Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 127 - 4. juli 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Góði Torkil Tað eru nú nakrar vikur síðani, vit fingu boðini um, at tú var farin. At kroppurin ikki orkaði meira, og tú tí mátti lúta. Fyri okkum, sum gingu í fólka­ skúla saman við tær, og fyri øll onn­ ur, sum kendu teg, er hetta ein ómetaliga svár sannroynd. Tey flestu vistu, at tú bardist ein dyst, sum var so torførur at vinna, men ikki vardi tað meg, at hetta skuldi gerast endin. Vit komu at kennast sera væl í fólkaskúlanum. Fóru í 1. flokk sam­ an niðri á Frúutrøð í 1972 og vóru í sama flokki tey komandi 10 árini, útivið helvtina av tíðini uppi í tí tá spildunýggja Eysturskúlanum. Serliga í framheildsdeildini fylgd­ ust vit nógv, og fyri meg og fleiri aðrar dreingir í 10b varð títt barna­ heim yvir í Klokkaragøtu eitt slag av heimi hjá okkum eisini. Har spældu vit kort, telvaðu, hugdu eft­ ir tipsfótbólti og hugnaðu okkum saman við tíni fryntligu familju. Okkara vegir skiltust eftir fram­ haldsdeildina. Tú fór tann vegin, ið eg altíð hevði roknað við, tann handaliga vegin, og gjørdist snikk­ ari og timburmaður. Gott hevði tú í at bregða; pápi tín so sera hegnigur við timbrinum og saman við mammu tíni álítisfólk í føroyskum dansi. Í tíni ætt eru eisini nøkur av landsins frægastu listafólkum, handaliga sum bókliga. Ommu tína og abba tín, Bette og Petur, komu vit ungfólk at kenna og hava sum lærarar. Her fingu vit um endan av tí eldra slagnum av lærarum, og tað var týðuligt, at hesi skilafólk tóku lærarakallið bókstavi­ liga og álvarsliga. Vit fataðu tað ikki so væl tá, men komin longur upp í árini sæst munurin nógv betur. Politiskt vóru vit av somu áskoð­ an, tó at tú var nógv meira kontant­ ur. Spurdi meg altíð spurningin: Hví skulu føroyingar ikki ráða í Føroyum? Og tú ivaðist so í øllum førum ikki í svarinum. Eftir fólkaskúlan sóust vit ikki so ofta sum áður, men tó av og á, og ikki minst til okkara regluligu klassasamkomur fimta hvørt ár. Tann seinasta var á Hotel Tórshavn í oktober í fjør. Hugnin var av tí allarbesta, og tú bar teg væl. Nú í seinastuni hjálpti tú mær við onkrum timburarbeiði, og tú smíðaði fleiri av húsunum uppi í Maritugøta, har Miriam og eg seinni keyptu hús. Eg royndi sum frægast at hava samband við teg, ikki minst nú eg visti, at tú róði tungan róður. Men tíð og orka hava sínar avmarkingar, og tankin nívir meg, um eg kundi havt gjørt meira. Eg eri neyvan tann einasti við hesum tonkum. Vit vónaðu øll inniliga, at tú fórt at koma fyri teg aftur. Eg kundi skrivað nógv aftrat um góðar og stuttligar løtur saman við tær, men orð eru fyri einki at rokna afturímóti tí sakni, ið kennist eftir teg. Alt ov ungur fórt tú. Jórun, Bartal, Petra og Marin, tit máttu nú siga manni og pápa far­ væl, og eg rokni við, at tit, eins og vit onnur, velja at minnast Torkil fyri alt tað góða, hann stóð fyri. Hann var eitt gott fólk, og ilt búði ikki í honum. Sunnudagin eftir at tú var farin, vitjaðu vit yviri í Klokkaragøtu ­ Gunnar, Heri, Bogi og eg. Bjarki hevði forfall, og Jóhan var júst far­ in út at sigla. Vit tosaðu um gamlar dagar, og tað manglaði bara, at tú sat har og brosaði, sum tú plagdi. Mítt minni um teg er um ein glað­ an mann, sum eg hevði nógvar góð­ ar løtur saman við. Í skúlanum høvdu vit tað mangan ómetaliga stuttligt í fríkorterunum, og sum Heri tók til herfyri, hevur tú nú fingið eitt fríkorter, ið er nakað longri enn tað hjá okkum, ið eftir eru. Hvíl í friði, vinurin. Niels Juel Til minnis um Torkil Kamban (f. Andreassen) Føddur 16. apríl 1965 Deyður 21. mai 2008 Kavarar fingið prógv Mikudagin 2. juli fingu tveir kavarar prógv sum OWD­kavarar frá kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík. Næmingarnir hava verið sera vælnøgdir við kavingina og gleða seg at sleppa á botn um oyggjar okkara. Á myndini síggja vit Janus Joensen frá Faroe Dive saman við kavarunum Helga og Jóannes eftir seinasta kavið á útbúgvingini. Føðingar 28. mai fingu Magna Eliassen úr Mikladali og Hans Ingi Nattestad Johansen úr Havn eina dóttir. Hon vigaði 3625 gram og var 48 cm. long. Tey búgva á Frøya í Noregi. 29. mai fingu Marianna og Jósup Davidsen, Norðoyri, ein son. Hann var 46 cm. langur og vigaði 2380 gr. 18. juni fingu Barbara Olsen og Heri Joensen, Århus ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4420 g. 23. juni fingu Elsebeth Syderbø og Hans Mikal á Fløtti, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 4300 gr. 23. juni fingu Guðrun Setberg Lindenskov & Jóhannes Lindenskov, Herlev, ein son. Hann vigaði 3775 gr og var 52 cm langur. 24. juni fingu Katrin Petersen og Thomas Koba, Gøta, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4600 gr. 25. juni fingu Helena Egholm og Rókur J. Jakobsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3200 gr. 27. mai fingu Haldis E. Samuelsen og Regin Thomsen, Oyri, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3450 gr. 27. juni fingu Maria Poulsen og Dan Thomsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 3200 gr. 27. juni fingu Svanhild á Miðgerði og Bent Kristian Thommasen, Hvalba, eina dóttur. Hon var 44 cm. long og vigaði 2000 gr. 27. juni fingu Sunniva og Tóri Højgaard, Toftir, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3825 gr. 28. juni fingu Anja Olsen og Rógvi Durhuus, Vestmanna, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4500 gr. 2. juli fingu Elisabeth Henriksdóttir og Brian Anthonius­ sen, Miðvágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3770 gr. 3. juli fingu Anne Melchior Hansen og André Annfinnsson Jacobsen, Sørvágur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4030 gr. Sonur Randi Danielsen & Jóhann Krog var føddur á Hvidovre hospitali 16.06.08 Brúdleyp Leygardagin 5. juli kl. 15.00 giftast í Christianskirkjuni Sigrun Vágstún og Karl Marius Poulsen bæði úr Klaksvík. Veistla fyri innbodnum verður í Skálanum kl. 19.00. Leygardagin 5. juli kl 13.00 giftast í Betesda í Klaksvík, Annfríð Jacobsen Klaksvík og Ragnar Poulsen Hvalba. Aftaná vígsluna verður receptión í kjallaranum í Betesda. Øll eru hjartaliga vælkomin. Leygardagin 5. juli kl. 15.00 giftast í Sumbiar kirkju Edni Lisberg, Sumba, og Randi Gaarden, Kristiansund. Veitslan verður fyri innbodnum í samkomuhúsinum í Sumba kl. 19.00. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. juli hava Jonny og Áki Dimon, Trongisvágur, gulldbrúdleyp. Dagurin verður hildin í skúlahøllini í Trongsvági sama dag við brunch millum kl 10 ­ 14. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ár Leygardagin 5. juli fyllir Elmar Jacobsen, Søldarfjørður, 80 ár. Dagurin verður hildin í Elim í Søldarfirði leygardagin 5. juli frá kl. 1700 til 2100. Øll eru hjartaliga vælkomin