omanlop – og
hvar er omanlopið? Lands
stýrismaðurin verjir seg
bara við at fíggjarnevndin
skal hava vitað líka nógv
sum hon. Men ein urð, ið
øll kendu, er ikki nakað
bráðkomið omanlop.
Samgongan hevur verið
sum tær tríggjar apurnar, ið
ikki sóu nakað skeivt, ikki
hoyrdu nakað skeivt, og
ikki søgdu nakað skeivt.
Landsstýrisfundurin for
sømdi at hyggja at vitanina
hjá hesum landsstýris
manninum, fíggjarmála
ráðharrin forsømdi sláa
síni oyru út, og samgongu
meirilutin forsømdi at siga
sum var, at hetta nú ikki
var mál, ið lógliga kundi
avgreiðast uttanum løg
tingið, men kravdi heldur
at tingið varð kallað saman
– ella raksturin tillagaður
og játtanin hildin.
Løgtingsmaðurin Johan
Dahl vísti á ta røttu leiðina
– at kalla tingið saman –
Sjálvstýrisflokkurin sat
fullmannaður tilreiðar at
gera tað rætta, men summir
samgongumenn tykjast
hava trupult at finna heim.
Frúgvin á Neystabø tímdi
ikki sjálv at koma heim.
Á fyrra fíggjarnevndar
fundinum var samgongu
meirilutin við Eyðgunn
Samuelsen á odda samdur
við okkum øðrum í, at
treytirnar vóru ikki loknar
– ongin fíggjarnevndar
limur bað um at verða
førdur í gerðabók fyri at
hava tikið undir við skjali
num. Síðani stungu kamm
eratarnir høvdini saman,
og nú slongdust tonglarnir
í briminum – og ikki bara
brutu teir stýrisskipanar
lógina fyri sær, meirilutin
breyt prinsippið um, at
sama mál kann ikki við
gerast fleiri ferðir í somu
setu, og at meiriluti skal
vera til staðar fyri stovn
urin skal kunna taka støðu.
Einasta støðufesti, ið
fíggjarnevndarformaðurin
hevur víst, er óbendig
trongd at fara við fíggjar
nevndini til Kulusuk í
Eysturgrønlandi at kanna
eykajáttanir til útjaðara
sjúkrahús.
Í dag boðaði eg tí løg
tingsformanninum frá, at
eg haldi fíggjarnevndina
vera nóg langt úti – eg fari
ongan veg at seta meg inn í
viðurskiftini í øðrum
londum, tá ið nevndin ikki
vil seta seg inn í okkara
egnu stýrisskipan; ta vik
una, sum nevndin jollar
sær, fari eg at lesa gerða
bøkur og mál hjá fíggjar
nevndini higartil. Síðani
fari eg at heita á løgtings
formannin um at brúka
mínar ferðapengar til
ábøtur á umstøðurnar hjá
tingmonnum, so vit til
dømis hava tráðleyst net til
taks á nevndarfundum, og
tilfar til taks, og so for
maðurin sleppur undan at
svara, at “tað sigur tú, men
eg eri ikki juristur,” ella
“tað dugi eg ikki at síggja,”
tá ið kjakast verður um
fíggjarmál landsins.
Eftir stendur, at venjan
er broytt, og tann góði
ráðgevin má nú lýsa rætt
arstøðuna soleiðis fyri
landsstýrismonnum: “halt
lágan profil undir raðfest
ingunum, tak okkurt eymt
mál burtur úr umbønini,
men hav upplýsingarnar
klárar og mutla okkurt um
málið, tá ið tú ert á fundi í
fíggjarnevndini – syng so
fyri tíni sjúku mostir í
fjølmiðlunum og bið ‘tey’
ringja til kammerat for
mannin í fíggjarnevndini –
so er játtanin økt”.
»Men eg eri ikki juristur«
løgtingsmaður
Kári á rógvi
Tíverri kann nú bert
staðfestast, at útsagnir
nar hjá Edmundi Joen
sen, fólkatingsmanni, og
sannleiki eru tvey fyri
brigdi, ið ikki kunnu
sameinast
Harmist um at verða
noyddur alment at svara
Edmundi Joensen, fólka
tingslimi, aftur. Fá munnu
orka fyri politiskum orða
drátti, har alt bert snýr seg
um at vinna øðrum neisur.
Tíverri tykist tað higartil
vera høvuðsendamálið í
røðini av sonevndum tíð
indaskrivum frá fólkatings
manninum, Edmundi Joen
sen. Og ósannindi kunnu
ikki sleppa at standa
ósvarað.
Eg vísti í almennari við
merking herfyri á fimm
beinleiðis ósannindi og
villleiðingar, sum Edmund
Joensen hevði sett fram um
undirritaða og Uttanríkis
ráðið. Edmund Joensen
hevur ikki svarað hesum
ella víst tí aftur.
Ístaðin heldur hann fram
við nýggjum íspunnum
søgum og ósonnum álop
um á føroyska landsstýrið.
Hesaferð um hvalaveiði
málið, har ein avtala mill
um Føroyar, Grønland og
Danmark varð brotin í
danska Fólkatinginum.
Edmund Joensen skrivar
svart uppá hvítt, at lands
stýrið “hevur snorksovið”
og ikki gjørt sítt arbeiði í
málinum, og førir enntá
fram, at hann skal hava
“purrað landsstýrið” og hin
føroyska fólkatingslimin út
í hesum máli.
Hetta eru ósannindi úr
enda í annan.
Tað er sjálvandi próvfast,
at Uttanríkisráðið og Fiski
og tilfeingismálaráðið hava
gjørt sítt arbeiði til lítar
upp undir ársfundin hjá
altjóða hvalaveiðinevndini
í drúgvum samskifti við
grønlendskar og danskar
myndugleikar.
Tá ið landsstýrið fær
váttað, at ein meiriluti á
fólkatingi ætlar at bróta
semjuna við Føroyar og
Grønland, verður alt gjørt
bæði á embætismannastigi
og á politiskum stigi til
tess at støðga hesum og
røkja føroysku áhugamál
ini. Ja, føroysk embætis
fólk arbeiða langt út á
næturnar við málinum.
Undirritaði setir seg
sjálvandi eisini í samband
við Sjúrð Skaale, fólka
tingslim, sum hevur sett
seg væl inn í málið. Í sama
viðfangi tosi eg við
Edmund Joensen.
Í langari samrøðu við
Edmund Joensen greiði eg
honum frá málinum og
avtalunum, ið gjørdar eru á
stjórnarstigi, og leggi dent
á, at vit mugu draga eina
línu í føroysku politisku
skipanini.
Edmund Joensen sigur
seg vera samdan. Vit avráða,
at á fundinum í fólkatings
nevndini fara føroysku fólka
tingsumboðini at bera sjón
armiðini hjá landsstýrinum
fram. Eisini fáa føroysku
fólkatingsumboðini allar
neyðugar upplýsingar og
kunning frá landsstýrinum.
Tá fundurin í fólkatings
nevndini er hildin, sigur
Edmund Joensen í tíðinda
skrivi seg kortini góðtaka,
at føroysku og grønlendsku
áhugamálini vórðu sett til
viks, og hann verjir støð
una, sum er íkomin.
Nú veit eg av góðum
grundum ikki, hvat
Edmund Joensen hevur
ført fram á sjálvum fund
inum um málið í fólkatings
nevndini, men tað kann
hann sjálvur greiða
almenninginum frá.
Fái ikki gjørt nógv við,
at Edmund Joensen – mær
vitandi sum fyrsti føroyski
fólkatingslimur nakrantíð –
velur at ganga ímóti støð
uni hjá føroyska landsstýri
num í hesum máli. Men at
hann síðani førir fram, at
landsstýrið hevur sovið í
tímanum, og at hann hevur
“purrað landsstýrið út”, er
út um alt mark grovt.
Fyri føroysk áhugamal í
hvalaveiðimálinum – sum
full semja hevur verið um
á løgtingi og í skiftandi
landsstýrum – er framferð
arhátturin sjálvandi ómeta
liga skaðiligur. Og eg skilji
framvegis ikki, hvørjum
slík framferð skal gagna.
Enn ein rangur vitnisburður
Høgni Hoydal