fríggjadagur 4. juli 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 127 • 4. juli 2008
VIKUSKIFTI
Umstríddi danski
politik arin Mogens
Glistrup doyði
mánadagin. Glist rup
stovn aði danska
Fram burðs flokkin,
hann stríddist ímóti
per sónsskattinum,
og hann hevði av-
gjørdar meiningar
um innflytarar í
Danmark
Mánadagin doyði ein av mestu
umstríddu og litríku donsku
politikarunum í nýggjari tíð.
Mogens Glistrup var í nógv ár
ein sentralur maður í donskum
politikki, og við sínum avgjørdu
meiningum um eitt og annað
setti hann hann stundum ferð á
politiska orðaskiftið í Danmark.
Mogens Glistrup var føddur
í Rønne í 1926. Hann hevði
útbúgving sum juristur, og fyrst
í 70’unum gjørdist hann kendur
sum politikari. Hann stovnaði
danska Framburðsflokkin og
var fólkatingsmaður í árunum
frá 1973 til 1990. Hann sat tó
í fongsli frá 1983 til 1986 fyri
skattaundandrátt.
Mogens Glistrup hevði mein-
ing ar um tað mesta, og serliga
umstríddar vóru hansara hvøssu
meiningar um innflytarar í Dan-
mark. Men Glistrup kundi eisini
verða skemtingarsamur.
Tá ið tosað varð um danska
hernaðarvaldið, helt Mogens
Glistrup, at danska verjan kundi
verið skorin niður til ein tele-
fonsvarara, sum á russiskum og
kinesiskum segði: “Vit yvirgeva
okkum”.
Og onkrir av mótstøðumonnum
hansara fingu eisini okkurt skotið:
– Hvat skulu vit við fólki, sum
lesa samfelagsfrøði. Tað fáa
vit bara fólk sum Svend Auken
burturúr.
Gløggur politikari
Júst javnaðarmaðurin Svend
Auken var ein av politikarunum,
sum eftir deyðan hjá Mogens
Glistrup viðurkendi, at talan var
um ein heilt serligan politikara.
– Glistrup var ein av stóru
per sónunum í donskum poli-
tikki. Hann myndaði nýggja
høgravongin, og tað var eitt
slag av anarkismu: burtur við
skattinum, løgunum, og lat
fólkið sjálvt avgera. Eg haldi tó
avgjørt, at Glistrup hevði eina
skaðiliga ávirkan, tí arvurin eftir
hann er Pia Kjærsgaard, hatur til
muslimar og útlendingar, sigur
Svend Auken við Ekstrablaðið.
– Eg fari at minnast hann fyri
hansara glaða ørskap og útrúliga
humor. Hann var ein stór hjálp
sum starvsfelagi, og hann skilti
alt nógv skjótari enn hini. Hann
var kanska ein av teimum fimm
klókastu fólkatingslimunum,
sum hava verið eftir seinna
veraldarbardaga, sigur Svend
Auken.
Vitjaði í Føroyum
Fyri seks árum síðani vitjaði
Mogens Glistrup í Føroyum, og
tá hitti táverandi blaðmaðurin á
Sosialinum, Jústinus Leivsson
Eidesgaard, Glistrup í Vágsbotni.
Tann tá 76 ára gamli Mogens
Glistrup sat á einum beinki og
læs Sosialin.
– Eg eri her 42. hvørt ár, og
næstu ferð er komið at vitja
føroyingar, tá verið eg 118 ár.
Fyrstu ferð eg var í Føroyum var
í 1960. Tað var ein góð vitjan og
nú eri eg aftur, men í heilt øðrum
ørindum. Eg eigi eina abbadóttir,
hon er 10 ára gomul, og seinastu
fimm árini hava vit verið røsk at
ferðast við henni. Also ikki eg og
konan einsamøll, men eisini dóttir
okkara og so svigarsonurin, sum
er eitt slag av ferðafyrireikara fyri
okkum. Akkurát nú siti eg her sum
avtalað, og bíði eftir hinum, tey
eru og gera okkurt ørindi í býnum
og vit avtalaðu, at eg skuldi sita
á hesum bonkinum, so tey kunnu
finna meg aftur. Eg havi vitjað
undirhúsið og javnaldrarnar har,
segði Mogens Glistrup.
Jústinus: Er tú ein nøgdur fyrr-
verandi politikkari?
- Eg veit ikki hvussu fyrrverandi
eg eri. Eg var sakførari, og
lógirnar sum politikkararnir
smíðaðu, vóru burtur úr vón og
viti. Eg mátti gera okkurt við hetta
og gjørdist politikkari. Nú eri eg
pensioneraður og fegnist um, at
tann politikkur, sum eg kom fram
við, verður førdur í dag í odd og
egg. So kann tað vera líka mikið,
hvør fær heiðurin, bara vit flyta
okkum á rættari leið, og tað er
júst tað sum hendir nú, segði
Mogens Glistrup.
Mogens Glistrup gjørdist 82
ára gamal. Hann giftist í 1950 við
Lene Glistrup, og tey fingu fýra
børn.
Glistrup takkaði fyri seg
Glistrup
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mogens Glistrup var í nógv ár ein profilur í donskum politikki. Politiskur
mótstøðumaður kallar hann gløggan og skemtingarsaman, men heldur eisini,
at hann hevur havt skaðiliga ávirkan á danskan politikk
Mynd: Polfoto
Norðpólurin ísfríur í ár
Granskarar halda, at møguleiki er fyri, at eingin ísur verður á Norðpólinum í summar. Mark
Serreze, sum er granskari við National Snow and Ice Data Center í Colorado í USA, sigur, at
ísurin bráðnar enn skjótari í ár, enn hann gjørdi í fjør, sum annars var eitt metár.
Ísurin á Norðpólinum er tjúkkastur í mars mánaði, og í september síggjast endaligu
avleiðingarnar av einum heitum og ljósum summari. Serreze heldur, at við verðandi gongd, er
góður møguleiki fyri, at als eingin ísur verður á Norðpólinum seint í summar.
Um hetta hendir, verður tað fyrstu ferð í nýggjari tíð, at allur ísurin á Norðpólinum bráðnar
burtur.