fríggjadagur 4. juli 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 4. juli 2008
15
Margit Petersen, ættað
úr Kollafirði, búsitandi
í Runavík, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
mikudagin 2. juli, 77
ára gomul. Bønarhald
verður í Landssjúkrahús
kapellinum leygardagin
kl. 17. Kistan væntast at
koma í Glivra kirkju kl.
18.30 Jarðarferðin verð
ur úr Glyvra Kirkju
sunnudagin
kl.14.30
Tey ið ynskja at minnast
Margit, kunna lata ”Før
oya Felag mótir Krabba
meini” eina gáva, konta
í peningastovnunum.
Herluf Haraldsen and
aðist týsdagin á Ellis
heiminum í Vágum, 91
ára gamal. Kistan fer
frá Ellisheiminum hós
kvøldið klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr
Sandavágs kirkju fríggja
dagin kl.13. Tey, ið vilja
minnast Herluf, kunnu
lata Ellisheiminum á
Sýnini eina peninga
gáva, konto í peninga
stovnunum.
Bjarni Poulsen, sonur
Joan Poulsen, búsitandi
í Haderslev, andaðist á
Sønderborg Sjúkrahúsi
týsdagin, 10 ára gamal.
Jarðarferðin
verður
leygardagin klokkan 14
frá Gamle Haderslev
Kirke.
Sverri
Rasmussen,
vanliga nevndur Sverri
hjá Skálapalla, andaðist
týsdagin 91 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr
Ebenezer
leygardagin
kl. 13.30. Tey, ið vilja
minnast Sverra, kunnu
senda Akurinum eina
gávu, konto í peninga
stovnunum.
Ebba Wang, í Hoyvík,
fødd Elsebeth Kristine
Simonsen, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
mikudagin 2. juli, 93
ára gomul. Kistan fer
frá Kapellinum sunnu
dagin
klokkan
17.
Jarðarferðin verður frá
Hoyvíkar
Kirkju
til
kirkjugarðin í Kaldbak
mánadagin kl. 14. Tey,
ið vilja minnast Ebbu,
kunnu lata Hoyvíkar
kirkju eina gávu. Konto
í Føroya Banka og Eik.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Sunnudagin 6. juli verður
Jenny Samuelsen í Havn 80
ár. Jenny er ættað úr
Norðragøtu. Hon er dóttir
Nicolinu og Amaliel, van
liga kallaður Maljar, Jacob
sen. Nicolina var dóttir Jo
hannu og Fredrik á Fløtti í
Norðragøtu, og Maljar var
sonur Petur Jakku í Ytsta
húsi á Skipanesi. Mamman,
Anna Sofía, doyði í 1901,
tá ið Maljar var 6 ára gamal.
Tá kom hann til Norðragøtu
at vera hjá fastrini Marin í
Mortanstovu. Nikolina er
annars nr. 37 á myndini frá
Gøtu kirkju í Miðvikuni
mikudagin og systir hennara
Johanna er nr. 25.
Tey vóru ikki færri enn
12 systkin hjá Maljari. Mart
in doyði sum smádrongur.
Otto, Sofus og Arna eru
síðan deyð, so nú eru tey
átta eftir á lívi. Tey eru
Schwarts, Frederik, Piddi,
Hanna, Jenny, Johannes,
Lina og Selma.
Jenny fór sum 19ára
gomul til Havnar at tæna
hjá Jens Chr. Olsen, telegraf
bestýrara. Tey búðu har
barnatannrøktin heldur til í
Tórsgøtu.
Í Havn hittir hon Tórolv,
sonur Lillu og Alex í Horni.
Børnini hjá Alex vóru sjey.
Tá í tíðini tóku fólk sær tíð,
áðrenn tey giftust. Tað
gjørdu Jenny og Tórolvur
eisini. Tey gingu saman í
eini 56 ár, til tey giftust í
mei 1954 og fluttu inn í
nýbygdu húsini við Markna
gilsvegin.
Bygdu í oyðimørk
Tórolvur keypti grundøkið
í 1951 frá Jákup Hans hjá
KaldbaksPetur. Tá hildu
fleiri hann vera óðan í
høvdinum, at keypa sær
grundøki burturi í óbygdum,
næstan uttanfyri lóg og
rætt. Nú er hetta at kalla
mitt í býnum.
Segði tú við
drotningina
Jenny hevur kokkast og
matgjørt meginpartin av
lívinum. Hetta ger hon enn,
tá ið boð verða send eftir
henni. Tað verður eisini
tikið til, hvussu dugnalig
hon er á hesum øki. Hon er
eisini kend sum eitt arbeiðs
grev.
Fríðrikur kongur legði
grundarsteinin til Vestur
kirkjuna í Havn. Men hann
var deyður, tá kirkjan í
1975 varð vígd. Ingrid
drotning kom upp til vígsl
una og gisti tá í Amtmans
borgini. Undir hesi vitjanini
var Jenny ‘kammerpige’
hjá drotningini – og tær
báðar blivu ‘dus’, søgdu tú
við hvørja aðra. Hetta er
ikki nøkur sjálvfylgja í hes
um kreðsum! Men hetta
sigur eisini nakað um Jenny,
hvussu væl hon dugir við
fólki.
Jenny hevur eisini javnan
matgjørt hjá ríkisumboðs
manninum, tá ið hann hevur
havt gestir og samkomur.
So væl hevur hetta verið
gjørt, at Jenny fekk ‘fortjen
estemedaljen’
í
februar
1987.
Tjaldur á vitjan
Tey bæði hava altíð havt
stóran áhuga í náttúruni og
hava gingið á flestu fjøllu
num her í meginøkinum.
Enn gongur Jenny túrar við
hundinum og er altíð klár at
fara í fjøllini, um hon verð
ur spurd.
Eisini hava tey meira enn
flest onnur havt náttúruna
við hús. Í nógv ár hava tey
havt vitjan av einum tjaldur
spari. Tey mugu kenna seg
vælkomin, tí koma tey aftur
ár eftir ár og pikka á køks
vindeygað at siga frá, at nú
eru tey her! Tey verða eisinu
væl fóðrað.
Jenny og Tórolvur fingu í
1955 sonin Alexander, sum
er giftur við Súsannu úr
Klaksvík. Tey bæði eiga
børnini Tórolv, Jenny og
Alexander. Langommabørn
ini eru tvey, sum Jenny eig
ur. Tey bæði “gomlu” liva
nú fult út fyri sína lítlu
familju. Enn fýrir Jenny
ikki fyri at passa langommu
døturnar, sum eru trý og eitt
ár, tá ið tørvur er á tí.
Sterk ættarkensla
Tað sum annars er eitt eyð
kenni fyri Jenny og hennara
er eitt sterkt familjusaman
hald og ættarkensla. Hetta
er ikki minst galdandi mill
um systkini. Eitt tað vakr
asta dømi um hetta er, tá ið
beiggin Otto doyði í USA,
eftir at hann hevði búð har
meginpartin av lívinum.
Otto ynskti at verða grivin í
Gøtu, og hetta gjørdu systk
ini eisini møguligt. Salurin
Fildelfia var fullsettur, og
sungin var ein sangur til
jarðarferðina, sum Jenny
hevði yrkt. Systkini bóru
hann seinasta teinin. Ættin
ger eisini nógv fyri at halda
samband við familjuna hjá
Otto.
Sum skilst liggur fyri hjá
Jenny at yrkja, og hetta ger
hon ofta, tá brúk er fyri tí.
Men so beskeðin er hon, at
hetta ger hon ikki nógv
hóvasták burtur úr.
Tórolvur má
ikki gloymast
Tórolvur hevur júst eisini
fylt 80 ár, og tí skal hann
ikki gloymast. Sum greitt
er frá, er hann ættaður úr
Horni. Part av hornasøguna
hava vit júst havt í Mið
vikuni. Johan Norðfoss og
Tórolvur eru systkinabørn.
Her er komið fram, at horna
fólkini millum aðrar dygdir
hava eitt sera gott minni og
duga væl at greiða frá.
Hetta er eisini galdandi fyri
Tórolv, sum kann greiða frá
viðurskiftum langt aftur í
tíðina í minstu smálutir.
Annars byrjaði lívið ikki
væl hjá honum. Hann fekk
tuberklar
í
rygginum.
Mamman Lilla, sum var ein
sera bestemt dáma, vildi
hava dreingin niður til Dan
markar at fáa viðgerð. Hetta
var ikki bert sum at siga
tað. Men mamman fekk sítt
ígjøgnum, og hetta bjargaði
honum.
Annars hevur lívið hjá
Tórolvi verið merkt av
trúfesti. Hann arbeiddi fyrst
í 32 ár hjá Balslev, og síðan
17 ár hjá Elektron, til hann
legði frá sær fyri aldur. Á
Elektron arbeiddi hann sum
húsavørður.
Sigast kann um tey bæði,
at tey eru fryntlig og fyri
komandi og ikki kann sig
ast, at aldur sæst á teimum.
Ynskt verður teimum báð
um hjartaliga tillukku við
teimum 2 x 80 árunum.
Føðingardagin, sunnudag
in, eru øll vælkomin at
heilsa uppá Jenny í Pálls
stovu millum kl. 13 – 17.
ó.
Jenny Samuelsen 80 ár
Dagurin
5. juli. Anshelmus. Tað er allarhelst navnið á tí tiltikna
guðfrøðinginum og erkabiskupinum í Canterbury, sum
doyði í 1109.
6. juli. Djóni. Neyvan navn á einum halgimenni. Teir
halda, at navnið av tilvild er komið upp í halgimannatalið.
Djóni er stytting av grikska gudanavninum Dionysius.
7. juli. Villebaldus, deyður í 787. Saman við pápa sínum
Rikardi og bróðurinum Vunibaldus gjørdi hesin enski
munkurin pílagrímsferð til Róm og var tann einasti, ið
kom fram. Seinni gjørdist hann biskupur í Eichstadt í
Bayern.
Tórolvur og Jenny
Tøkk
Til tykkum, sum frøddu meg á mínum 90
ára degi, vil eg bera mína hjartans tøkk.
Tøkk fyri gávur, fjarrit og góð ynskir.
Tøkk fyri áhugaverdar og skemtiligar
røður, sum bygdu eitt gott undirhald
við eitt hugnaligt borðhald.
Ein tøkk til Eysturoyar Tjóðveldisfelag
fyri heiðursskjalið, mær varð handað, nú
flokkurin fór um tey seksti.
Hetta kom í samljóð við tað landið
tú nemur.
Gud signi tykkum øll.
Gud signi mítt føðiland Føroyar.
Blíðar heilsanir
Petur Højgaard, Saltangará