Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 • 4. juli 2008 Vikuskifti 14 Lívið á Landssjúkrahúsinum reportasjurøð tregi men tíbetur eisini gleði í gloppum. Sum tað seinasta prika tær kvinnuna í oyrað at máta blóðsukurið. Tú skrivar einki um, at vit svansa so illa, sigur Halla, sum hevur spruttað eitt sindur við sondumatinum. Vit fara inn aftur í køkin at práta. Dyrgt verður eftir upplýsing­ um um teirra lív. Tú ert ræðuliga analyserandi, sigur Halla. Tað eydnast at fáa at vita, at Rúna er støk, og at hon leigar kjallaraíbúð í Fútalág saman við eini vinkonu. Hon hevur verið í Havn síðan 2003. Halla eigur dýr hús við Dýrindalsgøtu; tvær ferðir 118 fermetrar við einum eindømi av eini eikitrappu. Rúna og Halla eru báðar 30. Halla tosar nógv um sonin og hugleiðir um at taka kenslur heim við sær. Men brádliga troðka onnur ting enn tilveruligir spurningar seg framat. Ein kvinna skal á ves og hava nýggja blæu. Eftir lokið verk fara Halla og Rúna stetlandi við henni. Soleiðis frúan, sigur Halla, leggur kvinnuna niður aftur saman við starvssystrini og sprittar hendur­ nar enn einaferð. Ov ótakksamt yrki Um tveytíðina fer Rúna at rudda upp í journalunum. Onkur svar eru komin frá royndarstovuni. Rúna undrast yvir, at brunatølini hjá einum sjúklingi hækka, hóast hann fær penisillin. So fer hon víðari í digru pappírsdungunum. Blá pappír eru um blóðroyndir. Gul pappír eru læknakladdur, sum eru skrivaðar eftir klokkan trý gerandis­ dagar. Ljósareyð pappír snúgva seg um hjartamyndir. Hvít pappír við reyðari rond eru blóðjournalir. Rúna sýpur eitt sindur av jogurti og hyggur samstundis á eitt pappír við feskastu kunningini um eina sjúka kvinnu. Ná! Er hon nýrainsuffisient, sigur hon við seg sjálva. Halla fer inn í eina stovu. Hon fer tætt at einum eldri manni. Kann eg sløkkja, so tú sovnar? Hann svarar ikki. Bínir bara sum eitt bangið barn. Feilar nakað? Nei. Halla fer víðari til eina stovu við tveimum kvinnum. Skal eg sløkkja, so tú kanst sova, spyr hon aðra teirra. Ja. Men hin kvinnan vil hava ljósið tendrað. Millumloysnin er, at ljósið í millumganginum sleppur at loga. Vit tosa aftur inni í køkinum.Um ævinleikan. Um førleikar. Um at vera tryggleikanarkomanur. Um munin millum menn og kvinnur. Og so statt um ymisku læknarnar. Summi(r) halda tað nærum vera guðsspottandi at havast at einum lækna. Tað hava Rúna og Halla onga almenna viðmerking um. Tær vita bara, at tær eisini duga. Sambært teimum er kunsturin, tá ið tú fæst við menn, sum eru læknar, at tú skalt geva teimum hugskot á ein nóg óbeinleiðis hátt. Stutt eftir fáa teir ta fatan, at tað eru teir, sum hava fingið hugskotið. Sum frálíður fara teir at arbeiða íðið fyri at fáa framt sítt hugskot! Tær fara inn aftur á skrivstov­ una. Har liggur eitt bræv. Tað er frá serumstovninum og snýr seg um royndir, ið eru tiknar av eini kvinnu fyrst í fimmtiárunum. Eitt tal hjá kvinnuni er 180. Tað skal helst vera lægri enn 35. Ábendingin er púra greið. Kvinnan hevur krabbamein. Løgið at vita hetta áðrenn hon. Klokkan 3.18 fer ein sjúkrabilur blaktrandi niðan á hamaran á Argjum. Rúna hyggur eftir bláu blinkunum og fer at hugleiða um, at tú sjáldan fært rós sum sjúkrasystir. Hon arbeiðir fulla tíð á tyngstu somatisku deildini. Hon kundi fyri tað verið ein Florence Nightingale; eigur ongan mann, bara sjúklingar. Serliga hart heldur hon tað vera at hava COLD­sjúklingar; teir við roykjara­ lungum. Summir liggja og kikka eftir ondini einar tríggjar mánaðir. Teir kvalast spakuliga. Jú, tú mást smyrja teg við, at her er nóg mikið av deyða. Men at síggja blaðung fólk hjána burtur í einki ber ikki til at góðtaka. Hvussu kanst tú tað, tá ið makar og børn standa hjálparleys saman við tær og eygleiða týnandi tilgongdina? Viðhvørt knýtir tú teg so tætt at sjúklinginum, at tú verður tikin av fótum kensluliga; missir javnvágina millum almennar arbeiðsskyldur og egið sálarlív. Eg knýtti meg at einum koma­ sjúklingi. Tað rakti meg hart, tá ið hann doyði, viðgongur Rúna. Hon vildi ikki passa abba sín, tá ið hann lá at doyggja. Útdoyggjandi rasa Móti morgni fær ein kvinna pínu. Hon plagar at fáa okkurt fyri pínuna. Halla og Rúna tosa um, hvat ið kvinnan hevur fingið. Eg havi ilt tvørurum oysini, sigur hon og peiggjar gjøðin tvørtur um búkin. Hygg, tak hana; eg skal skriva um tað, góða, sigur Rúna og rættir henni eina Codopar og eitt glas av vatni. Kvinnan svølgir bolla og vatn gramliga og gremur seg aftur um, at hon ikki fær blundað fyri berari pínu. Minst nú til at koma upp at ganga, ávarar Rúna smílandi. Ja, tað voyst tú, svarar kvinnan mótfallin og letur høvdið falla tungt niður aftur á kulluta koddan. Hin kvinnan á stovuni liggur og hyggur. Tað skilst, at sjálvt tá ið tímarnir fækk­ ast, kann lívið kennast langligt. Tíðin fellur so long, tá ið man einki svevur. Sunnudag er einki í útvarpinum fyrr enn klokkan 10, teskar hon. Um sekstíðina fer Rúna aftur at geva heilivág innanæðra, meðan Halla fer gleivandi inn aftur í kanningarrúmið. Eyguni á krabbasjúklinginum eru víðopin. Hann hostar og tekur at spýggja. So goysir og letur tað ønskriliga úr honum, og hann njósir hart ímillum herðindini. Tó at ein stovnsligur yvirangi av spritti ræður í rúmin­ um, kennist eisini ein linur luktur av lorti og spýggju. Men tað er í lagi at leka úr øllum opum. Vit eru langt síðan farin um øll stolt­ leikamørk. Eingin errinskapur er eftir. Frísku megin songarstokkin sær neyðin út at vera fullkomin. Her vantar bara deyðin, er einasti tankin hjá leikmanninum. Men eyguni á sjúklinginum eru kortini tey somu sterku. Eg kenni hann. Hann hevur onkursvegna enn orkuavlop at gera eina greiða meting av, at meiri er runnið út av vætu enn inn. Hann biður um og fær meiri morfin. Vit fara. Halla sigur, at sjúklingar sum hesin sum frálíður kunnu fara at spýggja sín egna trekk. Halla og blaðmaðurin fara inn aftur til eina ógvuliga káta kvinnu. Nú vil eg ikki hava sjeikin við, sigur hon flennandi. Ná, skalt tú brúka bekkin, gitir Halla. Ja, og eg haldi, at hann er glaður fyri at sleppa undan, svarar kvinnan og brosar blítt upp á blaðmannin. Síðan skriva Rúna og Halla í kardeks. Um sjúkrarøktartiltøk. Um at kvinnan við svullinum hevur fingið vatn og 150 millilitrar av sondukosti. Og at hon er vend x 1. At enda verður eisini talt upp, hvussu ofta ein onnur hevur verið á vesinum og vent. Dagvaktirnar møta stutt eftir. Umframt um kost og vesivitjanir kunna Halla og Rúna tær um ein batnaðan sjúkling, um at onkur hevur sovið illa og annar væl, og um hin, sum spýði so illa. Vit eru ein útdoyggjandi rasa, letur úr eini eldri sjúkrasystir á deildini, har ið flestu sjúklingarnir á lands­ sjúkrahúsinum doyggja. Og so fer hon aftur í eldin saman við hinum. Náttarvaktin er farin at halla, Halla og Rúna fara heim, og tað er morgun. Eins og áður skulu sjúklingarnir vekjast, vaskast, vendast og vigast á klinisku vektini, áðrenn nývaknaði yvirlæknin aftur fer til verka. Næstu ferð Markið millum somatikkina og psykiatriina er J.C. Svabos gøta, verður skemtandi tikið til. Og tað er júst vestan fyri hesa gøtuna, at sálardeildirnar frá fyrst í sjeytiárunum eru. Okkurt um ein føroyingur verður innlagdur á onkra sálardeild hvønn einasta dag í árinum. Nógvir teirra liggja leingi, og teir sjúkastu enda á deild 2. Blaðmaðurin má renna oman til Stórá; sálarlæknan. Hann skal nevniliga geva endaligt loyvi at sleppa inn á ta stongdu sálardeildina, sum er opin allar ársins dagar, men sum eingin tíðindamaður áður hevur vitjað í arbeiðsørindum. Stórá nikkar hugsanarsamur, og so verður blaðmaðurin smoygdur inn um gáttina at avdúka duldu deildina. Í sættu greinini í røðini um Lívið á Landssjúkrahúsinum vitjar Høgni Mohr á stongdu sálardeildini. Les reportasjuna í næsta Vikuskifti. Mynd: Jens Kristian Vang