fríggjadagur 4. juli 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 • 4. juli 2008
Vikuskifti
16
EB/Streymur og Føroyar fáa fína
vitjan í næstum. Millum tær
fínastu vit hava havt innan fótbólt
nakrantíð. Mong gleða seg til
17. juli, tá Manchester City og
EB/Streymur fara á vøllin, og fara
mong City-viðhaldsfólk at seta
dám á býin. Í tíðini fram til dystin
fer undirritaði at rógva aftur á
partar av søguni hjá Manchester
City. Tann mest serstaka søgan,
tá um Manchester City ræður, er
um ein týskan málmann.
Fallskermshermaður
Bernhard Carl Trautmann er
føddur í Bremen í Norður-
Týsklandi hin 22. oktober í
1923, og fyllir hann sostatt 85
ár í heyst. Sum óteljandi aðrir
týskir dreingir var Trautmann
limur í “Hitler Jugend”, og sum
allir aðrir ungir, frískir menn,
so noyddist Trautmann at fara
upp í týska herin undir seinna
veraldarbardaga. Í 1941 meldaði
hann seg uppí týska flogvápnið,
Luftwaffe, sum radiooperatørur,
men tað vísti seg skjótt, at hann
var ikki so væl egnaður sum
radiooperatørur, so hann var
fluttur til herdeildina í Spandau,
og har gjørdist Trautmann ein
partur av fallskermsherliðnum.
Fyrstu árini hevði hann hertæn-
astu í tí hertikna Póllandi, men
tað var langt frá hermótinum.
Av tí, at hann og felagarnir
keddu seg, so framdu teir nógvar
beistagerðir, fyri hetta fekk hann
eina disiplinera fongulsrevsing.
Trautmann mátti inn at sita í 3
mánaðir. Men í 1942 slapp hann
út aftur, og tá var hann saman
við herdeild sínari sendur at
stríðast við tann talsterka Reyða
Herin hjá Sovjetsamveldinum.
Á einum sinni var Trautmann
fangaður av Reyða Herinum,
men á undrunnarverdan hátt
eydnaðist tað honum at sleppa til
rýmingar. Tá herdeildin var tikin
aftur av hermótinum, vóru bert
300 mans á lívi, herdeildin hevði
upprunaliga talt 1.000 mans.
Trautmann vann 5 hernaðarlig
heiðursmerki á eystara hermóti-
num, har ímillum tað fínasta, ein
týskan jarnkross av fyrsta flokki.
Til Normandíið
Trautmann var settur upp í tign í
týska herinum, fyrst gjørdist hann
korporalur, og eftir tað sersjantur.
Í 1944 var hann fluttur til franska
Normandíið fyri at verja upp
ímóti einari innrás hjá teimum
sameindu. Men aftaná nógv hørð
stríð, álop og bumbuálop frá
teimum sameindu, var Trautmann
ein av teimum fáu í sínari deild,
sum enn var á lívi. Hann tók tá
avgerðina at fara til heimbýin
Bremen, men við stórum vága.
Allir týskir hermenn, sum ikki
høvdu nakað samleikaprógv
uppi á sær, vóru skotnir sum
dessertørar. Tað bleiv nú eitt
stríð hjá Trautmann at sleppa
undan hermonnum á báðum
síðum. Hann bleiv fangaður av
fronskum mótstøðudeildum,
men aftur slapp Trautmann til
rýmingar. Men tá nakrir dagar
vóru farnir var hann fangaður av
amerikonskum hermonnum. Hann
óttaðist fyri, at teir fóru at taka
hann av døgum, men teir førdu
hann til eina bretska herdeild, har
bretarnir bert søgdu við hann:
– Hello Fritz, fancy a cup of
tea?
Hann var førdur til Northwich,
sum liggur uttanfyri Manchester,
og har sat hann krígsfangi fyrstu
árini, eftir hetta var hann førdur
til eina krígsfangalegu í Ashton-
in-Makerfield, sum liggur nær
við Wigan. Mennirnir spældu
nógv fótbólt í krígsfangaleguni,
og spældi Trautmann sum
centre-half í byrjanini. Hann
fekk ein skaða undir einum
dysti, og spurdi um hann kundi
sleppa í mál, og har var hann
standandi. Í 1948 var hann
latin leysur, og arbeiddi hann
á einum bóndagarði, og fekst
hann eisini við at avmontera
bumbur í Liverpool. Sesongina
1948-1949 var hann málmaður
hjá amatørliðnum úr Liverpool,
sum nevnist Saint Helens Town.
Her gjørdist hann góður við dóttir
skrivara felagsins, og giftust tey
seinni. Tað eydnaðist Trautmann
og liðið hansara at koma í lokalu
steypakappingina fyri amatørlið
á vári í 1949, og vóru 9.000
áskoðarar til finaluna. Trautmann
hevði víst høgt støðið hetta
kappingarárið, og tað skuldi beina
honum veg til nakað enn størri.
Nógv mótmæli
Í upphitingini til kappingarárið
1949-1950 spældi St. Helen ein
vinardyst ímóti Manchester City,
og var tað í hesum dystinum,
at teir í City fingu eyguni upp
fyri týska málverjanum. 7.
oktober 1949 skrivaði Bert
Trautmann undir ein sáttmála
við Manchester City, fyrst sum
amatørur, men stutt eftir hetta,
sum ein heiltíðar yrkisspælari.
Hetta fall ikki í góða jørð hjá
City-viðhaldsfólkunum, sum vóru
alt annað enn fegin at hava ein
fyrrverandi lim í týska Luftwaffe á
sínum liði. Trúgvir áskoðarar, sum
Frá Luftwaffe til Manche
Eingin lagna hjá nøkrum
Manchester City spælara er
so serstøk, sum tann hjá
týskaranum Bert Trautmann,
sum kom til Onglands sum
ein fíggindi, men sum við
tíðini gjørdist ein væl
dámdur fótbóltsspælari og
hetja
Týskarin Bert Trautmann varð fangaður av bretska herinum undir seinna veraldarbardaga, men endaði sum
fótbóltshejta í Manchester City. Her spælir hann FA Cup finalu ímóti Newcastle í 1955
Mynd: Polfoto
Bert Trautman
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo