Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 127 - 4. juli 2008 Hóast veðrið ikki var av tí allar besta var nógv fólk savnað inni í Grind í Skála­ vík, hósdagin 26.juni. Bygd­ arsonurin, Ejler Jacobsen, hevði sett fólkinum stevnu, saman við bygdaráðsfor­ manninum, Linjohn Christ­ iansen, í samband við, at ein stór verkætlan varð sett í gongd hendan dagin. Allir borgarstjórarnir á oynni høvdu eisini leita sær til Skálavíkar fyri at vera við til hesa merkisløtuna. Verkætlanin eitur Imman­ uel, sum merkir “Gud við okkum.” Nakað av fólki var komið við Teistanum til hetta høvi, og tá vit komu til Skálavíkar, um miðdagsleitið, stóð borðreitt fyri okkum í Keld­ uni við føroyskum viðskera. Kl. 13.00 varð farið inn í Grind, har ein nýgjørdur haki stóð, sum skuldi nýtast til at grava fyrsta bøkkin upp, sum startskotið til hesa stóru verkætlan, har nógv tons av mold skal flytast áðrenn farið verður undir sjálva byggingina. Ein gravi­ maskina og ein lastbilur vóru parkeraði á staðnum, so gestirnir kundu standa í lívd meðni sungið varð og borgarstjórin og Ejler bóru hvør sína heilsan fram. Spakin settur í Tað var Ejler sjálvur, sum tók tað fyrsta hakastykkið klokkan 13:23 ­ har lá so tann fyrsti bøkkurin á bø­ num og eitt bøkkeyga í mógvinum, sum ein vitnis­ burður um, at her verður av sonnum loyst úr lagdi. Hvar Ejler sjálvur ynskir at ankra hetta byggiverk kom greitt fram, tá hann, beint áðrenn fyrsta haka­ bøkkin, læs í Sálmi 127: “Byggir ikki Harrin húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki Harrin staðin, so vakir vaktarin til ónyttu.” Ejler hevur valt at kalla bygging­ ina við navninum Immanuel, sum ein vitnisburð um, at verkætlanin einans kann eydnast nøktandi, um Gud vil og er við í verkinum. Meðni Ejler stóð við haka­ num í hondini og beint áðrenn hann setti hakan í, fortaldi hann fólkinum, at tá hann var 14 ára gamal var hann við til at gera ein fótbóltsvøll og ein veg í bygdini. Tímalønin var eina krónu, og spakin, sum hann sjálvur var noyddur at keypa, kostaði 8 krónur. Depil til fleiri endamál Verkætlanin fevnir um økið inni á Grind, sum er 50.000 fermetur til støddar. Depilin sjálvur verður 4000 fer­ metur. Talan er um ein frítíð­ ar­ og fundardepil. Ejler leggur stóran dent á, at depilin eisini er ein fundar­ depil, tí, sum hann sjálvur sigur, at depilin skal eisini vera opin fyri kristnum virk­ semi sum møtir, møtirøðir, skeiðir, stevnir og legur av ymiskum slag. Ikki annað Zarepta Hetta verður tó ikki eitt nýtt Zarepta ella eitt nýtt Nesvík, men ein samanseting av handilsligum og andaligum virksemi, soleiðis at skilja, at depilin verður gjørdur sum ein nútíðar mentanar­ depil har ynskjandi er, at grundarlag verður lagt fyri eini breiðari viftu av frí­ tíðar­ mentanar­ og kristilig­ um virksemi, við allari út­ gerð, sum ein slíkur depil krevur í dag: Svimjihøll, ítrivs­ og motiónshølir, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur, spæliøkir til børn, størri og minni fundar­ og kon­ ferensuhølir, fyrilestrar­ hølir, café­ og restauratións­ hølir, tónleikahøll og eisini verða yvir 70 nýmótans hotelkømur. Borgarstjórin segði í síni røðu, at við teimum 50.000 fermetrunum, so verður eis­ ini møguleiki fyri camping á staðnum, og eisini skiltu vit á borgarstjóranum, at hesin nýggi depilin eisini skal vera eitt familju­ og barnavinarligt stað. Eisini róð hann í røðu síni upp­ undir, at ítróttarfólk og – feløg, bæði heima og uttan­ landa, koma at nýta depilin sum venjingar­ og ítróttar­ skúla. Altjóða dám Depilin kemur at hava al­ tjóða dám, tí ætlanin er, at fáa altjóða konferensur/ráð­ stevnur at fáa eyguni upp fyri, at Føroyar eru eitt ser­ stakt stað til altjóða virk­ semi, og við hesum nýggja depilinum í Skálavík nýtist Føroyum ikki at smæða seg burtur at bjóða seg fram sum karmur um alt slag av altjóða fundar­ og skeið­ virksemi. Verkætlanin er fyrsta av sínum slag í Føroyum, tí her á landi eiga vit enn ikki ein veruligan stevnumið­ depil. Norðurlandahúsið og hotellir hava verið brúkt til tílíkt, men tað er tó avmark­ að hvat tey kunnu bjóðað, tá sammett verður við ein altjóða savningardepil. Umhvørvisvinarligir Depilin verður umhvørvis­ vinarligur við tað, at ætlanin er ikki einans at nýta olju, men eisini at nýta sól­ og vindorku og eisini jørðhita. Eisini her er verkætlanin nýskapandi, og hugsandi er, at hon við hesum kemur at rudda slóð fyri veruligum íløgum í alternativari orku her á landi. Dagligur leiðari Verkætlanin liggur sjálvsagt í tíggjutalsmilliónaklassanu m, og tá Ejler varð spurdur av útvarpskvinnuni um fígg­ ing, svaraði hann, at “hetta verður fíggjað úr egnum lumma.” Tað er ein sjálvs­ ognarstovnur, sum eigur depilin og kemur at dríva hann á vanligum handils­ ligum støði. Ejler sigur, at táið depilin er liðugur og klárur at taka í brúk, verður ein dagligur leiðari settur burturav, sum tey ikki enn vita hvør er, men vónandi verður tað tann rætti per­ sónurin, sum bæði hevur hegni og visjónir fyri slík­ um arbeiði. Sonurin, Petur, leiðir verkætlanina meðni byggingin fer fram. Tá liðugt var inni í Grind, vóru øll boðin oman í bygd­ arhúsið Kelduna, har borð­ reitt var við feskari súpan. Har var høvið at bera fram heilsanir og góð ynskir: ­ “Tað er gott, at onkur er, sum ikki goymir gullið, men letur tað koma fólki­ num og samfelagnum til góðar, sum hendan verkætl­ anin er eitt gott dømi um.” ­ “Hetta er ein kærleiks­ erklering til heimbygdina Skálavík!” Ein beit merki í, at borg­ arstjórin tók soleiðis til, at lendi undir eini slíkari verk­ ætlan, má á ongan hátt verða ein forðan. Tað er ikki altið, at menn møta slíkari jaligheit frá almenn­ ari síðu, tá teir hava eitthvørt á hjarta. Hetta er at gleðast yvir, og lat okkum vóna, at verkætlanin, frá byrjan til endan, fær vælvild frá almennu myndugleikunum og frá bygda­ og oyggja­ fólkinum, soleiðis, at hend­ an verkætlanin, saman við undirsjóartunlinum, verður við til at gera Sandoynna til ein ósvitandi part av før­ oyska miðstaðarøkinum. Poul Jóhan Djurhuus, Gjaranes@post.olivant.fo FAKTA ARKITEKTUR: Selmar Nielsen, Tórshavn. GREVSTUR: Finnleif Fagradal, Sandur SMÍÐIARBEIÐ: Reynhold Nilsen, Tvøroyri. PROJEKTLEIÐARI: Petur Jacobsen (sonur Ejler) LENDI: 50.000 fermetur DEPIL: 4000 fermetur LIÐUGT: 1 ½ - 2 ár ORKA: Vanligt kolvetni, sól- og vindorka og jørðhiti. FÍGGING: Eginfígging Ein kærleiksjáttan til Skálavík Klokkan 13.23 tann 26. juni 2008 varð spakin settur nøvn Tøkk Vit takka fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermóðir, omma og langomma okkara Elin Maria (Ellemia) Gregersen andaðist og varð jarðað. Takk tit øll, sum stuðlaðu undir sjúkraleguni og gjørdu tíðina lættari hjá mammu. Takk til lækna, heimarøktina og starvsfólkið á B6 á Landssjúkrahúsinum. Takk fyri góða vegleiðing og dyggan stuðul gjøgnum sjúkraleguna. Takk til bisp, talarar, spælarar, sangarar, kirkjutænarar og tykkum øll, sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur og kransar. Takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Sæunn, Dagbjørt, Elin, Hallbera, Malan og Ólavur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Sunneva Johannesen Klaksvík andaðist og varð jarðað Tøkk til Norðoya Røktarheim fyri røkt og umsorgan, meðan hon var har. Tøkk fyri heilsanir, blómur og kransar. Tøkk fyri góða hjálp til jarðarferðina. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Kærar heilsanir Jóannes og Edith v/ fam Rannvá og Árni v/ fam Jóna, Katrin og John v/ fam Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verðfaðir, abbi og beiggi okkara, Tórbjørn Mikkelsen Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Vit takka Bjarna Bæk fyri vælvald og troystarrík orð. Tøkk til sangarar og Oddvør Johansen fyri vakurt urguspæl. Tøkk fyri telefonsamrøður, vitjanir, blómur, kransar og gávur til Krabbameinsfelagið. Hjartans tøkk fyri alla hjálp í sambandi við jarðarferð og ervi, og tøkk, øll tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Eyðbjørg Brynhild og Regin