Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 • 4. juli 2008 Vikuskifti 13 reportasjurøð løtum. Annars er alt avnoktan. Vit eru soleiðis sum menniskju; eisini vit, sum hava gjørt hetta leingi. Mær hendir einki, hugsa vit. Eg verið ikki yvirkoyrd. Eg fái ikki krabbamein, hugleiðir hon. Hon hevur eisini skilt, at hvussu tú fert inn í deyðan, veldst aloftast um, hvussu tú hevur livað. Vit kenna øll hvør annan so ella so í Føroyum; vita nøkunlunda hvør og hvussu hvør okkara er. Men at enda fara vit øll inn í ævinleikan meira ella minni trilvandi; trúgv­ andi ella trúarleys. Tó grettir sjáldan, at hevur tú livað toluliga nøgd og ert mett av døgum, so er deyðsløtan friðsæl. Ónøgd fólk eru ræddari. Sjúkrasystirin smírist fjart, tá ið hon minnist ein sjáldsama friðsaman sjúkling, sum beinleiðis veitraði farvæl við hondini, áðrenn hann legði seg í fosturstøðu og doyði. Svikaligur svullur Við vaktarskiftið klokkan ellivu góvu kvøldvaktirnar rapport um sjúklingarnar. Dentur varð lagdur á teir tyngstu. Maðurin við lungnakrabba hevur opið atgongumerki til deildina. Hann er farin heim at halda vikuskifti. Livir ein dag í senn. Tað stundar til deyða. Ein annar maður, ið hevur krabbamein í baktarminum, berjist manniliga inni í kanningarrúminum. Hann hevur forstoppilsi og fær dropp við heilivági, ið skal fremja opning. Hann er fullur av fæsis, siga tey. Pínan hevði verið ótolandi, fekk hann ikki morfin alla tíðina. Krabbasjúklingurin á stovu 1 hevur tað hinvegin betri. Hann hevur fingið kroyst eitt sindur av breyði og eina kalda bjór niðurum. Annars er hann ússaligur og etur næstan einki. Allir hesir tríggir sjúklingarnir hoyra til røktarbólk 4, sum er nógv tann tyngsti. Á stovu 2 liggur ein eldri kvinna, sum er komin av hvíldar­ heiminum Naina og ikki krevur so nógva røkt. Hon verður viðgjørd fyri bløðandi magasár. Higartil hevur hon fingið fýra posar av blóði og hevur fingið nógv betri dæmi. Á stovu 3 liggur ein maður, ið hevur verið og ferðast. Hann hevur havt herðindi av krampa. Maðurin er heldur illa fyri. Tey halda, at hann hevur fingið borrelia­bakteriu, sum kemur av at vera bitin av skógarlús. Ungi maðurin á somu stovu hevur bruna í øllum langanum og verður millum annað viðgjørdur við undurheilivágnum, Prednisoloni. Á stovu 4 liggur ein kvinna, ið hevur afturvendandi svull í heila­ num. Tað munar lítið, at svullurin ikki er illkynjaður, tí trýstið á heilan hevur við sær ógvisliga ójavnvág í hormonskipanini. Higartil hevur svullurin við tí vónríka navninum, góðkynjaður, elvt til sukursjúku, og at kvinnan hevur fingið tetraplegi og so statt er lammað í øllum limunum. Hon fær føðslu gjøgnum slangu og skal vendast javnan. Kvinnan á stovu 6 kom inn við blóðtøppum í lunganum. Hon hevur kanska krabbasvull, men enn er eingin funnin. Hon er í útgreinandi fasuni, sum tey siga. Fylgt verður væl við, hvussu nógva vætu sjeyti eitt ára gamli sjúklingurin á stovu 7 fær, tí hann er snøgt sagt uppturkaður. Hann hevur ongan fepur longur men lungnakrabba. Sjúklingurin fær onga kemoviðgerð, tí almenna støðan er ov vánalig. Viðgerðin hjálpir einki kortini. Maðurin skal bara hava góða røkt og nógvar hjálpandi hendur. Halla og Rúna byrja vaktina við eini rundu, tey kalla. Tær hava eina helvt av deildini hvør. Halla fer fyrst inn í kanningarrúmið til mannin, sum hevur krabbamein í baktarminum. Umframt stomi til trekk hevur hann nefro­stomi, sum er land­katetur beinleiðis inn í nýruni. Kemoviðgerðin munar ikki longur. Hann skal kanska hava stráluviðgerð ístaðin. Sjúkl­ ingurin er ikki sovnaður. Halla spyr spakmælt, um hann hevur tað betri. Tað grælar úr honum, at einki stendur til, hóast hann júst hevur fingið morfin. Halla tryggjar sær, at ljósið er nóg kámt, so hann fær sovið. Síðan fer Halla úr stovu í stovu at vita, hvussu og um sjúklingarnir liva. Hon avdúkar, at hon í hesi tilgongd kann fáa tveir hvøkkir, og at hvørgin teirra er mjúkur at strúka. Í hesum sam­ bandi dámar Hallu best tjúkk ella eldri fólk. Tey anda aloftast tungt og snorka mangan. Tá hoyrir tú lættliga lívið. Verri er við ungum og klønum fólkum. Tú noyðist at bukka teg heilt niður at teimum og onkuntíð ongan andadrátt finna, tí deyðin kom áðrenn tú. Ella, sum Halla ofta hevur upplivað; at tá ið andlit hennara er fáar sentimetar frá sjúklinginum, støkkur hann upp úr svøvni. Inni á seinastu stovuni liggur ein eldri kvinna í andvekri. Nú, ert tú ikki sovnað, góða, spyr Halla. Nei. Hvussu sær út hjá tær? Frúktiliga turr í hálsinum; sum sandpappír! Halla vætir varrarnar á kvinnuni, sløkkir neonljósið, sum koyrir bæði sjúklingar og starvsfólk í sama kliniska sekk, tí tey øll síggja líka líkbleik út av tí. Og so fer hon uttar í køkin at práta við Rúnu. Rúna hevur orðnað allan heilvág, ið verður givin innanæðra. Summir sjúklingar fáa fýra áfyllingar á vaktini. Grundar um gransking Tær seta seg niður. Smakka á lakress, køku og kaffi í køkinum. Evnið við borðið er aftur vón. Tað ræður um at varðveita vónina í teimum, sum í roynd og veru eiga at vera vónleys. Hetta er tann ógvisligasta andstøðan í arbeiðinum; veruleikin móti vánaligum vánum. Men er vónin fokin, kann ein bara geva skarvin yvir alt fyri eitt. Bæði á B7 og B6, sum Halla annars arbeiðir á, doyggja nógv fólk. Nógv teirra fáa palleativa viðgerð, sum tey kalla seinastu røktina. B6 hevur eina palleativa stovu til ta terminalu tíðina (Á skeltinum uttan fyri hesa stovu stendur: Her skal verða friður! Ja, tað er stavað soleiðis ...). Har royna læknar, sjúkrasystrar og sjúkrahjálparar at tryggja teimum terminalu ein virðiligan deyða. Eisini sperd avvarðandi fáa umsorgan og stuðul eftir tørvi. Doyr onkur sjúklingur, verður ringt til teirra avvarðandi alt fyri eitt. Og síggja starvsfólkini, at nú fer at styttast, ringja tey og siga, at tey halda, at tey kæru skulu koma í stundini. Tú fært eitt serstakt samband við deyðan her, heldur Halla. Men tær tosa ikki púra opið um deyðan, viðgongur hon. Tey flestu kveistra hann burtur úr heysinum. Deyðin er ikki ein møguleiki, meðan tú livir. Halla arbeiðir í brøki 0,7 og ikki ein tíma afturat! Leygarmorgun var hon uppi klokkan átta. Hon hevur bara sovið 4 tímar, áðrenn hon møtti, og hon skal til ferming seinni henda sama sunnudag. Og so er tað seks ára gamli sonurin, sum hevur sjómann til pápa. Eg má altíð fáa onkran at ansa eftir soninum, suffar Halla hugsanarsom. Hann hatar, at eg noyðist avstað um kvøldið! Á B7 hevur Halla níggju kvøld­ ella náttarvaktir í seks vikur. Hallu dámar at ganga túr saman við soninum. Tá hugsar hon viðhvørt um at skifta starv. Hon droymir eitt nú um at arbeiða við at savna inn tilfar til gransking. Kókað vatn smakkar av fanan og til, brestur burtur úr Hallu, tá ið hon fer at gera mat til sondusjúklingin, sum tíbetur sleppur undan smakkinum. Ein tími er farin, og stundin er aftur komin til eina rundu at kenna turra húð, heitar pannur og óstøðugan hjartasláttur og hoyra sjúklingar anda tungt og teska. Hesa ferð stendur serliga kvinnan við svikaliga svullinum fyri tørni. Hon skal vendast og hava sondukost og vatn. Halla hitar vatnið og Nutrison­ kostin í mikroovninum. Illgruni er um, at sjúklingurin hevur margmótstøðuførar bakteriur, og tí noyðast Halla og Rúna í handskar og svintu, áðrenn tær taka inn undir tungu kroppin og venda honum. Halla hevur sondusproytu og stetoskop. Hon sproytar eitt sindur í sonduna og lurtar so, um samband er við magan. Síðan sproytar hon matarsevjuna og vatnið í slanguna. Er tað óbehagiligt, góða, spyr Halla. Tøgn. Nei. Er tað gott at vera aftur í Føroyum? Einki svar. Fekst tú sonduna í Danmark, góða? Heldur einki svar. Men so snarar sjúklingurin høvdinum við sniglaferð, hyggur upp á Hallu, smílist og svarar upp aftur seigligari: Tað ... havi ... eg ... ikki ... ánilsi ... av! Øll brosa við. Her eru tár og ➘ Rúna Lamhauge (v.m.) og Halla Seyer Hansen (h.m.). Sjúklingurin er modell Mynd: Jens Kristian Vang